Hin himmalska veitslan

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 18.10.2021   
Prædikur

Við líknilsinum um brúdleypið hjá kongssyninum fær Jesus okkum til at hugsa um okkara egnu støðu yvir fyri Jesusi og hansara stóru veitslu heima í Himli. Eru vit til reiðar at ganga inn í veitsluna? Eru vit ílætin brúdleypsklæði?

Og Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra í líknilsum og segði: “Himmiríki er líkt einum kongi, ið gjørdi brúdleyp hjá syni sínum. Og hann sendi sveinar sínar avstað at boða teimum, ið boðin vóru í brúdleypið. Men tey vildu ikki koma. Hann sendi aðrar sveinar á øðrum sinni avstað og segði: Sigið teimum bodnu: “Sí, veitslu mína havi eg gjørt til reiðar, oksar mínir og feitineytini eru dripin, og alt er tilgjørt; komið í brúdleypið!” Men tey løgdu einki í tað, men fóru burtur aðrar staðir, eitt út í akur sín og annað í handil sín; og hini tóku hendur á sveinar hansara og meinslaðu og drópu teir. Men kongurin varð vreiður og sendi út herlið sítt og tók hesi illgerðarfólkini av lívi og brendi borg teirra. Tínæst sigur hann við sveinar sínar: “Víst er tilgjørt til brúdleyps; men tey bodnu vóru tess ikki verd. Farið tit tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp so mongum, sum tit hitta.” Og hesir sveinarnir fóru út á vegirnar og savnaðu saman øll, teir hittu, bæði ónd og góð, og gildisskálin varð fullur av gestum. Men tá ið nú kongurin fór innar at síggja gestirnar, bar hann eyga við ein mann, sum ikki var klæddur í brúdleypsklæði. Og hann sigur við hann: “Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar, og ert ikki í brúdleypsklæðum?” Men hann tagdi. Tá segði kongurin við sveinarnar: “Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl! Tí at mong eru kallað, men fá eru útvøld” (Matt 22,1-14).


Inngangur

Til andans stóru náðifest

mær Harrans rødd nú bjóðar,

far frá mær alt, meg gleddi mest,

um Guði ei tað hóvar;

far av mær hvørt eitt haft og band,

ei gull og góðs, ei hav og land

skal Harrans gesti forða!

(461 í Sálmabókini).


Hetta sálmaversið, sum Ingemann yrkti, hóskar sera væl til líknilsið um brúdleypið hjá kongssyninum. Hetta er jú sjálv kjarnin í boðskapinum: Harrin hevur bjóðað tær og mær inn til sína stóru náðifest, og eingin ella einki skal sleppa at forða Harrans gesti!


Við líknilsinum um brúdleypið hjá kongssyninum lýsir Jesus ein djúpan sannleika um Guds ríki – ein sannleika, sum Jesaja eisini hevði profeterað um eini 700 ár frammanundan: “Harri herliðanna man á hesum fjalli [Zions fjalli] tilbúgva øllum tjóðum veitslu...” (Jes 25,6). So hetta er ikki nakað nýtt samtaluevni, sum er uppi at venda henda dagin, tá ið Jesus lærdi í halgidóminum (Matt 21,23).


Komið í brúdleypið!

Í líknilsinum hava vit hoyrt Jesus siga: “Sí, veitslu mína havi eg gjørt til reiðar, oksar mínir og feitineytini eru dripin, og alt er tilgjørt; komið í brúdleypið!” (4). Men hvørji eru í grundini hesi, sum skulu vera við til hina himmalsku brúdleyspveitsluna? Hesum viðvíkjandi høvdu teir flestu Fariseararnir óiva lagt dent á, at tað eru tey, sum megna at halda lógina, sum eru verd at setast til borðs í Guds ríki á evsta degi. Men við hesum líknilsinum ger Jesus tað púra greitt, at hann hevur eina heilt aðra fatan av hini himmalsku veitsluni.


700 ár frammanundan profeteraði Jesaja sum sagt um eina stóra veitslu, sum Harrin skal tilbúgva fyri øllum tjóðum á evsta degi. Og talan er um eina æviga veitslu, tí at “deyðan ger hann til einkis um allar ævir; og Harrin drottin skal turka tárini av hvørjum andliti og taka burtur vanviring fólk síns um alla jørðina” (Jes 25,8). Ja, hetta kunnu vit sannliliga kalla fyri eina stóra náðifest – ein náðifest, sum eisini er fyri teg og meg.


Ein onnur fatan

Men Fariseararnir høvdu eftir øllum tykki ikki somu fatan av evsta degi og hini stóru brúdleypsveitsluni. Tað sær enntá út til, at profetiið hjá Jesaja bleiv skúgvað til viks við tíðini, og at ein onnur fatan vann frama.


Í Enoks bók, sum varð skrivað í aðru øld f.Kr., verður henda veitslan lýst sum ein kvøldmáltíð, har ið bæði Messias og heidningarnir eru til staðar. Men so stendur tað, at deyðseingilin eisini verður til staðar, og at hann skal beina fyri heidningunum. Og í einum øðrum jødiskum teksti hjá Qumransamkomuni verður kvøldmáltíðin lýst sum ein veitslumáltíð, har ið eingir heidningar eru til staðar. Bara teir jødar, sum høvdu hildið lógina, kundu luttaka. Í tekstinum stendur m.a.: “Og so skal Ísraels Messias koma, og teir hægstu yvir [ættum Ísraels] skulu sita framman fyri honum, alt eftir teirra tign...”


Øll vórðu boðin við!

Fariseararnir høvdu eftir øllum at døma eina slíka avskeplaða áskoðan av hini stóru brúdleypsveitsluni. Hetta var ein avskepla áskoðan, tí at hon samsvaraði als ikki við profetiið hjá Jesaja, har ið bæði jødar og heidningar vórðu bodnir við. Ja, øll vórðu boðin við!


Hjá Lukasi nevnir Jesus enntá nøvnini hjá summum, sum vera við til veitsluna: Ábraham, Ísak, Jákup og allir profetarnir vera har. Hann undirstrikar eisini, at tey skulu koma eystaneftir og vestaneftir og norðaneftir og sunnaneftir og setast til borðs í Guðs ríki (Luk 13,28-29). Her verður profetiið hjá Jesaja uppfylt: “Harri herliðanna man á hesum fjalli tilbúgva øllum tjóðum veitslu...” (Jes 25,6).


Brúdleypsklæðini eru avgerandi

Í líknilsinum hava vit hoyrt Jesus siga: “Men tá ið nú kongurin fór innar at síggja gestirnar, bar hann eyga við ein mann, sum ikki var klæddur í brúdleypsklæði. Og hann sigur við hann: “Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar, og ert ikki í brúdleypsklæðum?” Men hann tagdi. Tá segði kongurin við sveinarnar: “Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl!” (11-13).


Nógv óvæntað fer eisini at henda á evsta degi. Summi ganga inn til veitsluna, meðan onnur verða kastað út í myrkrið fyri uttan. Og tað, sum avger, hvar ið ein endar, eru brúdleypsklæðini.


Hin stóri hvíti skarin

Hesi klæðini verða eisini lýst fyri okkum í Opinberingini, har ið vit lesa um, hvussu ápostulin Jóhannes sær hin stóra hvíta skaran í Himli. Og tá ið Jóhannes spyr, hvørji hesi eru, so svarar Harrin: “Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins” (Opb 7,14).


Rættvísið, sum vit eiga við trúnni á Jesus, reinsar okkum frá allari synd! Ikki ein tann einasti syndabletturin er at síggja á hinum longu hvítu klæðunum! Tey, sum trúgva á Jesus, hava jú tvigið síni klæði í Jesu blóði. Tey eru rein og rættvís - ikki í sær sjálvum, men vegna hann, sum varð særdur teirra synda vegna og sundurbrotin teirra misgerða vegna. Jesus er okkara rættvísi!


Jesu blóð reinsar okkum

Reinur sum kavi, / frelsu eg havi / fingið við Jesu Kristusar blóð! plaga vit at syngja. Sjálvi eru vit kolasvørt vegna syndina, men Harrin hevur latið okkum úr teimum skitnu klæðunum og givið okkum hátíðarklæði í staðin. Hóast vit dag um dag merkja til syndina í okkara lívi, og hóast djevulin ákærir okkum fyri júst hesar syndirnar dag um dag, so kunnu vit kortini í frímóði taka undir við profetinum Jesaja, tá ið hann sigur: “Stórum eg gleðist í Harranum, um Guð mín fegnast mín sál, tí at hann hevur latið meg í frelsubúna, sveipað meg í rættlætis skikkju...”


Tú og eg kunnu líta fult og fast á, at Jesu blóð reinsar okkum frá allari synd (1 Jóh 1,7). Hetta eru jú klæðini, sum avgera, um vit sleppa inn til brúdleypsveitsluna, ella um vit verða kastað út í myrkrið fyri uttan! Gævi at vit øll við trúnni á Jesus kunnu syngja um okkara himmalsku vón – um okkara brúdleypsklæði og um hina stóru brúdleypsveitsluna:


O, leið meg tá frá synd og sorg

í hvítum rættferðskrúð

til himmiríkis glæstriborg,

til dýrd í himnabú.

(192 í Sálmabókini).


Kallið ljóðar til øll

Jesus undirstrikar boðskapin í líknilsinum, tá ið hann at enda slær fast: “Tí at mong eru kallað, men fá eru útvøld” (14). Kallið til at koma inn til hina himmalsku brúdleypsveitsluna ljóðar til øll menniskju, men út av øllum teimum kallaðu eru tað kortini bara nøkur fá, sum eru kallinum líðin, og sum kunnu ganga inn til veitsluna, nevniliga tey, sum hava fingið brúdleypsklæði, og sum av hjarta kunnu syngja: Reinur sum kavi, / frelsu eg havi / fingið við Jesu Kristusar blóð!


Við líknilsinum um brúdleypið hjá kongssyninum fær Jesus okkum til at hugsa um okkara egnu støðu yvir fyri Jesusi og hansara stóru veitslu heima í Himli. Eru vit til reiðar at ganga inn í veitsluna? Eru vit ílætin brúdleypsklæði?


Høvuðsmálið

Við teimum innleiðandi orðunum í líknilsinum leggur Jesus dent á høvuðsmálið: “Himmiríkið er líkt einum kongi, sum gjørdi brúdleyp hjá syni sínum. Og hann sendi sveinar sínar avstað at boða teimum, ið boðin vóru í brúdleypið.” Gud býður okkum altso í hina himmalsku brúdleypsveitsluna. Hetta er høvuðsmálið!


Tá ið ein í Jesu samtíð bjóðaði inn til eina veitslu, so gjørdi man altíð hetta út frá talinum av teimum, sum høvdu takka ja til innbjóðingina. Soleiðis vistu tey, hvussu nógvan mat tey skuldu gera. Á sjálvum degum, tá ið maturin var klárur, sendi harrin síðani sín tænara út við boðunum: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!”


Men í líknilsinum síggja vit, at tey, sum fyrst høvdu takka ja til innbjóðingina, kortini ikki vilja koma. “Tey løgdu einki í tað, [hava vit lisið] men fóru burtur aðrar staðir, eitt út í akur sín og annað í handil sín...” (5). Hetta umboðar øll tey, sum hava nokk í sær sjálvum, og sum ikki halda seg hava brúk fyri Jesusi, men hava størri áhuga í t.d. sínum akuri, sínum handli ella onkrum heilt øðrum. Tað kann vera so nógv. Onnur vóru meira fíggindalig mótvegis konginum og hansara innbjóðing. Tey “...tóku hendur á sveinar hansara og meinslaðu og drópu teir” (6). “Kongurin varð vreiður” (7), men vreiðin verður vend til náði, tí at hann biður sveinar sínar fara út og bjóða so mongum, sum teir hitta, í brúdleypið. Og gildisskálin varð fullur av gestum. Ja, Gud vil, at øll skulu verða frelst. Hann vil hava fult hús!  


Í líknilsinum verður tað soleiðis beinanvegin greitt, at kallið til at koma inn til veitslumáltíðina fer út til mong, men at tað er ymiskt, hvussu kallið verður móttikið. Summi eru líkasæl. Onnur eru fíggindalig. Aftur onnur taka gleðiliga ímóti kallinum, tá ið tað ljóðar.


Harrin vil hava teg og meg við

Her koma tú og eg inn í myndina! Henda stóra innbjóðingin ljóðar nú til okkum. Og hóast tað er satt, at vit als ikki eru verd til at ganga inn til hina himmalsku veitslumáltíðina, so er innbjóðingin kortini galdandi her og nú fyri teg og meg. Hvat vilja vit gera við hesa innbjóðingina? Tað er einki at ivast í, hvat Harrin vil hava okkum at gera! Hann vil hava okkum til at taka hansara innbjóðing til okkum fult og heilt, tí at hann vil veruliga hava okkum at vera saman við honum inni í hansara ævigu gleði. Hann hevur gjørt alt fyri at tryggja okkum eitt pláss við hansara borð!


Nú er vegurin inn til Paradís opin. Nú vil Gud hava okkum øll við inn í sítt ríki, óansæð hvussu okkara lív so sær út. Hann vil hava okkum við! Henda veitslan verður hildin, hóast fólk bera seg undan. Mótsætt øllum avlýsingum, sum vit hava upplivað í koronutíðini, so verður henda veitslan kortini ikki avlýst. Nei, hon verður hildin ein ávísan dag, og Harrin vil hava teg og meg at vera við har inni í hansara ævigu gleði!


Endi

Ein hevur lýst hetta nakað soleiðis: “Eg kann síggja hina stóru løtuna fyri mær, tá ið Himmalsins æviga verð opnar seg fyri øllum eygum, og tey deyðu í Kristi kring heimin skulu stíga út úr teirra grøvum og við gleði rætta sínar hendur upp móti ljósinum, sum møtir teimum og kallar tey inn til lívsins ævigu veitslu. Tá eru synd og deyði løgd aftur um bak í allar ævir. Tey skulu ongatíð møta hesum aftur. Sorg, skríggj, ótti og pína er farið fyri alla tíð. Alt er gleði. Alt er friður. Alt er gott. Jú, tann dagurin verður sanniliga ein veitsludagur!” (Frank Jacobsen).


Gud elskar okkum so nógv, at hann ikki vil vera okkum fyri uttan á hesum stóra veitsludegi! Tí sigur hann eisini við teg og meg í dag: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” Og tá ið vit fara til altars, sleppa vit eisini fáa ein forsmakk uppá hina stóru veitslumáltíðina heima í Himli. Við altarborðið verða vit sum kristin eisini bjóðað til at luttaka í hini stóru kvøldmáltíðini saman við Jesusi á evsta degi. Vit eta og drekka nú. Vit eiga lut í Jesu likami og blóði nú. Ja, veitslan er longu nú byrjað, og hon verður fullkomin á evsta degi, tá vit sleppa at hoyra kallið: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” Hesa veitslu mugu vit fyri alt í verðini ikki forsøma!


Til andans stóru náðifest

mær Harrans rødd nú bjóðar,

far frá mær alt, meg gleddi mest,

um Guði ei tað hóvar;

far av mær hvørt eitt haft og band,

ei gull og góðs, ei hav og land

skal Harrans gesti forða!


Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet