
Endurføddur til livandi vónar
Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson tann: 17.07.2022
Prædikur
Pætur er trúðarhetjan og tann, sum ivast. Hann er avnoktarin, sum verður eitt hitt størsta vitnið um Jesus. Hann er ein menniskja sum tú og eg - sterkur eina løtu, veikur eina aðra.
Frásøgnin um Pætur er ein frásøgn um, hvussu ein menniskja verður myndað gjøgnum royndir. Tað er ein frásøgn um fall og uppreisn. Pætur er eitt dømi um Guds náði til snávandi, ivandi og fallandi syndarar. Hjá Pæturi læra vit jú, hvussu djúpt ein frelstur syndari kann falla, men samstundis læra vit eisini, at líkamikið hvussu djúpt ein menniskja fellur, so eru Jesu frelsandi armar kortini ongantíð ov stuttir til at bjarga okkum...
Hoyr alla prædikuna her: