Sonur tín livir!

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 24.10.2021   
Prædikur

Jesus kann skapa trúgv, har eingin trúgv er. Hann kann skapa lív, har einki lív er. Og hetta ger hann við sínum orði! Ella sum sálmaskaldið sigur: ”Tí hann talaði, og so varð tað; hann beyð, og so tað stóð” (Sl 33,9). Hetta var eisini júst tað, sum Jesus gjørdi henda dagin í Kána. Hann talaði, og so varð tað. Hann segði: ”Sonur tín livir!” Og við teimum orðunum fekk sonurin lívið aftur!

Líkasum tað bar frelsu og ævigt lív við sær fyri kongsmannin at trúgva á Jesu orð: ”Sonur tín livir!”, soleiðis ber tað á sama hátt eisini frelsu og ævigt lív við sær fyri okkum at trúgva á Sonin, sum varð givin, sum doyði á krossinum fyri okkara syndir, sum reis upp, og sum livir í dag. "Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív" (Jóh 3,16). Guds sonur livir, og vit liva í allar ævir við honum!

Hoyr alla prædikuna her:

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet