Eitt er neyðugt!

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 20.09.2020   
Prædikur

Í øllum lívsins strevi og stákan vil Jesus leiða okkum til tað staðið, har ið vit veruliga kunnu finna hvíld og andliga føði bæði til hetta lívið og hitt komandi. Hetta staðið finna vit einans við Jesu føtur.

Men tað hendi, meðan teir vóru á ferð, at hann kom inn í eina bygd. Har var ein kvinna, ið nevndist Marta, sum beyð honum inn hjá sær. Og hon átti eina systur, sum æt Maria; hon settist niður við føturnar á Jesusi og lýddi á talu hansara. Men Marta hevði strævið við nógvari stákan; og hon kom til og segði: Harri, leggur tú ikki í, at systir mín letur meg vera einsamalla um matgerðina? Sig tó við hana, at hon skal taka hondina í við mær!” Men Harrin svaraði og segði við hana: Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni” (Luk 10,38-42).


Inngangur

“Eitt er neyðugt!” segði Jesus við Martu (Luk 10,42). Og hetta sigur hann eisini við okkum her í dag: “Eitt er neyðugt!” Og hvat er tað? Jú, tað er at gera tað sama, sum Maria gjørdi. “Hon settist niður við føturnar á Jesusi og lýddi á talu hansara” (Luk 10,39). Hetta er tað, sum er neyðugt hjá okkum øllum!


Stákan

“Marta hevði strævið við nógvari stákan” (Luk 10,40). Í sær sjálvum er tað als ikki nakað galið við hesum at stákast. Vit hava óiva øll gleði av stákan, t.d. tá foreldrini stákast í køkinum og gera okkurt lekkurt til døgverða. Hetta var eisini ætlanin hjá Martu. Hon stríddist við matgerðini, tí hon ætlaði sær at gera Jesusi okkurt lekkurt til matnað. Men hon var eitt sindur súr inná systir sína, Mariu, tí at hon ikki hjálpti til við matgerðini, men harafturímóti “bara” sat har við Jesu føtur og lurtaði eftir honum. Men mitt í øllum stríðinum hjá Martu kemur Jesus við einari hjartaligari áminning til hana: “Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum” (Luk 10,41). Henda hjartaliga áminningin ljóðar eisini til okkum í dag: “Jonhard, Jonhard, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum”, kundi tað eisini verðið sagt.


Til hvíldaráir hann leiðir meg

Í dag er tað eisini ríkiligt av ymiskum aktivitetum, sum vit kunnu brúka tíðina uppá. Nakað, sum eyðkennir okkara samtíð, er t.d. snildfonin (smarttelefonin), sum kann fara við nokkso nógvari tíð og orku. Og her tali eg sjálvandi fyrst og fremst um meg sjálvan. Hvørja ferð telefonin sigur “pling”, so tekur man hana fram. Og áðrenn man veit av, er ein góð løta farin. Og friðurin við Harrans føtur í bøn og bíbliulesnaði kann lættliga verða órógvaður av “pling” eftir “pling”. Men í øllum lívsins strevi og stákan vil Jesus leiða okkum til tað staðið, har ið vit veruliga kunnu finna hvíld og andliga føði bæði til hetta lívið og hitt komandi. Hetta staðið finna vit einans við Jesu føtur. Og við Jesu føtur verða kendu orðini hjá sálmaskaldinum eisini galdandi fyri okkum: “Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg. Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið” (Sl 23,2-3).


Guds orð

Útyvir snildfon, Ipad og playstation kunnu vit t.d. eisini brúka tíðina til at íðka ítrótt, spæla tónleik, ja, vit kunnu brúka tíðina uppá nógv ymisk og góð ting. “Men eitt er neyðugt!” Við at siga soleiðis, undirstrikar Jesus bæði fyri Martu og fyri okkum, at tað er eitt, sum eigur at hava fyrsta pláss í okkara lívi, og tað er altso ikki matur og matgerð, playstation, telefon o.s.fr. Nei, tað sum er neyðugt fyri okkum øll, og sum er avgerðandi fyri okkum øll, er Guds orð - at lurta eftir Guds orði, at hvíla við Harrans føtur og lýða á hansara orð líkasum Maria gjørdi. Ein slíkan dag sum í dag kunnu vit sjálvandi verða upptikin av øllum møguligum. Men mitt í allari okkara stákan, eisini á hesum degi, vil Jesus minna okkum á, at “eitt er neyðugt!” Eitt er neyðugt hvønn dag í okkara lívi, nevniliga at sita við Jesu føtur og lýða á hansara talu.


Gud skal hava fyrsta pláss

Tað er eitt, sum skal hava fyrsta pláss í okkara lívi, nevniliga Gud og hansara orð. Ella sum Jesus sigur einastaðni: “Søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt” (Matt 6,33). Tað er altso afturvendandi ígjøgnum alla Bíbliuna, at Gud skal hava fyrsta pláss í okkara lívi. Hetta síggja vit eisini í teimum 10. boðunum. Tú mást ikki hava aðrar gudar, ljóðar 1. boð. Og í síni viðmerking í Lítlu katekismus undirstrikar Luther, at hetta merkir, at vit eiga fram um alt at óttast og elska Gud og seta alla okkara lít til hansara. Við øðrum orðum skal einki ella eingin sleppa at yvirtaka Guds pláss í okkara lívi. Hetta er jú eisini tað, sum Jesus undirstrikar fyri okkum, tá ið hann sigur, at tað er eitt, sum er neyðugt. Hann sigur ikki, at tað eru tvey, tíggu ella tjúgu ting, sum eru neyðug. Nei, hann undirstrikar, at “eitt er neyðugt!” nevniliga at sita við Harrans føtur og lýða á hansara talu.


Við føturnar hjá meistaranum

Tá vit lesa, at Maria sat við Jesu føtur, so merkir tað í grundini, at hon var ein kvinnuligur lærusveinur hjá Jesusi. Tað rætta plássið hjá einum lærusveini var jú við føturnar hjá meistaranum. Líkasum hinir lærusveinarnir var Maria nú eisini ein lærusveinur hjá Jesusi. Hon sat við hansara føtur og lýddi á hansara læru. Ja, í lívi og læru fylgdi hon eisini í Jesu fótasporum. Hetta var jú tað, sum tað innibar at vera ein lærusveinur tá á døgum – at lurta eftir meistaranum og liva sambært hansara orðum.


Fylgið mær!

Hetta er tað, sum er neyðugt! Hetta er tann góði luturin, sum Maria hevði valgt! Og hetta er eisini tann góði luturin, sum Jesus boðar okkum í dag. Líkasum hann segði við lærusveinarnar, tá hann kallaði teir til at vera lærusveinar, soleiðis sigur hann eisini tað sama við okkum í dag: “Fylgið mær!” (Matt 4,19). Og hetta gera vit altíð við hansara føtur.

  • Vit lýða á hansara læru við hansara føtur.
  • Vit tilbiðja hann við hansara føtur.
  • Og vit fylgja honum í lívi og læru við at ganga í hansara fótasporðum.


Endi

Eina aðra staðni sigur Jesus: “Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guðs munni” (Matt 4,4). Og júst av tí, at vit liva av hvørjum orði, ið gongur út av Guds munni, undirstrikar Jesus eisini fyri okkum, at eitt er neyðugt! Hesum viðvíkjandi sigur Bo Giertz eisini: “Tað er altso neyðugt at “brúka Guds orð”. Hetta merkir, at vit skulu hoyra tað, lesa tað, minnast tað og brúka tað. At brúka Guds orð er ikki nakað, sum ger okkum uppiborðin til nakað hjá Gudi. Men soleiðis er tað, at vit opna okkara hjørtu og okkara lív fyri tí náði, sum vit ongatíð kunnu gera okkum uppiborðin til. Soleiðis taka vit ímóti Guds gávu.” Og í grundini var hetta eisini tað, sum Maria gjørdi: Hon tók ímóti Guds gávum við Jesu føtur.


Latið okkum tí taka Mariu til okkum sum eitt fyridømi. Latið okkum gera tað til ein fastan vana at sita við Harrans føtur í bøn og bíbliulesnaði og harvið taka ímóti øllum Guds gávum til Guds æru og okkum til æviga signing. Amen.

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet