Altartalvan í Funnings kirkju

Jesus er hitt sanna páskalambið!

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 01.04.2021   
Prædikur

Prædika hildin í Funnings kirkju skírhósdag.

Lestur: 2 Mós 12,1-11

Evangelium: Matt 26,17-30

Í dag, skírhósdag, minnast vit serliga hina síðstu ferðina, Jesus át saman við sínum lærusveinum, og í hesum samanhangi minnast vit eisini hina heilagu kvøldmáltíðina, sum Jesus innsetti. Í henni trúgva vit, at breyðið og vínið vegna Jesu orð verður sameint við Hansara likam og blóð. Og tá ið vit fara til altars, trúgva vit, at vit taka ímóti sjálvum Jesusi við at eta og drekka. Við altarborðið, hava vit altso felagsskap við sjálvan Jesus, tí at Hann hevur jú sagt: "hetta er likam mítt" og: "hetta er blóð mítt".

Hoyr alla prædikuna her:

Aftur Fráboðan um nýtt innhald Broyt fráboðan
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet