Sálomonstemplið

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 03.08.2020   

Tjaldtemplið er eitt sokallað mini-Eden, tí at Gud er nærverandi í tjaldtemplinum, líkasum hann eisini var nærverandi hjá Ádam og Evu í Eden áðrenn syndafallið. Bæði tjaldtemplið og Sálomonstemplið peika altso á vegin aftur til Guds nærveru í páradís – nakað, sum vegna Jesu fullgjørda offur á Golgata verður til veruleika í hinum nýggja og himmalska Jerúsalem.​

Sálomonstemplið var sambært Bíbliuni hitt fyrsta templið hjá Ísraels fólki í Jerúsalem. Tað var ein miðdepil fyri gudsdyrkan og offurtænastu jødanna. Fyri kristin menniskju hevur templið eisini ein sera týdningarmiklan leiklut. Frá tjaldtemplinum hjá ísraelsfólki á teirra oyðimarkarferð, til Jerúsalem - hitt lovaða landið, og víðari til kristindómin sum heild, hevur templið ein týðandi leiklut fyri trúarsamleikan bæði hjá jødum og kristnum.


Arkitekturin

Sambært hinum bíbilsku keldunum er arkitekturin til templið sjálvur Gud. Templið verður eisini kallað Harrans hús, tí at Harrin í grundini sjálvur hevur sagt, hvussu templið skal byggjast (2 Krýn 3,1). Hetta síggja vit eisini, tá ið vit lesa um fyrimyndina til Sálomonstemplið, nevniliga tjaldtemplið hjá jødunum. Hesa fyrimyndina kunnu vit lesa um í 2 Mós 26. Her síggja vit, at Gud nágreiniliga gevur Mósesi boð um, hvussu hann skal gera tjaldtemplið. Harumframt verður tað eisini sagt, at sjálvt tjaldtemplið er eitt sokallað mini-Eden, tí at Gud er nærverandi í tjaldtemplinum, líkasum hann eisini var nærverandi hjá Ádam og Evu í Eden áðrenn syndafallið. Bæði tjaldtemplið og Sálomonstemplið peika altso á vegin aftur til Guds nærveru í páradís – nakað, sum vegna Jesu fullgjørda offur á Golgata verður til veruleika í hinum nýggja og himmalska Jerúsalem (Opb 21-22).


Søgan hjá Sálomonstemplinum

Eitt av tí fyrsta, sum Dávid kongur gjørdi, var at hertaka Jerúsalem og gera tað til høvðusstaðin í sínum kongadømi. Eftir øllum at døma valdi hann Jerúsalem, tí at tað var har, á Móriafjallinum, at Ábraham skuldi offra Ísak, og tí skuldi templið eisini byggjast har. Templið stóð júst har, ið halgidómurin hjá muslimunum stendur í dag.



Sálomonstemplið var eitt stað til offurtænastu. Har skuldu prestarnir ofra syndaoffur fyri fólkið. Í grundini var tað eitt stað, har sjálvur Gud skuldi búgva. Hetta er eisini orsøkin til at Dávid flutti sáttmálaørkina til Jerúsalem. Viðvíkjandi sáttmálaørkini hevði Gud sagt við Móses: ”Har skal eg koma á fund við teg” (2 Mós 25,22). Sáttmálaørkin var altso ímyndin av Guds nærveru fyri alt Ísraels fólk. Og tá ið Dávid kongur flutti sáttmálaørkina til Jerúsalems, tá merkti hetta eisini, at Jerúsalem skuldi verða bústaður Guds. Dávid kongur ætlaði sær sjálvur at fara undir at byggja templið, men hetta var kortini ikki ætlanin hjá Gudi. Sambært Bíbliuni vildi Gud, at Sálomon, sonur Dávids, skuldi byggja templið. Í 1 Krýn 28,2-6 sigur Dávid: ”Hoyrið meg, brøður mínir og fólk mítt! Eg hevði í hyggju at byggja hvíldarstað fyri sáttmálaørk Harrans og fyri fótskør Guðs várs og búðist at byggja. Men Guð segði við meg: Tú skalt ikki reisa navni mínum hús, tí at tú ert bardagamaður og hevur úthelt blóð. Men Harrin, Ísraels Guð, útvaldi kortini meg av allari faðirætt míni til ævinliga at vera kongur yvir Ísrael; tí at Júda útvaldi hann til at vera tjóðhøvdinga og av Júda faðirætt mína, men av øllum sonum faðirs míns vildi hann, at eg skuldi verða kongur yvir øllum Ísrael. Og av øllum sonum mínum – tí at Harrin hevur givið mær nógvar synir – útvaldi hann Sálomon, son mín, til at sita í kongsstóli Harrans og valda Ísrael. Og hann segði við meg: Sonur tín Sálomon er tann, sum byggja skal hús mítt...”


Dávid ætlaði sær altso at byggja templið, men fekk kortini ikki loyvi til tað. Hetta er eisini orsøkin til, at Dávid síðani handar Sálomoni fyrimyndina til templið – hesa fyrimyndina, sum Móses sjálvur hevði fingið 480 ár undan, tá ið Guds segði við hann: ”Í øllum lutum skalt tú gera bæði tjaldtemplið og øll reiði tess eftir teirri fyrimynd, sum eg vil sýna tær” (2 Mós 25,9). Sálomon varð korin til at fullføra verkið. Sálomon byrjaði uppá arbeiðið uml. 966 f. Kr. Hann brúkti tey fyrstu fýra árini sum kongur til at leggja ymiskt afturat fyrireikingunum, sum pápi hansara hevði gjørt til templið. Hann brúkti eisini hesa tíðina til at útvega hundrað túsund talentir av gulli og eina millión talentir av silvuri og so nógv av kopari og jarni, at tað ikki kundi vigast. Bjálkar og steinar fekk hann eisini til vegar (1 Krýn 22,14). Farið varð í gongd við at byggja uml. 950 f. Kr, og tók tað uml. 7 ½ ár at byggja templið liðugt út í odd og egg.



Í 587 f. Kr. oyðilegði Nebukadnezar kongur templið í Jerúsalem og førdi Ísraels fólk í útlegd í Babylon. Eftir útlegdina fór Zerubbábel undir at endyrbyggja templið uml. 539 f. Kr., men hetta templið var als ikki líka flott sum Sálomonstemplið. Tá ið tað snýr seg um tempultænastuna, so er útsjóndin av templinum kortini ikki altavgrandi. Formálið við templinum er í grundini gudstænastan og nærvera Guds. Templið hjá Zerubbábel varð standandi, inntil Heródes fór undir at endurnýggja tað ár 20 f. Kr., men hetta templið stóð kortini ikki so leingi. Tað brendi niður í grund ár 70 e. Kr., tá ið rómverjar hersettu Jerúsalem.

  

Hitt størra og fullkomnari templið

Í dag er bara ein lítil leivd eftir av heródianska templinum, nevniliga grátimúrurin. Fyri kristin í dag hevur templið kortini ein stóran myndaligan týdning við tað, at sjálvur Jesus er bæði hin fullkomni høvðuspresturin og hitt fullkomna offrið. Og soleiðis er Jesus í einum kristnum samanhangi hin sanna uppfyllingin av formálinum við tempultænastuni. Hetta er eisini tað, ið sipað verður til, tá ið rithøvundurin til Hebrearabrævið sigur, at Jesus gekk inn um forhangið sum ein fyrirennari fyri okkum (Hebr 6,20). Forhangið var jú tað, sum skrædnaði í templinum, beint áðrenn Jesus andaði út á krossinum. Hetta forhangið var ímillum hitt heilagasta og hitt alra heilagasta. Sáttmálaørkin stóð inni í hinum alra heilagasta, og tað var har, ið Guds nærvera var. Og hin jødiski høvðuspresturin fór inn í hitt alra heilagasta einaferð um ári á Yom Kippur við offurblóðinum, fyri at gera fólkið sátt við Gud. Annars var atgongd strangliga bannað. Fyri hin kristna er týdningurin av hesum altso, at Jesus sum høvðusprestur og offurlamb nú hevur opnað vegin inn um forhangið við síni tænastu og sínum blóði. Hann er so at siga farin inn í hitt størra og fullkomnari templið – templið, sum bæði tjaldtemplið og Sálomonstemplið peika fram ímóti, nevniliga hitt nýggja Jerúsalem heima í Himli.



Sálomonstemplið er fyrst og fremst ein andligur bygningur. Tað er eitt stað til Guds nærveru og gudstænastu. Og tá ið ein hyggur at bygninginum við kristologiskum brillum, so sær ein, at templið peikar á nakað mikið størri, nevniliga hin himmalska halgidóminum, hitt nýggja Jerúsalem, har ið Jesus sjálvur er ævigur prestur og ævigt galdandi offur. Hini tímiligu templini: tjaldtemplið, Sálomonstemplið, templið hjá Zerubbábel og hitt heródianska templið peika altso øll á hin sanna og himmalska halgidómin, har ið Guds børn sleppa at njóta Guds nærveru í allar ævir.


”Tí at Kristus gekk ikki inn í halgidóm, gjørdan við hondum, avmynd av hinum sanna halgidómi, men inn í sjálvan himmalin, til tess nú at koma fram fyri ásjón Guðs fyri okkara skuld” (Hebr 9,24).


Henda upptøkan gevur eisini eina sera góða lýsing av Sálomonstemplinum:


Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet