
Jesu miskunn
Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson tann: 18.07.2021
Prædikur
Prædika í Gjáar kirkju 7. sunnudag eftir tríeindardag
Evangelium: Mark 8,1-9
Sálmur fyri prædiku: 43 (Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há)
Jesus elskar okkum við einum fullkomnum kærleika, og tí hevur hann eisini eina fullkomna sjón fyri okkara tørvi, bæði andliga og likamliga sæð. Jesus sá tey 4000. Hann sá tey 5000. Hann sær allan heimin. Og hann sær eisini teg og meg! Hann verður rørdur innan í sær sjálvum, tí at hann sær okkara neyð. Hann sigur: "Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu", og setir sær fyri at metta okkum.
Hoyr alla prædikuna her: