Hevur tú Jesus?

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 07.02.2022   
Prædikur

Uppaftur er himmiríkið líkt eini nót, ið er sett í sjógvin og savnar saman fisk av øllum sløgum; tá ið hon so er full, draga teir hana á land og seta seg at henta teir góðu fiskarnar upp í ílát; men teir, ið ikki eru etandi, kasta teir út aftur. Soleiðis skal tað verða við veraldar enda.

Himmiríkið er líkt einum dýrgripi, sum lá fjaldur í jørðini; ein maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda fund fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hesa jørðina. Uppaftur er himmiríkið líkt einum keypmanni, ið sóknaðist eftir vøkrum perlum. Og tá ið hann fann eina sera dýrabara perlu, fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hana. Uppaftur er himmiríkið líkt eini nót, ið er sett í sjógvin og savnar saman fisk av øllum sløgum; tá ið hon so er full, draga teir hana á land og seta seg at henta teir góðu fiskarnar upp í ílát; men teir, ið ikki eru etandi, kasta teir út aftur. Soleiðis skal tað verða við veraldar enda. Einglarnir skulu fara út og skilja tey illu burtur úr teimum rættvísu, og teir skulu kasta tey í eldovnin; har verður grátur og tannagrísl (Matt 13,44-50).


Jesu líknilsistala

Her hava vit lisið eitt brot úr hini triðju stóru taluni hjá Jesusi í Matteusevangeliinum – ein tala, sum eisini verður kallað Jesu líknilsistala. Í teimum fyrstu versunum í kapitul 13 lesa vit um, hvussu Jesus fór frá húsum og setti seg við Genesaret vatnið. Í Jesu samtíð var tað vanligt, at ein lærari setti seg niður, tá ið hann skuldi undirvísa. Stórar mannamúgvur savnaðust um Jesus fyri at hoyra hann undirvísa. Og fyri at tryggja sær, at øll hoyrdu hann, setti Jesus seg í ein bát og undirvísti mannamúgvurnar, sum stóðu á strondinu, úr bátinum.


Tað, sum Jesus segði við mannamúgvurnar tá, er eisini galdandi fyri okkum í dag. Hann hevur nakað sera týdningarmikið at siga okkum. Og fyri at tryggja sær, at vit skilja hansara boðskap, talar hann til okkum í líknilsum, har ið hann knýtir boðskapin um himmiríkið saman við ymiskt, sum vit kenna frá gerandisdegnum: dýrgripir í jørðini, vakrar perlur og fiskiskap.


Tann týdningarmesti boðskapurin

Í líknilsistaluni sigur Jesus einastaðni: “Hvør, ið oyru hevur, hann hoyri” (Matt 13,9). Jesus vil hava okkum til at hoyra tað, sum hann hevur at bera okkum! Hví vil hann tað? Jú, tað vil hann, tí at hesin boðskapurin er tann týdningarmesti boðskapurin, sum vit yvirhøvur kunnu hoyra! Hetta er boðskapurin um himmiríkið, og hvussu tú og eg koma inn í himmiríkið. Og tá ið Jesus kallar okkum til at hoyra, so trúgvi eg, at hetta skal skiljast í einum jødiskum samanhangi. Hebraiska orðið shema, tvs. at hoyra, merkir ikki bara hetta at hoyra og at hoyra og so ikki meira, men tað merkir eisini at gera eftir tí, sum ein hevur hoyrt, at hoyra Guds orð, at taka tað til sín og at liva samsvarandi við Orðið. Hetta er altso ein boðskapur, sum Jesus veruliga vil hava okkum til at hoyra og goyma í okkara hjørtum!


Tá Jesus var liðugur at undirvísa mannamúgvunum, fór hann heim til húsa. Og lærusveinarnir komu til hansara og bóðu hann greina fyri teimum tað, ið hann hevði boðað. Í hesum samanhanginum heldur Jesus eisini á við at undirvísa lærusveinarnar við líknilsum.


Líknilsið um dýrgripin

Jesus sigur: “Himmiríkið er líkt einum dýrgripi, sum lá fjaldur í jørðini; ein maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda fund fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hesa jørðina” (Matt 13,44).


Her samanlíknar Jesus himmiríkið við ein dýrgrip. Grikska orðið, sum verður brúkt her (θησαυρός), kann eisini umsetast til ein skatt ella eina skattakistu. Hetta er eisini ein tanki, sum vit kunnu seta okkum inn í. Ímynda tær, at tú brádliga ein dagin finnur eina gamla skattakistu, sum hevur ligið goymd í jørðini í fleiri hundra ár. Hetta er sovorið, sum eg eisini plagdi at ímynda mær, tá eg sum smádrongur hoyrdi um Norskuløvu, og at eitt stórur gullskattur eisini var sokkin niður við henni í Lambavík í 1707. Hvat um eg brádliga fann henda gullskattin? Hetta er tilfar bæði til bøkur og filmar. Nu går den vilde skattejagt, var ein filmur frá 1984, sum snúði seg júst um hetta, at fáa fatur í hinum stóra skattinum! Eina slíka mynd brúkar Jesus eisini í hesum líknilsinum. Hann samanlíknar Guds ríki við ein stóran skatt – ja, skattin yvir øllum øðrum skattum! Hetta er ein skattur, sum hevur so stórt virði og er orsøk til so stóra gleði, at man fegin selur allar aðrar skattir her á fold, bara fyri at fáa fatur í hesum eina stóra skattinum! Og Jesus kallar okkum øll til at gera tað sama, sum maðurin í líknilsinum ger. Av berari gleði yvir Jesus, okkara dýrgrip, sum reinsar okkum frá allari synd og sum gevur okkum alt Himmalsins ríkidømi – av berari gleði yvir hann eiga vit at síggja henda sannleikan: Jesu navn er hitt dýrabarasta av øllum! Ella sum vit plaga at syngja:


Jesu dýrabara navn,

okkum frælsis morgunroði,

himni frá við gleðiboði,

bangnum sálum hvíldarhavn,

trúnni sterka sigursmerki,

vónum trygga akkersgrund,

lýs tú leið í lívsins verki,

veit tú lív á deyðans stund.


Jesu er sjálvur hitt dýrabarasta av øllum! Hann er sjálvur gleðiboðskapurin, sum er sendur av himni til okkum! Bara hann kann føra okkum til hina ævigu hvíldarhavn! Bara hann kann veita tær og mær lív á deyðans stund! mugu vit fyri alt í verðini hava Jesus, okkara dýrgrip!


Líknilsið um perluna

Jesus sigur: “Uppaftur er himmiríkið líkt einum keypmanni, ið sóknaðist eftir vøkrum perlum. Og tá ið hann fann eina sera dýrabara perlu, fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hana” (Matt 13,45-46).


Her samanlíknar Jesus himmiríkið við eina dýrabara perlu. Í hinum undanfarna líknilsinum hoyrdu vit um ein mann, sum fann ein dýrgrip. Tað var ikki soleiðis, at hann hevði gingið og leitað eftir dýrgripum. Tað var meira av óvart, at hann fann henda stóra skattin í jørðini. Í sambandi við perluna hoyra vit harafturímóti um ein keypmann, sum finnur eina dýrabara perlu eftir at hann hevði gingið og leita eftir vøkrum perlum í eina tíð.


Í hesum báðum líknilsunum síggja vit altso bæði líkheitir og ólíkheitir. Í báðum førum er talan um nakað, sum er so dýrabart, at bæði maðurin og keypmaðurin eru villigir at selja alt tað, sum teir áttu, so at teir kundu ogna sær dýrgripin og perluna. Munurin millum líknilsini er, hvussu hesir menninir koma fram á dýrgripin og perluna. Í tí fyrra døminum er talan um ein mann, sum finnur ein dýrgrip av óvart. Í tí seinna døminum er talan harafturímóti um ein mann, sum leitar eftir vøkrum perlum, inntil hann finnur hesa dýrabaru perluna, sum yvirgongur alt annað, sum hann átti. Hetta lýsir eisini nokkso væl okkara trúarsøgur, og hvussu Gud grípir inn í okkara lív á ymiskan hátt. Summi av okkum vóru kanska ikki so øðiliga áhugaði í at finna Jesus. Vit hildu, at vit høvdu tað fínt, líka inntil tann avgerandi dagin í lívinum, tá ið Gud greip inn, og vit funnu útav, at Jesus er hin størsti dýrgripurin – ein dýrgripur, sum vit bara máttu hava – kosta, hvat tað kosta vil! Summi av okkum kunnu enntá siga, hvønn dag og hvat ár tað var, tá ið hin stóra broytingin fór fram í lívinum hjá einum. Trúarsøgan hjá øðrum líkist kanska meira keypmanninum, sum fór at leita eftir vøkrum perlum. Vit leita eftir gleðini í lívinum bæði her og har, men hina ævigu og himmalsku gleðina kunnu vit bara finna einastaðni, nevniliga í sjálvum Jesusi, okkara dýrabaru perlu! Soleiðis hevur tað eisini verið í mínum egna lívið. Eg leitaði eftir perlum í hesi verð, í fløskuni o.s.fr., men har fann eg onga varðandi gleði. Kortini skuldi eg raka botn fleiri ferðir, áðrenn tað veruliga gekk upp fyri mær, at Jesus er hin dýrabarasta perlan av teimum øllum! Ja, lívið hevur verið upp og niður, men tað var nevniliga í tí lága, at hin dýrabara perlan varð funnin. Ella sum vit syngja:


O, leitið at eyðmjúkum støðum,

for Jesusi grátið á knøum!

Tá fáa tit Jesus í talu;

tí rósurnar vaksa í dali.


Tað er ymiskt, hvussu Gud grípir inn í okkara lív. Hjá summun hendur tað frá einum degi til ein annan. Meðan tað hjá øðrum gongur ein longri tíð, áðrenn vit fáa eyguni upp fyri Jesusi, hini dýrabarastu perluni! Boðskapurin í hesum báðum fyrru líknilsinum er í grundini tann sami. Og endurtøkan er við til at undirstrika týdningin av tí, sum Jesus sigur um himmiríkið, um seg sjálvan og um teg og meg:


  1. Eg skal bera meg at, líkasum maðurin, sum seldi alt, so at hann kundi keypa jørðina við hinum fjalda dýrgripinum. Eg má fyri alt í verðini hava Jesus, mín dýrgrip!
  2. Eg skal bera meg at, líkasum keypmaðurin, sum seldi alt, so at hann kundi ogna sær hina dýrabaru perluna. Eg má fyri alt í verðini hava Jesus, mína dýrabaru perlu!


Líknilsið um nótina

Jesus sigur: “Uppaftur er himmiríkið líkt eini nót, ið er sett í sjógvin og savnar saman fisk av øllum sløgum; tá ið hon so er full, draga teir hana á land og seta seg at henta teir góðu fiskarnar upp í ílát; men teir, ið ikki eru etandi, kasta teir út aftur. Soleiðis skal tað verða við veraldar enda. Einglarnir skulu fara út og skilja tey illu burtur úr teimum rættvísu, og teir skulu kasta tey í eldovnin; har verður grátur og tannagrísl” (Matt 13,47-50).


Í okkara føri er tað kanska serliga hetta triðja líknilsið, sum vit føroyingar kunnu seta okkum sjálvi í samband við. Sjálvur havi eg verið bæði til skips og arbeitt við fisk á landi. Og líkasum í Jesu døgum, er tað altíð okkurt, sum verður vrakað, tí at tað er óetandi. Soleiðis var tað t.d., tá ið eg afturi í 90’unum stóð og bløðgaði laks: Allur sjálvdeyður laksur varð skildur burtur frá øllum hinum góðu og sprellandi laksunum. Við hesum triðja líknilsinum undirstrikar Jesus fyri okkum, at soleiðis fer tað á líknandi hátt eisini at verða ein skilnaður á dómadegi. Og á hesum degi hevur tað ævinleikans fylgjur fyri okkum at hava Jesus sum okkara hjartans dýrgrip! Henda dýrgrip og hesa perlu mugu tú og eg fyri alt í verðini hava, tí at tá ið vit hava Jesus, tá fær Gud eisini fatur í tí dýrgripinum, sum hann vil gjalda tann størsta prísin fyri at ogna sær sjálvum, nevniliga teg og meg! Hann vil hava okkum í síni dýrd í allar ævir, og hann hevur gjørt okkum ein veg inn til dýrdina við Jesusi, okkara dýrgripi.


Jesu boðskapur er greiður! Líkasum tað í grundini eru tvey sløg av fiskum: teir góðu, og teir, sum verða vrakaðir. Soleiðis verða tað á dómadegi eisini tvey sløg av menniskjum: tey, sum verða frelst, og tey, sum glatast. Ella sum tað stendur skrivað: “Einglarnir skulu fara út og skilja tey illu burtur úr teimum rættvísu, og teir skulu kasta tey í eldovnin; har verður grátur og tannagrísl.” Hetta er tann álvarsami veruleikin, sum Jesus boðaði í síni samtíð, og sum hann eisini boðar okkum í dag. Tað kann vera, at vit hava mestan hug til at tiga henda partin av Jesu undirvísing burtur, men hvussu kunnu vit loyva okkum at tiga tað burtur, sum Jesus sjálvur ikki tigur burtur? Nei, tað kunnu vit ikki! Tí mugu vit eisini í dag hoyra henda álvarsama boðskapin um, hvussu tað verður við veraldar enda.


Tað kemur ein dómadagur og ein skilnaður millum trúgvandi og ikki-trúgvandi. Hesin dagurin verður ræðuligur hjá teimum, sum ikki hava Jesus sum sín hjartans dýrgrip! Hetta leggur Jesus stóran dent á. Tí er tað eisini at hann samanlíknar hina glataðu støðuna við ein eldovn. Her er talan um ein ævinleika í myrkrinum burtur frá Gudi og hansara ríki – ein ævinleika uttan Guds signing, kærleika, gleði og vón. Hesum staði, hesum gráti og tannagrísli, skulu vit fyri alt í verðini sleppa okkum undan! Og hetta er eisini tað, sum sjálvur Gud ynskir fyri hvønn einstakan av okkum! hevur hann eisini goldið tann størsta prísin, fyri at bjarga okkum undan hesum ræðuliga staði: “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3,16). Hvør tann, sum hevur dýrgripin, skal ikki glatast, men hava ævigt lív! Hvør tann, sum hevur hina dýrabaru perluna, skal ikki glatast, men hava ævigt lív!


Hvar vit brúka okkara ævinleika avhongur av hesum eina spurninginum: Hevur tú Jesus?

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet