Og Orðið varð hold

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 27.12.2022   
Fyrilestrar

Sonur Guds gjørdist mannabarn, so at vit kundu gerðast Guds børn. Við hesum stóra undri er eitt enn størri undur blivið møguligt, nevniliga at Gud við sínum egna lívi kann festa búgv í okkara hjørtum.

Inngangur

Føgur var náttin

við blaktrandi stjørnum í forðum,

tá ið vár Jesus, Guðs sonur,

í heimin varð borin.

Víða um heim

boðini bórust við gleim:

Guð sjálvur maður er vorðin (Sl 113,1).


Hesi orðini úr jólasálminum Føgur var náttin hóska væl saman við tað, ið vit viðgera her, nevniliga spurningin um Jesu samleika. Vit kunnu eisini bólka hetta inn undir tað, sum vit kalla kristologi, tvs. læran um Jesu persón og gerningar.

“Guð sjálvur maður er vorðin”, syngja vit. Men hvat er so sambandið millum Jesu guddóm og hansara menniskjansskap? Hesum viðvíkjandi sigur Bengt Hägglund t.d.: “Hin veruligi kristologiski trupulleikin er spurningurin um, hvussu sambandið er millum Krists guddóm og Krists menniskjansskap. Hvussu kann hann, sum er sannur Gud, samstundis vera menniskja, átaka sær mannakor og stíga fram sum eitt menniskja?”[1] Kirkjan hevur arbeitt við hesum kristologiska spurninginum líka síðan fornkirkjuna. Tað snýr seg um tær báðar natúrurnar hjá Jesusi ella dupultnatúrlæruna, sum hetta eisini verður kallað.


Hitt fyrsta ættarliðið

Í bók síni “Christology: A Guide for the Perplexed” leggur enski presturin, Alan Spence, dent á, at tey kristnu hava tilbiðið Jesus líka av fyrstantíð, hóast hetta var gudsspottan sambært jødisku eingudstrúnni. Sambært Spence er Jesu upphevjaða støða ikki nakað, sum tey kristnu eru komin fram á so líðandi. Eftir Jesu deyða byrjaði fyrsta ættarlið teirra kristnu harafturímóti at æra Jesus á ein slíkan hátt, sum onnur eingudstrúgvandi menniskju hildu vera heilt ósømiligan.[2] Tey elstu skjølini, sum vit hava (uml. ár 50-60 e. Kr.), undirstrika eisini, at tey fyrstu kristnu hildu Jesus vera guddómligan líka av fyrstantíð (ibid.: 4). Ein av teimum elstu keldunum, sum leggja dent á Jesu guddómleika, er Fil 2,5-11. Spence peikar á, at tað áhugaverda við Fil 2,5-11 er tann skaldsligi stílurin, sum bendir á, at Paulus sikkurt hevur lánt tekstin frá einum eldri lovsangi. Tí kann ein eisini koma til ta niðurstøðu, at tey kristnu hava játtað Jesu guddóm líka frá fyrsta degi.[3]

Men hvat er orsøkin til, at henda trúgvin á Jesus verður til so brádliga? Spence greiðir í stuttum frá kirkjunnar upphavi á henda hátt: “Profetiska prædikuvirksemið hjá Jóhannesi doyparanum og prædiku -og lekingarvirksemið hjá Jesusi birti uppundir vónina hjá mongum bæði í Júdeu og Galileu, at Guds ríkis koma var í hondum.”[4]

Jesu uppreisn og hvítusunnuundurið vóru eisini greið tekin um, at Guds ríki var komið nær. Tá menniskju, í ljósinum av hesum hendingum, síðani fingu eyguni upp fyri Jesu guddómleika, hevði hetta eisini ymiskar torgreiddar kristologiskar spurningar við sær.[5]


Hin kristologiski trupulleikin

Í Filippibrævinum er talan um eina gongd: Jesus var í Guds mynd, men tók á seg tænara mynd. Vit síggja eisini somu gongd í evangeliinum eftir Jóhannes: “Í fyrstuni var Orðið, og Orðið var hjá Guði og Orðið var Guð ... Og Orðið varð hold og tók búgv okkara millum...” (Jóh 1,1 og 14a). Tað er í sambandi við hesa gongd, at hin kristologiski trupulleikin ger seg galdandi. Hvussu tala vit rætt bæði um Jesu guddómleika og hansara menniskjansskap?

Summi hava roynt at smoygt seg undan hesum kristologiska trupulleikanum. Viðvíkjandi hesum eru tað serliga tvær søguligar áskoðanir, sum hava gjørt seg galdandi, nevniliga doketisma og ebjonitisma.[6]


Doketisma

Heitið doketisma stavar frá grikska orðinum “dokein”, sum merkir “tykja”. Innan doketismuna lærdi man, at Jesus einans tóktist at vera eitt menniskja. Sambært doketismuni lærdi man altso, at frásøgnirnar um Jesus í grundini vóru frásøgnir um Gud, sum í mannalíki var saman við menniskjum. Jesu menniskjansskapur og alt, sum tað inniber, er sambært doketismuni einans nakað, sum tykist at vera. Her roynir ein sostatt at smoyggja sær undan kristologiska trupulleikanum við at avskaffa Jesu menniskjansskap.

1 Jóh 4,1-3a er eftir øllum at døma skrivað ímóti einari slíkari fatan av Jesusi: “Elskaðu tit, trúgvið ikki einum og hvørjum anda, men roynið andarnar, um teir eru av Guði; tí at mangir svikaprofetar eru farnir út í heimin. Av hesum kenna tit Guðs anda: Ein og hvør andi, sum viðkennir sær, at Jesus Kristus er komin í holdi, er frá Guði. Og ein og hvør andi, sum ikki viðkennir sær Jesus, er ikki frá Guði...” At Jesus er komin í holdi hevur altso avgerandi týdning!

Ápostólski faðirin, Ignatius biskupur í Antiokía (uml. 35-107 e. Kr.), talaði eisini ímóti doketismuni, sum m.a. lærdi, at Jesus einans tóktist at líða á krossinum. Líkasum hjá nýtestamentligu rithøvindunum síggja vit eisini hjá Ignatiusi eina fasta sannføring um, at tað setur kristna lívið í vága, tá ið ein avnoktar Jesu menniskjansskap.[7]


Ebjonitisma

Ebjonittarnir trúu hvørki á Jesu guddóm, ella at hann varð føddur av einari jomfrú. Tí hildu tey allarflestu í kirkjuni, at teir vórðu ranglærarar. Ebjonittarnir høvdu eftir øllum at døma eina adoptianistiska kristologi, tvs. at Jesus fekk hægri tign og gjørdist Sonur Guds, tá ið Kristus kom niður yvir hann í dópinum.[8]


Rætta javnvágin

Omanfyri hava vit sæð tvær royndir uppá at smoyggja sær undan kristologiska trupulleikanum. Og vit síggja, at tað kostar antin viðvíkjandi Jesu menniskjansskapi ella Jesu guddómi. Hesum viðvíkjandi undirstrikar skotski gudfrøðingurin og presturin, John Macquarrie, at tað eru tvær grundleggjandi ranglærur viðvíkjandi Jesusi, og báðar ganga út yvir hansara avgerandi leiklut í kristnu trúnni. Um vit leggja ov stóran dent á Jesus sum menniskja, so endar Jesus í sama báti sum vit menniskju, og tá kann hann heldur ikki frelsa okkum menniskju. Um vit á hinari síðuni gera munin millum hann og okkum vanligu menniskju ov stóran, so kvetta vit sambandið millum hann og okkum, og tá kunnu vit ikki hava nakað frelsandi samband við Jesus. Formálið við kristologiini er so statt at finna hina røttu javnvágina.[9]


Gud og menniskja

Líka av fyrstantíð hava kristin brúkt tankar úr Gamla Testamenti, tá ið tey skuldu lýsa Jesu dýrd. Eitt dømi um hetta er Opb 5,13b: “Honum, sum í hásætinum situr, og lambinum veri signingin og heiðurin og dýrdin og kraftin um aldur og allar ævir!” Her síggja vit, at Jesus verður settur í samband við páskalambið, og samstundis verður hann eisini æraður og lovaður saman við honum, sum situr í hásætinum. Jesus verður sostatt hildin verdur til at fáa somu æru sum sjálvur Gud.[10]

Tey fyrstu kristnu løgdu kortini ikki einans dent á Jesu tign. Tey løgdu eisini stóran dent á Jesu menniskjansskap. Hetta síggja vit t.d. í Hebrearabrævinum, har ið Jesu frelsugerningur er treytaður av Jesu fullkomna menniskjanskapi.[11] “Tess vegna mátti hann í øllum lutum verða brøðrum sínum líkur, fyri at hann kundi verða ein miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur í tænastu fyri Guði til at bøta fyri fólksins syndir. Tí at við tað at hann hevur liðið, av tí at hann sjálvur varð freistaður, kann hann koma teimum til hjálpar, sum verða freistað” (Hebr 2,14-18).


Ireneus og gnostikararnir

Tað vóru eisini nakrir kirkjufedrar, sum byrjaðu at lýsa hetta tvísemið viðvíkjandi Jesusi eitt sindur nærri, til dømis áður nevndi Ignatius, biskupur í Antiokía, og Ireneus, biskupur í Lyon (uml. 130-200 e. Kr.). Teir løgdu báðir dent á bæði Jesu guddóm og Jesu menniskjansskap, og hetta bar við sær, at áhugin fyri hinum kristologiska trupulleikanum øktist alsamt. Hvussu skuldi kirkjan megna at halda fast við Jesu dupultnatúru? Svarið fann kirkjan í inkarnatiónstankanum í Evangeliinum eftir Jóhannes: “Í fyrstuni var Orðið [gr. Logos], og Orðið var hjá Guði og Orðið var Guð ... Og Orðið varð hold og tók búgv okkara millum...” (Jóh 1,1 og 14a). Hesi innleiðandi orðini í Evangeliinum eftir Jóhannes høvdu stóra ávirkan á kirkjunnar kristologi tær fyrstu øldirnar.[12]

Í bók síni “Early Christian Doctrines” undirstrikar enski gudfrøðingurin J. N. D. Kelly eisini, at Ireneus hevur havt stóra ávirkan á, at inkarnatiónstankin í Evangeliinum eftir Jóhannes fekk so stóran týdning viðvíkjandi kristologiska trupulleikanum.[13] Skriftirnar hjá Ireneus vóru eitt úrslit av hansara stríðið ímóti gnostisismuni, sum hevði stóra ávirkan í hansara samtíð.[14] Gnostikarar flest høvdu eina dualistiska tankagongd, har ið eitt óendaligt dýpi var millum hin andaliga heimin og hin materiella heimin, sum teir hildu vera av tí ónda.[15] Henda tankagongdin ávirkaði sjálvandi eisini teirra kristologi. Høvuðsteksturin hjá nógvum gnostikarum var frásøgnin um Jesu dóp, har ið tað stendur, at Andin stígur oman yvir Jesus (Mark 1,9-11). Ireneus var greiður yvir, at gnostikararnir ikki vildu sameina Orðið við skroypiliga holdið hjá menniskjum. Við at brúka Jesu dóp sum teirra kristologiska høvuðstekst kundu gnostikararnir eisini halda uppá, at Orðið einans steig oman yvir menniskjað, Jesus. Tí løgdu teir eisini dent á munin millum Jesus sum menniskjað, og tann Kristus, sum kom omanífrá. Men Ireneus máar støðið undan gnostisku tankagongdini við at undirstrika, at Orðið varð hold, og at Gud við Jesusi sameindi seg sjálvan við hin materiella heimin.[16] Fyri Ireneus snýr tað seg um frelsuna. Frelsan kundi einans verða til veruleika, um hitt guddómliga Orðið fult og heilt kom inn í mannalívið.[17]


Apologetarnir

Orðið [Logos] hjá Jóhannesi hevði eisini eina stóra ávirkan millum hellenistar og teirra læru um heimsfornuftina.[18] Hesum viðvíkjandi undirstrikar skotski bíbliugranskarin, F. F. Bruce, at grikska heimspekin kortini ikki er sjálv bakgrundin til tað, sum Jóhannes skrivar um viðvíkjandi Orðinum [gr. Logos]: “Sonnu bakgrundina til tankarnar og málið hjá Jóhannesi finna vit ikki í grikskari heimspeki, men í hebraiskari opinbering.”[19]

Men fyri fólk, sum vórðu upplærd í grikskari heimspeki, virkaði heimspekiliga hugtakið “logos” kortini sum eitt tilknýtisorð og ein vegur inn í kristologiina hjá Jóhannesi. Kirkjufaðirin, Justin Martyr (uml. 100-165 e. Kr.), tók t.d. støði í táverandi heimspekiliga grundsetninginum um, at tað var heimsfornuftin (logos spermatikos), sum skapti samband millum menniskju og Gud, og sum gav menniskjum vitan um Gud. Orðið [Logos] tóktist at vera sera hent fyri Justin Martyr, tá ið hann skuldi tala um Jesus sum Logos millum menniskju, sum longu høvdu kunnleika um “logos” sum heimspekiligt hugtak.[20]


Hitt undantilverandi Orðið

Í sambandi við inkarnatiónina fylgja sjálvsagt eisini nakrir spurningar, t.d. spurningurin um Guds Orð broytist nakað, tá ið tað verður hold. Fer ein broyting fram í Guds veru? Upp ígjøgnum kirkjusøguna hevur tað altíð verið undirstrikað, at Gud ikki broytist. Men er talan ikki júst um eina broyting, tá ið tað verður sagt, at Orðið varð hold? Loysnina til henda trupulleikan fann man í tankanum um assumptio carnis, tvs. at Gud upptekur holdið í seg sjálvan. Í sambandi við hetta lýsir Spence síðani inkarnatiónina á henda hátt: “Orðið varð hold og tók búgv okkara millum, ella meira nágreiniliga, Guds Orð átók sær menniskjans natúru, og uttan at broyta sína egnu veru gjørdist hann fullkomin menniskja.”[21]


Arianisman

Viðvíkjandi Nikensku trúarjáttanini undirstrikar danski gudfrøðingurin og professarin í kirkjusøgu, Leif Grane, at kirkjan var í einum álvarsomum gudfrøðiligum stríði, tá ið Konstantin keisari var blivin einræðiharri í rómaríkinum í 324 e. Kr. “Tá ið Konstantin í 325 kallaði biskuparnar í ríkinum til hin fyrsta samkirkjuliga kirkjufundin í Nikea í Lítlaásia, var eitt av hansara aðalmálum at fáa semju í lag. Presturin Arius er upprunin til navnið hjá rørsluni, sum í Nikea varð avvíst og stemplað sum rangtrúgvin: arianisman.”[22]

Arianska stríðið (uml. 320-381 e. Kr.) var eisini sjálv orsøkin til, at Nikenska trúarjáttanin bleiv orðað.[23] Viðvíkjandi læruni hjá Arius kann nevnast, at hansara grundleggjandi fortreyt var staðfestingin av, at Gud er makaleysur og yvirnatúrligur, og at eina hann er tann sjálveksisterandi orsøkin til allan veruleikan. Men hvat pláss hevur Jesus so í læruni hjá Arius? Sambært Arius var Jesus ein skapningur, sum Faðirin hevði skapað burtur úr ongum. Og av tí, at hann var ein skapningur, mátti hann eisini hava eina byrjan. Hetta hongur eisini saman við arianska slagorðið: “Tað var einaferð, at hann ikki var” (ἦν ποτε ὅτε οὐκ ἦν). Fyri Arius innibar tankin um, at Jesus var ævigur líkasum Faðirin, at talan var um tvær ymiskar og ævigar verur, og fyri Arius var hetta í stríð við eingudalæruna.[24] Tí helt hann upp á, at Jesus ikki var æviga guddómligur. Harafturímóti undirstrikaði Arius, at hin undantilverandi Sonurin var ein skapningur, sum vegna lýdni fekk guddómligt status sum sonur Guds.[25]

Men mótstøðufólkið hjá Arius undirstrikaði, at tað var gudsspottan, at geva einum skapningi slíkan heiður, sum einans hoyrir Gudi til. Um kirkjan gjørdi rætt í at æra Kristus, líkasum hon altíð hevði gjørt, so mátti tað eisini merkja, at Kristus var meira enn bert ein skapningur.[26] Vegna arianska stríðið øktist tørvurin eftir at verja Jesu guddóm. Teir ortodoksu høvdu brúk fyri einari próvgrund, sum kundi undirstrika, at Jesus var av somu veru sum Faðirin. Svarið funnu teir í orðinum “homoousion”, sum merkir “av somu veru”. Hetta orðið hevði stóra ávirkan á kristologisku hugsanina í eftirtíðini. Orðið sæst t.d. í Nikensku trúarjáttanini: “...Og á ein Harra, Jesus Krist, Guds einborna Son, sum er føddur av Faðirinum fyri upphav tíðarinnar, Gud av Gudi, ljós av ljósi, sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin, ið alt hevur skapað...”[27]


Gud varð menniskja í Jesusi

“Í fyrstuni var Orðið, og Orðið var hjá Guði, og Orðið var Guð … Og Orðið varð hold og tók búgv okkara millum” (Jóh 1,1 og 14).

Sambært Luther er hesin teksturin tann, ið mest týðiliga undirstrikar Jesu guddóm. Og hann leggur eisini dent á, at boðskapurin er serliga grundaður á 1 Mós 1,1-3: “Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina…” Jóhannes innleiðir sítt evangelii á líknandi hátt: Í fyrstuni var Orðið… Viðvíkjandi Orðinum undirstrikar Luther, at talan tó ikki kann vera um nakað, sum er byrjað at vera til. Harafturímóti er talan um hitt æviga Orðið hjá Gudi: “Í fyrstuni var Orðið, og Orðið var hjá Guði, og Orðið var Guð” (Jóh 1,1). Sostatt síggja vit, at Jóhannes í veruleikanum innleiðir gleðiboðskapin um Jesus í ævinleikanum hjá Gudi, áðrenn skapan heimsins.


Orðið

Men hvat hugsar Jóhannes í veruleikanum um, tá ið hann sipar til “Orðið”? Umframt tankan um Gud í ævinleikanum, áðrenn skapanarverkið, hugsar Jóhannes eisini um skapanarmegina í Guds orði: “Og Guð segði: »Verði ljós!« Og tað varð ljós” (1 Mós 1,3). Orðið er altso knýtt at Guds kraftmikla virksemi í skapanini. Gud talar, og hansara máttmikla orð skapar. “Tí hann talaði, og so varð tað; hann beyð, og so tað stóð” (Sl 33,9), sigur sálmaskaldið. Hetta samsvarar eisini við tað, sum vit lesa hjá Jóhannesi viðvíkjandi Orðinum: “Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið” (Jóh 1,3).


Tjaldtemplið og lógin

Seinni í tekstinum síggja vit eisini, hvussu Jóhannes knýtur Jesus saman við tjaldtemplið hjá Ísraels fólki á teirra oyðimarkargongd. Vit lesa nevniliga, at “Orðið varð hold og tók búgv okkara millum…” (Jóh 1,14). Grikska orðið eskenosen, sum er umsett til “tók búgv okkara millum”, kann eisini umsetast til “setti telt upp okkara millum”. Sostatt kann teksturin eisini umsetast til: Og Orðið varð hold og setti telt upp okkara millum.


Hæddarpunktið

Í sama kapitli leggur Jóhannes eisini dent á, at “…lógin varð givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi” (Jóh 1,17). Við støði í Guds sjálvsopinbering í Gamla Testamenti undirstrikar Jóhannes nú, at Jesus er hæddarpunktið í Guds sjálvsopinbering fyri hansara fólki. Í Gamla Testamenti var Gud til staðar millum sítt fólk í tjaldtemplinum í oyðimørkini. Nú er hann harafturímóti til staðar millum fólk sítt í Jesusi Kristi. Í Gamla Testamenti opinberaði Gud seg ígjøgnum lógina. Nú opinberðar hann seg harafturímóti í og við Jesusi Kristi. Og Jóhannes undirstrikar: “og vit skoðaðu dýrd hansara…” (Jóh 1,14). Ella sum hann sigur í 1 Jóh 1,1-2: “Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu og hendur okkara numu við, tað er lívsins orð; – og lívið varð opinberað, og vit hava sæð og vitna og boða tykkum hitt æviga lívið, sum var hjá faðirinum og varð opinberað okkum.”


Fullkomin menniskja

Hvønn týdning hevur tað so fyri okkum, at Orðið varð hold og setti telt upp okkara millum? Jú, sum nevnt, er Jesus hæddarpunktið í Guds sjálvsopinbering fyri okkum. Nú er Jesus sjálvur Guds tjaldtempul okkara millum. Orðið, sum var í fyrstuni, Orðið, sum var hjá Gudi, Orðið, sum var Gud, og sum allir lutir eru vorðnir til við, hevur tikið búgv okkara millum. Orðið varð hold! Ella sum vit lesa hjá Paulusi: “hann, sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur, men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur” (Fil 2,6-7).

Ella sum vit plaga at syngja á jólum:


Føgur var náttin

við blaktrandi stjørnum í forðum,

tá ið vár Jesus, Guðs sonur,

í heimin varð borin.

Víða um heim

boðini bórust við gleim:

Guð sjálvur maður er vorðin.


Á sama hátt sum vit, fekk Jesus eisini lut í holdi, blóði, húð og hár. Hví? Jú, fyri at frelsa okkum mátti hann “í øllum lutum verða brøðrum sínum líkur, fyri at hann kundi verða ein miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur í tænastu fyri Guði til at bøta fyri fólksins syndir” (Hebr 2,17). Um Jesus ikki varð fullkomin menniskja – líkur okkum í øllum lutum. Um hann ikki átók sær holdið hjá okkum, tá hevði hin syndafalna mannaættin verið órørd av hansara frelsugerningi. Tað, sum ikki er átikið, kann nevniliga heldur ikki verða endurloyst, segði Gregor úr Nazianz, erkibiskupur í Konstantinopel. Men Gud havi lov! Jesus átók sær holdið hjá okkum fyri at endurloysa okkum til fulnar.

Svenski biskupurin, Bo Giertz, segði tað soleiðis: Sonur Guds gjørdist mannabarn, so at vit kundu gerðast Guds børn. Við hesum stóra undri er eitt enn størri undur blivið møguligt, nevniliga at Gud við sínum egna lívi kann festa búgv í okkara hjørtum.


Uppreisn likamsins

Vegna hetta, at Gud gjørdist menniskja í Jesusi Kristi; vegna Jesu krossfesting og deyða; og vegna hansara likamligu uppreisn frá deyðum kunnu vit nú við treysti játta, at vit trúgva á fyrigeving syndanna, uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir, soleiðis sum vit gera tað í ápostólsku trúarjáttanini. Frelsan er vunnin, tí at Jesus varð líkur okkum í øllum lutum. Hann átók sær okkara hold og blóð fyri at leiða okkum við húð og hár gjøgnum deyða og grøv. Frelsan, sum Harrin hevur vunnið okkum, er sostatt ikki einans galdandi fyri okkara sál, men eisini fyri okkara likam. Vit trúgva á uppreisn likamsins!

Jesus bar allar okkara syndir upp á krossin og vann okkum æviga loysn við sínum egna blóði. Og líkasum hann reis likamliga upp frá deyðum, soleiðis skulu vit eisini rísa upp til tað lívið saman við Gudi, sum hann hevur ætlað okkum til. Hetta lesa vit eisini um í Jóhannesar opinbering: “Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum. Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið” (Opb 21,3-4). Alt hetta eiga vit í Jesusi – Orðinum, sum varð hold!

Ja, sonur Guds gjørdist mannabarn, so at vit kundu gerðast Guds børn. Gud havi lov fyri tað!


Bókmentir

Bruce, F. F. 2004. The Gospel & Epistles of John. Grand Rapids, Michigan: William B. Eerdmans Publishing Company.


Grane, Leif. 2000. Den danske Folkekirkes bekendelsesskrifter. Frederiksberg: ANIS.


Hägglund, Bengt. 1981. Teologins historia. Malmö: Gleerups Förlag.


Kelly, J. N. D. 2006. Early Christian Doctrines. London: Continuum.


Köstenberger, A. J. 2021. Signs of the Messiah: An Introduction to John’s Gospel. Bellingham: Lexham Press.


Macquarrie, John. 2003. Christology Revisited. London: SCM Press Ltd.


Spence, Alan. 2013. Christology: A Guide for the Perplexed. London: Bloomsbury Academic.



[1] Hägglund 1981: 70, mín umseting

[2] Spence 2013: 3

[3] Ibid.: 4-5

[4] Ibid.: 6, mín umseting

[5] Ibid.: 6

[6] Ibid.: 8-9

[7] Ibid.: 9-10

[8] Ibid.: 11-12

[9] Macquarrie 2003: 18-19

[10] Spence 2013: 15

[11] Ibid.: 15-16

[12] Köstenberger 2021: 25

[13] Kelly 2006: 147

[14] Spence 2013: 17

[15] Kelly 2006: 26

[16] Spence 2013: 19

[17] Kelly 2006: 147

[18] Spence 2013: 20

[19] Bruce 2004: 29

[20] Spence 2013: 20-21

[21] Ibid.: 23-25

[22] Grane 2000: 18-19, mín umseting

[23] Spence 2013: 26

[24] Kelly 2006: 227-228

[25] Spence 2013: 28

[26] Ibid.: 34

[27] Grane 2000: 22

Aftur Fráboðan um nýtt innhald Broyt fráboðan
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet