
Kirkjan hevur tikið hesar trúarjáttanirnar til sín fyri at lýsa hina sunnu kristnu læruna og fyri at verja kristin menniskju ímóti ranglæru. Hetta hevur altso ævinleikans týdning, og tí siga vit: Eg trúgvi á Gud Faðir, Gud Son og Gud Heilagan Anda!
Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar kann deilast upp í trý:
Her er ætlanin at siga eitt sindur um tær tríggjar vanligu ella samkirkjuligu trúarjáttanirnar og teirra forsøgu.
Hesar tríggjar trúarjáttanirnar hava haft ein sera stóran týdning fyri kirkjuna sum heild. Vit hoyra t.d. hina ápostólsku trúarjáttanina næstan hvørja ferð, vit eru í kirkju. Trúarjáttanirnar vóru ikki bara tíðarhóskandi fyri fleiri hundra árum síðani. Tær eru eisini sera tíðarhóskandi í dag! Líka síðani tær vórðu orðaðar, hava kristin menniskju hildið fast við hesar trúarjáttanirnar. Orsøkin til hetta er óiva, at játtanirnar greina í stuttum hitt týdningarmesta í kristnitrúnni: Eg trúgvi á Gud Faðir, Gud Son og Gud Heilagan Anda!
Hin ápostólska trúarjáttanin
(Symbolum apostolicum)
Vit trúgva á Guð Faðir, hin alvalda,
skapara himins og jarðar.
Vit trúgva á Jesus Kristus,
Guðs einborna son, váran Harra,
sum er gitin av heilagum anda,
borin í heim av Mariu Moy,
pínslaður undir Pontiusi Pilatusi,
krossfestur, deyður og jarðaður,
niður farin til heljar,
triðja dagin staðin upp frá deyðum,
farin til Himmals,
sitandi við høgru hond, Guðs Faðirs, hins alvalda,
haðani hann kemur at døma livandi og deyð.
Vit trúgva á heilagan anda,
eina heilaga almenna kirkju,
samfelag teirra heilagu, fyrigeving syndanna,
uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir.
Amen![1]
Henda trúarjáttanin verður ikki kallað hin ápostólska trúarjáttanin, tí at tað vóru ápostlarnir, sum skrivaðu hana. Trúarjáttanin er í grundini ikki so gomul. Hitt elsta skjalið av hesari játtanini, soleiðis, sum vit kenna hana í dag, stavar frá einari hondbók fyri trúboðarar, sum varð skrivað av einum manni frá Sweitz, sum æt Priminius uml. ár 720. Her verður játtanin løgd í munnin hjá ápostlunum við tað, at hon, sambært Priminius, varð orðað av ápostlunum, tá ið teir vórðu fyltir av Heilagum Anda á hini fyrstu hvítusunnuni. Hendan søgan er óiva eisini orsøkin til, at vit í dag kalla játtanina fyri hina ápostólsku trúarjáttanina. Priminius orðar eisini greinarnar í játtanini sum spurningar: Trýrt tú á Gud Faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar?[2] Her er altso bæði talan um ein játtandi og ein spyrjandi form viðvíkjandi Apostolicum, sum henda trúarjáttanin eisini verður kallað. Í hinum spyrjandi forminum verður Apostolicum tengd at dópsliturgiini og undirvísingini, sum ein skuldi skúlast upp í eftir dópin.
Nýtslan av Apostolicum undir gudstænastuni er nokkso nýggj (tvs. í 1800-talinum), meðan hon hevur eina nógv eldri traditión, tá ið tað kemur til dóp og dópslæru.[3] Hitt elsta skjalið av hini ápostólsku trúarjáttanini, soleiðis, sum vit kenna hana í dag, stavar, sum sagt, frá hondbókini hjá Priminius (uml. ár 720). Men tað finnast eisini eldri keldur til Apostolicum. Hesir tekstirnir líkjast tó ikki játtanini líka nógv, sum tekstirnir hjá Priminius.
Ein familja av trúarjáttanum
Um vit fara longur aftur í tíðina, møta vit nøkrum serligum tekstum, sum verða kallaðir: Greining av symbolinum, tað vil siga greining av játtanini. Man kann eisini finna ymiskar keldur til játtanina í prædikum og ymiskum brøvum. Talan er so at siga um eina familju av játtanum, sum hava líkheitir og frávik. Vit hava eina italska, eina norðurafrikanska, eina spanska og eina suðurfranska familju. Apostolicum hoyrir til hina suðurfronsku familjuna.
Hvussu ber tað so til, at Apostolicum kom til at vera hin valdandi trúarjáttanin? Jú, tað sær út til, at hetta skyldast teimum politisku umstøðunum, sum gjørdu seg galdandi tá á døgum. Hin franski kongurin, Karl Mikli (kongur frá 768-814), savnaði næstan alt Evropa inn undir seg, og harvið kom hin suðurfranska játtanini eyðvitað eisini at seta sín dám á kirkjulívið í Evropa.[4]
Frummteksturin
Nú er spurningurin, um vit kunnu finna ein frummtekst, sum henda familjan av trúarjáttanum er grunda á. Fyri at finna svarið til henda spurningin mugu vit fara longur aftur í tíðina. Um man samanlíknar hina suðurfronsku játtanina (Arles uml. 540) við hina norðurafrikonsku (Karthago uml. 440) og hina italsku (Milano uml. 380), so sær tað út til, at tær eru grundaðar á hin sama frummtekstin. Man sær t.d., at hin norðurafrikanska og hin suðurfranska játtanin eru ótengdar at hvørjum øðrum. Men samstundis sær tað út til, at hesar báðar ótengdu játtanirnar eru sprotnar út frá hini italsku játtanini. Tessvegna meina granskarar eisini, at hin italska játtanin hevur tættast samband við hina upprunaligu kelduna.
Apostolicum stavar altso frá einari av fleiri variatiónum av einum ávísum frummteksti. Í okkara føri hoyrir variatiónin til hina suðurfronsku typuna, sum óiva hevur sín uppruna í hini italsku játtanini frá 300-talinum.[5] Men var tað so eingin trúarjáttan áðrenn 300-talið? Jú, tað hevur tað óiva verið. Í grundini sær tað út til, at hin italska trúarjáttanin eisini er grunda á ein eldri frummtekst. Men hvønn? Hvør er hin upprunaligi frummteksturin? Fyri at finna eitt svar uppá henda spurningin, mugu vit ein túr til Róm.
Samkoman í Róm hevur verðið kalla móðursamkoman hjá øllum hinum samkomunum. Hon bar eisini orð fyri at hava eina sunnari læru enn allar hinar samkomurnar. Tí er tað eisini nærliggjandi at hugsa, at hinar samkomurnar hava tikið læruna hjá samkomuni í Róm til sín. Tað finnast tvær keldur, sum stuðla hesum ástøði. Hin fyrsta keldan eru nakrar viðmerkingar, sum Rufinus skrivaði yvir hina ápostólsku trúarjáttanina. Viðmerkingarnar hjá Rufinus vórðu skrivaðar í Aquileia uml. 404. Her skrivar Rufinus um munin millum játtanina, sum varð brúkt í Aquileia, og hana, sum varð brúkt í Róm. Út frá hesum hevur man síðani megnað at endurskapa játtanina hjá samkomuni í Róm. Tá ið man soleiðis samanlíknar hina italsku játtanina við hina endurskapaðu játtanina hjá samkomuni í Róm, sær man, at tær líkjast hvørjum øðrum sera nógv. Tí kann man eisini vera rímuliga vísur í, at játtanin hjá samkomuni í Róm er frummteksturin, sum hin italska játtanin og síðani allar hinar variatiónirnar av játtanum eru grundaðar á.
Málið er avgerandi, tá ið ein skal finna fram til, hvussu gamal teksturin veruliga er. Tekstirnir, sum eg higartil havi nevnt, hava allir sín uppruna í latínska málinum. Men um vit fara aftur til ár 340, møta vit einum rithøvunda, sum eitur Marcellus av Ankyria. Hann skrivaði á grikskum og endurgav játtanina hjá samkomuni í Róm á grikskum. Teir flestu granskararnir eru eisini samdir í, at hin grikski teksturin er hin upprunaligi. Hetta kemst millum annað av, at man veit um tveir kirkjuleigarar í samkomuni í Róm, sum skrivaðu á hvør sínum málið. Hippolyt (200-220) skrivaði sínar bøkur á grikskum, meðan Novatian (uml. 250) skrivaði á latín. Út frá hesi vitan eru granskarar síðani komnir fram til, at hin gamla rómverska játtanin er vorðin til í 200-talinum.[6]
Eg havi nevnt, at Apostolicum varð í gomlum døgum serliga brúkt í sambandi við dópslæru. Hetta er eisini tilfeldið her. Man finnir altso upprunan til hina ápostólsku trúarjáttanina í dópsliturgiini og læruni hjá frummkirkjuni.
Uppruna í Bíbliuni
Hin ápostólska trúarjáttanin hevur í síðsta enda sín uppruna í Bíbliuni, har vit eisini síggja ymiskar stuttar trúarorðingar. Hesar orðingarnar eru antin trídeildar ella kristologiskar. Eitt dømi uppá hina trídeildu orðingina hava vit í Matt 28,18-20, har vit m.a. lesa orðini: "...doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda". Í 1 Kor 15,3-4 síggja vit eitt dømi uppá hina kristologisku orðingina: "...at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar". Hesar báðar bíbilsku trúarorðingarnar hava við tíðini fingið fleiri variantar, og við tíðini eru tær eisini blivnar flættaðar saman til eina trúarorðing sum t.d. í orðingini hjá Ireneus av Lyon frá uml. ár 190:
"Hetta er uppstillingin av høvðuspunktunum í okkara trúgv...:
Gud Faðir, ikki-skapaður, ófatiligur, ósjónligur, ein Gud, skapari av øllum.
Hetta er hitt allar fyrsta høvðuspunktið í okkara trúgv. Men hitt næsta høvðuspunktið er hetta:
Guds Orð, Guds Sonur, Kristus Jesus, okkara Harri, sum varð opinberaður fyri profetunum... sambært innihaldinum í Faðirins frelsuætlan, Sonurin, sum alt er vorðið til við, sum við tíðarinnar enda, fyri at sameina alt, varð menniskja millum menniskju, sjónligur, ein, sum man kann nema við, fyri at gera deyðan til einkis og vísa á lívið og skapa felagskap ímillum Gud og menniskju.
Og hitt triðja høvðuspunktið:
Heilagi Andin, sum profetarnir profeteraðu við og fedrarnir lærdu um Gud við og hinir
rættvísu vórðu leiddir av til rættvísisvegin, og sum við tíðarinnar enda á ein nýggjan hátt
varð heltur út yvir mannaættina fyri at gera menniskjuna nýggja yvir fyri Gudi yvir alla
jørðina."
Hetta er eitt dømi uppá ein av fleiri variantum av samanflættaðum bíbilskum trúarorðingum, har hin kristologiski parturin av játtanini við tíðini eisini hevur fingið sítt pláss í trídeilingini, sum vit eisini síggja í hini ápostólsku trúarjáttanini. Hin elsta trúarjáttanin av hesum slag, sum man kennir til, er sum sagt hin gamla rómverska játtanin, og hon er eisini grundvøllurin til Apostolicum.
Týdningurin av Apostolicum
Sum tíðin er liðin hevur Apostolicum fingið meir og meir rúm í kirkjuni. T.d. hava vit sæð, at hon var dópsjáttan fyri alla hina latínsku kirkjuna tíðliga í miðøldini. Í reformatiónini varð Apostolicum, ígjøgnum Lítlu Katekismus hjá Luther, gjørd til hina yvirskipaðu játtanina.[7] Og Grundtvig (1825) hevur eisini virkað við til, at Apostolicum er vorðin so nógv brúkt í kirkjuni í dag, tí at hann legði so stóran dent á júst hesa trúarjáttanina. Hann segði m.a., at Jesus er hitt livandi Orðið, og at tað altíð hevur verið í samkomuni saman við Apostolicum, Faðirvár og orðunum í sakramentunum.[8]
Apostolicum hevur haft sera stóran týdning í kirkjunnar søgu. Sum ein trúarorðing, ið hevur sín uppruna í Bíbliuni, síggja vit, at Apostolicum ikki bara eru fín gudfrøðilig orð. Henda játtanin lýsir høvuðsmálini í kristnu trúnni, og hon hevur, saman við hinum variantunum av hini gomlu rómversku trúarjáttanini, haft serliga stóran týdning fyri dópskandidatar upp ígjøgnum tíðina. Ymiskar keldur, sum kunnu sporast heilt aftur til 300-talið, peika á, hvønn leiklut játtanin hevur haft í kirkjuni. Aftaná upplæringina varð dópskandidaturin hildin at vera klárur til at hoyra játtanina (traditio symboli). Aftaná at hava granska játtanina í eina tíð, og áðrenn kandidaturin varð doyptur, skuldi dópskandidaturin sjálvur framsiga játtanina fyri biskupinum (redditio symboli). Játtanin virkaði altso sum trúarjáttanin hjá sjálvum dópskandidatinum, og hesa funktiónina hevur hon eisini haft upp ígjøgnum kirkjunnar søgu.[9]
[1] Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar, s. 10
[2] O. Skarsaune, Troens Ord, s. 38-39
[3] L. Grane, Den danske Folkekirkes bekendelsesskrifter, s. 12
[4] O. Skarsaune, Troens Ord, s. 40
[5] Ibid, s. 42
[6] Ibid, s. 43-44
[7] L. Grane, Den danske Folkekirkes bekendelsesskrifter, s. 18
[8] M. Schwartz Lausten, Danmarks Kirkehistorie, s. 221
[9] O. Skarsaune, Troens Ord, s. 45