Orð trúarinnar III

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 10.01.2021   
Fyrilestrar

Kirkjan hevur tikið hesar trúarjáttanirnar til sín fyri at lýsa hina sunnu kristnu læruna og fyri at verja kristin menniskju ímóti ranglæru. Hetta hevur altso ævinleikans týdning, og tí siga vit: Eg trúgvi á Gud Faðir, Gud Son og Gud Heilagan Anda!


Hin athanasianska trúarjáttanin

(Symbolum Athanasii - contra Arianos scriptum)


  1. Hvør tann, sum vil verða frelstur, má fram um alt hava ta almennu trúnna.
  2. Hvør tann, sum ikki varðveitir hana reina og rætta, verður uttan iva ævinliga glataður.
  3. Hetta er almenna trúgvin, at vit æra ein Gud í tríeindini og tríeindina í einum
  4. og hvørki blanda saman persónarnar ella býta sundur guddómin.
  5. Tí at ein er persónur Faðirsins, ein annar Sonarins, aftur ein annar Heilaga Andans.
  6. Men Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans guddómur er ein, dýrd teirra líka stór, og hátign teirra líka ævig.
  7. So sum Faðirin er, soleiðis er Sonurin, soleiðis er eisini Heilagi Andin.
  8. Faðirin er óskapaður, Sonurin er óskapaður, Heilagi Andin er óskapaður.
  9. Faðirin er ómetaligur, Sonurin er ómetaligur, Heilagi Andin er ómetaligur.
  10. Faðirin er ævigur, Sonurin er ævigur, Heilagi Andin er ævigur.
  11. Og tó eru ikki tríggir ævigir, men ein ævigur,
  12. eins og tað ikki eru tríggir óskapaðir, heldur ikki tríggir ómetaligir, men ein óskapaður og ein ómetaligur.
  13. Á sama hátt er Faðirin alvaldur, Sonurin alvaldur, Heilagi Andin alvaldur,
  14. og tó eru ikki tríggir alvaldir, men ein alvaldur.
  15. Soleiðis er Faðirin Gud, Sonurin Gud, Heilagi Andin Gud,
  16. og tó eru ikki tríggir gudar, men ein Gud.
  17. Soleiðis er Faðirin Harri, Sonurin Harri, Heilagi Andin Harri,
  18. og tó eru ikki tríggir harrar, men ein Harri.
  19. Tí sum hin kristni sannleikin noyðir okkum at játta hvønn persón sær sum Gud og Harra, somuleiðis noktar almenna trúgvin okkum at nevna tríggjar gudar ella tríggjar harrar.
  20. Faðirin er ikki gjørdur av nøkrum, heldur ikki skapaður, heldur ikki borin.
  21. Sonurin er av Faðirinum eina, ikki gjørdur, ikki skapaður, men borin.
  22. Heilagi Andin er av Faðirinum og Soninum, ikki gjørdur, heldur ikki skapaður, heldur ikki borin, men gingin út frá teimum.
  23. Tí er ein Faðir, ikki tríggir fedrar, ein Sonur, ikki tríggir synir, ein Heilagur Andi, ikki tríggir heilagir andar.
  24. Og í hesi tríeindini er einki fyrr ella seinni, einki størri ella minni,
  25. men allir tríggir persónarnir eru sínámillum líka ævigir og javnlíkir, so at, sum áður sagt, tríeindin í øllum má verða ærað í eindini, og eindin í tríeindini.
  26. Tann, sum tí vil verða frelstur, má hugsa soleiðis um tríeindina.
  27. Men til æviga sælu er eisini neyðugt, at ein fult og fast trýr, at vár Harra Jesus Kristus gjørdist menniskja.
  28. Hetta er tí tann rætta trúgvin, at vit trúgva og játta, at vár Harra Jesus Kristus, Sonur Guds, er bæði Gud og somuleiðis menniskja.
  29. Hann er Gud, føddur av veru Faðirsins fyri allar øldir, og menniskja, føddur í tíðini av veru móður sínar,
  30. fullkomin Gud, fullkomin menniskja, við skynsamari sál og menniskjuligum holdi.
  31. Faðirinum líkur í guddómi, sum menniskja minni enn Faðirin.
  32. Men hóast hann er Gud og menniskja, er hann tó ikki tveir, men ein Kristus,
  33. ein, ikki við umbroyting av gudsnatúrini til hold, men við tað at Gud tók á seg mannanatúr,
  34. ein í síni heild, ikki við samanblandingi natúranna, men við persóneinleika.
  35. Tí sum hin skynsama sálin og holdið eru ein menniskja, soleiðis er Gud og menniskja ein Kristus,
  36. sum leið fyri frelsu vára, fór niður til heljar, reis upp frá deyðum triðja dagin,
  37. fór upp til himmals, situr við høgru hond Guds Faðirs, hins alvalda, haðani hann skal koma at døma livandi og deyð.
  38. Tá ið hann kemur aftur, skulu øll menniskju rísa upp likamliga og leggja fram roknskap fyri gerningar sínar.
  39. Og tey, ið hava gjørt gott, skulu ganga inn til ævigt lív; men tey, ið hava gjørt ilt, til æviga eldin.
  40. Hetta er almenna trúgvin. Tann, ið ikki fult og fast trýr henni, kann ikki verða frelstur.[1]


Ein skuldi trúð, at hin athanasianska trúarjáttanin hevði okkurt við Athanasius at gera, men hetta er tó ikki so. Tí eru tað eisini nógvir granskarar, sum ikki eru nøgdir við hetta navnið og sum heldur kalla játtanina fyri: Symbolum Quicunque. Hetta navnið stavar frá hinum fyrstu orðunum í játtanini á latín, sum ljóða: quicunque vult, sum merkir: ein og hvør, sum vil.[2] Ein granskari, sum eitur J. N. D. Kelly hevur sagt: "Einans tvey ting eru heilt sikkur viðvíkjandi hini athanasiansku trúarjáttanini: hon er hvørki ein játtan ella skrivað av Athanasius."[3] Hetta ljóðar kanska eitt sindur løgið at siga, at henda játtanin í grundini ikki er ein játtan, men hetta verður tó ikki sagt uttan orsøk. Athanasianum, sum játtanin eisini verður kallað, líkist nevniliga als ikki hinum báðum játtanunum. Hon hevur onga trídeiling og verður heldur ikki innleidd við orðunum: Eg trúgvi á... Útyvir hetta veit man eisini, at henda játtanin í fornkirkjuni varð kallað katólska trúgvin hjá Athanasius í staðin fyri játtanin hjá Athanasius. Í staðin fyri at vera ein játtan er Athanasianum tessvegna heldur orðingar um, hvør hin sanna trúgvin er. Men tað er kortini ein sera gamal siður at kalla Athanasianum fyri eina játtan. Athanasianum hevur 40 greinar:


1-2: Inngangur

3-26: Læran um tríeindina

27-39: Læran um Kristus, Gud og menniskjuna

40: Endi


Rithøvundurin            

Viðvíkjandi Athanasianum kann man tosa um ein ávísan rithøvund. Soleiðis er tað ikki við Apostolicum og Nikænum, sum óiva eru vorðnar til ígjøgnum eina longri prosess, har fleiri persónar hava havt ein fingur við í spælinum. Um man granskar Athanasianum, sær man, at tað er nógv, ið bendir á, at teksturin er skrivaður av einum ávísum rithøvunda við einum ávísum máli fyri eyga. Hvør er so rithøvundurin, síðani tað ikki kann vera sjálvur Athanasius? Summi halda, at tað var kirkjufaðirin Augustin (d.430). Onnur halda, at tað var biskupurin Ambrosius frá Milano (uml. 340-397). Og aftur onnur halda, at rithøvundurin ikki hevur verið ein kendur persónur, og sum tessvegna hevur tilskrivað tekstin til ein kendan persón (t.d. Athanasius) fyri at geva tekstinum myndugleika.[4]


Cæsarius av Arles

Fyri at koma inn á upprunan til Athanasianum, er tað eitt gott hugskot at finna útav, hvør umtalar Athanasianum á fyrsta sinni. Soleiðis kann man koma inn á eitt geografist spor. Hin fyrsti, sum umtalar Athanasianum, er Cæsarius frá Arles, sum var biskupur í Arles í suður Fraklandi 502-542. Arles er tí eisini eitt týdningarmikið stað fyri upprunasøguna hjá Athanasianum. Cæsarius hevur kortini ikki verið sjálvur rithøvundurin, tí at tað sær út til, at teksturin longu var kendur tá á døgum. Nakað, sum bendir á, at Athanasianum er skrivað umleið hesa tíðina, er, at Cæsarius gevur sær sjálvum loyvi til at umformulera tekstin eitt sindur. Teksturin hevur altso ikki fingið so nógvan myndugleika um hetta mundi og er tí eisini óiva nokkso nýggjur.


Cæsarius kann tó hava navngivið tekstin. Í prædikusamlingini hjá honum, har Athanasianum verður umtalað á fyrsta sinni, kallar hann tekstin fyri: Fides sancti Athanasii, sum merkir: trúgvin hjá hinum heilaga Athanasius. Cæsarius plagdi nevniliga at navngeva sínar og tekstirnar hjá øðrum eftir kendum persónum. Og tá ið Arles liggur tætt við Spaniu, sum tá á døgum var arianskt, er tað heldur ikki óhugsandi, at hann hevur hildið, at teksturin var anti-arianskur og tí hevur tilskrivað tekstin til Athanasius, sum jú var kendur fyri sítt stríð ímóti arianismuni. Og tá ið undirheitið á hesari játtanini er: Symbolum Athanasii - contra Arianos scriptum (játtanin hjá Athanasius ímóti arianismuni) gevur hetta eisini nokk so góða meining.


Spor í játtanini

Man hevur enn ikki funnið fram til upprunan til Athanasianum, men tað finnast kortini nøkur spor í sjálvari játtanini, sum benda á, at rithøvundurin hevur haft vitan um nestorianska kristologi. Henda kristologiin gekk m.a. út uppá, at Maria einans føddi eina menniskju, tá ið hon føddi Jesus. Man segði, at hon var Cristokos (kristusføðarin) og ikki Theotokos (gudføðarin).[5] Nestorianisman varð tó ikki veruliga kend í vesturkirkjuni (rómversk-katólska kirkjan) fyrr enn kirkjufundin í Kalkedon 451, har trúarjáttanin Kalkedonense varð skrivað. Og um man samanlíknar Athanasianum við Kalkedonense, sær man, at rithøvundurin til Athanasianum hevur óiva kent til Kalkedonense. Hetta sær man t.d., tá ið tað verður sagt um Jesus í Kalkedonense, at hann er: "fullkomin guddómur, fullkomin í mannalíki", meðan vit í Athanasianum lesa, at Jesus er: "fullkomin Gud, fullkomin menniskja" (grein 30). Soleiðis kann man eisini ganga út frá, at Athanasianum er blivin til einaferð ímillum kirkjufundin í Kalkedon (451) og prædikusamlingina hjá Cæsarius (535).


Hin ókendi klosturbróðurin

Enn hava vit ikki funnið fram til upprunan til Athanasianum. Men tað eru kortini nógvir granskarar, sum hava peika á Vincent frá Lerinum (uml. 430), tí at hann nevniliga er so nær við Cæsarius landafrøðiliga sæð. Og skrivistílurin hjá Vincent minnir eisini nokkso nógv um stílin í Athanasianum, men granskarar meina kortini ikki, at Vincent sjálvur hevur skrivað Athanasianum. Harafturímóti peika teir á, at Athanasianum hevur fingið íblástur frá læruni hjá Vincent. Hetta siga teir, tí at Vincent hevur íblástur frá Augustin, og tað hevur Athanasianum eisini. Nakað, sum stuðlar hesum ástøðinum, er, at Cæsarius sjálvur eisini var munkur í klostrinum í Lerinum, áðrenn hann gjørdist biskupur í Arles. Eitt annað ástøði er, at tað var ein ókendur klosturbróður í Lerinum, sum skrivaði Athanasianum, meðan hann brúkti hinar Augustin-íblástu tekstirnar hjá Vincent frá Lerinum sum keldu. Tá ið Cæsarius síðani gjørdist biskupur í Arles, tók hann Athanasianum við sær, og harfrá bleiv hesin teksturin síðani breiddur víðari út til onnur støð. Hetta er eisini eitt áhugavert ástøði, men í síðsta enda er man ikki heilt vísur í, hvør rithøvundurin til Athanasianum veruliga er.[6]


Tað snýr seg um frelsuna

Athanasianum myndar endan av hini frumkirkjuligu skapanini av lærusetningum. Hon er ikki líka útbreidd sum Apostolicum og Nicænum. T.d. er Athanasianum púra ókend í hini ortodoksu kirkjuni. Men reformatorarnir tóku kortini eisini hesa eitt sindur ørvísi játtanina við í teirra játtannarskriftir. Hetta sæðst t.d., tá ið teir tosa um hini trý kristnu symbolini (Apostolicum, Nicænum og Athanasianum). Hesar játtanirnar vóru sambært Luther: stuttir samandráttir av hinum bíbilska boðskapinum. Kirkjupolitisku umstøðurnar í samtíðini virkaðu eisini við til at reformatorarnir tóku Athanasianum til sín. Reformatorarnir vildu jú leggja dent á, at teir ikki vildu slíta frá hini rómversk-katólsku kirkjuni, men heldur beina fyri øllum misbrúkinum, sum var til staðar í kirkjuni.[7]


Líkasum Nicænum er Athanasianum eisini vorðin til í einari tíð, har ið man kendi tað sum sína kristnu skyldu at verja hina sonnu læruna. Hetta hongur eisini saman við hin greiða anti-arianska og anti-nestorianska dámin, sum játtanin hevur. Útyvir hetta kann eisini nevnast, at Athanasianum hevur bæði anti-modalistiskan og anti-monofysitiskan dám. Modalisman lærdi, at sonur hins æviga Guds ikki varð menniskja í Kristi.[8] Í Athanasianum síggja vit eitt mótmæli ímóti hesi læruni í grein 27 og 28, har ið vit lesa: "Men til æviga sælu er eisini neyðugt, at ein fult og fast trýr, at vár Harra Jesus Kristus gjørdist menniskja. Hetta er tí tann rætta trúgvin, at vit trúgva og játta, at vár Harra Jesus Kristus, Sonur Guds, er bæði Gud og somuleiðis menniskja." Monofysitisman lærdi ikki, at Jesus var fullkomin Gud og fullkomin menniskja. Hon legði dent á, at Jesus varð umbroyttur til hina einu guddómligu náttúruna.[9] Vit síggja eisini eitt mótmæli ímóti hesi læruni í grein 30 í Athanasianum, har ið vit lesa, at Jesus er "fullkomin Gud, fullkomin menniskja".


Um Jesus ikki verður tilbiðin sum Gud; um Jesus ikki verður játtaður sum fullkomin Gud og fullkomin menniskja, ja, so er talan um eina ranglæru. Og Bíblian ávarðar okkum ferð eftir ferð ímóti ranglæru. Pætur sigur t.d.: "Men eisini svikaprofetar komu upp millum fólkið, eins og falslærarar eisini munnu koma tykkara millum, sum skulu smoyggja inn ringum ranglærum, við tað at teir enntá avnokta Harran, sum keypti teir, og føra bráðan undirgang yvir seg sjálvar" (2 Pæt 2,1). Sjálvur sigur Jesus eisini: "Og mangir svikaprofetar skulu koma upp og villleiða mong" (Matt 24,11). Bíblian ávarðar ímóti ranglæru, tí at ranglæra kann jú villleiða og føra til bráðan undurgang. Hetta hava rithøvundarnir til hinar fornkirkjuligu trúarjáttanirnar óiva eisini verið greiðir yvir. Kirkjan hevur tikið hesar trúarjáttanirnar til sín fyri at lýsa hina sunnu kristnu læruna og fyri at verja kristin menniskju ímóti ranglæru. Hetta hevur altso ævinleikans týdning, og tí siga vit: Eg trúgvi á Gud Faðir, Gud Son og Gud Heilagan Anda!


Keldur    

L. Grane, Den danske Folkekirkes bekendelsesskrifter, Forlaget ANIS, Frederiksberg 1993

B. Haraldsø, Kirke og misjon gjennom 2000 år, Lunde Forlag, Oslo 1997

O. Skarsaune, Troens Ord, Luther Forlag, Oslo 1997

P. Nørgaard-Højen, Den Danske Folkekirkes bekendelsesskrifter, Forlaget ANIS, København 2001

M. Schwartz Lausten, Danmarks Kirkehistorie, Nordisk Forlag, København 1987

J. Hanselmann og U. Swarat, Teologisk ordbog, Lohses Forlag, Fredericia 1999

Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar, Føroyskt kirkjumál, Tórshavn 2000



[1] Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar, s. 11-13

[2] O. Skarsaune, Troens Ord, s. 239-240

[3] Ibid, 241

[4] Ibid, s. 243

[5] J. Hanselmann og U. Swarat, Teologisk ordbog, s. 101

[6] O. Skarsaune, Troens Ord, s. 246-247

[7] L. Grane, Den danske folkekirkes bekendelsesskrifter, s. 25

[8] J. Hanselmann og U. Swarat, Teologisk ordbog, s. 96

[9] Ibid, s. 97

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet