Óttast tí ikki!

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 26.07.2020   
Prædikur

Gud er ein heilagur og rættvísur Gud, sum ein dagin fer at rætta uppá alt tað, sum er skeivt í hesum heimi. Tað vil siga, at allar lygnir og alt órættvísi, sum Ápostlarnir mugu líða undir vegna Jesu navn, tað fær alt sítt rætta endurgjald ein dagin. Og sannleikin um gleðiboðskapin, sum teir og vit eru kallaði til at halda okkum til og at boða, verður tá krystallklárur!​​

Jesus segði: "Ikki er ein lærusveinur yvir meistaranum, ei heldur er ein húskallur yvir húsbónda sínum. Tað er lærusveininum nóg mikið, at hann verður sum meistari hansara, og húskallinum, at hann verður sum húsbóndi hansara. Hava tey kallað húsbóndan Beelsebul, hvør mikið meira tá húsfólk hansara. Óttist tí ikki fyri teimum; tí at einki er fjalt, sum ikki skal koma í ljósmála, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt. Tað, sum eg sigi tykkum í myrkri, tað talið tit í ljósi; og tað, sum verður lýtt tykkum í oyra, tað kunngerið tit uppi á tekjunum. Og óttist ikki fyri teimum, ið sláa likamið í hel, men ikki kunnu sláa sálina í hel; men óttist heldur fyri honum, ið kann týna bæði sál og likam í helviti. Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein skilling? Og ikki ein teirra fellur til jarðar uttan vilja faðirs tykkara. Men á tykkum eru enntá øll hárini á høvdi tykkara tøld. Óttist tí ikki, tit eru meira verdir enn mangir spurvar" (Matt 10,24-31).


Inngangur

Heilar tríggjar ferðir hava vit í dag hoyrt Jesus siga við teir tólv ápostlarnar, at teir ikki skulu óttast. Og tað er ikki uttan grund, at hann sigur hetta við teir. Jesus er jú í holt við at senda ápostlarnar út millum fólkið í Galilæu fyri at prædika um Guds ríki, grøða menniskju og reka út illar andar. Og teir vita, at teir koma at møta eitt sindur av hvørjum á teirra missiónsferð. Hetta er eisini orsøkin til, at Jesus sigur við teir: "Sí, eg sendi tykkum út eins og seyð mitt ímillum úlvar.... varið tykkum fyri menniskjum, tí at tey skulu føra tykkum til dómstevnur, og í samkomuhúsum sínum skulu tey húðfleingja tykkum.... Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns skuld...." (Matt 10,16-22). Um hesi vóru korini, hví í allari víðu verð vóru teir so fúsir til at fara út á hesa vandamiklu missiónsferð? Jú, í stuttum fóru teir, tí at teir kendu Jesus og høvdu fult álit á hann og hansara orð. Hann hevði kallað teir til at fylgja honum eftir. Hann var teirra meistari, og teir vóru hansara lærusveinar. Teir høvdu hoyrt hann prædika gleðiboðskapin um Guds ríki, og teir høvdu sæð hann grøða sjúk og reka út illar andar (Matt 4,23-24) Og nú hevði Jesus eisini givið teimum "vald á hinum óreinu andunum, at reka teir út og at grøða hvørja sjúku og hvørja ilsku" (Matt 10,1). Hóast teir sum ápostlar høvdu fingið eitt heilt serligt kall og ein heilt serligan myndugleika frá Jesusi, so var tað kortini nærliggjandi hjá teimum at óttast fyri kostnaðinum av teirra lærusveinaskapi. Men viðvíkjandi teirra ótta hevur Jesus nøkur týdningarmikil orð at bera teimum fyri at geva teimum dirvi, frímóð og styrki til at fara út við gleðiboðskapinum. Og hetta eru eisini orð til Jesu lærusveinar her í dag fyri at geva okkum dirvi, frímóð og styrki til at tæna Jesusi dagliga – kosta hvat tað kosta vil!


Sum sagt sigur Jesus í dagsins teksti heilar tríggjar ferðir við ápostlarnar, at teir ikki skulu óttast. Og í dag hugsaði eg, at vit skuldu hyggja eitt sindur nærri hesi trídupultu áheitanini hjá Jesusi bæði til ápostlarnar tá og til okkum her í dag.


Einki er fjalt, sum ikki skal koma í ljósmála

Fyri tað fyrsta undirstrikar Jesus fyri ápostlunum, at teir ikki skulu óttast fyri teimum, sum á ein ella annan hátt forfylgja teimum vegna teirra tænastu fyri Jesus. Hetta er harafturímóti nakað, sum teir kunnu vænta sær sum Jesu lærusveinar. Í tí undarfarna kapitulinum hava Farisæararnir t.d. ákært Jesus fyri at vera í hóslag við sjálvan djevulin (Matt 9,34). Og í kapitulinum beint aftaná dagsins tekst lesa vit, at Jóhannes doyparin er fongslaður, og seinni verður hann eisini tikin av lívi (Matt 11,2 og 12,10). Jesus veit eisini sjálvur, at hansara tænasta kemur at kosta honum líðing og deyða á krossinum. Og nú sigur hann við ápostlarnar, at teir kunnu vænta somu viðferð. Hví? Jú, sum Jesus sigur beint áðrenn dagsins tekst, so skulu teir verða hataðir "...fyri navns míns skuld" (Matt 10,22). Tað er altso vegna Jesu navn, at teir kunnu vænta sær mótstøðu bæði frá menniskjum og frá djevulinum sjálvum. Hin rætta trúgvin er altso ikki altíð hin lætta trúgvin. Nei, harafturímóti er tað soleiðis, sum Jesus longu hevur sagt við lærusveinarnar eitt sindur áðrenn: "Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann" (Matt 7,13-14). Hesir báðir vegirnir – vegurin til undirgangs og vegurin til lívs – síggjast eisini aftur í dagsins teksti. Sum Jesu lærusveinar vóru ápostlarnir longu gingnir inn um hitt tronga portrið og gingu nú á hinum mjáa vegnum, ið førir til lívs. Og við trúnni á Jesus eru tú og eg nú eisini komin inn á tann sama mjáa vegin. Men á hesum mjáa vegnum og vegna Jesu navn kunnu vit altso vænta at møta mótstøðu, líkasum ápostlarnir eisini kundu vænta tað. Jesus hevur kallað okkum til at ganga á hesum vegnum og at leiða onnur inn á tann sama vegin. Hví? kunnu vit spyrja. Jú, hetta vil Jesus, tí at tann mjái vegurin er jú vegurin til lívs. Hansara góði vilji við okkum øllum er at vit mugu ganga inn til hitt æviga lívið og verða frelst frá undirgangi. Og hóast Jesu lærusveinar bæði tá og nú ganga á einum mjáum vegi, ið er merktur av mótstøðu móti Jesusi og harvið eisini móti hansara lærusveinum, so minnir Jesus bæði teir og okkum á, at vit ikki skulu óttast, "...tí at einki er fjalt, sum ikki skal koma í ljósmála, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt" (Matt 10,26). Í hesum orðunum eiga vit eina stóra troyst og eitt lyfti, sum gevur okkum dirvi og styrki til at halda á við at ganga á hinum mjáa vegnum og at boða gleðiboðskapin fyri teimum, sum ganga á hinum breiða vegnum, hóast tey kanska veita okkum mótstøðu bæði so og so og siga, at tann breiði vegurin er tann rætti vegurin og at Jesus í grundini ikki er vegurin og sannleikin og lívið (Jóh 14,6).


Til okkum, sum kanska óttast heimsins mótstøðu og sum líða undir mannaótta, sigur Jesus, at vit ikki skulu óttast, tí at allur sannleikin verður ein dagin opinberaður til fullnar. Hetta merkir, at allar lygnir um Gud og Guds børn verða einaferð avdúkaðar. Ja, sum Jesus sjálvur sigur: "Hava tey kallað húsbóndan Beelsebul, hvør mikið meira tá húsfólk hansara" (Matt 10,25). Sum Jesu lærusveinar eru vit altso undir somu korum sum okkara Meistari. Tað verður logið um hann, og tað verður eisini logið um hansara tænarar. Soleiðis hevur tað verið líka frá fyrstantíð. Men Jesus sigur, at allar lygnir, allar óndar gerðir og alt órættvísi, sum verður gjørt í tí loynda, tað skal alt koma í ljósmála ein dagin og verða avdúkað fyri tað, sum tað er.


Vit liva í Guds verð. Og Gud er ein heilagur og rættvísur Gud, sum ein dagin fer at rætta uppá alt tað, sum er skeivt í hesum heimi. Tað vil siga, at allar lygnir og alt órættvísi, sum Ápostlarnir mugu líða undir vegna Jesu navn, tað fær alt sítt rætta endurgjald ein dagin. Og sannleikin um gleðiboðskapin, sum teir og vit eru kallaði til at halda okkum til og at boða, verður tá krystallklárur! Tí skulu ápostlarnir og vit, sum hoyra Jesusi til, ikki óttast! Sum ein hevur sagt, er tað ikki upp til okkum at hugsa um sigur ella óttast fyri ósigri, men harafturímóti at gera okkara skyldu og lata restina hvíla í Guds hond (Alan Keyes). Í dagsins teksti síggja vit nevniliga eisini, at Jesus eggjar ápostlarnar til at gera teirra skyldu og boða gleðiboðskapin í dirvi og frímóði. Ja, hann biður teir enntá fara upp á húsatekjurnar at boða gleðiboðskapin fyri fólki: "Tað, sum eg sigi tykkum í myrkri, tað talið tit í ljósi; og tað, sum verður lýtt tykkum í oyra, tað kunngerið tit uppi á tekjunum" (Matt 10,27). Í mun til tær vanligu húsatekjurnar hjá okkum í dag vóru tekjurnar í Jesu samtíð sera væl egnaðar sum røðarapallar. Og við hesi fyrstu áminningini um ikki at óttast vil Jesus eggja okkum til ikki at smæðast hvørki við hann ella gleðiboðskapin um hann, men harafturímóti at boða gleðiboðskapin fyri øllum menniskjum. Gleðiboðskapurin skal boðast frá húsatekjunum og fyri øllum menniskjum, tí at trúgv kemur jú av tí, sum hoyrt verður (Róm 10,17). Hetta er eisini orsøkin til tað, sum Jesus sigur í hansara høvuðsprestabøn í Jóh 17: "Men eg biði ikki eina fyri hesum [t.e. lærusveinunum], men eisini fyri teimum, sum fyri orð teirra fara at trúgva á meg" (Jóh 17,20). Onnur, tvs. eisini vit, komu til trúgv á Jesus vegna orðini hjá ápostlunum, tí at hetta eru í grundini ikki orðini hjá sjálvum ápostlunum, men hjá Jesusi sjálvum. Ella sum Jesus sigur við lærusveinarnar eina aðra staðni: "Tann, sum hoyrir tykkum, hoyrir meg..." (Luk 10,16). Hetta lívgevandi og frelsandi orðið frá Jesusi skal rópast út frá húsatekjunum og til allan heimin – eisini til tey, sum standa Gudi ímóti og forfylgja hansara tænarum. Gud vil jú ikki, at nakar skal glatast, men at øll skulu koma til umvendingar og verða frelst (2 Pæt 3,9). Tí skulu ápostlarnir, og heldur ikki vit, lata mannaóttan nakratíð ella á nakran hátt verða eina hindran fyri gleðiboðskapinum! Henda fyrsta orsøkin til at ápostlarnir ikki skulu óttast er altso rótfest í Guds egna vilja til at útbreiða gleðiboðskapin. Tí skulu teir og vit heldur ikki smæðast hvørki við Jesus ella gleðiboðskapin um hann!


Óttast Gud!

Fyri tað næsta undirstrikar Jesus fyri ápostlunum, at teir ikki skulu óttast fyri teimum, "...ið sláa likamið í hel, men ikki kunnu sláa sálina í hel; men óttist heldur fyri honum, ið kann týna bæði sál og likam í helviti" (Matt 10,28). Tað er altso kortini nakað, sum vit eiga at óttast, nevniliga sjálvan Gud. Ella sum Luther sigur í sambandi við øll tey 10. boðini í lítlu katekismus: Vit eiga at óttast og elska Gud... Tá gudsótti og kærleiki til Gud er í hásætinum í okkara lívi, tá rekur hetta allan annan ótta burtur. Ella sum ein hevur sagt: "Tey, sum hava henda ótta: Bara eg ikki veki hansara vreiði, sum miskunnaði mær og gjørdi meg til sítt barn fyri Jesu Krists, sonar síns skuld, tey skulu síggja, hvussu hesin eini óttin sigrar yvir øllum øðrum ótta og veitur tann frið, sum ber av øllum viti. Hetta er gudsóttans loyndarmál. Gudsóttin rekur út allan annan ótta. Men eisini tað mótsætta er galdandi, at har ið gudsóttin verður rikin út, har kemur allur annar ótti inn" (Hartvig Wagner).


Hetta er altso tann næsta orsøkin til at ápostlarnir ikki skulu óttast. Ja, sum Jesu lærusveinar kunnu teir vænta at fáa somu viðferð sum teirra Meistari, men hóast menniskju fella órættvísir dómar yvir lærusveinarnar vegna Jesu navn, so troystar Jesus teir kortini við veruleikanum av hinum rættvísa dómaranum, sum er Gud sjálvur. Ápostlarnir møttu nógvari mótgongd og máttu eisini rinda við lívinum vegna teirra vitnisburð. Tey somu korini eru galdandi fyri nógv kristin eisini í dag í hesum heimi. Men hóast hetta er kostnaðurin fyri lærusveinaskap hjá mongum menniskjum eisini í dag, so er hetta kortini einki í mun til tann æviga dómin, sum hin rættvísi Gud kann fella yvir eina menniskju: at týna bæði sál og likam í helviti. Ja, tað er satt, at menniskju kunnu sláa likamið í hel hjá einum lærusveini, men Jesus sigur, at hetta er als ikki tað, sum ein lærusveinur skal óttast. Menniskjan er jú meira enn bert eitt likam! Harafturímóti er menniskjan bæði likam og sál! Og hóast menniskju kanska kunnu sláa teirra likam í hel, so inniber hetta kortini ikki nakran endaligan sigur yvir gleðiboðskapin, yvir Jesus ella yvir hansara lærusveinar! Hví? Jú, sum sagt, er deyðin als ikki endin, og Jesu lærusveinar kunnu rósa sær av vónini um hitt æviga lívið. Deyðin kemur til okkum øll fyrr ella seinni, bæði fyri Jesu lærusveinar og fyri Jesu fíggindar, men deyðin er kortini ikki endin, hvørki fyri Jesu lærusveinar ella Jesu fíggindar! Tað kemur eisini ein uppreisnardagur fyri øll menniskju! Ella sum vit lesa hjá Jóhannesi: "...tí at tann stund kemur, tá ið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra reyst hansara, og tey skulu ganga út, tey, sum hava gjørt gott, til lívs uppreisnar, og tey, sum hava gjørt ilt, til dóms uppreisnar" (Jóh 5,28-29). Fram um alt annað eiga vit altso at óttast og elska Gud, tí at hann kemur ein dagin at døma allar menniskjur. Og á hesum degi er tað Jesus og okkara forhold til hann, sum kemur at verða avgerandi fyri, hvussu okkara uppreisn verður: um tað verður til lívs uppreisnar ella dóms uppreisnar.


Jesus grundar altso hesa seinnu áminningina um at ikki at óttast menniskju við at minna teir á Guds dóm á evsta degi, og at teir fram um alt annað eiga at óttast Gud. Hesin sunni óttin fyri Gudi fær okkum jú ikki til at flýggja burtur frá Gudi, men harafturímóti at flýggja til Gud og frelsuna í Jesusi Kristi, og tá nýtist einum ikki at óttast fyri nøkrum øðrum!


Gud hevur talt øll okkara hár

Fyri tað triðja undirstrikar Jesus fyri ápostlunum, at teir ikki skulu óttast, tí at teir eru ómetaliga dýrabarir í Guds eygum. Hetta undirstrikar Jesus fyri teimum við einari grundgeving frá tí minna til tað størra. Ikki ein spurvur fellur til jarðar og doyr, uttan at Gud veit av tí. Hóast Gud ikki er faðir hjá spurvunum, so er hann kortini nærverandi bæði í teirra lívi og deyða. Tá hetta er galdandi viðvíkjandi spurvunum, hvussu mikið meira er Gud tá ikki nærverandi í lívinum hjá teimum, sum Gud í roynd og veru er faðir at? Ja, hann er so nærverandi og áhugaður í okkum, at hann enntá hevur talt øll hárini á okkara høvdi (Matt 10,30). Gud er altso nærri hjá okkum, enn vit nakra tíð kunnu fata, og tí skulu vit heldur ikki óttast fyri nøkrum! Ella sum ein hevur sagt: "Um Gud telur teirra hár, hvussu mikið meira telur hann tá ikki teirra høvur og tekur sær av teirra lívi, teirra vælveru, teirra sál? Hetta boðar frá, at Gud tekur sær meira av teimum, enn teir taka sær av sær sjálvum... Gud telur hárini hjá fólki sínum, og ikki skal eitt hár á høvdi teirra skalast (Luk 21,18)... So dýrabar eru hansara heilagu hjá Gudi" (Matthew Henry). Gud er altso altíð nærverandi í lívinum hjá ápostlunum, tí at teir hava óendaligt virði í hansara eygum. Hetta sama er eisini galdandi fyri okkum, sum hoyra Jesusi til í dag! Og tí skulu vit heldur ikki óttast fyri nøkrum!


Samandráttur og endi

Hetta er altso tann trídupulta áminngin um ikki at óttast, sum Jesus ber ápostlunum í hansara útsendingartalu. Og hetta eru eisini orð, sum tú og eg kunnu taka við okkum út úr kirkjuni í dag:

  • Fyri tað fyrsta skulu vit ikki óttast, tí at allur sannleikin verður ein dagin opinberaður til fullnar. Allur fíggindskapur móti Jesusi og allar órættvísar gerðir, sum verða framdar móti hansara lærusveinum, skulu koma í ljósmála og verða avdúkaðar ein dagin. Og tann dagin skulu øll, bæði rættvís og órættvís, síggja, at gleðiboðskapurin um Jesus veruliga er sannur. Tí skulu ápostlarnir og vit ongatíð smæðast við Jesus og orðið um hann, men heldur bera tað víðari til okkara næsta, tí Jesus vil, at øll skulu hoyra orðið um hann og verða frelst!
  • Fyri tað næsta skulu vit óttast og elska Gud fram um alt annað, og hesin sunni gudsóttin skal reka út allan annan ótta.
  • Fyri tað triðja skulu vit ikki óttast, tí at vit eru virðismikil í Gud eygum. Hann er altíð nærverandi í okkara lívi og tekur sær av okkum. Ella sum vit hava sungið í sálminum hjá Linu Sandell: "Hann øll hár á høvdi telur, / hann hvørt tár úr eyga fjelur, / okkum føðir, okkum klæðir, / gleðir, um so sorgin bagir" (nr. 53).


Sum kristin kunnu vit vænta at fáa somu viðferð sum okkara Harri. Men hóast hetta eru korini hjá Jesu lærusveinum, og hóast vit kanska kenna okkum veik og smá, so eru vit kortini ongatíð ein minniluti, tí at Gud er sjálvur við okkum og alt hansara ríki. Tí skulu vit ikki óttast fyri nøkrum! "Er Guð við okkum, hvør er tá ímót okkum?" (Róm 8,31). Amen.

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet