Skakast skulu himmalsins kreftur

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 04.12.2022   
Prædikur

“Vakið tí á hvørji stund og biðið, so at tit kunnu verða førir fyri at komast undan øllum hesum, ið henda skal, og at standast fyri menniskjusoninum!” (Luk 21,36).

“Og tað skulu verða tekin í sól og mána og stjørnum, og á foldini munnu tjóðflokkar kvíða í ráðloysi, tí at hav og sjógvar bróta, meðan menn ørmaktast av ótta og stúran fyri tí, ið koma skal yvir jarðarríkið; tí at skakast skulu himmalsins kreftur. Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í ský við mátti og miklari dýrd. Men tá ið hetta fer at henda, tá lítið upp og hevjið upp høvdum tykkara, av tí at loysn tykkara nærkast.” Og hann segði teimum eitt líknilsi: “Hyggið at fikutræinum og øllum trøum; tá ið tit síggja, at tey fara at spretta, tá skilja tit av tykkum sjálvum, at summarið nú er í nánd. Á sama hátt skulu tit eisini vita, tá ið tit síggja hetta henda, at Guðs ríki er í nánd. Sanniliga sigi eg tykkum: henda slekt skal als ikki forganga, áðrenn alt samalt er hent. Himin og heimur skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga. Men verið varnir, at hjørtu tykkara ikki skulu verða tyngd av svirri og drykkjuskapi og sút fyri hesum lívi, so at tann dagurin kemur dáttliga á tykkum sum ein snara; tí at koma skal hann á øll tey, sum búgva um allan jarðarkring. Vakið tí á hvørji stund og biðið, so at tit kunnu verða førir fyri at komast undan øllum hesum, ið henda skal, og at standast fyri menniskjusoninum!”” (Luk 21,25-36).


Inngangur

“Óttast ei, vak og bið!” Hesi orðini, sum vit hava sungið, eru ein góð áminning til okkum, sum hoyra Jesusi til. Í honum eiga vit vón, styrki og dirvi í øllum lívsins viðurskiftum! Ja, tað er, sum sálmaskaldið skrivar: “Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur. Tí óttast vit ei, um so jørðin verður umskift, um so fjøllini ryðja í havdýpið oman, um so havaldan sjóðar og brýtur, og bergið í ódnini skelvur. Harrin er við okkum, herskaranna Guð, Jákups Guð er vár fasta borg” (Sl 46,2-4). Hetta minnir ikki sørt um prædikutekstin, har vit hava hoyrt Jesu álvarsomu orð um endatíðina og um Jesu afturkomu. Í sama kapitli, sum vit hava lisið frá, hevur Jesus fyri tað fyrsta boðað frá oyðing Jerusalems. Um halgidómin – stoltleikan hjá jødunum – segði Jesus: “Hetta, sum tit síggja – teir dagar skulu koma, tá ið her ikki skal liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður” (Luk 21,6). Jesu orð vórðu uppfylt ár 70 e.Kr., tá ið Jerúsalem varð lagt í oyði av rómverjum – ein stór vanlukka! Líkasum Jesus talaði satt, tá ið hann boðaði oyðing Jerúsalems, soleiðis kunnu vit eisini vera vís í, at hann talar satt, tá ið hann talar um endatíðina og dómadag. Hetta er ikki ein uppspunnin søga, men nakað, sum veruliga fer at henda í hesum heimi!


Tekin í náttúruni

Áðrenn Jesu afturkomu skulu tað verða ógvuslig tekin í skapanarverkinum - hesum, sum tykist at vera so sterkt og óskakandi, og sum vit kanska eisini taka fyri givið. Jesus talar um, at tað skulu verða tekin í sól, mána og stjørnum. Hetta sama verður eisini staðfest í Matteusevangeliinum: “Men brátt aftan á trongdina í teimum døgum skal sólin myrkna og mánin ikki geva skin sítt, og stjørnurnar skulu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins kreftur” (Matt 24,29). Tá hetta rakar heimin í endatíðini, verða heimsins tjóðir ræðsluslignar og ráðaleysar. Menniskju skulu svíma av ótta og stúran! Men mitt í øllum hesum ruðuleikanum finst kortini eitt fólk, sum kann taka undir við sálmaskaldinum: “Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur. Tí óttast vit ei, um so jørðin verður umskift, um so fjøllini ryðja í havdýpið oman, um so havaldan sjóðar og brýtur, og bergið í ódnini skelvur. Harrin er við okkum, herskaranna Guð, Jákups Guð er vár fasta borg” (Sl 46,2-4). Meðan himmalsins kreftur skakast, er tað kortini nakað, sum ikki skakast, nevniliga Gud og tað, sum hoyrir honum til: Guds ríki, Guds orð, Guds fólk! Ja, Gud er okkum vernd og verja! Guð er vár fasta borg! Tí óttast vit ei!


Advent

Sum kunnugt eru vit nú komin inn í adventstíðina. Og hetta orðið, advent, merkir koma. Í adventstíðini hoyra vit um, hvussu Jesus kemur til okkum uppá tríggjar mátar:


  • Hann er longu komin til okkum í fortíðini, tá ið hann varð føddur í Betlehem.
  • Í dag kemur hann til okkum andliga ígjøgnum Guds orð, dópin og heilagu kvøldmáltíðina.
  • Og í endatíðini kemur hann aftur í dýrd at døma bæði livandi og deyð.


Tað er serliga hesin triðji mátin, sum verður undirstrikaður fyri okkum í dag – hetta, sum eisini verður undirstrikað fyri okkum í næstsíðsta versi í okkara Bíbliu, har ið Jesus sigur: “Ja, eg komi skjótt.” Og svarað verður: “Amen, kom, Harri Jesus!” (Opb 22,20). Ja, Jesus kemur skjótt! Men kunnu vit í sambandi við Jesu afturkomu av hjarta siga: Amen, kom, Harri Jesus?


Menniskjusonurin

Líkasum Jesus kom til okkum í fortíðini, soleiðis vil hann eisini koma til okkum í framtíðini: “Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í ský við mátti og miklari dýrd” (v. 27). Her sigur Jesus sera nógv um seg sjálvan! Hann lýsir jú seg sjálvan sum tann, ið Dánjal profetur sá í einari náttarsjón: “Og eg fekk aftur at síggja í náttarsjónum, og sí, á skýggjum himinsins kom ein, ið líktist mannasyni. Hann nærkaðist honum, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri hann. Og honum var givið vald og tign og ríki; honum skulu tæna allar tjóðir av øllum londum og tungumálum; vald hans er ævigt vald, ið ikki man vikast, og ríki hans kann aldri farast” (Dán 7,13-14). Her verður heitið menniskjusonurin brúkt um ein himmalskan persón, sum kemur til sjóndar á evstu døgum. Tað er greitt, at Jesus kallar seg fyri menniskjusonin, tí at hann sameinir seg sjálvan við henda himmalska og kongaliga persónin, sum vit lesa um hjá Dánjali profeti. Og tá ið Jesus kemur aftur, tá kemur hann aftur bæði sum konganna kongur og sum dómari heimsins! Henda dagin verður tað greitt, at heimsins menniskju í grundini eru deild upp í tveir bólkar:


  1. Tey, sum ikki hava samfelag við Jesus, og sum tí hava alla orsøk til at óttast og stúra fyri at møta honum sum dómara.
  2. Tey, sum hava samfelag við Jesus, og sum tí hava alla orsøk til at gleða seg til at møta Frelsaranum.


Er Jesus tín loysnari?

Fyri tey kristnu inniber Jesu afturkoma frelsu og fullkomna gleði í Guds ríki. Við hesi er tað, at Jesus sigur: “Tá ið hetta fer at henda, tá lítið upp og hevjið upp høvdum tykkara, av tí at loysn tykkara nærkast” (v. 28). Líkasum Job kundi siga: “Eg veit, at loysnari mín livir” (Job 19,25), soleiðis kunnu tey, sum við trúnni hava livað eitt foldarlív saman við Jesusi, eisini gleða seg til at møta honum á dómadegi. Tá møta tey jú loysnaranum, sum frelsir og leiðir tey inn í Guds æviga og fullkomna ríki! Men tey, sum ikki hoyra Jesusi til, møta honum heldur ikki sum loysnara, tá hann kemur. Dagurin kemur dáttliga á tey sum ein fella! Fyri hesi inniber Jesu afturkoma ævigan dóm – nakað, sum tey við røttum eiga at óttast og stúra fyri!


Tá endin kemur, og alt tað, sum tykist so óskakandi, skakast og forgongur, tá er tað bara ein, sum kann hjálpa okkum, nevniliga Jesus. Hansara vald “...er ævigt vald, ið ikki man vikast, og ríki hans kann aldri farast” (Dán 7,14). Tí er tað eisini bara saman við Jesusi og hansara óforgongiliga orði, at vit kunnu verða varðveitt og frelst! Tann avgerandi spurningurin fyri eitt og hvørt menniskja er tí: Er Jesus loysnari tín? Um svarið er ja, so kunnu vit við vón og dirvi hevja upp okkara høvur hvønn dag í okkara lívi! Okkara loysn nærkast jú fyri hvønn dag, sum fer aftur um bak. Ja, tá kann ein sanniliga syngja:


Klokkan slær, tíðin fer,

ævin endaleys fyri er;

latum oss tí nýta hvørja stund,

Harranum tæna av hjartans grund,

so finna vegin vit heim.


Vakið tí...

Hesin álvarsami teksturin, sum vit hava fyri okkum í dag, setur okkum øllum hin sama spurningin: Ert tú til reiðar at møta Jesusi? Hetta er nakað, sum vit verða mint á ígjøgnum alla Bíbliuna. Ámos profetur sigur t.d.: “Búgv teg til at møta Guði tínum, Ísrael!” (Ámos 4,12). Hesi orðini ljóða eisini til tín, mín og allan heimin! Vit mugu øll búgva okkum til at møta Gudi!


Jesus hevur góðar ætlanir við okkum. Tí sigur hann eisini við okkum: “Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera” (Jóh 14,2-3). Hetta er summarið, sum Jesus talar um – Guds æviga og fullkomna ríki! Men eru vit til reiðar, tá ið hann kemur?


Enn eru vit ikki komin á mál. Enn eru vit í hesum forgongiliga heimi. Enn eru vit í einum andaligum bardaga. Enn verða vit roynd á ymiskan hátt. Men Jesus ynskir, at okkara hjørtu skulu verða varðveitt til tann stóra dagin, tá vit skulu møta Jesusi andlit til andlit. Ella sum vit lesa í Guds orði: “Gævi, at andi tykkara og sál og likam mega verða varðveitt í heilum líki, ólastandi við komu várs harra Jesu Krists!” (1 Tess 5,23).


Jesus hevur eina frelsuætlan við okkum! Hann ynskir, at vit skulu náa málið fyri trúgv okkara, frelsu sálanna (1 Pæt 1,9). Tá tímin kemur, so ynskir Jesus, at vit skulu kunna siga, líkasum Paulus segði við Timoteus á sinni: “Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna. Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, hann hin rættvísi dómarin...” (1 Tim 4,7-8). Tað er ómetatliga stórt at kunna hvíla í hesum og at kunna siga hetta, tá endin nærkast! Men fyri at náa á mál, mugu eisini vit taka upp okkara kross dagliga og fylgja Jesusi eftir! Eisini vit mugu stríða hitt góða stríðið! Eisini vit mugu fullrenna skeiðið! Eisini vit mugu varðveita trúnna! Hetta er Jesu vilji við øllum sínum børnum! Hann vil jú hava, at vit í allar ævir skulu vera har, sum hann er! Og tí sigur hann eisini við teg og meg í dag: “Vakið tí á hvørji stund og biðið, so at tit kunnu verða førir fyri at komast undan øllum hesum, ið henda skal, og at standast fyri menniskjusoninum!” (Luk 21,36).


Endi

At standast fyri menniskjusoninum er tað stórsta undrið, sum tú og eg yvir høvur kunnu uppliva! Og tað fara vit eisini at uppliva so frætt sum vit verða varðveitt til tann dagin. Hugsað tær, at tú ein dagin skalt møta Jesusi! Hugsað tær, at hann ein dagin eisini skal geva tær ein rættlætiskrans! Størri undur finst ikki! Vak tí á hvørji stund og bið!


Klokkan slær, tíðin fer,

ævin endaleys fyri er;

latum oss tí nýta hvørja stund,

Harranum tæna av hjartans grund,

so finna vegin vit heim.

Aftur Fráboðan um nýtt innhald Broyt fráboðan
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet