Óætlað samsvar

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 07.06.2020   
TRÚARSPURNINGAR

Óætlað samsvar er við til at vísa okkum, at evangeliini eru álítandi. Jú, fleiri óætlað samsvar ein fær savnað saman, tess sterkari verður próvgrundin fyri evangeliunum sum eftirfarandi keldur.​

Óætlað samsvar er við til at vísa okkum, at evangeliini eru álítandi. Jú, fleiri óætlað samsvar ein fær savnað saman, tess sterkari verður próvgrundin fyri evangeliunum sum eftirfarandi keldur. Talan er um óætlað samsvar, tá ið ein frásøgn um eina hending ikki tekur onkra ávísa upplýsing við, men sum síðani verður nevnt í einari aðrari frásøgn, og sum soleiðis eisini veitur einum svar uppá teir spurningar, ið ein hevði til hina fyrri frásøgnina. Her vil eg nevna tvey dømi:

Innanhýsis samsvar: Í Matt 26,67-68 lesa vit: “Tá spýttu teir hann í andlitið og slógu hann við knýttum nevum; og summir slógu hann undir vangan og søgdu: “Profetera fyri okkum, Kristus! Hvør var tað, sum sló teg?”” Her er tað sjálvandi nærliggjandi at spyrja, um Jesus ikki sá, hvør ið tað var, sum sló hann. Alt gevur betri meining, tá ið vit lesa um hina somu hendingina í Luk 22,64: “Og teir bundu fyri eyguni á honum og spurdu hann og søgdu: ”Profetera! Hvør var tað, sum sló teg?” Jesus var altso bundin fyri eyguni, men hetta verður bara ikki nevnt í fyrru frásøgnini.

Uttanhýsis samsvar: Í Matt 2,22 lesa vit: “Men tá ið hann hoyrdi, at Arkelaus var kongur í Júdeu eftir Heródes, faðir sín, óttaðist hann fyri at fara hagar; og hann fekk ávaring frá Guði í dreymi og fór avstað til Galileubygdirnar.” Men hví var Jósef bangin fyri Arkelaus? Jødiski søgufrøðingurin, Josefus, gevur okkum svarið. Hann sigur nevniliga einastaðni, at Arkelaus hevði dripið 3000 jødar undir páskahátíðini (Antiquitates Judaicae 17.9.3). Hetta greiðir frá ávaringini, sum Jósef fekk. Og tað greiðir eisini frá, hví hann var bangin fyri Arkelaus.

Her havi eg einans nevnt tvey dømi uppá óætlað samsvar, men hetta er bara toppurin á ísfjallinum. Tað er ein rúgva av øðrum dømum, ið ein kundi nevnt. Og tá ið øll verða savnað saman, er tað sum sagt ein góð próvgrundi fyri evangeliunum sum eftirfarandi keldu.

Kelda: https://crossexamined.org/undesigned-scriptural-coincidences-the-ring-of-truth/
Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet