Hvussu nógv virði hevur ein menniskja?

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 28.01.2022   
TRÚARSPURNINGAR

Ongatíð áður hevur okkara menniskjaskapur, okkara virði og serstaka góðska, verið so nógv hótt og løgd undir so nógvan iva, sum júst í dag, har ið ymiskar ideologiir saman við blindari trúgv á vísindi avtigna menniskjuna til at vera eitt djór, ein tapp í einum maskinaríi, eitt dust í hini endaleysu rúmdini.

Nakað soleiðis sigur svenski gudfrøðingurin og trúboðarin, Agne Nordlander, í bókini Bibelens syn på mennesket. Og hetta nemur eisini við spurningin, sum vit fara at viðgera her: Hvussu nógv virði hevur ein menniskja? Er tað bara eitt lítið dust í hini endaleysu rúmdini? Ella hevur menniskjan eitt heilt serligt virði?


Naturalisma og hin bíbilska mannaáskoðanin

Í dag finnast ymiskar meiningar um, hvussu nógv virði ein menniskja hevur. Hesar ymisku meiningarnar eru óloysiliga tætt knýttar at tí mannaáskoðan, ið menniskju hava. Ein mannaáskoðan, sum nógv hava í dag, er hin naturalistiska mannaáskoðanin.


Naturalisma er í stuttum tann fatan, ið sigur, at náttúran er tað einasta, sum er til. Og um náttúran er tað einasta, sum er til, so kann lívið sostatt ikki hava nakra yvirnattúrliga/andliga síðu. Sambært naturalistisku mannaáskoðanini er Gud tess vegna heldur ikki upphavið hjá menniskjuni. Talan kann ikki vera um eitt persónligt upphav so sum Gud. Harafturímóti er talan heldur um eitt ópersónligt upphav, so sum orka og materia.


Uttan Gud og eitt persónligt upphav í líkningini, kann ein sambært naturalismuni sostatt heldur ikki halda uppá, at menniskju hava meira virði enn onnur dýr, tí hetta hevði jú verið eitt slag av diskriminatión. Úrslitið verður sostatt, at menniskjan ikki kann sigast at vera ein heilt serligur skapningur við einum heilt serligum virði.


Vit mangla eina greiða fatan av, hvørji vit eru

Hvat sært tú, tá ið tú hyggur í spegilin? Hóast spegilin er góður, so er tað kortini ikki sikkurt, at tað, ið tú sært, samsvarar við veruleikan. Summi menniskju verða heilt bergtikin, tá ið tey spegla sær. Tey kunnu næstan ikki lata verða við at hyggja eftir sær sjálvum. Onnur kunnu harafturímóti als ikki góðtaka tað, sum tey síggja í speglinum, og tí skáka tey sær helst undan at spegla sær.


Men hví samsvarar tað, sum vit síggja í speglinum, so ofta ikki við veruleikan? Jú, hetta kemst av tí, at tað, sum vit síggja í speglinum, er merkt av tí, sum vit frammanundan hugsa um okkum sjálvi. Vit mangla ofta eina greiða fatan av, hvørji vit eru, og hvat ein menniskja í grundini er!


Skapt í Guds mynd

Skapanarsøgan í 1 Mós veitir okkum orsøkina til okkara ómissandi mannavirðið: "Og Guð skapaði mannin eftir síni mynd, í Guðs mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey" (1 Mós 1,27). Tað, sum ger okkum menniskju til nakað heilt serligt í mun til allar aðrar skapningar, er hetta, at vit eru skapt í Guds mynd, soleiðis at vit líkjast honum.


Um hetta sigur Agne Nordlander eisini: ”Tað fyrsta, sum Bíblian sigur um menniskjuna er ikki, at hon er ein syndari, men at hon er skapt í Guds mynd ... Tað er hetta, ið er orsøkin til tað heilt serliga virðið hjá menniskjuni. Uttan mun til útsjónd, rasu, gávur ella evni til at vera virkin, so er menniskjan kortini heilt serlig … Gudsmyndin vikast ikki!


Tann bíbilska mannaáskoðanin vísir okkum altso, at menniskjan er skapt í Guds mynd, og at tað er júst hetta, ið gevur øllum menniskjum eitt ómissandi virði. Mannavirðið vikast ikki, tí at Gudsmyndin vikast ikki! Mannavirðið er ómissandi, tí at Gudsmyndin er ómissandi. Mótsætt einari naturalistiskari mannaáskoðan, finna vit sostatt eitt fast grundarlag fyri okkara mannavirði í tí bíbilsku mannaáskoðanini.


Gev Gudi tað, ið Guds er!

Einaferð royndu nakrir persónar at leggja eina fellu fyri Jesusi við spurninginum: ”Er tað beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki?” Men Jesus gjøgnumskoðaði teir og spurdi: “Tykkara falsarar! Hví freista tit meg? Sýnið mær skattapeningin!” Tá ið teir so sjálvir rætta honum ein denar, kemur Jesus síðani við einum mótspurningi: ”Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?” Eftir at teir svara, at tað er keisarans mynd og yvirskrift, kemur Jesus síðani við hinum kendu orðunum: ”Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!” (Matt 22,15-22).


Ísrael hoyrdi undir Rómaríkið. Tí skuldu jødarnir eisini geva keisaranum tað, ið hann átti at fáa, t.d. skatt. Men tað eru kortini ting, sum keisarin og státurin ongatíð kunnu eiga, nevnliga sjálva menniskjuna. Tað er eina Gud, sum eigur menniskjuna! Ella sum Bo Giertz sigur: ”Líkasum keisarin setti sína mynd á myntirnar, soleiðis setti Gud eisini sín dám á okkum, so at vit skuldu vera hansara ogn, hansara tænarar, hansara børn.”


Felagsskapurin við Gud, sum vit eru skapt til, verður til veruleika, tá ið vit geva Gudi tað, ið Guds er – tá ið vit við trúnni á Jesus geva Gudi okkum sjálvi og liva í trúgv og kærleika til hansara. Grikska orðið apodote, sum er umsett til ”gevið” í okkara Bíbliu, merkir í grundini ”gevið aftur”. Denarurin hoyrdi til keisaran, tí at denarurin bar keisarans mynd og yvirskrift. Tí skuldi denarurin eisini gevast aftur til keisaran. Men hvørs mynd og yvirskrift er á tær og mær? Guds! Gev tí Gudi tað, ið Guds er!


Keisarin átti denarin, men hann átti ikki menniskjuna. Á sama hátt kann eingin veruliga eiga okkum uttan sjálvur Gud. Hann eigur okkum øll: ung, gomul, sjúk, frísk, og tey óføddu børnini eigur hann eisini. Í Sl 139,13-14 lesa vit: ”Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi! Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur…” Lívið er altso eitt Guds undur og ein Guds gáva til okkum!


Ein boðandi Gud

Sum nevnt er tað fyrsta, sum Bíblian sigur um menniskjuna, at hon er skapt í Guds mynd, og at hon tess vegna eisini hevur eitt ómissandi virði. Tað næsta, sum Bíblian sigur um menniskjuna, er, at menniskjan eisini er fallin í synd, men hetta ger kortini ikki Guds kærleika til menniskjuna minni. Harafturímóti síggja vit, at Gud vil, at øll menniskju skulu verða frelst. Jesus gav jú lærusveinunum missiónsboðini – eini boð um at bera gleðiboðskapin út til øll fólk.


Jesus ynskir altso at gera øll fólk til hansara lærusveinar: “Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum” (Matt 28,19-20). Kallið til lærusveinaskap er eitt kall til at vera saman við Jesusi. Og tá ið vit eru saman við Jesusi og hava felagsskap við hann, tá hava vit eisini fingið samband við lívsins djúpu meining. Jesus sigur eisini sjálvur: “Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist” (Jóh 17,3). Trúboðan finst í grundini, tí at Gud er ein boðandi Gud, sum vit hava felagsskap við øll menniskju! Sostatt eru bæði kristniboðanin og hin bíbilska mannaáskoðanin grunda í sjálvum Gudi. Hann hevur skapt okkum í síni mynd, og hann vil hava ævigan felagsskap við hvønn einstakan av okkum.


Øll hava hitt sama virðið

Í bókini Diakoni og menneskesyn sigur Johannes Nissen, at: “Mannaáskoðanin er avgerandi fyri tann mátan, ið vit fara við hvørjum øðrum. Og jú smalari mannaáskoðanin er, tess størri verður líkasælan yvir fyri øðrum – serliga menniskjum, ið eru annarleiðis.” Um ein til dømis heldur, at summi menniskju ikki hava líka nógv virði sum onnur, tá kemur ein eisini at fara við teimum hareftir.


Altjóða holocaust-dagurin, sum var í gjár (27. januar), minnir okkum eisini á júst hetta. Vegna teirra antisemitisku ideologi og fyri at verja hitt “týska blóðið” settu nasistarnir tiltøk í verk fyri at skapa eitt sokallað “judenfrei” Týskland. Ein fylgja av hesum var, at burturrakstur av jødunum gjørdist eitt politiskt høvuðsmál. Undir krígnum gjørdist teirra rasupolitikkur alsamt meira harðrendur, og hetta bar við sær, at drápið av teimum “minniverdu” gjørdist lógligt. Fyri at skapa eitt sokallað “lebensraum” fyri hina “arisku” rasuna loyvdi Hitler í 1939 drápið av fjølbrekaðum, evnaveikum, blindum og øðrum. Í eygunum hjá nasistunum vóru hesi minniverd. Ein fylgja av hesum harðrenda politikkinum var eisini, at jødarnir nú vórðu savnaðir saman í serflokkabýlingar. Nasistarnir vóru enntá villigir til at drepa jødarnar fyri at gjøgnumføra teirra politisku dagsskrá. Tí fóru teir eisini í holt við hitt skipaða hópdrápið av evropisku jødunum. Hin rasistiska ideologiin hjá nasistunum er gróðrarlendið til eina oyðileggjandi gongd, sum bara vindur uppá seg.


Í hini bíbilsku mannaáskoðanini síggja vit nakað heilt annað. Her verður ikki munur gjørdur á menniskjum, tí at øll menniskju hava hitt sama grundleggjandi virðið. Uttan mun til aldur, stødd, útsjónd, rasu, gávur o.s.fr. so er og verður menniskjan einastandandi og virðismikil. Hví? Tí at Gudsmyndin vikast ikki! Í hesum liggur tann sanni samleikin hjá øllum menniskjum! Og í ljósinum frá hesum bíbilska sannleikanum um menniskjuna kunnu vit tí eisini taka undir við tí, sum Gregory Koukl skrivar í bókini The Story of Reality: “Tað hevur einki at týða, hvussu ung tey eru, ella hvussu gomul tey eru, hvussu lítil tey eru, ella hvussu stór tey eru, hvat ið tey eru før fyri, ella hvat ið tey ikki eru før fyri, um fólk halda, at tey eru virðismikil, dáma tey, ella ikki dáma tey. Tað hevur einki at týða. Hvør einstøk menniskja er vøkur!” Og henda ómissandi vakurleikan hevur hon, tí at hon er skapt í Guds mynd!

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet