Orð trúarinnar II

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 10.01.2021   
Fyrilestrar

Kirkjan hevur tikið hesar trúarjáttanirnar til sín fyri at lýsa hina sunnu kristnu læruna og fyri at verja kristin menniskju ímóti ranglæru. Hetta hevur altso ævinleikans týdning, og tí siga vit: Eg trúgvi á Gud Faðir, Gud Son og Gud Heilagan Anda!



Hin nikænska trúarjáttanin

(Symbolum Nicaenum)


Eg trúgvi á ein Gud, hin alvalda Faðir, sum hevur skapað himmal og jørð, allar sjónligar og ósjónligar lutir.

Og á ein Harra, Jesus Krist, Guds einborna son, sum er føddur av Faðirinum fyri upphav tíðarinnar, Gud av Gudi, ljós av ljósi, sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin, ið alt hevur skapað, sum fyri okkum menniskju og frelsu okkara er komin niður av himni og er vorðin hold við Heilagum Anda av Mariu moy, sum eisini okkara vegna er krossfestur undir Pontiusi Pilatusi, píndur og jarðaður. Triðja dagin risin upp samsvarandi Skriftunum og farin til himmals, situr við Faðirsins høgru hond og skal koma aftur í dýrd at døma livandi og deyð, og á ríki hansara skal eingin endi vera.

Og á Heilagan Anda, Harran og lívgevaran, sum gongur út frá Faðirinum og Soninum, sum saman við Faðir og Soni verður tilbiðin og dýrmettur, og sum hevur talað við profetunum. Og á eina heilaga almenna og ápostólska kirkju.

Eg  játti ein dóp til fyrigevingar syndanna og vænti uppreisn teirra deyðu og lívið í komandi heimi. Amen.[1]


Hin nikænska trúarjáttanin er tann mest útbreidda av teimum trimum fornkirkjuligu trúarjáttanunum. Hon varð, líkasum Apostolicum, brúkt til dópslæru í fornkirkjuni, men hennara uppruni er kortini ein heilt annar.


Meðan Apostolicum bleiv meira og meira útbreidd við tað, at fleiri og fleiri samkomur tóku hana til sín, so hevur hin nikænska trúarjáttanin, ella Nikænum, sum hon eisini verður kallað, harafturímóti fingið sína viðurkenning ígjøgnum nakrar stórar kirkjufundir.[2]


Í fornkirkjuni (300 og 400-talið) uppstóðu nakrir trupulleikar viðvíkjandi læruni um Faðirin, Sonin og Heilaga Andan og viðvíkajndi bíbilskum orðingum so sum: "Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum" (Jóh 14,26).  "Eg og faðirin eru eitt" (Jóh 10,30). "Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð... Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika" (Jóh 1,1 og 14). Hvør skuldi kirkjunnar læra vera hesum viðvíkjandi? Hvussu skuldi gudfrøðin vera, tá ið man á tí einu síðuni vildi halda fast við læruna um, at Gud er ein (monoteisma), meðan man á hinari síðuni ikki kundi síggja burtur frá hinum bíbilsku tekstunum, sum umtalaðu Faðirin, Sonin og Heilaga Andan sum Gud (triteisma)?[3] Trupulleikin var altso, at tilhangarar av monoteismu stóðu ímóti tilhangarunum triteismu. Og man var eisini ósamdur í spurninginum, um tað yvirhøvur var gjørligt, at Gud bleiv menniskja í Jesusi.


Hitt arianska stríðið  

Nakað, sum var avgerandi viðvíkjandi hesum, var hitt sokallaða arianska stríðið. Hetta stríðið byrjaði, tá ið Arius tíðliga í 300-talinum kom við síni gudfrøðiligu læru um forholdið millum Gud og hetta, at Orðið var til áðrenn alt annað (præeksistens). Arius kom frá einari aleksandrianskari gudfrøðiligari traditión, har man legði serligan dent á, at Orðið (Jóh 1,1) ikki einans fekk sær bústað í holdinum við Jesusi, men at Orðið veruliga bleiv til hold, tvs. til menniskju. Men Arius fylgdi kortini ikki hesi traditión. Arius brúkti hinar gudfrøðiligu tankarnar hjá kirkjufaðirinum Origenes (185-254), sum millum annað gingu út uppá, at Orðið er gingið út frá Gudi frá ævinleika til ævinleika. Men mótsætt Origenes undirstrikaði Arius, at Orðið varð skapað av Gudi áðrenn alt annað. Sambært hesi gudfrøðini var tað altso hitt skapaða Orðið, sum gjørdist til hold við Jesu føðing. Og hin náttúrliga fylgjan av læruni hjá Arius var, at Jesus ikki skuldi tilbiðjast.[4]


Kirkjufundurin í Nikea 325

Hetta førdi við sær, at Arius varð koyrdur úr kirkjuni. Men hóast hetta fekk hann kortini fleiri tilhangarar, og stríðið breiddi seg tí eisini. Orsaka av hesum stóra kirkjuliga stríðinum kallaði keisarin allar biskuparnar til ein kirkjufund í Nikea í ár 325. Á hesum fundinum varð ein anti-ariansk játtan skrivað, har dentur m.a. varð lagdur á, at Jesus er "sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin."[5] Henda umtalaða føðingin skal tó ikki skiljast soleiðis, at Gud einaferð fyri mongum árum síðani føddi Jesus. Hetta snýr seg heldur um eginleikarnar hjá Jesusi. Jesus er føddur av Gudi og hevur tí hinar somu eginleikarnar, sum sjálvur Gud. At Jesus er føddur av Gudi merkir tí tað sama sum, at Jesus er "av somu veru sum Faðirin." Hesar orðingarnar eru uttan iva anti-arianskar, tí at tær standa ímóti læruni hjá Arius um skapanina av Orðinum.[6]


Granskarar eru ikki heilt samdir um, hvussu Nikænum er vorðin til, men tað er ymiskt, sum bendir á, at hon varð orða út frá øðrum dópsjáttanum í eysturkirkjuni (tvs. hin griksk-ortodoksa kirkjan). Eitt, sum peikar okkum í henda rættningin, er t.d. uppsetingin av játtanini, sum á mangan hátt líkist hinum eysturkirkjuligu dópsjáttanini.[7]


Hitt arianska stríðið endaði tó ikki við kirkjufundinum í Nikea. Konstantin hin mikli (d. 337) vildi taka Arius inn aftur í kirkjuna saman við øllum hinum biskupunum, sum í ár 325 vórðu koyrdir úr kirkjuni, tí at teir ikki vildu góðtaka Nikænum. Synirnir hjá Konstantin vóru eisini tilhangarar av hini ariansku læruni.


Athanasius (293-373) var ein stórur tilhangari av hinari Nikænsku játtanini og stríddist nógv ímóti Arius og hansara læru. Meðan arianisman varð stuðla av keisaranum, varð Athanasius eisini koyrdur úr kirkjuni heilar fimm ferðir. Hitt arianska stríðið helt soleiðis á heilt fram til kirkjufundin í Konstantinopel í 381. Hesin kirkjufundurin kom nevniliga til at enda hitt arianska stríðið einaferð med alla.


Kirkjufundurin í Konstantinopel 381

Í ár 378 fall hin anti-nikænski keisarin, Valens, og eftirfylgjarin var ein spanskur maður, sum æt Theodosius og sum stuðlaði Nikænum. Soleiðis bleiv kirkjupolitikurin eisini ávirkaður av sannføringini hjá Theodosius. Í mai 381 samlaði Theodosius 150 biskupar saman til ein kirkjufund í Konstantinopel.[8] Man veit ikki so nógv um henda kirkjufundin, men tað sær kortini út til, at Nikænum varð viðtikin á hesum kirkjufundinum. Henda teoriin er grunda á tað, at man á kirkjufundinum í Kalkedon (451) helt, at Nikænum varð viðtikin í Konstantinopel. Men hon varð ið hvussu so er ikki orða í Konstantinopel, tí at man kendi jú til brúkið av Nikænum í sambandi við dóp longu áðrenn 381. Játtanin frá 325 varð altso eftir øllum at døma endaliga góðtikin á kirkjufundinum í Konstantinopel ár 381.


Status confessionis

Vit hava sæð, at Nikænum bleiv til í einari ófriðaligari tíð, og at hon varð orða sum eitt mótspæl til læruna hjá Arius. Vit hava eisini sæð, at hon endaliga varð viðtikin á kirkjufundinum í Konstantinopel ár 381. Harumframt kann nevnast, at reformatorarnir eisini tóku Nikænum til sín í reformatiónstíðini. Undir gudstænastuni varð hon sungin, og henda traditiónin helt eisini á aftaná reformatiónina. Í føroysku fólkakirkjuni verður Apostolicum brúkt nógv meira enn Nikænum, men hetta merkir kortini ikki, at Nikænum ikki hevur nakran týdning. Nei, harafturímóti hevur hon sera stóran týdning! Henda trúarjáttanin virkaði jú sum ein trúarverja í eini tíð, har ið trúgvin varð hótt við ranglæruni hjá Arius. Arianarar lærdu nevniliga, at Sonurin ikki var av somu veru sum Faðirin, og at hann ikki skuldi tilbiðjast. Fyri at burturvísa hesa ariansku ranglæruna høvdu teir rætttrúgvandi altso tørv á einari grundgeving, sum kundi vísa, at Sonurin í grundini var av somu veru sum Faðirin. Svarið funnu teir í orðinum “homoousion”, sum merkir “av somu veru”. Hetta orðið fekk eina stóra ávirkan á eftirtíðina og læruna um Jesus. “Homoousion” verður t.d. brúkt í Nikænum, tá ið tað verður játtað: “...Og á ein Harra, Jesus Krist, Guds einborna son, sum er føddur av Faðirinum fyri upphav tíðarinnar, Gud av Gudi, ljós av ljósi, sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin, ið alt hevur skapað...”


Hvussu hevði kirkjan sæð út í dag, um læran hjá Arius varð góðtikin og Nikænum forkastað? Hetta er sjálvandi trupult at siga, men um læran hjá Arius hevði verðið góðtikin, so hevði hetta óiva gingið út yvir læruna um Jesu guddóm og fylgjunar av hansara frelsugerningi fyri okkum.



[1] Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar, s. 10-11

[2] L. Grane, Den danske folkekirkes bekendelsesskrifter, s. 18

[3] B. Haraldsø, Kirke og Misjon gjennom 2000 år, s. 39

[4] Ibid, s. 40-41

[5] L. Grane, Den danske folkekirkes bekendelsesskrifter, s. 22

[6] B. Haraldsø, Kirke og misjon gjennom 2000 år, s. 41

[7] Ibid, s. 41

[8] O. Skarsaune, Troens Ord, s. 170-171

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet