
Um lítla stund
Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson tann: 25.04.2021
Prædikur
Prædika til 3. sunnudag eftir páskir
Epistul: Hebr 13,12-16
Evangelium: Jóh 16,16-22
Tað er ikki bilurin, tað er ikki húsið, tað eru ikki pengarnir, sum vit í deyðanum hava so trupult at siga farvæl við, nei, tað eru okkara kæru! Vit elska okkara kæru! Vit vilja ikki skiljast frá teimum! Nei, vit vilja altíð vera saman við teimum! Og tað er júst hesa gleði, sum Jesus vil geva okkum - hesa gleði yvir at síggja okkara kæru deyðu aftur, og at vera saman við teimum altíð!
Hoyr alla prædikuna her: