Vilt tú verða frískur?

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 14.09.2020   
Prædikur

Inn í myrkrið og vónloysið hjá menniskjum kemur Jesus við sínum ljósið og vón. “Eg eri ljós heimsins”, sigur Jesus um seg sjálvan (Jóh 8,12). Hann er tann einasti, sum kann grípa inn í okkara myrku og at síggja til vónleysu støðu og bjarga okkum.

Eftir hetta var hátíð hjá Jødum, og Jesus fór niðan til Jerúsalem. Men í Jerúsalem er við Seyðaliðið ein hylur, sum kallast á hebráiskum máli Betesda og hevur fimm súlnagangir. Í teimum lá mongd av sjúkum fólki, blindum, høltum, visnum, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi koma í røring; tí at við hvørt fór eingil Harrans niður í hylin og órógvaði vatnið. Tann, sum tá fyrstur fór niðurí, aftan á at vatnið var komið í røring, fekk heilsuna aftur, hvørjum sjúkdómi hann so var sjúkur av). Men har var ein maður, sum hevði verið sjúkur í átta og tríati ár. Tá ið Jesus sá hann liggja har og visti, at hann longu hevði ligið langa tíð, sigur hann við hann: Vilt tú verða frískur?Sjúklingurin svaraði honum: Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið vatnið verður órógvað; men við tað sama, eg komi, fer ein annar niðurí undan mær. Jesus sigur við hann: Reis teg upp, tak song tína og gakk! Og í stundini varð maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk. Men tað var hvíludagur tann dagin. Tí søgdu Jødarnir við hin mannin, sum heilsubótina hevði fingið: Tað er hvíludagur, og tú hevur ikki loyvi at bera songina. Men hann svaraði teimum: Tann, sum gjørdi meg frískan, hann segði við meg: Tak song tína og gakk!”” Teir spurdu hann: Hvør er tann maður, sum segði við teg: Tak song tína og gakk!”” Men tann, sum hevði fingið heilsubótina, visti ikki, hvør tað var, tí at Jesus hevði havt seg undan, av tí at har var nógv fólk á staðinum. Eftir hetta hittir Jesus hann í halgidóminum og segði við hann: Sí, tú hevur fingið heilsuna aftur; synda ikki longur, fyri at ikki nakað verri skal henda teg. Maðurin fór avstað og segði Jødunum frá, at tað var Jesus, sum hevði gjørt hann frískan (Jóh 5,1-15).


Inngangur

“Vilt tú verða frískur?” spurdi Jesus henda mannin, sum lá við Betesda hyl, og sum hevði verið sjúkur í 38 ár. Og líkasum tá, setur Jesus okkum eisini henda sama spurningin í dag: “Vilt tú verða frískur?” “Vilt tú verða frísk?” Í grundini fer hesin spurningurin eisini út til øll menniskju og til allan heimin: “Vilt tú verða frískur?”


Gud er ein kærleikans Gud, og hann elskar hvønn einstakan av okkum við einum óendaligum kærleika. Og vegna Guds óendaliga kærleika ljóðar hesin spurningurin nú eisini til okkum her í dag. Gud er jú áhugaður í at frelsa sín elskaða skapning. Hann er áhugaður bæði í okkara likamligu og andligu heilsu. Og bíbliuteksturin, sum vit hava hoyrt, er eisini eitt dømi um júst hetta, har ið vit jú síggja, at Jesus er áhugaður bæði í likamligu og andligu heilsuni hjá manninum, sum lá við Betesda hyl.


Synd og sjúka

Hóast Jesus ger tað greitt aðra staðni, at sjúka og deyði ikki neyðturviliga eru fylgjur av syndini hjá hinum einstaka (Jóh 9,2), so benda Jesu orð til júst henda mannin kortini á, at hansara sjúka í grundini var tongd at onkrari ávísari synd í hansara lívi. Eftir øllum at døma er hetta eisini orsøkin til, at Jesus, eftir at hava grøtt hann, sigur: “Sí, tú hevur fingið heilsuna aftur; synda ikki longur, fyri at ikki nakað verri skal henda teg” (Jóh 5,14). Tað finst altso nakað, ið er verri enn tann sjúkan, sum vit kunnu uppliva í hesum lívi, nevniliga ein ævig glatan eftir hetta lívið.


Ljós heimsins

Í bíbliutekstinum verður Jesu sinnalag málað upp fyri okkara eygum. Jesus setur seg í samband við tey mest vónleysu menniskjuni – menniskju, sum flest onnur kanska hildu seg langt burtur frá. Men ikki Jesus! Nei, harafturímóti er Jesu gerningur eyðkendur av júst hesum, at hann kemur til tey mest vónleysu menniskjuni og inn í tær mest vónleysu umstøðurnar fyri at bjarga.


Vónloysi er t.d. nakað, sum vit kunnu seta í samband við ólekjandi sjúku og ófatandi óndskap hjá menniskjum so sum yvirgangsálopið á World Trade Center í New York tann 11. september í 2001, sum vit jú eisini minnast í hesum døgum. Men inn í myrkrið og vónloysið hjá menniskjum kemur Jesus við sínum ljósið og vón. “Eg eri ljós heimsins”, sigur Jesus um seg sjálvan (Jóh 8,12). Hann er tann einasti, sum kann grípa inn í okkara myrku og at síggja til vónleysu støðu og bjarga okkum. Hann er eisini tann einasti, sum longu hevur sigrað yvir Djevulinum og øllum myrkursins kreftum við sínum deyða á krossinum og við uppreisnini páskamorgun.


Leygardagskenslan

Sjúkan, líðingin, óndskapurin og deyðin, sum setur sín dám á okkara tilveru, fær okkum kanska til at liva í sama vónloysi, sum ápostlarnir høvdu millum langafríggjadag og páskamorgun. Øll vónin, sum teir høvdu knýtt at Jesusi, var úti! Óndskapurin hevði sigrað! Jesu ræðuligi deyði á krossinum tóktist at boða teimum júst hetta. Øld eftir øld hava menniskju havt somu leygardagskenslu, sum ápostlarnir høvdu millum langafríggjadag og páskadag, har ein kennir seg fullkomiligan yvirgivnan til tilvildina, og har ið tað er tað sterkasta ella tey sterkastu, ið seta dagsskránna hjá menniskjum.


Soleiðis hava nógv óiva havt tað, tá ið svarti deyðin herjaði í 13. øld, ella undir nasistisku jødatýningini undir seinna heimsbardaga. Soleiðis hava nógv óiva eisini havt tað í sambandi við yvirgangsálopið á World Trade Center fyri 19 árum síðani. Og í hesum døgum hava vit eisini sæð, hvussu koronavirusið hevur gripið inn í okkara gerandisdag og broytt hann fullkomiliga. Er tað veruliga soleiðis, at vit eru fullkomiliga yvirlatin til slíkar kreftir? Soleiðis høvdu ápostlarnir tað óiva millum langafríggjadag og páskamorgun. Og tann líðingin og tað myrkrið, sum setur sín dám á okkara lív kann eisini geva okkum hesa somu leygardagskenslu, har ið vit kenna okkum yvirlatin og vónleys.


Ikki tarvast teimum heilsusterku lækna

Soleiðis hevði tann sjúki maðurin við Betesda hyl tað óiva eisini. Sum sagt hevði hann verið sjúkur í 38 ár.Og tá ið Jesus kemur til hann og spyr hann, um hann vil verða frískur, tá svarar hann nevniliga Jesusi sum ein, ið hevur givið skarvin yvir og er fullkomiliga yvirlatin til tær tilvildarligu umstøðurnar við henda hylin, har ið tað eru tey skjótastu og sterkastu, ið sleppa fram at, meðan tey veikastu mugu liggja eftir einsamøll í teirra vesaldómi. Hann sigur við Jesus: “Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið vatnið verður órógvað; men við tað sama, eg komi, fer ein annar niðurí undan mær” (Jóh 5,7). Men tað eru júst slík menniskju, sum Jesus er komin fyri at bjarga, nevniliga menniskju, sum ikki kunnu bjarga sær sjálvum, men sum hava tørv á at verða bjargaði av honum. Hetta er jú eisini tað, sum Jesus undirstrikar, tá ið hann sigur: “Ikki tarvast teimum heilsusterku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar” (Mark 2,17). Við øðrum orðum er hann komin at bjarga okkum øllum, tí at vit hava jú øll hina somu syndasjúkuna – sjúkuna, sum skilir okkum frá Gudi. Vit hava altso øll tørv á hinum sama læknanum, hinum einasta læknanum, sum kann bjarga okkum, nevniliga Jesus. Men líkasum menniskju ikki hava tørv á lækna, so leingi tey eru frísk, soleiðis eru tað eisini mong menniskju, ið ikki halda, at tey hava tørv á Jesusi, tí at tey ikki hava fingið eyguni upp fyri teirra egnu syndasjúku, og at tey hava brúk fyri einum frelsara.


Hvussu svara vit Jesusi?

Spurningurin, sum vit hava fyri okkara eygum í dag, er sostatt ein sera sjálvransakandi spurningur: “Vilt tú verða frískur?” Viðvíkjandi okkara likamligu heilsu høvdu flest av okkum óiva svarað ja til henda spurning. Men hvussu svara vit hesum sama spurninginum, tá ið tað snýr seg um okkara andligu heilsu? Spurningurin ljóðar til okkum øll, og hann er eisini avgerandi fyri okkum øll. Vit sleppa ikki undan honum! Hvussu svara vit Jesusi, tá ið hann rættir okkum sína bjargandi hond og spyr okkum, um vit vilja verða frísk? Tað er jú bara hesin læknin, ið kann gera okkum frísk frá syndasjúkuni og fylgjuni, sum kemst av henni, nevniliga ein ævinleiki burtur frá Gudi. Hetta er tað, sum er verri enn eitt heilt mannalív við likamligari sjúku! Og hetta er eisini tað, sum Jesus er komin at bjarga okkum undan. Hann vil nevniliga bjarga okkum til nakað, sum er nógv betur enn eitt heilt mannalív uttan líðing og sjúku. Tí er tað eisini, at hann kemur til hvønn einstakan av okkum við hesum spurninginum: “Vilt tú verða frískur?” “Vilt tú verða frísk?” Vilt tú taka ímóti mær og tí frelsu og lekidómi, sum eg havi at bjóða tær? Undrið hendur, tá ið vit svara Jesu spurningi við einum ja takk. Við at svara soleiðis viðganga vit samstundis, at vit hava ein trupulleika, ið bara hann kann hjálpa okkum við.


Verði ljós!

Í grundini er tað júst hesin stóri trupulleikin – syndin og glatanin – sum Jesus er komin fyri at bjarga okkum undan. Júst henda boðskapin finna vit eisini í Jóh 3,16 – lítlu Bíbliu, sum vit eisini rópa tað, - har ið Jesus sigur: “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” Og í stuttum er frelsandi trúgv jú hetta at siga ja takk, tá Jesus rættir okkum sína frelsandi hond. Og tá er tað eisini, at tað stóra undrið hendur. Okkara myrkur verður til ljós, líkasum myrkrið eisini varð til ljós á skapanar morgni, tá Gud segði: “Verði ljós!” (1 Mós 1,3). Gud skapar við sínum máttmikla orði! Hetta síggja vit eisini við Betesda hyl. Jesus segði við hin sjúka mannin: “Reis teg upp!” (Jóh 5,8). Og síðani hendi eitt ófatiligt undur. Hesin maðurin, sum hevði verið sjúkur í 38 ár, varð í stundini frískur. Men vit vita kortini, at hesin sami maðurin einaferð fyrr ella seinni skuldi tann sama vegin, sum vit øll skulu. Hann livdi kanska í fleiri ár aftrat við góðari heilsu, men fyrr ella seinni so doyði hann. Men Jesus visti fullvæl, at endin á tí jarðiska lívinum hjá manninum við Betesda hyl als ikki var endin á tí heila fyri henda mannin.


Tað kemur ein stund

Nei, tvørturímóti undirstrikar Jesus í sama kapitlið, sum vit hava lisið frá, at tað kemur ein stund, “...tá ið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra reyst hansara, og tey skulu ganga út, tey, sum hava gjørt gott, til lívs uppreisnar, og tey, sum hava gjørt ilt, til dóms uppreisnar” (Jóh 5,28-29). Líkasum maðurin við Betesda hyl eina stund í sínum lívi bæði hitti Jesus og hoyrdi hansara rødd, soleiðis visti Jesus fullvæl, at tað eisini skuldi koma ein stund í deyðanum, tá hesin sami maðurin aftur skuldi hitta Jesus og hoyra hansara rødd. Og tað er júst hetta møtið, sum Jesus er komin inn í heimin at fyrireika okkum til. Hann veit, at hann ein dagin skal møta okkum øllum sum dómari heimsins. Hetta er eisini tað, sum Jesus sipar til, tá hann sigur við mannin við Betesda hyl: “...synda ikki longur, fyri at ikki nakað verri skal henda teg” (Jóh 5,14). Og hvat er tað? Jú tað er nevniliga hetta, at skula ganga út úr grøvini til dóms uppreisnar. Jesus elskar okkum øll og vil hava ævigan felagsskap við okkum øll. Og nú, í hesum lívinum, er tað, at hann rættir okkum sína frelsandi hond og sigur við teg og meg: “Vilt tú verða frískur?” “Vilt tú verða frísk?” Og saman við Jesusi og í lekidóminum, sum hann hevur at geva okkum, kunnu vit gleða okkum bæði í hesum lívinum, og tá ið vit aftur skulu hoyra hansara rødd kalla okkum út úr grøvunum til lívs uppreisnar.


Endi

Líkasum ápostlarnir vóru óttafullir og vónleysir eftir Jesu ræðuliga deyða á krossinum, soleiðis hava tað verið og eru tað eisini enn menniskju í dag, sum kenna seg fullkomiliga yvirlatin til kreftir, sum ikki vilja teimum nakað gott. Men Gud havi lov fyri, at hetta ikki er tann heimurin og tann veruleikin, sum vit liva í! Vit eru ikki yvirlatin! Gud hevur gripið inn í okkara heim við honum, sum doyði fyri allar heimsins syndir langafríggjadag. Hetta var ein myrkur dagur, og tað var leygardagur eisini. Men so kom sunnudagur – páskamorgun, og tá broyttist alt! Grøvin var tóm, og Jesus var risin upp frá deyðum. Hann hevði sigrað yvir Sátan, synd og deyða, og nú kom hann fyrst til kvinnurnar og heilsaði teimum: “Heilar og sælar!” (Matt 28,9). Í donsku Bíbliuni verður tað umsett til “God morgen!” ella á føroyskum “Góðan morgun!” Ja, hetta var sanniliga ein góður sunnumorgun – ein so góður sunnumorgun, at vit enntá í dag 2000 ár seinni savnast henda sama dagin og um hin sama upprisna frelsaran. Hann broytti alt við sínum deyða langafríggjadag og við síni uppreisn sunnumorgun! Hetta var eisini júst tað, sum umbroytti ein vónbrotnan Pætur og gav honum eina nýggja og livandi vón: “Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum” (1 Pæt 1,3). Tann myrka leygardagskenslan hjá ápostlunum varð fullkomiliga broytt sunnudagin! Og nú kunnu vit, so frætt hava sagt ja til Jesus, lova Gudi hvønn dag í okkara lívið, tí at Gud hevur, við Jesusi, eisini endurføtt okkum til livandi vónar. Hetta er í grundini tað, sum Jesus bjóðar okkum, tá ið hann spyr okkum, um vit vilja verða frísk. Hann vil geva okkum eina livandi vón í hesum lívinum og í hinum komandi lívinum, tá ið hann kallar okkum út úr grøvunum til lívs uppreisnar. Nú er talan so at siga ikki longur um eina leygardagskenslu, men um eina sunnudagskenslu og eina uppreisnarvón, sum setur sín dám á allar dagarnar í vikuni og í lívinum sum heild. Eisini teir mest truplu dagarnar í lívinum eiga vit kortini eina livandi vón – eina vón, sum ger, at vit í øllum lívsins viðurskiftum kunnu lova Gudi líkasum sálmaskaldið: “Sál mín, Harranum lova, og alt, sum mær er í, heilaga navni hans! Sál mín, Harranum lova, og gloym ikki allar vælgerðir hans! Hann fyrigevur øll misbrot tíni, hann grøðir allar sóttir tínar, hann lív títt frá grøvini loysir, hann teg við miskunn og mildleika krýnir” (Sl 103,1-4).

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet