12. sunnudag eftir tríeindardag

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 04.09.2022   
Prædikur

Prædika í Gjáar kirkju 4. september 2022. Lestur: Jón 2. Evangelium: Matt 12,31-42

Inngangur

Prædikuteksturin, sum vit júst hava hoyrt, byrjar við nøkrum álvarsomum orðum, har ið Jesus talar um hesa einu syndina, sum ikki skal verða fyrigivin, nevniliga spottan ímóti Heilagum Anda. Og seinni í tekstinum talar Jesus eisini um tekin Jónasar.


Í dag fara vit sostatt at hyggja eitt sindur nærri at hesum báðum spurningunum:

  1. Hvat er spottan ímóti Heilagum Anda?
  2. Hvat er tekin Jónasar?


Spottan ímóti Heilagum Anda

Upp ígjøgnum tíðina hava mong kristin menniskju verið bangin fyri, at tey hava gjørt seg sek í hesi ófyrigeviligu syndini, sum Jesus talar um: spottan ímóti Heilagum Anda. Men hvat merkir hetta í grundini? Fyrst og fremst mugu vit geva okkum far um tað, sum Jesus innleiðir við at siga: “Hvør synd og spottan skal verða monnum fyrigivin.” Gud vil altso gjarna fyrigeva øllum menniskjum allar teirra syndir, tvs. eitt og hvørt brot á Guds lóg og eina og hvørja spottan ímóti Gudi. Fortreytin fyri hesa fyrigevingina er, at menniskju vilja taka ímóti henni við trúgv. Men so nevnir Jesus eitt undantak. Tað er eitt, sum ikki verður fyrigivið, nevniliga spottan ímóti Heilagum Anda. Men hvat er so spottan ímóti Heilagum Anda? Og hvat er tað, sum ger júst hesa spottan til nakað heilt serligt?


Tað serliga við hesi spottan er ikki, at Heilagur Andi er á einum hægri støði, forstaði á tann hátt, at syndir ímóti menniskjum kunnu fyrigevast, men ikki synd ímóti Heilagum Anda. Og vit hava eisini lisið, at hvør synd og spottan skal verða fyrigivin – eisini spottan ímóti Jesusi. Tað serliga við hesi spottan er heldur ikki, at talan er um eina heilt serliga synd, sum ikki kann verða fyrigivin, tí at hon er meira álvarsom enn aðrar syndir. Tað er akkurát líka álvarsamt at spotta Jesus sum tað er at spotta Heilagan Anda. Spottan ímóti Heilagum Anda sipar harafturímóti til tað, at menniskju standa ímóti Guds frelsandi virksemi. Tað er jú Heilagur Andi, sum virkar umvendingina hjá menniskjum. Jesus hevur goldið bótina fyri allar heimsins syndir – eisini spottan ímóti Heilagum Anda -, men henda spottan er kortini eitt undantak, tí at hon hindrar jú menniskjum í at venda sær til Jesus og taka ímóti syndanna fyrigeving. Andin sleppur ikki fram at fyri at leiða ein til frelsu!


Spottan ímóti Heilagum Anda er altso ikki nakað, sum ein av óvart kemur at gera ella siga. Harafturímóti er talan um eina tilvitaða og avgjørda áskoðan, har ið ein í síni hjartans forherðing velur lygnina fram um sannleikan. Allur longsul eftir Gudi er burtur! Tess vegna kann man eisini vera vísur í, at øll tey, sum óttast fyri at hava gjørt hesa syndina, veruliga ikki hava gjørt hana. Óttin er jú eitt tekin uppá, at ein ikki hevur hert sítt hjarta, og at ein veruliga leingist eftir Gudi. Inngangskollektin, sum vit hava biðið, endurspeglar eisini hendan longsulin: “Vit biðja teg, gev okkum av náði tíni heilaga anda tín, so at vit við oyrum okkara hugaliga hoyra orð títt og taka okkum tað til hjarta…” Um ein var sekur í spottan ímóti Heilagum Anda, tá hevði ein ikki biðið um fylling Andans. Nei, har sum spottan ímóti Heilagum Anda er, har er als einki bønarlív!


Tekin Jónasar

Í prædikutekstinum hava vit eisini hoyrt Jesus tala um tekin Jónasar. Tað vóru tríggjar høvuðsorsøkir til, at tey fyrstu kristnu trúðu, at Jesus var risin upp frá teimum deyðu:

1.     Grøvin var tóm: Øll evangeliini boða frá, at Jesus varð jarðaður av Jósefi úr Arimateu, og at grøvin var tóm, tá ið kvinnurnar komu til hana sunnumorgun.

2.     Hin upprisni Jesus varð sæddur: Ein avgerandi orsøk til uppreisnartrúnna hjá teimum fyrstu kristnu var, at hin upprisni Jesus varð sæddur fleiri ferðir: “…hann varð sæddur av Kefasi, síðan av teimum tólv, og aftan á tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn…” (1 Kor 15,5-6). Hetta hevur verið høvuðsorsøkin til, at tey fyrstu kristnu trúðu, at Jesus var risin upp frá teimum deyðu.

3.     Skriftirnar vórðu uppfyltar: Tey fyrstu kristnu trúðu og boðaðu, at Jesu uppreisn var ein uppfylling av Skriftunum. Her fara vit at hyggja eitt sindur nærri at hesum triðja punktinum.


Hvørjar skriftir?

“Tí at eg handaði til tykkum fyrst og fremst tað, sum eg eisini tók ímóti, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við Skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann varð reistur upp triðja dagin samsvarandi við Skriftirnar” (1 Kor 15,3-4). Her leggur Paulus dent á, at Jesus doyði samsvarandi við Skriftirnar, at hann varð grivin, og at hann reis upp triðja dagin samsvarandi við Skriftirnar. Men hvørjar skriftir er talan so um? Fyri at finna eitt svar, mugu vit leita okkum aftur til Jesu egnu undirvísing. Tað er bara ein tekstur í Gamla Testamenti, sum Jesus sjálvur førir fram sum eina beinleiðis ávísing til sína uppreisn hin triðja dagin, nevniliga frásøgnin um tekin Jónasar (Matt 12,38-41; Luk 11,29-32).


Tvær samanberingar

Jesus sipar til Jónas í Gamla Testamenti og ger tvær samanberingar við seg sjálvan:

1.     Líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin eisini verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum.

2.     Jesus sigur, at ninevemenn skulu stíga fram á evsta degi og dómfella hesa slekt, tí at ninevemenn vendu um eftir prædiku Jónasar, men her er meir enn Jónas, nevniliga Jesus sjálvur.

Hetta er altso tað, sum Jesus førir fram sum eina beinleiðis ávísing til sína egnu uppreisn triðja dagin. Og vit síggja, at tað fyrst og fremst sipar til eitt slag av grøv hjá Jónasi og eina veruliga grøv hjá Jesusi. Harnæst síggja vit eisini, at tað sipar til prædikuvirksemið bæði hjá Jónasi og hjá Jesusi. Svenski høvundurin, Ivan Hellström, tekur samanum á henda hátt: “Jónas er á mangan hátt ein Kristusfyrimynd. Jesus talar sjálvur um tekin Jónasar (Matt 16,1-4) – fyrst og fremst vísir hann á “deyða og uppreisn” Jónasar sum fyrimyndina um sín egna deyða og uppreisn. Sum Jónas varð ninevemonnum til bjargingar, eftir tað at hann hevði verið niðri í havsins dýpi og komin aftur haðan – somuleiðis er Jesus Kristus heiminum eitt frelsutekin (Luk 11,29-32).”

Hendingarnar í Jónasar bók samsvara við tað, sum hendir við Jesusi. Jónas varð tveittur fyri borð, gloyptur av einum hvali, bjargaður frá deyða, og boðaði síðani Guds orð fyri ninevemonnum. Vit síggja líknandi raðfylgju hjá Jesusi: Deyði, jarðarferð, uppreisn og boðan.


Doyði Jónas í hvalabúkinum?

Men doyði Jónas ikki í hvalabúkinum? Hetta eru tað ymiskar meiningar um. Summi siga, at hann doyði, og at hvalurin spýði ein deyðan mann upp á land, sum Gud síðani reisti upp frá deyðum. Onnur siga, at Jónas hevði eitt nærdeyðaupplivilsi, men at Gud bjargaði honum frá vissum deyða. Eg helli mest til hitt seinna svarið, men sjálvt um Jónas veruliga doyði ella um hann einans hevði eitt nærdeyðaupplivilsi, so er kjarnin í boðskapinum kortini tann sami, nevniliga at Jónas ikki hevði yvirlivað, um Gud ikki legði uppí fyri at bjarga honum. Og hvussu legði hann so uppí? Jú, tað síggja vit í Jónasi 2,1: “Tá sendi Harrin stóran fisk til tess at gloypa Jónasi…”


Úr búki Sheols

Gud sendir hvalin fyri at bjarga Jónasi frá at drukna. Vit lesa, hvussu Jónas bað til Guds um hjálp: “Eg heitti á Harran í neyð míni, og hann svaraði mær. Eg rópaði úr fangi Helheims, og tú hoyrdi rødd mína” (Jón 2,3). Hebraiska orðið, sum er umsett til helheim, er Sheol. Og orðið beten merkir búkur. Hebraiski teksturin kann sostatt eisini umsetast soleiðis: “Eg rópaði úr búki Sheols…” Eftir øllum at døma sipar Sheol til staðið, har ið tey deyðu verða hildin í varðhaldi inntil dómadag. Eftir at Jónas hevur roynt at flýggja til Tarsis burtur frá Guds ásjón, kennir Jónas nú á sær, at hann er á veg til Sheol. Deyðin tykist at vera vísur. Men júst í hesi løtu, tá hann sær deyðan í andlitið, verður alt broytt á ein undurfullan hátt: “…tá førdi tú lív mítt upp úr grøvini, Harri, Gud mín!” (Jón 2,7b). Júst tá ið Jónas ikki kundi søkka longur niður, grípur Gud inn og førir hann upp frá hinum vissa deyða. Og tá ið Jónas er við at svíma vegna iltmangul, minnist hann á Harran: “Tá ið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg á Harran, og bøn mín kom til tín í heilaga templi tínum” (Jón 2,8). Gud hoyrdi hansara neyðarróp og bjargaði honum.

Eftir at Jónas hevður upplivað, hvussu Gud bjargaði honum frá vissum deyða, tendrast ein lovsongur í hansara hjarta: “Men eg vil við lovsongi ofra til tín og halda tað, ið eg havi heitt; hjálpin kemur frá Harranum” (Jón 2,10). Takkarsongur Jónasar kann samanfatast við Sálm 50,15: “Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!”


Umvendingin hjá heidningunum

Nærdeyðaupplivingin hjá Jónasi, hansara bjarging og afturkoma til lívið, peikar fram ímóti Jesu endaliga sigri yvir grøvini, tá ið hann sjálvur verður reistur upp frá deyðum. Líkasum Jónas varð bjargaður frá deyða, og líkasum ninevemenn vendu um vegna hansara prædiku, soleiðis er tað eisini viðvíkjandi Jesusi. Tekin Jónasar sipar sostatt bæði til uppreisnarundurið hin triðja dagin og umvendingarundurið hjá heidningunum.

Hvønn týdning hava hesar líkheitir so fyri tað, sum Jesus sigur um sína egnu uppreisn? Jú, hetta merkir, at bæði uppreisnarundurið og umvendingarundurið hjá heidningunum skal vera orsøk til at trúgva á Jesus. Tað er, sum Jesus segði: “Nineve-menn… vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas!” (Matt 12,41). Við Jónasi vóru tað einans ninevemenn, ið vendu um. Við Jesusi er tað harafturímóti ein óteljandi hópur av menniskjum, sum angra sínar syndir og venda um til Guds.

Umframt ta tómu grøvina og at sýna seg fyri lærusveinunum goymdi Jesus eisini tað til síðst, sum á mangan hátt kann sigast at vera hitt størsta undurið: Heidningarnir byrjaðu at angra sínar syndir og at venda um. Og teir venda um enn tann dagin í dag.


Endi

Menniskjusonurin varð krossfestur. Hann varð grivin. Hann varð reistur upp triðja dagin. Grøvin var tóm. Tað er hon enn. Og menniskju venda um til Guds í hópatali, tí at meir er her enn Jónas! Munurin á Jónasar tekni til ninevemenn og Jesu tekni til sína egnu samtíð og til okkum er nevniliga, at “meir er her enn Jónas!” (Matt 12,41). Jónas upplivdi eitt slag av deyða, eitt slag av jarðarferð, eitt slag av uppreisn og fór síðan til Nineve við Guds orði. Men við Jesusi er talan um meir: veruligan deyða, veruliga jarðarferð, veruliga uppreisn. Nú bjóðar hann tær, mær og øllum heiminum eina veruliga og æviga frelsu. Henda frelsan, sum vit eiga í hinum krossfesta og upprisna Jesusi, bar lovsong við sær í lívinum hjá Pæturi ápostli: “Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum...” (1 Pæt 1,3). Gævi, at tú og eg vegna Jesu uppreisn eisini kunnu lova Gudi saman við Pæturi! Gud vælsigni okkum til tað!

Aftur Fráboðan um nýtt innhald Broyt fráboðan
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet