Orðið og trúbótin

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 31.10.2021   
Fyrilestrar

Í Jesu boðan er umvending bæði Guds krav og Guds gáva. Gud krevur umvending, og Gud gevur umvending. Tað er jú einans hann, ið kann virka umvending í lívinum hjá einari menniskju: “Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann” (Jóh 6,44).

Hin 31. oktober 1517 hongdi Martin Luther tær 95 tesurnar upp á kirkjuhurðina í Wittenberg. Hetta varð farskotið til trúbótina. Men hóast tað var Luther, ið hongdi tesurnar upp, so var tað kortini ikki hann, ið hevði tann avgerandi leiklutin í trúbótini. Guds orð hevði tann avgerandi leiklutin! Og tí arbeiddi trúbótarfólkið eisini út frá slagorðinum: ad fontes (aftur til keldurnar). Kirkjan skuldi fáast aftur á beint við at venda aftur til keldurnar. Hetta sást eisini aftur í tí fyrstu tesuni hjá Luther: “Tá ið okkara Harri og Meistari Jesus Kristus segði: ‘Gerið bót’ o.s.fr., vildi hann, at alt lívið hjá hinum trúgvandi skuldi vera ein bót.” Her sipar Luther til tað, sum Jesus sigur í Matt 4,17. Í Vulgata, gomlu latínsku umsetingini av hesum versinum, stóð: “Gerið bót...” Og rómverskkatólska kirkjan grundaði m.a. sína læru um sakramentini á júst hetta. Tá ið fólk játtaðu sínar syndir í skriftastólinum, fingu tey syndanna fyrigeving, men skriftafaðirin dømdi tey hareftir til nakrar “straffir”, og allir teir bótsstraffirnir, sum ein ikki megnaði at gera fulnað fyri her á fold, hevði ein so við sær inn í deyðan og reinsingareldin. Hetta var ein ræðuligur pínustaður, sum øll skuldu til, men eingin í kirkjuni visti at siga, hvussu leingi ein skuldi vera har. Kirkjan helt kortini uppá, at hon hevði møguleikan til at stytta steðgin í reinsingareldinum við at skaffa menniskjum avlát. Ein kundi t.d. keypa sær eitt avlátsbræv. Hetta var eisini orsøkin til orðatakið: “Når pengen i kisten klinger, straks sjælen ud af skærsilden springer.”

Í 1516, árið fyri Luther hongdi tesurnar upp, útgav Desiderius Erasmus Novum Instrumentum omne. Henda umseting rúmaði bæði upprunaliga grikska tekstin og eina nýggja latínska umseting. Í gomlu latínsku umsetingini av Matt 4,17 hevði hann lisið: “Pænitentiam agite” (gerið bót), men í grikska tekstinum las hann: μετανοεῖτε (vendið um). Erasmus fór aftur til keldurnar og lat griksku orðingina ráða. Tá ið Luther síðani las Nýggja Testamenti á grikskum, kom júst hetta orðið at hava ein stóran týdning. Og hetta er eisini orsøkin til, at Luther orðar seg, sum hann ger, í tí fyrstu tesuni. Grikska orðið μετανοέω sipar nevniliga til eina víðfevnda umvending frá øllum tí, ið hindrar einum í at geva seg yvir til Gud, og samstundis sipar tað eisini til, at ein vendir sær til Gud í kærleika og lýdni. Tað snýr seg altso ikki um bótstraff, reinsingareld og avlát. Harafturímóti snýr tað seg um alt lívið hjá hinum trúgvandi!

Í Jesu boðan er umvending bæði Guds krav og Guds gáva. Gud krevur umvending, og Gud gevur umvending. Tað er jú einans hann, ið kann virka umvending í lívinum hjá einari menniskju: “Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann” (Jóh 6,44).

Sum nevnt var tað Guds orð, ið hevði tann avgerandi leiklutin í trúbótini. Luther varnaðist, at tann sanna læran í Guds orði hevði verið goymd fyri menniskjum í fleiri øldir. Og tað er júst hetta, ið trúbótin snúði seg um, nevniliga at fara aftur til keldurnar og kenna máttin, vakurleikan og sannleikan í Guds orði.

Góðan trúbótardag!

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet