Jesus nýtti fornan sið

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 09.01.2023   
Prædikur

At vit kunnu kalla okkara kirkjur fyri Guds hús er grundað á hetta, at tær eru vígdar til at vera støð, har Guds orð verður prædika, har fólk verða doypt, og har farið verður til altars. Kirkjan er ein stevnustaður, har Gud kemur til okkum, og har ið vit eru í Guds nærveru!

Og foreldur hansara ferðaðust á hvørjum ári til Jerúsalem um páskirnar. Og ta ferðina, tá ið hann var vorðin tólv ára gamal, og tey fóru niðan, sum siðurin var um hátíðina, og tey høvdu verið har teir dagarnar, tá varð drongurin Jesus eftir í Jerúsalem, tá ið tey fóru heim aftur; og foreldur hansara varnaðu tað ikki. Men av tí at tey hildu, at hann mundi vera við í ferðalaginum, hildu tey leiðini fram ein dag, og tey leitaðu eftir honum hjá skyldfólki teirra og kunningum. Og tá ið tey ikki funnu hann, vendu tey um aftur til Jerúsalem og leitaðu eftir honum. Og ikki fyrr enn tríggir dagar vóru farnir, tá funnu tey hann í halgidóminum, har sum hann sat mitt ímillum lærumeistaranna og bæði lýddi á teir og spurdi teir. Men øll, ið hoyrdu hann, vóru heilt bilsin av vitsku hansara og svørum. Og tá ið tey bóru eyga við hann, kom ræðsla á tey; og móðir hansara segði við hann: «Barn mítt, hví gjørdi tú okkum hetta? Sí, faðir tín og eg hava við sorg og sút leitað eftir tær.» Og hann segði við tey: «Hví leitaðu tit eftir mær? Vistu tit ikki, at eg eigi at vera í [tí, sum faðirs míns er?»] Men tey fataðu ikki hetta orðið, sum hann talaði til teirra. Og hann fór oman við teimum og kom til Nasaret og var teimum lýðin. Og móðir hansara goymdi øll hesi orð í hjarta sínum. Og Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Guði og monnum (Luk 2,41-52).


Inngangur

Jesus nýtti fornan sið
í sín haldidóm at fara.
Gævi, hvørt eitt ættarlið
henda sama sið má læra.
Her at savnast um Guðs orð,
skírnarfunt og altarborð.

J. P. Sigvardsen 2008

Sálmabókin nr. 620


Hesi orðini hóska væl saman við bíbliutekstin omanfyri. Líkasum Jesus segði við síni foreldur: “Vistu tit ikki, at eg eigi at vera í tí, sum faðirs míns er” (v. 49), soleiðis eiga vit eisini at vita, hvønn avgerandi týdning tað hevur fyri okkum, at læra henda sama sið: At fara í halgidómin, at savnast um Guds orð, dópin og heilagu kvøldmáltíðina, ja, at søkja Jesus, har hann er at finna!


Fyrstu orðini av Jesu munni

Vit hava lisið, at foreldrini ikki fataðu tað, sum Jesus segði, men at Maria kortini goymdi øll hesi orðini í sínum hjarta. Hetta bendir á, at tað er sjálv Maria, Jesu móðir, ið er keldan til hesa frásøgnina hjá Lukasi um hin 12 ára gamla Jesus. Hetta eru eisini tey fyrstu orðini av Jesu munni, sum vit møta. Jesus hevur óiva sagt nógv annað gott sum ungur drongur, men júst hesi orðini komu við í evangeliið eftir Lukas. Í Nýggja Sáttmálanum ljóða Jesu orð á gerandismáli: “Vita tit ikki, at eg eiga at vera har, sum Pápi mín er?” Jesus kendi seg heima í Guds húsi! Og um nakar fór at leita eftir honum, so áttu tey eisini at vita, at tað var mest sannlíkt, at Jesus var í halgidóminum.


Sonur Guds

Hetta, at foreldrini ikki fataðu Jesu orð, og at Maria goymdi øll hesi orðini í sínum hjarta, bendir á, at tað er eitt andaligt ríkidømi í tí, sum Jesus sigur. Ja, hesi fyrstu orðini av Jesu munni hava nakað sera týdningarmikið at bera okkum! Her sigur Jesus jú beinleiðis, at Gud er hansara faðir, og at hann sostatt er sonur Guds. Og hetta kann eisini knýtast beinleiðis saman við jólaboðskapin: “Sí, moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey nevna hann Immanuel”; tað merkir: “Guð við okkum.” (Matt 1,23). Hetta, sum Jesus segði um seg sjálvan, skilti Maria ikki enn, men hon goymdi Jesu orð í sínum hjarta. Hon ger tað, sum Lukas eisini vil hava okkum at gera, nevniliga at steðga á, goyma Jesu orð í hjørtunum, og at hugsa djúpt um, hvør ið Jesus er!


Okkara ungdómur

Í sambandi tekstin hjá Lukasi er tað eisini upplagt at hugsa um okkara ungdóm. Um hin 12 ára gamli Jesus hevði brúk fyri at vera í halgidóminum saman við himmalska Pápa sínum, so hava tey ungu í dag so sanniliga eisini brúk fyri at vera har, sum Gud er at finna.

Onkur hevur sagt, at tað er betri at sita á vertshúsinnum og hugsa um kirkjuna, enn at sita í kirkjuni og hugsa um vertshúsið. Men hetta kann eisini verða brúkt sum ein undanførsla. Tað allarbesta er sjálvandi at kenna seg heima í Guds húsi, líkasum Jesus. Tað besta er sjálvandi at kunna taka undir við Jesusi og siga: Eg eigi at vera har, sum Gud mín er! Tað besta er sjálvandi at hava sama hugburð til Guds hús, sum t.d. Dávid vísir okkum í Sálmi 26,8: “Harri, skýlið í tínum húsi eg elski, tann stað, har sum hátign tín býr!” Ella sum vit lesa í Sálmi 84,11: “Tí betri er dagur ein í forgørðum tínum enn túsund har úti; betri at sita á gáttini í Guðs míns húsi enn í gudloysis tjøldum at búgva!” Hetta er at elska Guds nærveru og at søkja Gud, har hann er at finna! Og tá er tað sjálvandi eisini upplagt at fara í Guds hús!


Lógarinnar synir

13 ára gamlir jødiskir dreingir fóru ígjøgnum eitt hátíðarhald, har ið teir vórðu innlimaðir í samkomuhúsið hjá jødunum (synagoguna) og gjørdust “lógarinnar synir”. Sum eina fyrireiking til hátíðarhaldið tóku foreldrini teir árið fyri til páskahátíðina í Jerúsalem. Jesus var 12 ára gamal. Nú skuldi hann fáa undirvísing í lógini og fáa kunnleika um Guds orð. Líkasum í synagogunum varð tað eisini undirvíst í halgidóminum, har nakrir av teimum mest læru jødunum undirvístu. Vit hava lisið, at Jesus sat í halgidóminum, har hann bæði lýddi á og spurdi teir lærdu. Undirvísingin gekk jú fyri seg bæði við spurningum og svørum. Dreingirnir kundu seta spurningar, og so máttu teir eisini svara spurningum. Soleiðis fingu teir stóran kunnleika um Gamla Testamenti – serliga Lógina (tvs. tær fimm mósebøkurnar). So løgið tað ljóðar, skuldu sonur Guds sjálvur fáa undirvísing í orði Guds. Vit hava jú eisini lisið, at “Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Guði og monnum” (v. 52). Og líkasum hjá Jesusi, eigur hetta eisini at síggjast hjá okkara ungu: At tey taka til í vísdómi og aldri og yndi hjá Gudi og menniskjum! Men um hetta skal verða til veruleika, so mugu foreldur í dag eisini gera tað sama, sum Jesu foreldur gjørdu tá. Vit mugu leiða okkara ungu til tey støð, har Gud er at finna. Tað er ikki líkamikið, hvar vit leiða tey, tí tað er jú ikki allastaðni, at Guds orð ljóðar.


Samfelag teirra heilagu

Jesus hevði nógva virðing fyri halgidóminum í Jerúsalem. Tað var hús faðirsins! Tí er tað eisini, at Jesus koyrdi tey út, sum seldu í halgidóminum, og segði: “Skrivað stendur: “Og hús mítt eigur at vera eitt bønhús; men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.”” (Luk 19,46). Men hóast Jesus hevði virðing fyri halgidóminum, so visti hann eisini, hvat fór at henda við honum. Jesus segði við lærusveinarnar: “Sanniliga sigi eg tykkum: her skal ikki liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður” (Matt 24,2). Ja, bygningar verða bygdir, og teir forfalla. Men kristna kirkjan er kortini ikki bygningurin sjálvur, men samfelagið av kristnum, sum er í kirkjubygninginum. Tað er, sum vit játta í Augsburgsku trúarjáttanini: “Somuleiðis læra tey, at tað altíð fer at vera ein heilag kirkja. Men kirkjan er samfelag teirra heilagu, har evangeliið verður boðað reint, og farið verður um sakramentini á rættan hátt.” Hetta er tað, sum ger eina kirkju til eina kirkju! Hetta er eisini tað, sum ger tað so gott og rætt hjá okkum at leiða okkara ungu inn í halgidómin - at savnast um Guds orð, dópin og heilagu kvøldmáltíðina, ja, at søkja Jesus, har hann er at finna!


Kirkjan er ein stevnustaður

Men hvussu kann hann, sum er allastaðni, vera á einum ávísum staði? Jú, sum sagt kemur Gud okkum nær gjøgnum náðimiðlarnar: Guds orð, dópin og heilagu kvøldmáltíðina. At vit kunnu kalla okkara kirkjur fyri Guds hús er grundað á hetta, at tær eru vígdar til at vera støð, har Guds orð verður prædika, har fólk verða doypt, og har farið verður til altars. Kirkjan er ein stevnustaður, har Gud kemur til okkum, og har ið vit eru í Guds nærveru! Ja, vit kunnu sanniliga taka undir við Dávidi, tá ið hann sigur: “Harri, skýlið í tínum húsi eg elski, tann stað, har sum hátign tín býr!” (Sl 26,8).


Endi

Tað er nógv at fara til í dag, og vit fáa bjóðað alt møguligt. Okkurt er gott, okkurt er minni gott. Og okkurt er av tí ónda. Men her í halgidóminum í Jerúsalem vísir Jesus okkum á tað allarbesta, og tað, sum vit øll hava brúk fyri til eitt gott lív: Vit eiga at vera har, sum Gud er! Vit eiga at søkja hann, har hann er at finna!


Aftur Fráboðan um nýtt innhald Broyt fráboðan
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet