
Hóast vit eru kristin, so kemur heimurin til eina vánaliga niðurstøðu um okkum og okkara Frelsara, um tann kristni einleikin og kærleikin ikki er at síggja okkara millum.
"Men eg biði ikki eina fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum fyri orð teirra fara at trúgva á meg, at teir allir mega vera eitt, at eins og tú, faðir, ert í mær og eg eri í tær, teir eisini mega vera í okkum, til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg. Og dýrdina, sum tú hevur givið mær, havi eg givið teimum, til tess at teir mega vera eitt, eins og vit eru eitt, eg í teimum og tú í mær, til tess at teir mega vera fullkomiliga sameindir til eitt, til tess at heimurin má sanna, at tú hevur sent meg, og at tú hevur elskað teir, eins og tú hevur elskað meg. Faðir, eg vil, at teir, sum tú hevur givið mær, eisini skulu vera hjá mær, har sum eg eri, til tess at teir mega skoða dýrd mína, sum tú hevur givið mær; tí at tú hevur elskað meg, áðrenn heimurin var grundaður. Rættvísi faðir, og heimurin hevur ikki kent teg; men eg havi kent teg, og hesir hava sannað, at tú hevur sent meg. Og eg havi kunngjørt teimum navn títt og skal kunngera tað, til tess at kærleikin, sum tú hevur elskað meg við, skal vera í teimum og eg í teimum" (Jóh 17,20-26).
Inngangur
Í húsi Guðs og kirkju nú
vit eru livandi steinar,
sum undir krossmerki, skírn og trú
í Harrrans miskunn sameinar;
um vit her hesum foldum á
bert vóru tvey, tó okkum hjá
Harrin var við sínum veldi.
(SFK 242).
Hetta sálmaversið setir orð á eitt høvuðsmál tekstinum omanfyri, nevniliga tann kristna einleikan. Kirkjan hon er eitt gamalt hús, stendur, um tornini falla, tí at Gud hevur ikki bygt sítt hús við gróti og múrsteinum. Nei, hann byggir sítt hús við livandi steinum – okkum, sum hoyra honum til og sum eru sameind undir krossmerki, skírn og trú. Hóast vit sum kristin kanska eru ósamd í nøkrum lutum, so eru vit kortini sameind sum livandi steinar í húsi Guds. Og tí eiga vit eisini altíð at elska hvønn annan sum systkin í Harranum. Systkin elska jú hvønn annan, hóast tey kanska ikki altíð eru samd.
Ein góður vitnisburður
Men tann kristni einleikin er ikki bara týdningarmikil fyri innanhýsis felagsskapin hjá teimum trúgvandi. Okkara einleiki hevur eisini sera stóran týdning fyri, hvussu umheimurin og tey vantrúgvandi síggja Jesus og tey kristnu, tí tann kristni einleikin og kærleikin er jú í sær sjálvum ein góður vitnisburður um hann, sum vit tilbiðja. Í einum øðrum samanhangi gevur Jesus lærusveinunum (og okkum) eitt nýtt boð: ”Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan. Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan” (Jóh 13,34-35). Sum kristin eiga vit altso at liva okkara lív samsvarandi við hetta boðið frá Jesusi. Vit skulu elska hvønn annan!
Vit skulu ikki skilja tað soleiðis, at tað er tann kristni kærleikin, sum ger okkum kristin. Heldur er tað soleiðis, at hóast vit eru kristin, so kemur heimurin til eina vánaliga niðurstøðu um okkum og okkara Frelsara, um tann kristni einleikin og kærleikin ikki er at síggja okkara millum. Samsvarið millum kristna einleikan og heimsins reaktión er altso týðandi í bíbliutekstinum. Vit síggja jú, at Jesus endurtekur tann sama setningin og sigur: ” … til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg” (21), og ” … til tess at heimurin má sanna, at tú hevur sent meg” (23).
Tann avgerandi trúarverjan
Í bók síni The Mark of the Christian lýsir Francis A. Schaeffer hetta sum “….tann avgerandi trúarverjan”. Tað vil siga: tann avgerandi verjan av okkara kristnu trúgv. Og Schaeffer tekur samanum og sigur, at vit ikki kunnu vænta, at heimurin skal trúgva, at Faðirin hevur sent Sonin, at tað, sum Jesus sigur, er sannleiki, og at okkara kristna trúgv er sonn, uttan so at heimurin eisini fær sæð eitt sindur av okkara kristna einleika. Í grundini snýr hetta seg um heimsmissión. Og í sambandi við heimsmissiónina hevur kristni einleikin og kærleikin avgerandi týdning. Hetta er jú ein vitnisburður um kirkjunnar Harra. Okkara einleiki ber altso heiminum boð um, hvør ið okkara Harri er.
Hitt Gud-formaða holið
Sjálvt um vit kanska ikki eru eins sum kristin menniskju, so er tann kristni einleikin tó eyðkennið, sum Jesus hevur givið okkum. Tá ið vit hava einleikan sum eyðkenni, vísir hann seg sum ein sterkur vitnisburður fyri einum heimi, sum liggur í myrkri; einum heimi, sum hevur vent Gudi bakið. Men hóast tað syndafalna menniskjað hevur vent Gudi bakið, so eru vit kortini skapað til at hava felagsskap við Gud. Øll menniskju hava so at siga eitt Gud-formað hol í hjartanum – eitt tómrúm, sum einans Gud kann fylla. Og mong menniskju royna at fylla hetta tómrúmið í hjartanum við øllum øðrum enn sjálvum Gudi – honum, sum tað varð skapað til. Fólk royna at fylla tómrúmið við rúsdrekka, ríkidømi, valdi o.s.fr., men tað er bara Gud, sum kann fylla hitt Gud-formaða holið í hjartanum! Í Bíbliuni lesa vit enntá, at Gud hevur lagt ævinleikan í hjørtu okkara (Præd 3,11), og tí kann alt heimsins ríkidømi ikki fylla tann djúpa ævinleikalongsulin í hjartanum. Tað kann einans Gud gera!
Í stuttum eru vit altso skapað til at hava ævigan felagsskap við Gud. Og tá ið tann djúpi einleikin og kærleikin, sum eyðkennir sambandið millum Faðir, Son og Heilagan Anda, eisini eyðkennir okkum, so eru vit Kristi góði angi í heiminum, so sum Paulus sigur (2 Kor 2,15). Tá verður okkara kristni einleiki ein sterkur vitnisburður fyri heiminum um, at her er talan um nakað heilt serligt – nakað, sum ikki er av hesum heimi, ein guddómligur kærleiki – Kristi góði angi!
Einleiki, sum merkist
Tað er altso eitt óloysiligt samband millum tann kristna einleikan og heimsins niðurstøður um okkum og okkara Frelsara. Og her er talan um ein einleika og kærleika, sum merkist. Hetta eigur til dømis at bera við sær, at eg fari til mín trúgvandi vin og biði um umbering, um eg havi gjørt okkurt skeivt móti honum. Hetta ljóðar kanska einfalt, men júst hetta er kortini mátin til at endurnýggja sambandið millum mann og konu, foreldur og børn og millum systkin í Harranum. Um vit harafturímóti ikki vilja ganga henda vegin – einleikans, kærleikans og fyrigevingar vegin, so hevur umheimurin eina orsøk til at koma til eina vánaliga niðurstøðu bæði um okkum og okkara Frelsara. Okkara kærleiksleysi liviháttur skapar nevniliga eina frástøðu millum Jesus og tann heimin, sum hann er komin at bjarga.
Vit eru sendiboð í Krists stað
Sum kristin hava vit hvør í sínum lagi fingið ein gleðiboðskap at bera heiminum. Ella sum Jesus sjálvur sigur í síni bøn: ”Eins og tú hevur sent meg í heimin, soleiðis havi eg eisini sent teir í heimin” (Jóh 17,18). Eins og Jesus var í heiminum, men ikki av heiminum, eru lærusveinarnir og vit nú eisini í heiminum, men ikki av heiminum. Við trúnni og dópinum hevur Gud fríað okkum frá myrkursins valdi og flutt okkum inn í ríki elskaða sonar síns (Kol 1,13). Við trúnni á Jesus er sostatt ein andlig bústaðarbroyting farin fram í okkara lívi. Vit eru ikki longur av hesum heimi. Nú eru vit harafturímóti Guds børn, og vit hoyra til Guds ríki. Sostatt eru vit eisini umboð fyri Gud og hansara ríki í hesum heimi.
Endi
Í høvuðsprestabønini biður Jesus fyri okkum, sum eru í heiminum, men sum ikki eru av heiminum. Hann biður fyri okkara vitnisburði í hesum heimi – hinum kristiliga einleikanum og kærleikanum. Um hetta er at finna okkara millum, tá er tað eisini ein sterkur vitnisburður fyri tí heimi, sum Gud so fegin vil bjarga. Okkara kristni einleiki og kærleiki hevur altso eitt endamál, nevniliga at tæna Guds vilja við øllum menniskjum - at tæna Guds heimsmissión, so at øll menniskju mugu koma at kenna Gud og Frelsaran, sum hann hevur sent okkum. Latið okkum tí verða líðin móti Jesu boðið, tá ið hann sigur: ”Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan. Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan” (Jóh 13,34-35). Amen.