Trupulleikin við óndskapi II

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 24.01.2023   
TRÚARSPURNINGAR, Fyrilestrar

Um vit hyggja upp á krossin nóg leingi, so síggja vit, at Gud veruliga hevur gjørt alt tað, sum skal til, fyri at beina óndskap burtur og bjarga ein syndafalnan heim. Jesus er Guds loysn uppá trupulleikan við óndskapi!

Inngangur

Í hinum fyrra partinum náddu vit fram til niðurstøðuna, at trupulleikin við óndskapi passar best inn í eina kristna heimsfatan. Men relativisma og gudloysi innihalda harafturímóti ikki tað, sum skal til, fyri at lýsa trupulleikan við óndskapi sum ein veruligan trupulleika. Fyri at tað skal vera ein trupulleiki við óndskapi, som má óndskapur jú vera veruligur, og tað vita vit, at hann er. Hetta samsvarar eisini við kristnu heimsfatanina, har ið tað ónda og hin óndi eru trupulleikin hjá menniskjuni og trupulleikin, sum Gud vil loysa. Í hesum seinna partinum fara vit tí serliga at viðgera trupulleikan við óndskapi út frá kristnu heimsfatanini í vón um at kanska blíva eitt sindur meira greiður yvir teodicétrupulleikan: “Ynskir hann [Gud] at hindra óndskapi, men er ikki mentur? So er hann máttleysur. Er hann mentur, men ikki villigur? So er hann óndur. Er hann bæði mentur og villigur? Hvaðani kemur tá hitt ónda?” (Epikur 341-270 f.Kr). Og vit trúgva jú, at Gud bæði er mentur og villigur. Hann er almáttugur og góður. Í Opinberingini lesa vit t.d.: ”Eg eri Alfa og Omega, sigur Harrin Guð, hann, sum er, og sum var, og sum kemur, hin alvaldi” (Opb 1,8). Og í 1 Jóh 4,8 lesa vit, at ”Guð er kærleiki.” Men síðan Gud er kærleiki og almátturgur, hvaðani kemur tá hitt ónda? Hetta er tann brennandi spurningurin, sum vit skulu viðgera her.


Frávera av góðsku

Hvat er óndskapur? Viðvíkjandi hesum spurninginum sigur kirkjufaðirin Augustin: ”Óndskapur hevur ikki nakra positiva natúru; men tapið av góðsku hevur fingið heitið “óndskapur.”” Hóast óndskapur er veruligur, so kann óndskapur kortini ikki sigast at vera nakað í sær sjálvum sambært Augustin. Harafturímóti er óndskapur frávera av góðsku. Óndskapur er negativur, ein mangul, eitt tap, eitt trot. Augustin leggur eisini dent á, at um góðska ikki er til, so kann óndskapur heldur ikki vera til.


Tað var sera gott

Viðvíkjandi skapan heimsins lesa vit, at Gud “...leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott” (1 Mós 1,31). Upprunaliga var alt soleiðis, sum Gud vildi, at tað skuldi vera. Tað var sera gott! Og talan kann bara vera um óndskap, tá ið tað góða verður avskepla. Óndskapur er altso trot av góðsku. Men hvussu byrjaði hetta so? Hvat er upphavið til óndskapin? Sambært Augustin er fráfallið frá Gudi orsøkin til óndskapin. Hetta hendi fyrst í einglaheiminum og síðani í mannaheiminum. Men um alt var gott í fyrstuni, um alt var soleiðis, sum Gud vildi, at tað skuldi vera, hvussu ber tað so til, at hitt ónda nakratíð bleiv til? Hvussu kundi tá eitt fall henda í einglaheiminum og í mannaheiminum, um alt upprunaliga var gott? Hetta er hin brennandi spurningurin!


Hinir fjaldu lutirnir

Tá ið vit royna at leita eftir uppruanum til hitt ónda, so koma vit ikki longur enn til fallið í einglaheiminum og til sjálvan djevulin. Men svarið uppá spurningin um, hvussu eitt fall nakratíð kundi henda, tá ið alt upprunaliga var gott, er fjalt fyri okkum. Og vit verða nokk noydd til at góðtaka, at hinir fjaldu lutirnir eru Harrans og ikki okkara, soleiðis sum tað eisini stendur skrivað í 5 Mós 29,29: “Hinir fjaldu lutirnir eru Harrans, Guðs várs, men tað opinberaða er fyri okkum og børn okkara ævinliga...”

Í sambandi við avnoktanina (vit avnokta djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans) sigur Henrik Højlund t.d.: ”Vit avnokta ikki einans hitt ónda, men eisini hin Ónda. Hitt ónda hevur navn og andlit. Tað hevur sítt upphav í einari persónligari makt. Í Bíbliuni hevur hann fleiri nøvn: Djevulin, Sátan, høvdingin í hesum heimi, hin gamli ormurin, drekin. Bíblian svarar ikki uppá, hvar Djevulin kemur frá. Okkurt bendir á, at hann kann vera ein av Guds mektigu andaverum, sum kallast einglar. Djevulin er kanska ein eingil, sum hevur gjørt uppreistur ímóti Gudi. Men eingin verulig frágreiðing verður givin uppá, hvussu hetta lat seg gera yvir fyri hinum almáttuga Gudi, og hvussu tað yvirhøvur kann vera, at hin óndi fekk nakra ávirkan í Guds góða skapanarverki. Bíblian er snøgt sagt meira áhuga í at vísa okkum, hvussu vit kunnu blíva leys frá Djevulsins makt enn at greiða frá, hvussu Djevulin gjørdist óndur” (Højlund 2008: 22). Svarið uppá spurningin, um hvussu Djevulin gjørdist óndur, er altso fjalt fyri okkum. Svarið uppá spurningin, um hvussu menniskjað gjørdist ónt, er harafturímóti ikki fjalt fyri okkum.


Alt broyttist við syndafallinum

Bíblian greiðir nevniliga frá, hvussu ormurin (Djevulin) freistaði Ádam og Evu í Eden, og hvussu tey fullu í synd. Og við fallinum trongdi hitt ónda seg ígjøgnum til okkum øll. Ella sum Paulus sigur: ”Tess vegna, líkasum syndin kom inn í heimin við einum menniskja og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi seg ígjøgnum til øll menniskju, av tí at tey syndaðu øll” (Róm 5,12). Sambært Bíbliuni er óndskapur altso nakað, sum Djevulin og menniskjað er orsøk til og ikki Gud, “tí at Guð er ikki freistaður av illum, og sjálvur freistar hann ongan” (Ják 1,13). Alt broyttist við syndafallinum. Menniskjað broyttist, heimurin broyttist, viðurskiftini broyttust. Hin upprunaliga góða verðin, sum Gud skapaði, var spilt. Og ein spilt verð ber við sær spiltar umstøður og spilt menniskju: “Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein; tann er eingin, sum vitur er; tann er eingin, sum søkir Guð. Allir eru teir viknir av leið, allir sum ein vorðnir spiltir; tann er eingin, sum ger gott, ikki ein tann einasti” (Róm 3,10-12). Trupulleikin við óndskapi er altso akkurát tað, ið ein eigur at vænta í ljósinum av kristna boðskapinum um ein syndafalnan heim.


Moralskt frælsi

Ein partur av Guds góða skapanarverki var m.a. moralskt frælsi. Gud skapaði nevniliga menniskjað við møguleikanum til at taka moralskar avgerðir. Hetta liggur eisini í forboðinum hjá Gudi til Ádam: “Men Harrin Guð beyð Ádami og segði: “Av øllum trøum er tær loyvt at eta eftir vild; men av træi kunnleikans um gott og ilt skalt tú ikki eta; tí at so skjótt, sum tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja!”” (1 Mós 2,16-17). Um Ádam ikki hevði frælsi til at gera ímóti tí, sum Gud segði, tá var tað heldur ikki neyðugt hjá Gudi at koma við einum forboði.

Augustin lýsir støðuna soleiðis:


Áðrenn syndafallið:

  • Gjørligt at synda (posse peccare)
  • Gjørligt ikki at synda (posse non peccare)

Eftir syndafallið:

  • Ikki gjørligt ikki at synda (non posse non peccare)
    • Hetta skal tó ikki skiljast soleiðis, at bardagin ímóti syndini er taptur uppá forhond. Viðvíkjandi støðuni hjá hinum kristna eftir syndafallið undirstrikar Luther nevniliga, at hin kristni er samstundis rættvísur og syndari (simul iustus et peccator). Vit eru syndarar, sum hava fingið tilroknað Jesu fullkomna rættvísi.

Heima í Himli:

  • Ikki gjørligt at synda (non posse peccare)


Áðrenn syndafallið høvdu Ádam og Eva altso ein frían vilja, men tey misnýttu teirra fría vilja og syndaðu ímóti Gudi. Og við teirra falli fall øll mannaættin. Hetta verður eisini kallað arvasyndin.

Ádam og Eva høvdu ein frían vilja áðrenn syndafallið, men eftir syndafallið er viljin hjá menniskjum vorðin trælabundin. Okkara vilji er deyður og máttleysur, tá ið tað snýr seg um frelsuna. Vegna syndafallið kunnu vit ikki søkja Gud: “...tann er eingin, sum søkir Guð” (Róm 3,11). Og vit verða frelst, tí at Gud grípur inn, og ikki vegna nakað, sum vit hava gjørt: “Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva” (Ef 2,8).

Sambært hinum kristna sjónarmiðinum er talan altso ikki um nakra mótsøgn millum Guds góðsku og Guds almátt. Moralska frælsið hjá Ádami og Evu var jú eitt úrslit av Guds góðsku. Og hetta frælsið er ikki ein mótsøgn til Guds almátt. Líkasum Gud ikki kann skapa ein fýrakantaðan runding, soleiðis kann hann heldur ikki skapa moralskt fræls menniskju, sum ikki kunnu misnýta teirra frælsi.


Við songina hjá einum doyggjandi barni

Kendi heimspekingurin og gudloysingurin Bertrand Russell undraði seg yvir, hvussu ein kundi snakka um Gud, meðan ein sat við songina hjá einum doyggjandi barni. Hvussu kann ein seta sítt álit á Gud, tá ið líðingin og neyðin er so stór? Aftursvarið hjá kristna heimspekinum William Lane Craig er nokkso sigandi: Hvat fer gudloysingurin Bertrand Russell at siga við songina hjá hesum doyggjandi barni? “Tíverri”? “Tað var óheppi”? “Slíkt kemur fyri”? Í einum gudleysum alheimi kann ein jú ikki siga, at okkurt ávíst er ónt. Har er jú eingin moralskur standardur til, sum ein kann meta gott og ónt eftir.


Guds loysn

Hvussu hevur Gud so avgjørt at loysa trupulleikan við óndskapi? Jú, ístaðin fyri at beina fyri øllum óndskapi alt fyri eitt, avmarkar Gud óndskapin í heiminum uppá fýra mátar:

1. Hann avmarkar óndskapin ígjøgnum yvirvøldina (Róm 13,1-4), familjuna (1 Mós 1,27-28a) og kirkjuna (1 Pæt 2,11-12).​ Um yvirvøldin, familjan og kirkjan ikki fungera soleiðis, sum Gud hevur ætlað, so økist óndskapurin í heiminum.

2. Gud avmarkar óndskapin við at veita sín Anda til øll tey, ið biðja hann, so at hesi mega verða loyst frá tí ónda í teirra lívi. “Gangið fram í andanum, og tá skulu tit als ikki fullføra girnd holdsins” (Gal 5,16). Trupulleikin við óndskapi stavar frá menniskjum, sum gera hitt ónda, tvs. vit.

Tá ið vit gremja okkum um trupulleikan við óndskapi, tá inniber hetta altso ikki bara óndskapin har úti, men eisini óndskapin í okkara egnu hjørtum: “Men tað, ið fer út úr munninum, kemur frá hjartanum, og tað ger menniskjuna óreina. Tí at úr hjartanum koma út illar hugsanir, manndráp, hordómur, siðloysi, stuldur, rangir vitnisburðir, spottan. Hetta er tað, ið ger menniskjuna óreina” (Matt 15,18-20a). Ella sum kristni rithøvundin, Os Guinness sigur: “The heart of the problem is ... the problem of the heart.” Gud vil frelsa okkum frá tí ónda í okkum sjálvum, og tí vil hann eisini geva sín Anda til tey, ið biðja hann.

3. Tað kemur ein dagur, tá ið Gud fer at beina fyri øllum óndskapi einaferð med alla. Viðvíkjandi Helviti sigur Jens Ole Christensen t.d.: Tað kemur ein dagur, tá ið Gud fer at rudda upp í øllum tí órættvísa, sum vit menniskju hava verið noydd til at liva undir. Tað fer at vísa seg, at hetta ikki var ein tómur og høpisleysur alheimur, sum vit búðu í í eina stutta tíð millum vøggu og grøv. Nei, rættvísi finst veruliga!

Gud fer at beina fyri øllum óndskapi, og hann fer at skapa eina nýggja jørð: “Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til. Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: »Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum. Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.« Og tann, sum í hásætinum sat, segði: »Sí, eg geri allur lutir nýggjar!« (Opb 21,1-5a).

Men hví hevur Gud ikki langt síðani felt hin endaliga dómin yvir heimsins óndskap? Jú, tað skyldast hansara kærleika til mannaættina. Um dómurin fall nú, so hevði dómurin eisini borið glatan við sær yvir øll tey, sum enn ikki hava vent um til Jesus. Um Jesus kom aftur kl. 12.00, hvar høvdu vit tá verið kl. 12.01?

Svarið til spurningin: “Hví steðgar Gud ikki óndskapinum?” er tað sama, sum til spurningin: “Hví steðgar Gud ikki mær, hvørja ferð eg geri okkurt skeivt?” Tað er, sum Pætur ápostul sigur: “Ikki drálar Harrin við fyrijáttanini, soleiðis sum summir halda tað fyri eina drálan; men heldur er hann langmóðigur við tykkum, av tí at hann ikki vil, at nakar skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar” (2 Pæt 3,9).

4. Gud hevur sent sín egna son inn í heimin fyri at doyggja fyri syndarar: “Tí at meðan vit enn vóru veik, doyði Kristus til ásetta tíð fyri gudleys. Tí at valla man nakar ganga í deyðan fyri ein rættvísan; – fyri hin góða kundi tað verið, at onkur hevði viljað doyð; – men Guð sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. So mikið heldur skulu vit tá, nú vit eru rættvísgjørd við blóði hansara, verða frelst við honum frá vreiðini” (Róm 5,6-9).

Í Jesusi bjóðar Gud syndarum fyrigeving og frelsu frá Guds vreiði. Syndarar kunnu nú í Jesusi fáa fullkomna náði og harvið fyrigeving fyri alt tað ónda, sum tey hava gjørt í teirra lívi. Hin møguleikin er at fáa fullkomið rættvísi og verða dømdur fyri alt tað ónda, sum ein sjálvur hevur gjørt í lívinum.


Eingin hevur liðið sum Jesus!

Sjálvur er Gud als ikki fremmandur yvir fyri líðing. Í Jes 53,3-5 lesa vit t.d.: “Vanvirdur var hann, skýggjaður av fólki, harmamaður, royndur í sjúkdómum, líkur manni, sum tey krógva andlit sítt fyri, vanvirdur, og vit mettu hann fyri einki; men tó – várir sjúkdómar vóru tað, sum hann bar, og várar kvalir, sum hann legði á seg; vit hildu hann revsaðan, slignan av Guði og gjørdan neyðarsligan. Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.”

Eingin hevur liðið sum Jesus! Hann tók alla okkara synd og alla okkara revsing á seg sjálvan, so at vit kundu verða frelst. Trupulleikin við óndskapi er ein trupulleiki, sum vit øll mugu dragast við! Og í gleðiboðskapinum síggja vit, at Jesus tekur líðingina á seg sjálvan fyri at koma okkum til hjálpar: “Tess vegna mátti hann í øllum lutum verða brøðrum sínum líkur, fyri at hann kundi verða ein miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur í tænastu fyri Guði til at bøta fyri fólksins syndir. Tí at við tað at hann hevur liðið, av tí at hann sjálvur varð freistaður, kann hann koma teimum til hjálpar, sum verða freistað” (Hebr 2,17-18).

Á Golgata sært tú, hvussu nógv Gud hevur gjørt fyri at beina óndskap burtur. Á Golgata sært tú eisini tveir illgerðarmenn, annar høgrumegin og hin vinstrumegin. Og okkara svar uppá trupulleikan við óndskapi koma í síðstu atløgu at vera líka sum svarðini hjá illgerðarmonnunum. Antin eru vit eyðmjúk og biðja Gud um syndanna fyrigeving. Ella finnast vit at honum og siga, at hann ikki hevur gjørt alt nóg gott.

Men um vit hyggja upp á krossin nóg leingi, so síggja vit, at Gud veruliga hevur gjørt alt tað, sum skal til, fyri at beina óndskap burtur og bjarga ein syndafalnan heim. Jesus er Guds loysn uppá trupulleikan við óndskapi![1]


Endi

Eg byrjaði við at undirstrika, at hetta ikki er nøkur endalig loysn uppá trupulleikan við óndskapi, men at hetta er ein møgulig tilgongd til trupulleikan, tá ið hann verður brúktur sum eitt argument ímóti Guds tilveru og góðsku.

Tað eru nógvir ósvaraðir spurningar, og vit koma nokk altíð at standa spyrjandi, tá ið tað kemur til hetta evnið og t.d. viðvíkjandi líðing, sum tykist at vera púra meiningsleys. Her er tann besta tilgongdin nokk at gráta saman við teimum grátandi, líta á Jesus og halda fast við vónina um hitt nýggja Jerúsalem: “Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið” (Opb 21,4). Og tá ið hitt fyrra er farið, er ikki longur nakar trupulleiki við óndskapi!


Keldur

  • Craig, William Lane. 2010. On Guard. Colorado Springs: David C. Cook.
  • Dawkins, Richard. 1995. River out of Eden – A Darwinian View of Life. United States: Basic Books.
  • Groothuis, Douglas R. 2011. Christian Apologetics: a Comprehensive Case for Biblical Faith. Downers Grove, Ill.; Nottingham, England: IVP Academic; Apollos.
  • Hick, John. 2010. Evil and the God of Love. London: Palgrave Macmillan.
  • Hick, John. 1990. Philosophy of Religion. New Jersey: Prentice-Hall International.
  • Hume, David. 2007. Dialogues concerning Natural Religion. United Kingdom: Cambridge University Press.
  • Højlund, Henrik. 2008. Kristendom for begyndere: Et undervisningsmateriale ud fra Katekismus Updated.
  • Lewis, C. S. 1997. Berur kristindómur. Tórshavn: Sprotin.


[1] Tilfarið í hesi grein stavar serliga frá Gregory Koukl: https://www.youtube.com/watch?v=Ifl9z_wy-OM 

Aftur Fráboðan um nýtt innhald Broyt fráboðan
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet