Pætur og vit

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 13.07.2020   
Prædikur

Har ið Jesus verður játtaður sum Messias, ella sum Pætur sigur: "Kristus, sonur hins livandi Guðs", har er kirkjan eisini. Orsøkin til at Símun er ein Pætur (klettur) er altso ikki at finna í teimum persónligu eginleikunum hjá hinum snávandi og fallandi Pæturi, men harafturímóti í tí, sum Gud hevur opinberað fyri honum, nevniliga at Jesus veruliga er "Kristus, sonur hins livandi Guðs."​

Men tá ið Jesus var komin til bygdaløgini við Kesarea Filippi, spurdi hann lærusveinar sínar og segði: "Hvønn siga menn menniskjusonin vera?" Men teir søgdu: "Summir siga: Jóhannes doyparin; summir: Elia og summir: Jeremia ella ein av profetunum." Hann sigur við teir: "Men tit, hvønn siga tit meg vera?" Tá mælti Símun Pætur og segði: "Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs." Men Jesus svaraði og segði við hann: "Sælur ert tú, Símun Jónasarsonur, tí at hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlunum. Men eg sigi tær eisini: Tú ert Pætur (tað merkir: ein klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni. Eg vil geva tær himmiríkisins lyklar, og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli, og tað, sum tú loysir á jørð, skal vera loyst í himli." Tá beyð hann lærusveinunum ongum at siga frá, at hann var Kristus. Frá teirri stund tók Jesus at sýna lærusveinum sínum, at hann átti at fara til Jerúsalem og útstanda nógv av teimum elstu og høvuðsprestunum og teimum skriftlærdu og at verða sligin í hel og á triðja degi at rísa upp aftur. Og Pætur tók hann burtur frá og fór at hava at honum og segði: "Náði teg Guð, Harri! Aldri veri tær hetta fyri!" Men hann vendi sær á og segði við Pætur: "Vík aftur um meg, Sátan! Tú ert mær ein meinbogi; tí at tú gáar ikki eftir Guðs søkum, men eftir mannasøkum." Tá segði Jesus við lærusveinar sínar: "Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær! Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað. Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína?" (Matt 16,13-26).


Inngangur

Pætur ápostul er ein av teimum áhugaverdu persónunum, sum vit lesa um í Bíbliuni. Og vit fáa eisini nógv at vita um hansara persónligheit. Bæði hansara styrki og veikleikar koma til sjóndar, tá vit lesa um hann. Pætur er trúðarhetjan og tann, sum ivast. Hann er tann, sum játtar sína trúgv, og tann, sum eina løtu seinni fær at hoyra orðini: "Vík aftur um meg, Sátan!" (Matt 16,23). Hann er avnoktarin, sum verður eitt hitt stórsta vitnið um Jesus. Hann er ein menniskja sum tú og eg - sterkur eina løtu, veikur eina aðra. Hetta er eisini tað, sum so ofta er til stóra troyst fyri okkum, tá ið vit eru stødd í veikleika. Vit kenna okkum aftur í Pæturi. Tí eru vit eisini í góðum felagsskapi, tá ið vit eru saman við honum. Her fáa vit nevniliga ljós yvir, hvat tað er at vera ein trúgvandi menniskja - ein syndari, sum er frelstur av náði eina.


Ævisøga Pæturs í stuttum

Hebraiska navnið hjá Pæturi er Simeon. Hann varð føddur í Betsajda við Genezaret vatnið. Beiggi hansara æt Andreas, sum eisini var ein av teimum tólv ápostlunum. Tað var eisini hann, sum førdi Simeon/Símun til Jesus (Jóh 1,41-42). Pætur og Andreas fluttu til Kapernaum, har teir búðu saman. Pætur var eisini giftur, og tað sær út til at vermóðurin eisini búði hjá teimum. Beiggjarnir vóru báðir fiskimenn og arbeiddu dagliga við Genezaret vatnið. Pætur var ikki bara leiðarin hjá lærusveinunum. Hann var eisini leiðarin í hini fyrstu kristnu samkomuni. Pætur var serstakliga trúboðari millum jødar (sambært Gal 2). Hann hevði konuna við sær og eisini Markus eitt skifti (1 Kor 9,5; 1 Pæt 5,13). Á sínum missiónsferðum kom Pætur eftir øllum at døma eisini til Róm. Tað sigst, at hann bleiv krossfestur og doyði har sum pínslaváttið undir hini Neronisku forfylgingini í ár 64. Tað verður eisini sagt, at Pætur er jarðaður undir Pæturskirkjuni í Róm.


Kristusjáttanin

Í dagsins teksti hava vit hoyrt um, at Jesus kom til bygdaløgini við Kesarea Filippi, og hvussu hann spurdi lærusveinarnar um, hvønn fólk søgdu hann vera. Fram til hendan dagin hevur Jesu tænasta varað yvir tvey ár. Lærusveinarnir hava verið vitni til tey mongu undrini, sum Jesus gjørdi. Teir hava sæð hann lekja tey sjúku og reka út illar andar. Teir hava sæð hann metta túsundavís av menniskjum í oyðimørkini. Og teir hava sæð, hvussu hann ræður yvir náttúrukreftunum. Teir hava eisini hoyrt hann prædika ferð eftir ferð. Men nógvir av lærusveinunum, sum hoyrdu hann prædika, tóku sær kortini meinboga av tí, sum hann segði um lívsins breyð, og um hvussu teir skuldu eta hansara likam og drekka hansara blóð. Teir toldu tað ikki og søgdu: "Hetta er hørð tala, hvør orkar at lýða á hann?" (Jóh 6,60). Síðani fóru teir frá honum. Eftir hetta spyr Jesus teir tólv lærusveinarnar: "Vilja tit eisini fara burtur?" Og tá er tað, at Pætur svarar: "Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs" (Jóh 6,68). Her síggja vit, hvørja støðu Pætur hevði til Jesu orð. Hann kann ikki fara frá Jesusi, tí hann hevur orð hins æviga lívs. Jesus hevur hitt lívgevandi orðið, sum skapar frelsandi trúgv í hjørtunum hjá menniskjum. Og Pætur sær, at frelsan avhongur av hesum orðinum. Um hann vil ganga inn til hitt æviga lívið, so má hann halda seg til persónin, sum hevur orð hins æviga lívs. Hann má halda seg til Jesus og hansara orð.


Seinni, tá ið teir eru við bygdarløgini í Kesarea Filippi, spyr Jesus teir ein annan spurning: "Hvønn siga menn menniskjusonin vera?" Og hetta vóru tað fleiri meiningar um. Summi hildu hann vera Jóhannes, onnur Jesaja og aftur onnur Jeremia. Men so spyr hann teir tólv: "Men tit, hvønn siga tit meg vera?" Pætur svarar: "Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs." Hetta er Kristusjáttanin hjá Pæturi. Kristus merkir: Salvaður. Og tá ið Pætur játtar, at Jesus er Kristus, játtar hann eisini, at hann trýr, at Jesus er hin salvaði Messias, sum tað stóð skrivað um í skriftunum. Í Gamla Testamenti vóru kongar og høvðusprestar salvaðir, tá ið teir vóru settir í embætið. Og profetarnir vóru eisini sæddir sum salvaðir av Gudi. Kristus-navnið peikar altso á, at Jesus er salvaður til at vera Kongur, Profetur og Høvðusprestur. Hesar uppgávurnar vóru sundurskildar í Gamla Testamenti, men í Nýggja Testamenti verða tær allar samaneindar í Jesusi. Allar hesar funktiónirnar koma eisini til sjóndar í Jesu gerningi: Sum profetur lærir Jesus okkum (Ápg 3,22). Sum Kongur valdar Jesus yvir heiminum (Matt 28,18). Sum Høvðusprestur ger Jesus okkum sátt við Gud (Kol 1,20-20). Tá ið Pætur játtar, at Jesus er Kristus (salvaður), játtar hann harvið eisini, at hann trýr, at Jesus er Dávids-sonurin, sum Ísraels fólk hevði bíða eftir í fleiri hundra ár. Samstundis játtar hann eisini, at Jesus er sendur av Gudi. Hann hevur óiva kent profetiið hjá Jeremia: "Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá ið eg vaki upp Dávidi rættvísan gróðursprota; hann skal ráða sum kongur við skynsemi og fremja rætt og rættlæti í landinum. Á hansara døgum skal Júda verða bjargaður og Ísrael búgva í náðum; og soleiðis skal hann nevnast at navni: Harrin er rættlæti okkara" (Jer 23,5-6).


Á hesum kletti

Tá ið Andreas førdi Pætur til Jesus, segði Jesus: "Tú ert Símun, sonur Jónasar, tú skalt verða kallaður Kefas (sum er útlagt: Petros; tað er: klettur)" (Jóh 1,43). Hetta er grundin til, at Símun verður kallaður Pætur. Kefas er eitt aramæiskt orð, sum merkir steinur ella klettur. Tað grikska orðið fyri Kefas er Petros, og tí brúka vit navnið: Pætur. Men hvat merkja so orðini, sum Jesus sigur við Pætur: "Tú ert Pætur (tað merkir: ein klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína..." (Matt 16,18)? Tað finnast fleiri týðingar av, hvat ið kletturin er, men hin mest vanliga týðingin er kortini, at Pætur er kletturin. Innan katólsku kirkjuna verður hetta eisini tulkað soleiðis, at Pætur er hin fyrsti biskupurin í Róm, og at pávin í Róm hevur yvirtikið hansara rollu. Sostatt er pávin harvið eisini grundin, sum kirkjan er grunda á, tí at pávin hevur so at siga arvað rolluna hjá Pæturi.


Onnur siga, at kletturin, sum kirkjan er grunda á, ikki er Pætur sjálvur, men Jesus og Jesu læra. Jesus sigur jú ikki: "á teg vil eg grunda kirkju mína". Hann sigur: "...á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína". Her verður eftir øllum at døma ikki sipað til Pætur persónliga, men harafturímóti til Kristusjáttanina hjá Pæturi. Tað, sum er avgerandi her, er altso sjálv játtanin. Har ið Jesus verður játtaður sum Messias, ella sum Pætur sigur: "Kristus, sonur hins livandi Guðs", har er kirkjan eisini. Orsøkin til at Símun er ein Pætur (klettur) er altso ikki at finna í teimum persónligu eginleikunum hjá hinum snávandi og fallandi Pæturi, men harafturímóti í tí, sum Gud hevur opinberað fyri honum, nevniliga at Jesus veruliga er "Kristus, sonur hins livandi Guðs." Kirkjan er altso grunda á hann, sum vit játta sum Harra og Frelsara, nevniliga Jesus sjálvur. Hetta er eisini tað, sum vit hava sungið um:


Eg veit, hvar góð er grundin, / eg veit, hvar ljós er lon, / tá verøldin fer sundur / og fúnar øll í fon. / Eg veit, hvat ei kann vikna, / hvat aldri vikast vil, / tá vísmenn allir blikna, / ei vita veg og skil. Tað er tann klettur baldi / og tryggi – tað er vist – / tann hond, sum mær vil halda, / tað er mín harri Krist; / hann er mín stjørna bjarta, / sum vísir mær á leið, / hans andi vermir hjartað, / og orð hans sloknar ei. (nr. 267).


Vík aftur um meg, Sátan!

Kristusjáttanin var ein upptúrur fyri Pætur, men beint aftaná hoyra vit kortini um ein niðurtúrur. Eftir Kristusjáttanina í Kesareu Filippi, byrjaði Jesus at læra ápostlarnar um hansara líðing og deyða. Men Pætur vildi ikki, at Jesus skuldi ígjøgnum hetta og sigur tí: "Náði teg Guð, Harri! Aldri veri hetta tær fyri!" (Matt 16,22). Hetta vísir okkum, hvussu lítið Pætur hevði fatað av uppgávuni hjá Jesusi. Hann hevur sikkurt ímyndað sær Jesus sum ein sterkan politiskan persón, sum skuldi fría Ísrael frá rómverska hersetingarvaldinum. Tann Jesus, sum hann ímyndaði sær, var uttan líðing, kross og deyða. Men Jesus svarðar Pæturi og sigur: "Vík aftur um meg, Sátan!" Orðið: Sátan er hebraiskt og merkir orðarætt: ein, sum stendur í vegin. Nú var Pætur, játtarin og kletturin, vorðin ein, sum stóð í vegin fyri Guds ætlan. Við at stilla seg millum Jesus og Golgata verður Pætur líknaður við Sátan, tí at Pætursa ætlan samsvaraði als ikki við Guds frelsuætlan. er tað eisini, at Jesus gevur honum eitt slíkt aftursvar. Pætur er vorðin ein meinbogi fyri Jesus, tí at hann gáaði ikki eftir Guds søkum, men eftir mannasøkum.


Tá hetta hendi fyri Pætur, so kann tað sanniliga eisini henda fyri okkum. Vit mugu ikki gloyma, at vit, so leingi vit eru í heiminum, eisini eru í holdinum. Og tað syndiga holdið, gamli Ádam, hevur sín egna vilja, og hesin viljin er ikki í samsvari við Guds vilja. "Tí at holdið girnast móti andanum, og andin móti holdinum..." (Gal 5,17). Tí mugu vit eisini alla tíðina liva í Guds ljósi og lata okkum fylla av Heilagum Anda. Vit mugu alla tíðina liva í einari viðvarandi tilognan av Guds livandi og máttmikla orði, tí at Guds orð avdúkar okkum og vísir okkum vegin, sum vit skulu ganga. Ella sum sálmaskaldið sigur: "Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni " (Sl 119,105). Orðið er okkara vegvísari!


Vit mugu eisini vera áhaldandi í bønini og t.d. læra okkum at biða bønina hjá Dávidi: "Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!" (Sl 139,23-24). Vit mugu áhaldandi liva í Guds ljósi, tí at vit vita, at vit, líkasum Pætur, so lættliga kunnu snáva, falla og koma inn á eina skeiva leið.


Avnoktan Pæturs

Vit hava hoyrt um Kristusjáttan Pæturs, men móti endanum av Matteusevangeliinum hoyra vit eisini um avnoktan Pæturs. Í sínum sjálvsáliti hevði Pætur sagt, at hann ongatíð skuldi taka sær meinboga av Jesusi, men Jesus svaraði og segði við hann: "Sanniliga sigi eg tær: í hesi nátt, áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir" (Matt 26,34). Hesi orðini stava frá hinum síðsta kvøldinum, Jesus var saman við lærusveinunum. Judas hevur gjørt eina avtalu við høvðusprestarnar um at svíkja Jesus. Jesus hevur innsett kvøldmáltíðina og sagt, hvør ið skuldi svíkja hann. Teir hava sungið lovsangin og eru nú á veg til Oljufjallið. Jesus sigur, at teir allir munnu fáa meinboga av honum hesa náttina. Teir fara allir at svíkja hann. Men Pætur noktar. Ikki hann! Hann fer ikki at svíkja Jesus! Men hansara orð komu skjótt til at vera mótsøgd av hansara egnu gerningum. Og hetta undirstrikar Jesus eisini fyri honum, men Pætur noktar kortini at trúgva tí. Hann er púra vissur í, at hann fer ikki at svíkja Jesus.


Eftir at Jesus er tikin til fanga í Getsemane, fylgir Pætur honum langt aftanfyri. Hann kemur allan vegin inn í borgargarðin hjá høvðusprestinum og setir seg at verma seg við eldin (Mark 14,54). Hvat Pætur hevur hugsað, vita vit ikki, men tað er nærliggjandi at hugsa, at hann kanska hevur haft ætlanir um at bjarga Jesusi. Hann hevði jú drigið svørðið í Getsemanne og høgt oyra av Malkusi - einum tænara hjá høvðusprestinum. Hetta vísir bara, at Pætur enn ikki hevði fatað, at Jesu líðing og deyði var ein partur av Guds frelsuætlan. Meðan hann so situr har í borgargarðinum, kemur ein arbeiðskona til hansara og sigur: "Tú vart eisini við Jesusi Galileinginum." Pætur noktar og sigur: "Eg veit ikki, hvat tú sigur." Í forgarðinum sær ein onnur arbeiðskona hann og sigur við tey, sum vóru har: "Hasin var eisini við Jesusi úr Nasaret." Pætur noktar aftur við einum eiði: "Eg kenni ikki tann mannin." Eina løtu seinni søgdu tey, sum stóðu nær hjá Pæturi: "Jú víst ert tú eisini ein av teimum; tí at tú kenst jú eisini á málinum." Nú øsir Pætur seg og byrjar at banna og svørja. "Eg kenni ikki tann mannin", sigur hann. Og í somu løtu gól hanin. Nú kom Pætur í tankar um tað, sum Jesus hevði sagt: "Áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir." Og hann brast í grát (Matt 26,69-75). Hetta var hitt stórsta fallið hjá manninum, sum varð kallaður: kletturin. Hann var ein sundurknústur maður. Nú hevði hann rakt botnin.


Endurføddur til livandi vónar

Dagarnir eftir tað stóra fallið hava sikkurt verið ræðuligir fyri Pætur. Tað stendur einki um, hvar Pætur var langafríggjadag og dagin fyri Jesu uppreisn. Hann hevur sikkurt gingið púra einsamallur, fyri seg sjálvan, tyngdur av syndaneyð og skuldarkenslu. Tað er møguligt, at Pætur eisini sá Jesus verða krossfestan. Lukas sigur í 23,49: "Men allir kunningar hansara, og tær kvinnur, sum høvdu fylgt honum úr Galileu, stóðu langt burtur frá og hugdu at hesum." Pætur hevði svikið sín Harra, og kanska sá hann nú Jesus hanga har á krossinum, negldan gjøgnum hendur og føtur. Nú var øll vón var úti!


MEN so kom páskamorgun! Kvinnurnar "...fóru inn í grøvina og sóu ein ungan mann sitandi høgrumegin í síðum, hvítum klæðum, og tær ræddust. Men hann sigur við tær: "Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann. Men farið avstað, sigið við lærusveinar hansara og við Pætur: Hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum!"" (Mark 16,5-7).


Tá ið Maria Magdalena fortaldi Pæturi og Jóhannesi, hvat var hent, runnu teir báðir til grøvina (Jóh 20,4). Hesin boðskapurin setti lív í teir! Heilsanin hevur óiva tendrað uppreisnartrúnna í teirra hjørtum. Tá ið Pætur kom til grøvina, fór hann beina leið inn í hana. Har sá hann línklæðini, og við hesi sjón er vónin sikkurt byrja at vakna í tí knústa hjartanum hjá Pæturi. Men enn ráddi ivi í teirra hjørtum, tí teir høvdu ikki sæð hin upprisna Jesus. Men eftir hondini sýndi Jesus seg fyri sínum vinum. Hann kom til lærusveinarnar um kvøldið og fekk sær at eta saman við teimum. Men áðrenn hetta hevði hann eisini sýnt seg fyri Pæturi persónliga. "...hann var sæddur av Kefasi, og síðani av teimum tólv" (1 Kor 15,5).


Tá ið Pætur sá hin upprisna Jesus, er vónin óiva komin aftur í hjartað hjá Pæturi við fullari kraft. Tað er sikkurt tí, at hann eisini knýtir alla sína kristnu vón nevniliga til Jesu uppreisn frá deyðum, tá hann sigur tey kendu orðini, sum vit hoyra javnan, bæði í sambandi við dóp og jarðarferð: "Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum..." (1 Pæt 1,3). Møtið við hin upprisna Jesus hevur óiva ført við sær, at Pætur eisini merkti eina uppreisn í sínum egna lívið. Tá ið hann sá Jesus, reis hann upp úr tí díkinum av sorg og vónloysi, sum hann var sokkin so djúpt niður í. Nú var hann aftur fríur, endurføddur til livandi vónar!


Pætur hevði verið ígjøgnum nógvar royndir. Hann hevði upplivað fall eftir fall. Og serliga var tað fallið í borgargarðinum hina náttina, tá hann avnoktaði Jesus, sum kom at merkja hann. Men tá ið hann møtti hinum upprisna Jesusi, fekk hann kraft av nýggjum. Nú var tað kortini vón fyri framman, hóast hann hevði svikið sín Harra! Gjøgnum allar royndirnar hevði hann eisini lært seg sjálvan at kenna. Hann sá ta dýpið av synd, sum búði í hansara hjarta, men eftir uppreisnina kom hann eisini at kenna tað óendaliga dýpið av náði í Guds hjarta. Pætur, avnoktarin, fann náði og frelsu í Jesusi! Hendan náðin er tað, sum kom til at mynda Pætur og gera hann til eitt brennandi vitni um Guds stóra kærleika.


Endi

Søgan um Pætur er ein søga um, hvussu ein menniskja verður myndað gjøgnum royndir. Tað er ein søga um fall og uppreisn. Pætur er eitt dømi um Guds náði til snávandi, ivandi og fallandi syndarar. Tí mugu vit eisini taka Pætursa dømi til okkum, læra av tí og verða uppbygd av tí. Hóast tað er ymiskt, hvussu nógv vit líkjast Pæturi, so kunnu vit kortini øll læra nakað av honum. Hjá honum fáa vit nevniliga ljós yvir orðini: "...men har sum syndin tók til, har varð náðin enn meira ovurhonds ríklig" (Róm 5,20). Hjá Pæturi læra vit, hvussu djúpt ein frelstur syndari kann falla, men samstundis læra vit eisini, at líkamikið hvussu djúpt ein menniskja fellur, so eru Jesu frelsandi armar kortini ongantíð ov stuttir til at bjarga einari menniskja upp úr tí botnleysa díkinum. Hetta var galdandi fyri Pætur, og hetta er eisini galdandi fyri teg og meg. Gud havi takk og lov fyri tað! Amen.

Aftur Fráboðan um nýtt innhald Broyt fráboðan
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet