Ert tú tann, ið koma skal?

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 11.12.2022   
Prædikur

3. sunnudag í advent í kirkjuni við Norðskála. Lestur: Jes 35. Evangelium: Matt 11,2-10. Kirkjukórið í Christianskirkjuni sang.

Inngangur

Í dag er tað triði sunnudagur í advent, og tí hava vit eisini tendrað hitt triðja ljósið á adventskransinum. Men hvat merkja hesi fýra ljósini í grundini? Jú, fýratalið er eitt gamalt bílæt upp á mannalívið. Tey fýra ljósini ímynda tey fýra aldursstigini: barndóm, ungdóm, manndóm og aldurdóm. Og líkasum ljósini brenna niður, soleiðis fær barndómur, ungdómur, manndómur og aldurdómur eisini ein enda. Soleiðis er lívið. Tey fýra ljósini eru sett á ein grønan krans. Kransurin hevur ikki nakran enda og ímyndar soleiðis ævinleikan. Og um vit trúgva á Jesus sum okkara Harra og frelsara, tá eiga vit eisini lut í hinum æviga lívinum! Tann sami tankin liggur eisini í hinum grøna gransinum, sum man í gomlum døgum plagdi at heingja á eini nýbygd hús. Við hesum vildi ein undirstrika: “Vit byggja her í tíðini, men gloyma ikki tað æviga lívið.” Og tá ið vit í sambandi við jarðarferð hava grønar kransar standandi runt um altarringin, so vilja vit harvið eisini siga, at vit trúgva tí, sum kransurin ímyndar, nevniliga tað æviga lívið heima hjá Gudi.


Adventus Domini

Sjálvt orðið advent kemur frá hinum latínska “adventus Domini”, sum merkir “Harrans koma.” Og sostatt minnir adventstíðin okkum á hina mest týðandi vitjanina í allari heimssøguni: Hin ævigi Gud kemur til okkum her á fold við Frelsaranum, Jesusi Kristi. Adventsljósið minnir okkum sostatt á at halda jól við gleði og tøkk fyri henda stóra gleðiboðskapin: “Tykkum er í dag ein frelsari føddur!” Ella sum vit hava hoyrt hjá profetinum Jesaja: “Hann kemur sjálvur at frelsa tykkum! Tá skulu eygu hinna blindu latast upp og oyru hinna deyvu opnast, haltir lætta sær á sum hjørtur, og málleys tunga lovsyngur. Tí at í oyðimørkini vatnslindir spretta og løkir í reynum” (Jes 35,4-6). 

Harrin kemur sjálvur inn í okkara syndafalna heim – okkara oyðimørk – fyri at geva okkum lív og frelsu og leiða okkum inn í sín egna hava – henda havan, sum vit eisini fáa ein forsmakk av her og nú, men sum vit einaferð fara at njóta til fulnar og í allar ævir heima í Guds Paradís. Ella sum vit hava sungið:


Sum ein føgur rósulund

oyðimerkur blóma,

fríðkast væl til fagnarfund

undir fragdarljóma,

fáa har av Guði skírd

Libanons og Karmels dýrd,

Sárons fagurleika.


Ert tú veruliga Messias?

Hetta er so stórt og so undurfult, at tað er ikki løgið, at enntá Jóhannes Doyparin – hin størsti av kvinnubornum og tann, sum Jesus sigur, er meir enn ein profetur – tað er ikki løgið, at hann spyr: “Ert tú tann, ið koma skal?” Við hesum spurninginum spyr Doyparin í grundini: Ert tú veruliga hin lovaði Messias? Og líkasum Jesus troystaði og vissaði Doyparan um, at hann veruliga er tann, ið koma skal, soleiðis boðar hann eisini tað sama til okkum her í dag. Hann er veruliga hin lovaði Messias! “Ert tú tann, ið koma skal?” spurdi Doyparin. Og líka síðani Jesu samtíð hava menniskju borið henda sama spurningin fram: Hvør er hesin maðurin? Hvør er Jesus?


Hvønn siga vit Jesus vera?

Spurningurin hjá Doyparanum minnir okkum eisini á tað ferðina, Jesus sjálvur spurdi sínar lærusveinar: “Hvønn siga menn menniskjusonin vera?” Men teir søgdu: “Summir siga: Jóhannes doyparin; summir: Elia og summir: Jeremia ella ein av profetunum.” Hann sigur við teir: “Men tit, hvønn siga tit meg vera?” Tá mælti Símun Pætur og segði: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs”” (Matt 16,13-16). Líkasum á Jesu døgum eru tað eisini nú á døgum ymiskar meiningar um, hvør ið Jesus er. Summi siga, at Jesus var ein góður jødiskur lærari. Onnur siga, at hann bara var ein profetur. Og aftur onnur játta saman við Pæturi, at hann veruliga er Kristus, sonur hins livandi Guds. Spurningurin hjá Jesusi er tí eisini líka so nógv galdandi fyri okkum og okkara samtíð: Hvønn siga vit Jesus vera?


Hin salvaði

Jesus verður kallaður Kristus ella Messias meira enn 50 ferðir í evangeliunum og 280 ferðir í restini av Nýggja testamenti. Orðini er griksk og hebraisk, men hava kortini somu merking, nevniliga: hin salvaði. Tá ið Pætur játtar, at Jesus er hin salvaði, tá játtar hann harvið, at hann trýr, at Jesus er Dávids-sonurin, sum Ísraels fólk hevði bíða eftir í fleiri øldir. Hetta er tað sama, sum Doyparin sipaði til við spurninginum: “Ert tú tann, ið koma skal?” Hetta er eisini tað, sum Jesus váttaði fyri honum. Og júst hesin sannleikin um Jesus broytir alt fyri okkum og allan heimin!


Gud við okkum

“Hann kemur sjálvur at frelsa tykkum!” segði profeturin Jesaja. Tað er sjálvur Gud, sum kemur til okkum, tá ið Jesus verður føddur í Betlehem. Tí er tað eisini, at hann verður kallaður Immanuel, sum merkir Gud við okkum.


Jesus verður eisini ferð eftir ferð tilbiðin sum Gud:

  • Vísmenninir tilbóðu Jesus (Matt 2,11).
  • Lærusveinarnir tilbóðu Jesus, tá ið hann gekk eftir vatninum (Matt 14,33).
  • Hin blindi maðurin tilbað Jesus, aftaná hann var grøddur av honum (Jóh 9,38).
  • Kvinnurnar við Jesu grøv tilbóðu hann aftaná uppreisnina (Matt 28,9).

Tá ið Tummas ápostul sá sárini hjá hinum upprisna, segði hann við Jesus: “Harri mín og Guð mín!” (Jóh 20,28). Ja, Jesus er veruliga tann, ið koma skal! Hann er veruliga Immanuel - Gud við okkum!


Endi

Hvussu er við tær og mær? Sita vit eisini við Doyparans spurningi: “Ert tú tann, ið koma skal?” Um so er, so ljóðar sama svar eisini til okkum, sum tað ljóðaði til Doyparan í fangahúsinum: “Blind fáa sjón og lamin ganga, spitølsk verða rein og deyv hoyra og deyð rísa upp og fátækum verða gleðiboð borin” (v. 5). Jesus er uppfyllilsið av profetiinum hjá Jesaja: “Hann kemur sjálvur at frelsa tykkum!”

Av tí at Jesus veruliga er Messias, so kunnu vit eisini leggja adventina, jólini, okkara lív og ævinleika í hansara tryggu hendur. Hann er jú sjálvur komin fyri at frelsa okkum! Og hóast vit eru stadd mitt í lívsins oyðimørk, har einki grør, so kunnu vit kortini gleðast, tí at Jesus er Immanuel – Gud við okkum. Og við honum fylgir ævigt lív og ævig gleði:


Boða fagra gleðistund

fróir nýggjárssangir,

blóma sum ein rósulund

skulu oydnar eingir,

fáa har av Guði skírd

Libanons og Karmels dýrd,

Sárons fagurleika.

Aftur Fráboðan um nýtt innhald Broyt fráboðan
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet