Týdningurin av Jesu uppreisn

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 11.04.2020   
Prædikur

Um Jesus reis upp frá deyðum, so mást tú eisini góðtaka alt tað, sum hann segði; um hann ikki reis upp, hví so stúra fyri nøkrum, sum hann segði?​

Men tá ið nú verður prædikað, at Kristus er risin upp frá deyðum, hvussu kunnu tá summir tykkara millum siga, at uppreisn av deyðum er ikki til? Men er uppreisn av deyðum ikki til, tá er Kristus ikki heldur risin upp; men er Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara fáfongd, tá er eisini trúgv tykkara fáfongd. Men vit koma tá eisini at roynast sum lygivitni um Guð, av tí at vit hava vitnað móti Guði, at hann reisti upp Krist, sum hann ikki hevur reist upp, so framt sum deyð ikki rísa upp. Tí at rísa ikki deyð upp, tá er Kristus ikki heldur risin upp; men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í syndum tykkara, og tá eru eisini tey glatað, sum sovnað eru burtur í Kristi. Er tað bert í hesum lívi, at vit hava sett vón okkara til Krists, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum. Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur (1 Kor 15,12-20).


Frelsunnar kjarni

Reis Jesus veruliga upp frá teimum deyðu? Við hesum spurninginum stendur ella fellur kristindómurin sum heild! Til tey kristnu í Korint segði Paulus: “men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í syndum tykkara ... [og] tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum” (1 Kor 15,17.19). Jesu likamliga uppreisn er frelsunnar kjarni. Uttan uppreisnina er eingin kristindómur! Viðvíkjandi hesum sigur Timothy Keller: “Um Jesus reis upp frá deyðum, so mást tú eisini góðtaka alt tað, sum hann segði; um hann ikki reis upp, hví so stúra fyri nøkrum, sum hann segði? Tann avgerandi spurningurin er ikki, um tær dámar hansara læru ella ikki, men um hann reis upp frá teimum deyðu ella ikki.” (Keller 2008: 202).


Ein nýggj og livandi vón

Jesu uppreisn umbroytti lívini hjá lærusveinunum og gav teimum eina nýggja vón. Áðrenn Jesus sýndi seg fyri teimum, vóru teir vónleysir, og teir goymdu seg aftanfyri læstar dyr av ótta fyri myndugleikunum. Men alt hetta broyttist, tá ið teir hittu tann upprisna frelsaran. Vit kunnu brúka ápostulin Pætur sum eitt dømi:


Pætur misti alla sína vón, tá ið hansara Meistari, Jesus, doyði á krossinum og bleiv jarðaður. Jesus var deyður. Og tað síðsta, sum Pætur gjørdi, áðrenn Jesus doyði, var at svíkja sín Harra. Men tey myrku útlitini hjá Pæturi broyttust, tá ið Jesus sýndi seg fyri honum. Lívið hjá Pæturi broyttist so nógv, at hann kom til at knýta alla sína kristnu vón nevniliga til Jesu uppreisn frá deyðum. Og tað er eisini hetta, sum fær hann til at prísa Gudi og siga: Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum...” (1 Pæt 1,3). Jesu uppreisn førdi til nakað heilt nýtt fyri Pætur – eitt heilt nýtt lív. Og hann knýtti hetta nýggja og vónríka lívið til eina ávísa søguliga hending, nevniliga Jesu uppreisn frá deyðum.


Tvey ymisk sjónarmið

Í 1 Kor 15 viðger Paulus tvey heilt ymisk sjónarmið uppá uppreisnina. Á tí einu síðuni “verður prædikað, at Kristus er risin upp frá deyðum” (v. 12). Og á hinari síðuni hava vit sjónarmiðið, sum sigur, at uppreisn frá deyðum ikki er til (v. 13). Hesi bæði sjónarmið eru eisini frammi í dag, líkasum tá. Sum trúgvandi siga vit, at Jesus er risin upp, meðan onnur siga, at hann ikki er risin upp. Eg trúgvi, at nógv av okkum hava kanska verið úti fyri onkrari støðu, har ið hesi sjónarmið hava rent seg inn í hvørt annað. Og ofta verður trúgvin á Jesu likamligu uppreisn dømd fyri at vera ein tápulig, óvísindalig pátrúgv, sum als ikki hevur nakað við veruleikan at gera. Hvussu skal ein møta einum slíkum pástandi? Kanska kann Paulus vera ein fyrimynd fyri okkum her. Hann sigur rætt og slætt: “Men tá ið nú verður prædikað, at Kristus er risin upp frá deyðum, hvussu kunnu tá summir tykkara millum siga, at uppreisn av deyðum er ikki til?” (v. 12). Og vit síggja, at henda prædikan er tætt tongd at eygnavitnunum til hin upprisna Jesus: “...hann varð sæddur av Kefasi, og síðan av teimum tólv; og aftan á tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn, – av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur. Og aftan á tað varð hann sæddur av Jákupi, síðan av øllum ápostlunum” (1 Kor 15,5-7). Vit síggja altso, at boðskapurin um hin upprisna Jesus ikki er eitt ævintýr. Nei, harafturímóti er okkara uppreisnartrúgv sera væl grunda. Hon er jú grunda á meira enn 500 eygnavitnir. Meira enn 500 eygnavitnir kundu játta ta sannroynd, at Jesus veruliga var risin upp frá teimum deyðu. Tað, sum gevur hesum listanum av eygnavitnunum ein serligan søguligan myndugleika, er, at tey flestu av teimum 500 eru enn á lívi. Við øðrum orðum sigur Paulus: ”Um tú ikki trýrt mær, far so og spyr tey.”


Men hvat er tað so, sum fær menniskju til at avnokta uppreisnina? Tað kann ikki vera vegna søguligt tilfar, tí at tað stuðlar jú uppreisnini. Tí trúgvi eg, at avnoktanin av Jesu uppreisn ofta er eitt úrslit av eini heimsfatan, sum sjálv avnoktar uppreisnina í sínum útgangsstøði. Orsøkin til hesa avnoktan kann t.d. vera eitt úrslit av einari naturalistiskari heimsfatan, tvs. tann hugsjón, at náttúran er tað einasta, sum er til. Tá ið fólk halda uppá, at uppreisn frá deyðum ikki er til, tá verður hetta ofta sagt vegna naturalistisku heimsfatanina, sum liggur aftanfyri uppáhaldið. Síðani náttúran er tað einasta, sum er til, so kann tað ikki vera pláss fyri Gudi og hinum yvirnáttúrliga. Og tí kann ein heldur ikki góðtaka undur so sum Jesu uppreisn frá teimum deyðu. Men passar tað, at náttúran er tað einasta, sum er til? “Nei”, siga vit, sum eru kristin. Vit trúgva, at veruleikin er nógv størri enn so. Vit trúgva, at Gud veruliga hevur gripið inn í heimsøguna við at senda Jesus inn í heimin sum heimsins frelsara: “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3,16).


Vit tilbiðja ein upprisnan og livandi Krist

Søguliga virði í Jesu uppreisn hevur ein heilt avgerandi týdning, tá ið tað kemur til boðskapin um uppreisnina. Tí hvat er okkara vón gjørd av, um hon ikki er tongd at veruleikanum? Jesu likamliga uppreisn er heilt avgerandi, og uttan hana er eingin kristindómur. Ella sum Paulus sigur: “Men er uppreisn av deyðum ikki til, tá er Kristus ikki heldur risin upp; men er Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara fáfongd, tá er eisini trúgv tykkara fáfongd” (1 Kor 15,13-14). Ein persónur, sum trýr á ein Jesus, sum ikki er risin upp, trýr á ein máttleysan Jesus, ein deyðan Jesus. Um Jesus ikki reis upp frá teimum deyðu, tá var heldur eingin frelsa vunnin á krossinum, og okkara trúgv er harvið fáfongd. Men vit tilbiðja ikki ein máttleysan og deyðan Krist, men ein mektigan, upprisnan og livandi Krist.


Paulus staðfestir: “Men nú er Kristus risin upp frá deyðum…” (v. 20), og hann vísti seg fyri Paulusi, ápostlunum og meira enn 500 brøðrum í senn. Og hetta umbroytti teirra lív fullkomiliga. Møtið við hin upprisna umbroytti ápostlarnar so nógv, at teir at enda eisini lótu lív vegna boðskapin. Áðrenn uppreisnina goymdu teir seg aftanfyri læstar dyr vegna teirra ótta (Jóh 20,19). Aftaná uppreisnina vóru teir umbroyttir. Og um alt var ein stór lygn, tá høvdu teir ongatíð farið so víða við teirra trúarlívi, sum teir gjørdu. Í bókini The Story of Reality lýsir Gregory Koukl hetta soleiðis: “Hvat megnaði at umbroyta ein bólk av skelvandi og óttafullum monnum, sum fóru frá Jesusi … spjaddir og fjaldir fyri myndugleikunum, aftanfyri læstar dyr og við slóktum ljósum? Hvat kann greiða frá teirra umbroyting til djarvar talsmenn fyri uppreisnini, sum stillaðu seg upp ímóti myndugleikunum, ið hóttu við at húðfletta, fongsla og avrætta teir vegna teirra vitnisburð um ein upprisnan Krist? Hvat megnaði at umbroyta Saul frá Tarsus, ein mann, sum gekk so høgt upp í sína religión, at hann enntá savnaði menn og kvinnur saman fyri at hótta, buka og drepa tey, tí at tey fylgdu Jesusi? Hvat megnaði at fáa ein slíkan mann at venda um í einum handabragdi og taka støðu saman við teimum, sum hann kúgaði, og sum at enda lat sítt egna lív vegna hin sama gleðiboðskapin, sum hann áður vanvirdi? Hvat er hin besta frágreiðingin uppá hetta? Bert eitt svar er nøktandi. Tað er svarið hjá honum, sum áður hevði avnoktað Krist við einum eiði. Sjálvur sigur Pætur: “Henda Jesus reisti Gud upp, og um hetta eru vit allir vitni” (Áps 2,32; Koukl 2017: 151-152, mín týðing).


Endi

Okkara kristna vón er als ikki bygd á eina blinda trúgv. Harafturímóti kunnu vit við góðari grund trúgva, at eitt veruligt undur er hent! “Krist reis upp frá deyða / á páskamorgni reyða. / Tí syngið hátt og hjartaglað / hans kirkjulið um allan stað: ‘Heiður veri Guði á himni!’” (SFK 193). Tað, at hetta undrið veruliga er hent, gevur lívinum eitt heilt nýtt og vónríkt innihald. Deyðin er ikki endin! “Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur (1 Kor 15,20).

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet