Trupulleikin við óndskapi I

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 23.01.2023   
TRÚARSPURNINGAR, Fyrilestrar

“Grundgeving mín ímóti Guði var, at alheimur tóktist so óndur og órættvísur. Men hvaðani hevði eg fingið hetta hugskotið um rættvísi og órættvísi? Eingin fer at siga eina striku at vera skeiva, sum ikki sær fyri sær, hvussu ein bein strika er. Hvat bar eg henda alheim saman við, tá ið eg kallaði hann órættvísan?” (C.S. Lewis).

Inngangur

“Eingin má siga, tá ið hann verður freistaður: «Eg verði freistaður av Guði;» tí at Guð er ikki freistaður av illum, og sjálvur freistar hann ongan” (Ják 1,13).


Tað, sum eg fari at siga her, er ikki nøkur endalig filosofisk loysn uppá trupulleikan við óndskapi. Eg hugsi um hetta meira sum eina møguliga tilgongd, tá ið óndskapur verður brúktur sum eitt argument ímóti Guds tilveru og góðsku.


Trupulleikin við óndskapi verður av mongum korin sum hin størsti trupulleikin hjá kristindóminum. Hesum viðvíkjandi sigur gudfrøðingurin John Hick t.d.: “Fyri mong menniskju er tað, meira enn nakað annað, hin ræðuliga dýpdin og víddin av líðing hjá menniskjum ... sum fær tankan um ein kærleiksfullan Skapara til at tykjast ósannlíkan og ger tey sinnaði til at umhugsa onnur naturalistisk ástøði innan religión” (Hick 1990: 39, egin umseting). Í bókini “Evil and the God of Love” spyr Hick, um tilveran av óndskapi í heiminum kann sameinast við tilveruna av einum óendaliga góðum og máttugum Gudi (Hick 2010: 3). Hetta verður eisini rópt teodicétrupulleikin.


Vanliga verður teodicétrupulleikin orðaður soleiðis: “Ynskir hann [Gud] at hindra óndskapi, men er ikki mentur? So er hann máttleysur. Er hann mentur, men ikki villigur? So er hann óndur. Er hann bæði mentur og villigur? Hvaðani kemur tá hitt ónda?” (Upprinaliga frá gr. fil. Epikur 341-270 f. Kr). Innan teodicéhugsan roynir ein at loysa trupulleikan við óndskapi við at verja Gud. Hetta er eisini frágreiðingin til sjálvt hugtakið teodicé, sum er sett saman av tveimum grikskum orðum: θεός (Gud) og δίκη (rættvísi). Talan er sostatt um eina roynd at verja Guds rættvísi í møtinum við líðing (Hick 2010: 6).


Ein trupulleiki hjá øllum

Trupulleikin við óndskapi er ikki bara ein intellektuellur trupulleiki – nakað, sum vit hava trupult við at skilja. Trupulleikin er eisini kensluborin. Og kenslurnar er nakað, sum vit øll hava til felags, bæði trúgvandi og ikki trúgvandi. Í Bíbliuni koma hesar kenslurnar eisini til sjóndar. Í Sl 10,1 lesa vit t.d.: “Hví stendur tú, Harri, so langt av leið, hví fjalir tú teg á neyðarstund?”


Trupulleikin við óndskapi er ein trupulleiki hjá okkum øllum – eisini fyri gudloysingin. Trupulleikin hvørvur jú ikki, hóast ein verður gudloysingur. Gudloysingurin má framvegis royna at greiða frá trupulleikanum við óndskapi, men nú má hann, við støði í einari gudleysari heimsfatan, royna at greiða frá, hví so nógvur óndskapur er í heiminum. Hvussu greiðir gudloysingurin frá trupulleikanum við óndskapi? Hvussu greiðir hin kristni frá trupulleikanum? Hin brennandi spurningurin er altso: Hvør heimsfatan megnar best at greiða frá trupulleikanum við óndskapi?


Moralsk relativisma

Í dag finnast tað mong menniskju, sum siga, at moralur er relativur. Sambært moralskari relativismu er eingin endaligur moralskur sannleiki til. Alt er relativt! Ella sum heimspekingurin Friedrich Nietzsche sigur: ”Tú hevur tín veg. Eg havi mín veg. Men hin rætti vegurin og hin einasti vegurin er ikki til.” Men um moralsk relativisma er sonn, so er í grundini eingin trupulleiki við óndskapi! Tá kann man kanska heldur snakka um trupulleika fyri teg, men ikki fyri meg. Men hin vanliga atfinningin viðvíkjandi trupulleikanum við óndskapi snýr seg kortini um okkurt ávíst, nevniliga hvussu ein kærleiksfullur og almáttugur Gud kann loyva slíkum óndskapi í heiminum. Tað verður sipað til okkurt veruligt, tá ið tala verður um óndskap í heiminum. Sambært moralskari relativismu kann eingin gerð vera skeiv í sær sjálvum, men sannleikin er tó, at tað er sumt, sum er grundleggjandi ónt og skeivt. Tað er t.d. altíð skeivt at pína fólk fyri stuttleikar!


Moralsk relativisma kann eisini vísast aftur soleiðis:

  1. Um relativisma er sonn, so er tað ikki altíð skeivt at pína fólk fyri stuttleikar, síðan ein mentan ella ein einstaklingur kann loyva hesum undir ávísum umstøðum.
  2. Men tað er altíð skeivt at pína fólk fyri stuttleikar.
  3. Tessvegna er relativisma følsk.


Sostatt er tað altso sumt, sum er grundleggjandi ónt og skeivt, líkamikið hvør tú ert, hvar tú kemur frá, ella nær tú livir. Hetta er við øðrum orðum tað, sum kemur inn undir objektivan moral. Heimspekingurin og gudfrøðingurin, William Lane Craig, undirstrikar t.d., at objektivur moralur er ein moralur, ið ikki er treytaður av meiningini hjá menniskjum. Harafturímóti er subjektivur moralur treytaður av meiningini hjá menniskjum. Og trupulleikin við óndskapi er bert ein trupulleiki, um objektivur moralur er veruligur. Men um moralsk relativisma er sonn, so er tað sum sagt eingin trupulleiki við óndskapi. Tá er “sat fyri teg, men ikki fyri meg” galdandi. Tá er fosturtøka skeiv fyri ein persón og ikki skeiv fyri ein annan, men hon kann ongatíð vera skeiv í sær sjálvum, um moralsk relativisma er sonn.


Hin beina strikan

Ein relativistur góðtekur ikki nakran endaligan standard fyri gott og ónt. Tessvegna kann hann heldur ikki brúka trupulleikan við óndskapi sum eina atfinning ímóti Gudi. Men um trupulleikin við óndskapi er veruligur, so merkir tað, at moralsk relativisma er ósonn. Hetta er altso ein sera góð próvgrund ímóti moralskari relativismu, tí at trupulleikin við óndskapi prógvar jú fyri okkum, at moralur er objektivur á ein ella annan hátt.


Í bókini “Berur kristindómur” sigur C.S. Lewis: “Grundgeving mín ímóti Guði var, at alheimur tóktist so óndur og órættvísur. Men hvaðani hevði eg fingið hetta hugskotið um rættvísi og órættvísi? Eingin fer at siga eina striku at vera skeiva, sum ikki sær fyri sær, hvussu ein bein strika er. Hvat bar eg henda alheim saman við, tá ið eg kallaði hann órættvísan?” (Lewis 1997: 44-45). Um ein skal brúka trupulleikan við óndskapi sum eina atfinning ímóti Gudi, so má ein sostatt eisini í útgangsstøðinum góðtaka ein objektivan standard fyri gott og ónt. Vit mugu hava eina beina striku at samanbera hina skeivu strikuna við!


Hvørki relativistar ella gudloysingar kunnu brúka trupulleikan við óndskapi sum eina atfinning ímót Gudi, tí at trupulleikin stuðlar teimum í grundini ikki. Tvørturímóti krevur ein veruligur trupulleiki við óndskapi ein endaligan standard fyri gott og ónt. Hvar fær gudloysingurin sín standard frá? Um Gud ikki er til, so verður tað trupult at greiða frá veruligum óndskapi.


Í bókini ”River out of Eden” sigur gudloysingurin Richard Dawkins t.d. nakað soleiðis: ”Í einum alheimi av elektronum og sjálvsøkjandi genum ... fara summi fólk at fáa skaða, meðan onnur hava eydnuna við sær, og tú kanst ikki finna nakað vit ella skil í honum, ei heldur rættvísi. Alheimurin, sum vit síggja, hevur júst teir eginleikarnar, sum vit eiga at vænta, um tað í grundini ikki er nøkur sniðgeving, einki endamál, einki ónt og einki gott, einki annað enn bert blind, miskunnarleys líkasæla” (Dawkins 1995: 133, egin umseting).


Um ein vil brúka trupulleikan við óndskapi sum eina atfinning ímóti Gudi, so krevur hetta eisini í útgangsstøðinum, at ein trýr uppá óndskap sum nakað veruligt. Tessvegna kann ein so at siga ikki vera ein relativistiskur atfinnari. Og tað verður eisini sera trupult fyri gudloysingin at grundgeva fyri einum objektivum standardi fyri gott uttan Gud.


Moralska próvgrundin

Hetta er eisini tað, sum moralska próvgrundin fyri Guds tilveru snýr seg um:

  1. Um Gud ikki er til, so eru objektiv moralsk virðir heldur ikki til (Dawkins: ”...einki ónt og einki gott, einki annað enn bert blind, miskunnarleys líkasæla”).
  2. Objektiv moralsk virðir eru til.
  3. Tessvegna er Gud til.


Í sambandi við trupulleikan við óndskapi kunnu vit eisini orða moralsku próvgrundina soleiðis:

  1. Um Gud ikki er til, so eru objektiv moralsk virðir heldur ikki til.
  2. Óndskapur er til.
  3. Tessvegna eru objektiv moralsk virðir til (okkurt er ónt).
  4. Tessvegna er Gud til.


Hesum viðvíkjandi leggur William Lane Craig dent á, at sjálvt um líðing tykist at sáða iva um Guds tilveru, so stuðlar líðing í roynd og veru Guds tilveru. Tí uttan Gud kann líðing ongatíð sigast at vera ónd. Um gudloysingurin trýr, at líðing er ónd, so fellir hann ein moralskan dóm, sum einans er møguligur, um Gud er til (Craig 2010: 161-162).


Passar best inn í eina kristna heimsfatan

Tað ironiska við trupulleikanum við óndskapi er altso, at atfinnarin í útgangsstøðinum má góðtaka objektivan óndskap. Hetta diskvalifiserar relativismu og ger gudloysi ósamanhangandi, tí at gudloysi megnar ikki at grundgeva fyri einum objektivum morali, sum jú skal til fyri at ein yvirhøvur skal kunna brúka trupulleikan við óndskapi sum eina atfinning ímóti Gudi.


So løgið sum tað ljóðar passar trupulleikin við óndskapi altso best inn í eina kristna heimsfatan, meðan relativisma og gudloysi ikki innihalda tað, sum skal til, fyri at lýsa trupulleikan við óndskapi sum ein veruligan trupulleika.

Aftur Fráboðan um nýtt innhald Broyt fráboðan
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet