Sankta Stefans dagur

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 26.12.2020   
Prædikur

Sankta Stefans dagur vísir okkum, at jólafriðurin, sum verður boðaður í hesum døgum, eisini inniheldur stríð. Ja, tað er satt, at Jesus er komin at bera okkum frið við Gud og ævigt lív, men hesin friðurin við Gud kostar Jesusi eitt stórt stríð í hesum heimi.

Bøn

Alvaldi, ævigi Guð, tú, sum læt hin heilaga Stefan líða pínslarváttardeyðan og verða steinaðan fyri trúgv sína. Vit biðja teg, um eisini vit skulu líða fyri orðs og navns tíns skuld, tá styrk hjørtu okkara við heilaga anda tínum og gev okkum, eins og Stefan, at elska fíggindar okkara og í tolni at biðja fyri teimum. Veit okkum, tá okkara tími kemur, sæl at sovna burtur í trúnni og vónini um hitt æviga lívið fyri einborna son tín, Jesus Krist, váran harra, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen.


Jer 1,13a og 17-19

Henda heilaga lesturin til 2. jóladag (sankta Stefans dag) skrivar Jeremia profetur:

Og orð Harrans kom aftur til mín soljóðandi: Men gyrð nú lendar tínar, statt upp og tala til teirra alt tað, sum eg bjóði tær, og óttast teir ikki, at eg ikki skal gera teg ræddan fyri teimum! Og eg, sí, eg vil í dag gera teg til víggirda borg, til jarnsúlu og koparmúr móti øllum landinum, móti kongum og høvdingum Júda, móti prestunum og øllum fólkinum í landinum. Og tá ið teir berjast ímóti tær, skulu teir ikki vera tær yvirmentir; tí at eg eri við tær til tess at frelsa teg, sigur Harrin, drottin.


Áps 6,8-14 og 7,54-60

Hesin heilagi lesturin er skrivaður í Ápostlasøguni:

Men Stefan gjørdi, fullur av náði og kraft, undur og stór tekin millum fólkið. Men tá stigu upp nakrir menn frá tí samkomuhúsinum, sum er kallað eftir Libertinum og Kýreneingum og Aleksandriumonnum, og nakrir av teimum frá Kilikíu og ásiu og høvdu orðadrátt við Stefan. Og teir kundu ikki standa móti tí vísdómi og tí anda, sum hann talaði av. Tá fingu teir loyniliga nakrar menn til at siga: „vit hava hoyrt hann tala spottorð móti Mósesi og móti Guði.“ Og teir østu upp fólkið og hinar elstu og hinar skriftlærdu, og teir fóru eftir honum og tóku hann og fóru við honum til ráðið. Og teir førdu fram lygivitni, sum søgdu: „Hesin maður heldur ikki uppat at tala móti hesum heilaga staði og móti lógini; tí at vit hava hoyrt hann siga, at hesin Jesus úr Nasaret skal bróta niður henda staðin og broyta teir siðir, sum Móses hevur fingið okkum.“ Men tá ið teir hoyrdu hetta, neit tað teimum at hjarta, og teir bitu á kampi móti honum. Men hann hugdi upp til himmals, fullur av heilagum anda, og sá Guðs dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guðs. Og hann segði: „Sí, eg síggi himlarnar opnar og menniskjusonin standandi við høgru hond Guðs!“ Men teir skóru í eitt hart róp og hildu fyri oyruni á sær og lupu á hann allir sum ein; og teir koyrdu hann út úr staðinum og steinaðu hann. Og vitnini løgdu klæði síni niður við føturnar á einum ungum manni, sum æt Saul. Og teir steinaðu Stefan; meðan bað hann og segði: „Harri Jesus, tak tú móti anda mínum!“ Og hann fell á knæ og rópaði við harðari rødd: „Harri, rokna teimum ikki hesa synd uppí!“ og í tí hann hetta segði, sovnaði hann burtur.


Matt 23,34-39

Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus evangelistur:

Jesus segði við teir skriftlærdu og Fariseararnar: „Tess vegna, sí, eg sendi til tykkara profetar og vísar og skriftlærdar; summar av teimum skulu tit taka av lívi og krossfesta, og summar av teimum skulu tit húðfleingja í samkomuhúsum tykkara, og tit skulu elta teir úr bygd í bygd; til tess at alt hitt rættvísa blóð skal koma yvir tykkum, ið úthelt er á jørðini líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóðs Sakaria Barakiasonar, sum tit drópu millum tempuls og altars. Sanniliga sigi eg tykkum: alt hetta skal koma yvir hesa ætt. Jerúsalem, Jerúsalem! Tú, ið drepur profetarnar og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað børn tíni saman, eins og hønan savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki. Sí, oyðið skal hús tykkara leivast tykkum. Tí at eg sigi tykkum: Tit skulu frá hesi stund ongalunda síggja meg, fyrr enn tit siga: „Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni!“


Prædika

Dagurin í dag, sankta Stefans dagur, er uppkallaður eftir hinum fyrsta kristna pínslaváttanum. Hetta, at vit halda 2. jóladag og pínslaváttadag samstundis, kemst av, at sankta Stefans dagur var longu hildin 26. desember í kirkjuárinum, áðrenn man byrjaði at hátíðarhalda Jesu føðing 25. desember. Fyri okkum tykist tað kanska at vera eitt antiklimaks at hoyra um pínslaváttar mitt í hesi jólatíð, men á hinari hondini kann tað eisini verða gott fyri okkum at verða mint á, at jólini eisini hava annað at bera okkum enn jólahugna. 2. jóladag hoyra vit um stríðið, sum eisini hoyrir boðskapinum til. Í gjár hoyrdu vit um Jesusbarnið, ið varð føtt í Betlehem. Í dag hoyra vit um ein mann, ið varð dripin, tí at hann trúði á Jesus. Í dag er liturgiska farvan tí eisini reyð, ikki jólareyð, men reyð sum blóð. Tað hevur altíð kostað at verið kristin, og tað minnir hesin dagurin okkum eisini á. Tað kostaði ikki bara lívið fyri Jesus, ápostlarnar og kirkjufedrarnar. Nei, líðing hevur fylgt kristindóminum allan vegin líka til henda dag. Og tað er ikki blivið fragari. Harafturímóti er tað ein sannroynd, at talið av teimum, sum veruliga mugu líða vegna teirra kristnu trúgv, ongatíð hevur verið so høgt, sum tað er beint nú. Hetta merkja vit kanska ikki so nógv her hjá okkum, men aðrastaðni í heiminum merkja kristin tað sanniliga.


Sankta Stefans dagur vísir okkum, at jólafriðurin, sum verður boðaður í hesum døgum, eisini inniheldur stríð. Ja, tað er satt, at Jesus er komin at bera okkum frið við Gud og ævigt lív, men hesin friðurin við Gud kostar Jesusi eitt stórt stríð í hesum heimi. Jesus varð nevniliga føddur inn í henda heim fyri at stríðast ímóti øllum óndskapi: Sátans óndskapi, heimsins óndskapi og okkara egna óndskapi. Jólini boða okkum so statt ikki einans frið, men eisini stríð - fyrst og fremst Jesu stríð, men eisini teirra stríð, sum fylgja Jesusi eftir.


Ákærin verður ákærdur

Í Ápostlasøguni hava vit hoyrt um stríðið hjá hinum fyrsta kristna pínslaváttanum. Her fáa vit bæði vreiðina hjá teimum, ið forfylgja, og styrkina hjá hinum forfylgda málaða upp fyri okkara eygum. Og tað hevði verið náttúrligt at hugsað, at fjøldin sjálvandi fekk henda einsamalla mannin beindan av vegnum. Tað sær kanska eisini soleiðis út í fyrsta umfarið, men alt er ikki soleiðis, sum tað tykist at vera. Her er tað hin forfylgdi, sum vinnur á teimum, ið forfylgja, og tann, sum doyr, ið veruliga varðveitur lívið.


Stefan hevði akkurát hildið eina talu, har hann ákærdi hitt jødiska ráðið fyri lógarbrot, dráp og mótstøðu ímóti Gudi (Áps 7,51-53). Ráðið helt seg hava rættin á sínari síðu, men í taluni endar tað við, at ákærin verður hin ákærdi. Tað sama hendi, tá ið Pætur og Jóhannes vóru fyri ráðinum (Áps 4,8-12). Pætur ákærdi ráðið fyri at hava dripið Jesus og vrakað Guds útvalda hornastein. Tá ið Stefan á sama hátt ákærir ráðið, er tað heldur ikki óvæntað, at Stefan fær eitt ógvusligt aftursvar. Tá ið mótstøðufólkið hjá Stefani hevur hoyrt hann tala, lesa vit, at tað neit teimum at hjarta, og at teir bitu á kampi móti honum (54). Hetta er eisini tað sama, sum hendi, tá ið Pætur og ápostlarnir á øðrum sinni vórðu førdir fram fyri ráðið. Pætur talaði fyri ráðinum um, hvussu Gud hevði reist henda Jesus upp, sum teir høvdu krossfest, og at Gud hevði hevjað Jesus upp við sína høgru hond til høvdinga og frelsara. Tá ið teir hoyrdu hetta, neit tað teir í hjartað, og teir ráðløgdu um at drepa teir (Áps 5,30-33). Hetta var altso ein boðskapur, sum fekk fólk til at leggja ráð um at drepa teir, sum boðaðu hann. Tá ið ráðið legði ráð um at drepa Pætur og ápostlarnar, vórðu teir steðgaðir av Gamaliel. Hann segði: “Latið hesar menn vera og sleppið teimum; tí at um hetta ráð ella hetta verk er av monnum, tá verður tað fyri ongum; men um tað er av Guði, tá eru tit ikki mentir at gera tað til einkis. Latið ikki tað verða, at tit eru slíkir, sum stríðast móti Guði!” Ráðið gav Gamaliel viðhald og lat ápostlarnar sleppa (Áps 5,38-40).


Ein himalsk sjón

Umstøðurnar tykjast at vera sera nógv broyttar, tá ið Stefan er fyri ráðinum. Her sæst einki viðhald til ráð Gamaliels. Her sæst eingin náði frá ráðinum. Men hóast Stefan er umringaður av fíggindum, sum hóttu hann við lívinum, er Jesus kortini ikki farin frá honum. Hann er við honum í neyðini og gevur honum styrki til at halda út líka til endan. Hann styrkir Stefan við at fylla hann við Heilagum Anda og við at vísa seg fyri honum í einari himalskari sjón.


Stefan fekk serliga styrki til henda síðsta dagin í hansara lívi! Við trúnni sá hann, at hann ikki var einsamallur og yvirlatin til sínar fíggindar. Við trúnni kundi hann hyggja forbí teir, sum vildu taka hann av døgum. Við trúnni sá hann nú tað, sum hann longu trúði á uttan at síggja tað. Hann sá Guds dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guds. Hann veit, at hesar umstøðurnar, sum hann nú er staddur í, eru einki í mun til tað, sum bíðar honum aftaná líðingina. Og tí vendur hann eyguni frá ræðuleikunum, sum í stundini eru so opinberir. Hann veit jú, at tað er ein stórur møguleiki fyri, at hann verður steinaður til deyðis vegna sína trúgv og sín vitnisburð, men í hesi ódnini, sum leikar í rundan um hann, hevur hann ein vin at leita til. Tí vendir hann eisini síni eygu til Jesus, og í honum sær hann hitt himmalska ljósið, sum bíðar honum aftaná líðingina. Tí síggja vit eisini her eina menniskju, sum hevur frið, hóast umstøðurnar eru alt annað enn friðarligar.


Tá Gud er við umborð

Hetta er líkasum, tá ið Jesus blíðkaði illveðrið á sjónum. “Og sí, tá varð harðveður á vatninum, so at báturin fjaldist av aldunum; men hann lá og svav” (Matt 8,24). Hvussu ber tað til, at Jesus kundi liggja og slanga sær umborð á bátinum, meðan illveðrið leikaði í rundan um hann? Hvussu kundi hann hava frið, meðan alt var so ófriðarligt rundan um hann? Jú, tað kundi hann, tí at hann hvíldi undir Guds ásjón. Hetta er eisini tann hvíldin og tann friðurin, sum Stefan við trúnni hevur fingið lut í. Umborð á bátinum rópaðu lærusveinarnir: “Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur!” Men Jesus segði við teir: “Hví eru tit ræddir, fátrúnu menn!” (Matt 8,25-26). Eftir røttum áttu lærusveinarnir ikki at óttast, tí at Gud var við umborð á bátinum. Og tá Gud er við umborð, hava vit einki at óttast. Tá kann illveðrið leika í so galið, sum tað vil, men tað vikar ikki friðin, sum vit eiga í Jesusi. “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!”, sigur Jesus (Jóh 14,27). Henda friðin kunnu vit nú taka við umborð á okkara bát. Og hóast illveðrið leikar í, kunnu vit hvíla okkum líkasum Jesus, tí at vit hvíla undir Guds ásjón. Hetta er tann friðurin, sum Stefan eisini hevði henda síðsta dagin í hansara lívi. Vit hoyra hann ikki rópa í ótta, líkasum lærusveinarnir gjørdu úti á vatninum. Her var ikki talan um at ganga burtur í illveðrinum, tí at Stefan hevði sín frið í Jesusi. Ja, sum sagt fekk hann serliga styrki til henda síðsta dagin í hansara lívi! Hann fekk eina himmalska og troystarríka sjón: “Sí, eg síggi himlarnar opnar og menniskjusonin standandi við høgru hond Guðs!” segði Stefan.


Standandi við høgru hond Guds

Henda himmalska sjónin undirstrikar kristna uppreisnarboðskapin. Stefan segði nevniliga við ráðið, at teir høvdu svikið og dripið hin lovaða Messias (52). Í síni mótstøðu ímóti Gudi høvdu jødarnir tikið lívið av lívsins høvdinga. Men av tí, at Jesus var lívsins høvdingi, reisti Gud hann eisini upp frá deyðum (Áps 3,15). Hetta vitnar Stefan nú um. Jesus livir og stendur við Guds høgru hond. Í hvítusunnurøðuni hjá Pæturi lesa vit, at Jesus situr við høgru hond Guds (Áps 2,34). Her endurgevur Pætur Sl 110,1, har tað stendur: “Harrin segði við harra mín: “Set teg við høgru hond mína, til tess at eg fái tínar fíggindar lagt sum eina fótskør undir føtur tínar.” Og í okkara trúarjáttan siga vi, at Jesus situr við høgru hond Guds faðirs, hins alvalda. Hví sigur Stefan so, at hann sær Jesus standa við Guds høgru hond? Jú, hetta kundi týtt uppá, at Jesus nú reisir seg upp á føtur fyri at taka ímóti sínum pínslavátta. Soleiðis varð Stefan uggaður. Gud var við honum, hóast øll onnur vóru ímóti honum. Hansara frelsari stóð klárur til at taka ímóti honum.


Tá ið ráðið hevði hoyrt tað, sum Stefan segði, lesa vit, at “teir skóru í eitt hart róp og hildu fyri oyruni á sær og lupu á hann allir sum ein; og teir koyrdu hann út úr staðinum og steinaðu hann” (57-58). Tað, at limirnir í ráðinum rópa og halda fyri oyrini, sipar til, at teir ikki vildu hoyra henda boðskapin. Teir mettu hetta at vera gudsspottan. Vreiðin, sum tykist at tendrast á ein serligan hátt, júst tá ið Stefan hevur nevnt menniskjusonin, vísir okkum, at teir nú vórðu í øðini, tí at Stefan boðaði tann Jesus, sum teir høvdu dømt og krossfest sum gudsspottara. Og tá ið Stefan sigur, at hann sær Jesus standandi við høgru hond Guds, tá vendir hetta alt á høvdið, soleiðis at ákærin brádliga verður hin ákærdi. Við at siga hetta sigur hann jú eisini, at hann hevur Gud við sær, meðan teir, sum ákærdu hann fyri gudsspottan, nú sjálvir verða ákærdir sum gudsspottarar.


Paulus

“Og vitnini løgdu klæði síni niður við føturnar á einum ungum manni, sum æt Saul” (58). Her verður Saul/Paulus nevndur fyri fyrstu ferð í Ápostlasøguni. Í Áps 22,20 fortelur Paulus sjálvur um hansara leiklut í sambandi við steiningina av Stefani: “Og tá ið blóðið av Stefani, vitni tínum, varð úthelt, var eg har hjá staddur, og eg hevði góðan hugnað í tí og ansaði eftir klæðunum hjá teimum, sum tóku hann av lívi.” Saul var glaður fyri, at Stefan varð steinaður, tí at hann helt, at hetta var rætt, og at tað tænti Guds vilja. Hetta er eisini tað, sum Jesus hevði nevnt fyri ápostlunum. “Teir skulu koyra tykkum út úr samkomuhúsunum; ja, tann stund kemur, tá ið hvør tann, sum drepur tykkum, skal halda, at hann veitir Guði eina dýrkan. Og hetta gera teir, av tí at teir hvørki kenna faðirin ella meg” (Jóh 16,2-3). Saul hevði góðan hugnað í steiningini av Stefani, tí at hann kendi ikki tann Gud, sum hann helt seg kenna. Hetta viðgongur hann eisini seinni, tá ið hann heldur varnarrøðu fyri Agrippa kongi. Hann sigur: “Eg fyri mín part helt, at eg átti at gera nógv ímót navni Jesu úr Nasaret, sum eg eisini gjørdi í Jerúsalem, og eg koyrdi mong av hinum heilagu í fangahús, tá ið eg hevði fingið fullmakt frá høvuðsprestunum at gera tað; og tá ið tey vórðu tikin av lívi, gav eg mína atkvøðu til tess…” (Áps 26,9-10).


Hví søkir tú at mær?

Vit lesa eisini í Áps 8,1, at ein stór atsøkn móti kirkjuliðinum byrjaði akkurát tann dagin, tá ið Stefan varð steinaður, og Saul stendur á odda fyri hesi ræðuligu atsøknini. Vit lesa, at “Saul fór illa við kirkjuliðinum; hann fór hús úr húsi og dró haðan bæði menn og konur og koyrdi tey í fangahús” (Áps 8,3). Henda atsøknin gekk tó ikki soleiðis, sum Saul hevði vónað, tí at vit lesa, at “tey, sum nú spjødd vóru umkring, fóru víða hvar og boðaðu orð gleðiboðskaparins” (Áps 8,4). Tað, sum skuldi gera enda á kristindóminum, brúkti Gud sum eina lopfjøl út til fólkasløgini uttanfyri Jerusalem. Gleðiboðskapurin kundi ikki verða steðgaður, tí at eingin kann gera enda á tí, sum Gud hevur sett sær fyri at gera. Og hann hevur jú sett sær fyri, at náa øll fólkasløg við sínum gleðiboðskapi. Hetta er eisini orsøkin til, at ein av teimum størstu forfylgjarunum av kristindóminum játtar og sigur: “Tá ið eg í hesum ørindum var á ferð til Damaskus við fullmakt og umboði frá høvuðsprestunum, sá eg, kongur, mitt um dagin á veginum eitt ljós av himni, sum var bjartari enn sólarljómin, lýsa um meg og teir, sum vóru í ferðini við mær. Og tá ið vit allir fullu til jarðar, hoyrdi eg eina rødd, sum segði við meg á hebráiskum máli: “Saul, Saul, hví søkir tú at mær? Torført verður tær at spenna móti broddunum.” Men eg segði: “Hvør ert tú, Harri?” Men Harrin segði: “Eg eri Jesus, sum tú søkir at…” (Áps 26,12-15).


Í tínar hendur gevi eg anda mín

Tá ið Stefan varð steinaður uttanfyri býðarportrið í Jerúsalem, vóru hansara síðstu orð: “Harri Jesus, tak tú móti anda mínum!” Og hann fell á knæ og rópaði við harðari rødd: “Harri, rokna teimum ikki hesa synd uppí!” Og í tí hann hetta segði, sovnaði hann burtur” (59-60). Á krossinum rópti Jesus eisini: “Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!” (Luk 23,46). Upprunaliga standa hesi orðini í Sl 31,6: “Tær í hond gevi eg anda mín.” Og tað er møguligt, at henda bønin var ein partur av jødisku kvøldbønini. Og tá ið henda bønin verður hildin áðrenn náttarsvøvnin, hevur hon harvið eisini tann týdning, at man leggur seg yvir í Guds hendur. Men tá ið Jesus og Stefan siga tað, sipar hetta til, at Gud má taka sær av teimum, nú teir skulu sovna inn í deyðan. Áðrenn Stefan doyr, sigur hann: “Harri, rokna teimum ikki hesa synd uppí!” Á krossinum sigur Jesus eisini: “Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!” (Luk 23,34). Hetta er bønin hjá einum, sum doyr í Guds favni. Hann sær, at syndirnar ikki bara verða gjørdar ímóti honum, men at tær verða gjørdar ímóti sjálvum Gudi. Og sum eitt satt Guds barn, sum hevur møtt Guds stóru náði, biður Stefan nú fyri teimum, sum drepa hann. Hann sær jú, at hansara drápsmenn hava akkurát líka stóran tørv á frelsuni í Jesusi, sum hann sjálvur hevur. Við hesi bønini á tunguni sovnar Stefan síðani burtur. Og tá ið vit lesa, at Stefan sovnaði burtur, sipar hetta eisini til, at hann skal vakna aftur. Deyðin er ikki endin hjá teimum, sum eiga hina livandi vónina í Jesusi. Stefan sovnaði sælur burtur, tí at hann visti, at hann skuldi vakna uppaftur heima hjá Gudi og hjá honum, sum stendur við Guds lið. Hetta var vónin, sum Stefan livdi og doyði uppá. Og hetta er eisini vónin, sum tú og eg kunnu liva og doyggja uppá. Amen.

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet