Jesu missiónsboð

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 12.06.2022   
Prædikur

Líkasum Jesus á fyrsta sinni hevði hitt lærusveinarnar í Galileu og kallað teir til at vera mannafiskarar, soleiðis hevur hann nú aftur sett teimum stevnu í Galileu. Og nú kallar hann teir av nýggjum til at bera gleðiboðskapin út til allan heimin og at gera øll fólkasløg til hansara lærusveinar.

“Men teir ellivu lærusveinarnir fóru til Galileu, til tað fjallið, har sum Jesus hevði sett teimum stevnu. Og tá ið teir sóu hann, tilbóðu teir hann; men summir ivaðust. Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: “Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda” (Matt 28,16-20).


Alt broyttist páskamorgun

Hin upprisni frelsarin hevði sett lærusveinunum stevnu í Galileu. Har var tað, at Jesus á fyrsta sinni hevði kallað teir til at fylgja honum eftir bæði í lívi og læru. Tað var við Galileuvatnið, at Jesus bar eyga við brøðurnar, Pætur og Andrias, sum fingust við at seta gørn. “Fylgið mær eftir”, segði Jesus við teir, “so vil eg gera tykkum til mannafiskarar!” (Matt 4,18). Frá hesum fyrsta kallinum við Galileuvatnið og til henda dagin á fjallinum í Galileu, var nógv hent. Jesus hevði lært lærusveinarnar um alt tað, sum hoyrir Guds ríki til. Hann hevði gjørt stór undur. Hann hevði rikið illar andar út, gjørt sjúk frísk, gjørt matundur og enntá uppreisnarundur.


Men alt tóktist kortini at vera yvirstaði, tá ið Jesus varð krossfestur sum ein ránsmaður á Golgata. Hvussu kundi lærusveinarnir fylgja og tæna einum krossfestum og deyðum Meistara? Ja, hesir dagarnir hava verið sera myrkir fyri hesi menniskju, sum høvdu slept øllum og fylgt Jesusi eftir. Hvussu kundi hesin krossfesti og deyði maðurin nakratíð vera hin lovaði Messias – teirra frelsari og heimsins frelsari? Men alt broyttist páskamorgun:


Sum ígjøgnum sortar skýggja

kemur fram hin gylta sól,

so at bølmyrkur má flýggja,

lýsir í um tind og hól,

so úr grøv upp Jesus stóð

og úr djúpum deyðans sjó,

vann á døprum deyðaváða

árla í páskamorgunroða.


Eitt nýtt kall

Ja, uppreisnin broytti alt og bar ljós og vón aftur til lærusveinarnar og til allan heimin! Hin upprisni Jesus hevði sagt við kvinnurnar, sum komu til hina tómu grøvina: “Farið og boðið brøðrum mínum, at teir skulu fara avstað til Galileu, og har skulu teir síggja meg” (Matt 28,10). Líkasum Jesus á fyrsta sinni hevði hitt lærusveinarnar í Galileu og kallað teir til at vera mannafiskarar, soleiðis hevur hann nú aftur sett teimum stevnu í Galileu. Og nú kallar hann teir av nýggjum til at bera gleðiboðskapin út til allan heimin og at gera øll fólkasløg til hansara lærusveinar.


Teir tilbóðu Jesus

Tað er kanska ikki so løgið, at lærusveinarnir bera seg soleiðis at, sum vit hava lisið: “Og tá ið teir sóu hann, tilbóðu teir hann...” Teir 11 lærusveinarnir høvdu jú sæð hin upprisna Jesus, áðrenn henda dagin í Galileu. Hin ivandi Tummas hevði enntá fingið høvi til at nema við Jesu sár – nakað, sum fekk hann at siga við Jesus: “Harri mín og Guð mín!” (Jóh 20,28). Ja, Jesus var, sum Paulus orðar tað, “...veldigliga prógvaður at vera sonur Guðs við uppreisn frá deyðum...” (Róm 1,4). Og teir 11 lærusveinarnar ivaðust tí ikki í at tilbiðja Jesus, tá ið teir sóu hann aftur í Galileu. Men vit hava eisini lisið, at “summir ivaðust.” Hetta sipar eftir øllum at døma til, at tað eisini vórðu aðrir lærusveinar til staðar út yvir teir 11 – fólk, sum kanska fyri fyrstu ferð sóu Jesus upprisnan.


Jesus hevur alt vald

Jesus innleðir sítt missiónsboð til lærusveinarnar við orðunum: “Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð.” Faðirin hevur altso givið Syninum valdið yvir øllum alheiminum. Tað er einki, sum Jesus ikki valdar yvir í alheiminum! Og tí er tað, at lærusveinarnir kunnu fara út í heimin og gera øll fólkasløg til Jesu lærusveinar! Hetta kunnu bæði teir og vit gera í frímóði, tí at vit tæna konganna kongi og harrana harra - honum, sum hevur alt vald bæði í himli og á jørð! Og hann, sum valdar øllum, vil hava øll menniskju inn undir sítt æviga og frelsandi kongavald. Tí sigur hann eisini við lærusveinarnar: “Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar.”


Dópurin

Ein lærusveinur er ein menniskja, sum fylgir Jesusi í lívi og læru. Og tí eiga vit at vera líðin móti Jesu missiónsboði, tá ið hann eisini sigur við okkum, at vit skulu doypa og læra. Hetta eru jú miðlarnir, sum Gud brúkar, tá ið hann ger eina menniskju til Jesu lærusvein.


Dópurin er tann fyrri miðilin, sum vit hava lisið um hjá Matteusi. Jesus sigur: “...við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda.” Í sambandi við missiónsboðið innsetur Jesus altso hin kristna dópin, sum ger menniskju til Jesu lærusveinar. Um dópin kann Luther tí eisini siga, at dópurin: “...virkar fyrigeving syndanna, loysir frá deyðanum og djevulinum og gevur øllum teimum, ið hesum trúgva, hina ævigu sælu...” (Lítla katekismus). Gud er virksamur í dópinum og sameinir hin doypta við Jesus!


Hin tríeini er til staðar

Hetta verður gjørt undir ákallan av hinum tríeina Gudi: til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda. Og harvið er hin tríeini Gud eisini til staðar og virksamur í hinum kristna dópinum. Ein hevur lýst hetta nakað soleiðis: “Í dópinum gevur Gud seg sjálvan til okkara: Faðirin verður okkara Faðir, og hann ger okkum til síni egnu børn. Sonurin verður okkara Frelsari, tí við dópinum eru vit sameind við Jesu deyða og gjørd til hansara ogn við hansara reinsandi blóði ... Heilagi Andin verður okkara Troystari og pantur um okkara arv. Vit verða hansara tempul, har hann býr saman við Faðir og Syni. Soleiðis fáa vit nýggj viðurskifti við Gud vegna hetta endurskapandi sakramenti ... Faðirin tekur ímóti hinum doypta sum sítt barn, Sonurin sum sín bróðir og lærusvein, og Heilagi Andin sum sítt tempul” (Wilhelm Rohnert).


Eitt sakramenti

Viðvíkjandi dópinum undirstrikar Luther eisini: “Dópurin er ikki vatn einsamalt, men vatnið, skilað til í Guðs boði og sameint við Guðs orði” (Lítla katekismus). Guds orð er virki í dópinum! Hetta er eisini tað, sum Augustin legði dent á, tá ið hann segði: “Orðið kemur til elementið (tvs. vatnið, breyðið, vínið) og skapar eitt sakramenti.”


Dópurin er eitt sakramenti, tað vil siga ein heilag gerð, sum er innsett av Jesusi og sum ber okkum Guds náði. Í sær sjálvum er elementið bara vatn, men tá ið Orðið kemur til vatnið, so fær vatnið sama virkismátt sum Orðið. Hetta er eisini orsøkin til, at dópurin verður kallaður fyri ein náðimiðil. Uttanum dópin síggja vit eisini altargongd og boðanina av Guds orði sum náðimiðlar. Dópsins sakramenti er altso ein miðil, sum Gud brúkar, tá ið hann gevur hini einstøku menniskjuni lut í frelsuni. Tá ið Orðið verður tengt saman við vatnið, er hin almáttugi Gud til staðar og ger sín gerning í lívinum hjá teimum, ið verða doypt. Hetta er hin sami almáttugi Gud, sum á tíðarinnar morgni skapti allan alheimin burtur úr ongum við sínum máttmikla Orði. Á sama hátt er hann eisini mentur at skapa trúgv har, sum eingin trúgv er, við sínum máttmikla Orði, tað veri seg børn ella vaksin.


Tey, sum ikki náddu at verða doypt

Men hvat so við øllum teimum, sum ikki náddu at verða doypt? Hetta er ein nærliggjandi spurningur í hesum samanhangi. Um hetta skrivar Johan Henrik Samuelsen Weyhe, prestur, í bók síni Nogle Vigtige Troens Artikler frá 1733: “Anseer, I Guds Børn, Daaben at være det ordentlige Saligheds Middel, som GUd haver forordnet, og hvorved hand Troen hos et Menniske vil opvække, men dette skulle I og derhos vide, at GUd og paa en usædvanlig maade kand umiddelbar og uden Daaben virke Troen i de smaa Børns Hierter, hvilke enten hendøe i Moders Liv, eller og strax efter Fødselen, førend de kand bekomme Daaben. I christelige og gudfrygtige Forældre derfor, hvis Børn bortdøe u-døbte, tvivler ingenlunde om deres Salighed, men trøster eder ved, at Guds Barmhiertighed er saa stor, at hand ikke vil, at nogen af disse Smaae skal fortabes … Eftertænker det Jesus siger i Evangelio hos Marcum C 16, 16: Hvo som troer og bliver døbt, skal blive salig, men hvo som ikke troer, hand skal fordømmes. Der tilkiendegiver hand Vantroe alleene, men ikke Daabens mistelse, at være Aarsage til Fordømmelsen, hand fordømmer der de Vantroe men ikke de Udøbte. Viider, at GUd haver ikke forbundet sig selv, men os til Middeler. Viider og, at ikke Sacramenternes Mistelse, men deres Foragt og modtvillige Forsømmelse fordømmer.”


Víntræið og greinarnar

Vit kunnu eisini brúka søguna um víntræið og greinarnar sum eina lýsing av tí, sum hendur við okkum í sambandi við dópin. Í Jóh 15,5 sigur Jesus: “Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.” Líkasum greinin einans ber frukt, tá ið hon er sameind við víntræið, soleiðis er tað eisini viðvíkjandi okkum og Jesusi. Vit kunnu einans bera andliga frukt, tá ið vit eru sameind við Jesus! Tí at uttan hann kunnu vit als einki gera, líkasum greinin heldur ikki kann liva og bera ávøkst, um hon ikki er á víntræinum og tekur ímóti saftini og kraftini frá víntræinum.


Gud hevur skapað okkum til sín sjálvs og vil, at vit skulu fáa lut í tí góða lívinum, sum hann upprunaliga skapaði okkum til. Tí er tað eisini, at vit hoyra Jesus siga: Verðið verandi saman við mær! Men fyri at verða verandi saman við Jesusi, so inniber hetta eisini, at man longu hevur fingið samband við hann. Og hetta er júst tað, sum vit fáa í dópinum. Í dópinum verða vit gróðursett í Kristi! Líkasum ein gartnari kann taka eina grein og gróðurseta hana í eitt træ, soleiðis verða vit í dópinum á líknandi hátt gróðursett sum greinar í hitt sanna víntræið, nevniliga Jesus. Í dópinum fáa vit altso ein djúpan felagsskap við Jesus og verða hansara børn!


Jesu orð

Men hvussu verða vit so verandi saman við Jesusi? Jú, Jesus gevur okkum sjálvur svarið eitt sindur seinni í sama teksti, sum vit hava lisið frá, tá hann sigur: “Verða tit verandi í mær, og verða orð míni verandi í tykkum …” (7). Jesu orð er altso tað, sum bæði skapar trúnna og sum varðveitur okkum í trúnni.


Læran, Jesu orð, er tann seinni miðilin, sum vit lesa um hjá Matteusi. Gud brúkar henda miðilin, tá hann ger eina menniskju til Jesu lærusvein. Tí sigur Jesus eisini við lærusveinarnar og við okkum, at vit skulu gera øll fólkasløgini til Jesu lærusveinar, við tað at vit læra tey at halda alt tað, ið hann hevur boðið okkum. Hetta kallið til at bera Jesu læru út er eisini galdandi fyri okkum í dag. Og hetta kunnu vit gera í frímóði, tí at hann, sum hevur alt valdið í himli og á jørð er eisini við okkum hvønn dag.


Tað er Guds gáva

Um vit eru smábørn, ung, eldri ella gomul, so eru vit kortini øll í sama báti, tá ið tað kemur til spurningin um, hvussu vit verða frelst. Sjálvur sigur Jesus: “Tann, sum ikki tekur við Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað” (Mark 10,15). Líkasum foreldrini av berum kærleika geva teirra børnum alt tað, ið teimum tørvar til lívið – uttan at børnini skulu gera seg uppiborðin til tað – soleiðis er tað eisini viðvíkjandi okkum og Gudi. Og Gud havi lov fyri, at vit ikki skulu gera okkum uppiborðin til frelsuna! Um so var, so varð eingin frelstur! Nei, skrivað stendur: “Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva” (Ef 2,8). Og hetta er ikki ein gáva, sum vit skulu gera okkum uppiborðin til. Nei, hetta er ein gáva, sum vit fáa fyri einki av Guds náði. Og Jesu orð til lærusveinarnar í Galileu ljóða av Guds stóru náði eisini til okkum í dag: “Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.”  


Bøn

Alvaldi, ævigi og tríeini Guð, faðir, sonur og heilagi andi, tú, sum hevur givið soninum alt valdið í himli og á jørð og vilt, at øll heimsins fólkasløg skulu verða doypt í navni tínum og hoyra tær til. Vit biðja teg, gev okkum av hjarta at trúgva, at vit við honum í heilagum dópi eiga fyrigeving fyri allar syndir okkara. Hjálp okkum við heilaga orði tínum og sakramentum at halda boð tíni og at vaksa í trúgv, vón og kærleika, til vit at enda verða sæl allar ævir fyri Jesus Krist, váran harra, sum við Guði faðir livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen.

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet