Far í dag og arbeið í víngarðinum

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 30.10.2022   
Prædikur

Prædika til 20. sunnudag eftir tríeindardag

Lestur: Jes 5,1-7

Evangelium: Matt 21,28-44

Sálmur fyri prædiku: 282 (Guðs endurføddu, nýlivnaðu sálir)

Hetta er eitt ríkt og vælsignað kall at fáa frá Harranum. Hugsað tær, at sjálvur Gud, hin almáttugi skapari himins og jarðar, kemur til tín og sigur við júst teg: “Far í dag og arbeið í víngarðinum!” Men eins og vælsignað hetta kallið er, so hevur tað samstundis álvarsamar fylgjur fyri okkum, um vit eru kallinum ólýðin. Hetta álvarsemið síggja vit eisini í teimum báðum líknilsunum, sum Jesus fortaldi teimum jødisku leiðarunum, meðan hann undirvísti í halgidóminum í Jerusalem.  


Líknilsið um tveir synir

Í tí fyrra líknislinum talar Jesus um ein mann, sum átti tveir synir, og hann kallaði báðar út í víngarðin at arbeiða. Tann fyrri sonurin noktaði í fyrstu atløgu, men seinni angraði hann tað og fór avstað kortini. Hin sonurin segði ja til at fara út í víngarðin, men fór kortini ongatíð.

Við einum spurningi ger Jesus tað púra greitt fyri teimum jødisku leiðarunum, hvat hann sipar til við hesum fyrra líknilsinum. “Hvør av hesum báðum gjørdi vilja faðirsins?” spyr Jesus. Og teir svara: “Hin fyrri.” Men nú verður alt brádliga persónligt og sera álvarsamt. Jesus avdúkar jú, at líknilsið sipar beinleiðis til hesar jødisku leiðararnar.

Líkasum sonurin í líknilsinum segði ja, men kortini ikki fór í víngarðin, soleiðis hava hesir leiðararnir heldur ikki gjørt tað, sum Gud kallaði teir til. At síggja til livdu høvuðsprestarnir og fólksins elstu samsvarandi við einum ja til Gud, men Jesus avdúkar kortini teirra falska ja sum eitt nei bæði til Gud og Guds ríki og sigur: “Tollarar og skøkjur ganga undan tykkum inn í Guðs ríki. Tí at Jóhannes kom til tykkara á rættvísis vegi, og ikki tit trúðu honum; men tollarar og skøkjur trúðu honum; men tó at tit sóu tað, iðraðu tit tykkum kortini ikki eftir tí seinni, so at tit trúðu honum.” Hesir at síggja til gudsóttandi mennirnir tóku ikki ímóti honum, sum Gud hevði sent til teirra – Doyparan, sum í oyðimørkini prædikaði umvendingardóp til fyrigevingar syndanna. Men harafturímóti tóku tollarar og skøkjur ímóti honum, sum Gud hevði sent. Slík menniskju, sum vóru andstyggilig og syndafull í eygunum hjá jødisku leiðarunum, vendu um og fingu syndanna fyrigeving.


Tá ið Gud møtir okkum

Hetta er ikki bara nakað, sum var viðkomandi í Jesu samtíð. Hetta er akkurát líka so viðkomandi fyri okkum í dag! Tá ið Gud møtir okkum, møtir hann okkum altíð á sama hátt, sum vit hava sæð í hinum fyrra líknislinum. Hann møtir okkara nei, antin opinberliga sum hjá hinum fyrra soninum ella dult í hjartanum, handan eitt ja við munninum, líkasum hjá hinum seinna soninum.

Gud havi lov fyri, at undur eisini henda í dag, tá ið tey, sum í fyrst atløgu søgdu nei, kortini iðra seg og siga ja! Hesi ganga inn í Guds ríki saman við tollarum, skøkjum og øllum syndarum, sum sóu sína glataðu støðu og tóku ímóti Frelsaranum – honum, sum Doyparin eisini peikaði á, tá ið hann segði: “Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins!” (Jóh 1,29). Bara Jesus hevur tikið okkara nei – allar okkara syndir – á seg sjálvan! Og bara í Jesusi fáa vit lut í hansara æviga og óbroytiliga ja til Gud!


Hin lýdni sonurin

Í mun til teir báðar synirnar í hinum fyrra líknilsinum kundi ein kanska unna pápanum ein triðja son, sum uttan himpr gjørdi, sum pápin ynskti. Hóast ein slíkur lýðin triði sonur ikki er at finna í sjálvum líknilsinum, so merkir hetta kortini ikki, at hann ikki er til. Tað er jú hin lýdni sonurin, sum sjálvur fortelur líknilsið – Jesus – Guds einborni sonur!

Í einari prædiku yvir henda sama tekstin undirstrikar danski presturin og professarin í gudfrøði, Regin Prenter: “Um Gud ikki hevði henda lýdna sonin, kundi ikki eitt tað einasta menniskja, sum bara eina ferð hevur sagt nei við Gud, og sum bara eina ferð hevur gjørt sín egna vilja, nakratíð kunna iðra seg og venda aftur til Guds, líkasum tann eini sonurin í líknilsinum.”

Um vit bara siga nei við Gud eina ferð – synda eina ferð - so er úrslitið kortini tað sama. Vit missa atgongdina til Gud og Guds ríki. Hetta verða vit eisini mint á í sambandi við syndafallið. Ádam og Eva vórðu vegna teirra nei rikin út úr Eden, og kerúbarnir við hinum glampandi logasvørði vórðu settir til at verja vegin til lívsins træ. Og vegurin aftur til lívsins træ kann einans opnast aftur av honum, sum altíð hevur verið lýðin móti Gudi.

Jesus, hin lýdni sonurin, strikaði út okkara nei – allar okkara syndir – tá ið hann leið deyðan á krossinum í okkara stað. Og við hansara uppreisn og himmalsferð er vegurin inn í Guds Paradís aftur opnaður fyri okkum. Um vit hava hann – hin lýdna sonin – so hava vit alt!


Líknilsið um teir óndu víngarðsmenninar

Í tí seinna líknilsinum síggja vit síðani, hvat hin lýdni sonurin mátti fara ígjøgnum fyri at frelsa okkum - tey ólýdnu. Hjá profetinum Jesaja verður Ísrael samanborið við ein víngarð, sum Gud hevur plantað (Jes 5,1-7). Henda myndin verður eisini brúkt í tí seinna líknilsinum um teir óndu víngarðsmenninar, og tað verður greitt fyri okkum, at:

  • Gud er víngarðsharrin
  • Ísrael er víngarðurin
  • Jødisku leiðararnir eru víngarðsmenninir
  • Profetarnir eru húskallarnir
  • Jesus er sonurin

Jesus sigur altso sera nógv um seg sjálvan, tá ið hann talar um sonin í líknilsinum. Hann bólkar seg hvørki saman teimum jødisku leiðarunum ella saman við profetunum. Harafturímóti sigur hann, at hann er sjálvur Sonurin.

Jesus visti fullvæl, at jødisku leiðararnir fóru at fella deyðadóm yvir hann fyri gudsspottan. Og líknilsið verður soleiðis eisini ein lýsing av tí, sum teir seinni fóru at gera við Jesus, Sonin. Líkasum víngarðsmenninir drópu bæði húskallarnar og sonin hjá víngarðsharranum, soleiðis kundi Jesus eisin gráta yvir leiðararnar í Jerusalem, tá ið hann segði: “Jerúsalem, Jerúsalem! tú sum tekur profetarnar av lívi og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað saman børn tíni, eins og høna ungar sínar undir veingirnar á sær, – og tit vildu ikki” (Luk 13,34). Við munninum søgdu tey kanska ja, men í hjartanum søgdu tey nei.


Aðalhyrnissteinurin

Men heimsins nei og vrakan av Jesusi vendi Gud kortini til ein ófatiliga stóran sigur fyri Guds ríki. Hetta er eisini tað, sum Jesus undirstrikar, tá ið hann endurgevur frá Sálmi 118 í Gamla Testamenti: “Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur...”

Líkasum aðalhyrnissteinurin/hornsteinurin var tann avgerandi steinurin í húsagrundini, soleiðis er Jesus á sama hátt tann berandi og avgerandi steinurin í Guds húsi. Við honum kunnu vit altíð í frímóði syngja:


Kirkjan hon er eitt gamalt hús,

stendur, um tornini falla;

torn sukku eftir torn í grús,

klokkur enn kima og kalla,

kalla á gomul og á ung,

mest tó á sál, sum troytt og tung

stundar á æviga hvílu.


Vegna Jesus eru vit og øll kristin menniskju nú eisini livandi steinar í Guds andliga húsi. Men uttan hann – aðalhyrnissteinin - raplar øll konstruktiónin! Ja, tað ber dóm og glatan við sær at vraka henda steinin!


Forhering Ísraels

Guds lyftir í Gamla Testamenti vórðu talaði til jødarnar – Guds egna fólk, men tey tóku kortini ikki ímóti honum. “Hann kom til sítt egna, men hansara egnu tóku ikki ímóti honum” (Jóh 1,11). Og Jesus visti, at teir fóru at krossfesta hann um nakrar dagar. Tí er tað eisini, at Jesus sigur við teir, at Guds ríki skal verða tikið frá teimum, og verða givið einum fólki, sum ber tess fruktir – einum fólki, sum tekur ímóti Frelsaranum og sum ber hansara navn víðari út til onnur fólk, allan heimin, ja, eisini til jødarnar, sum vrakaðu Jesus. Gud vil, at øll skulu læra hin lýdna sonin at kenna og verða frelst við honum!


Endi

Kallið ljóðar eisini til okkum: “Far í dag og arbeið í víngarðinum!” Ella sum hin upprisni Jesus sigur við ápostlarnar og øll kristin fólk: “Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda” (Matt 28,18-20). Fruktin er hin kristna kirkjan, sum vegna Guds stóru og ófatiligu náði nú kann syngja:


Harranum fagnið við sangi og hógv!

Harrans nýskapningar, sum fingu málið,

kunnu hans lovsang ei syngja nóg nógv;

latið tí okkum ta kapping nú vera,

hvør ið kann glaðast Guðs náði kunngera!

Halleluja, halleluja!


Gud vælsigni teg og meg og øll kristin fólk dagliga til at vera kallinum líðin, tá ið hann eisini sigur við okkum: “Far í dag og arbeið í víngarðinum!” Vit fingu jú eini gleðiboð at hoyra! Vit fingu eini gleðiboð at eiga! Vit fingu eini gleðiboð at bera! Amen.

Aftur Fráboðan um nýtt innhald Broyt fráboðan
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet