Hvat er sannleiki?

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 17.08.2020   
TRÚARSPURNINGAR

Hvat er sannleiki? Hesin spurningurin passar líka so væl inn í okkara samanhang og samtíð, sum hann eisini gjørdi fyri Pilatus og hansara samtíð. Hvat er veruliga sannleiki, tá ið man trýr, at eingin endaligur sannleiki er til? Jú, tá verður tað, líkasum Steve Turner sigur: Vit trúgva, at ein og hvør má finna sannleikan, sum passar honum best. Soleiðis er tað als ikki við sannleikanum, sum Jesus kemur við.​

Samsvar við veruleikan

Stutt og greitt kann man siga, at nakað er satt, tá ið tað samsvarar við veruleikan. Jesus legði eisini sjálvur dent á, at vit skulu fylgja honum, tí at hann er vegurin og sannleikin og lívið (Jóh 14,6). Um gleðiboðskapurin um Jesus harafturímóti ikki samsvarar við veruleikan, tá er talan heldur ikki um sannleikan, og tá hava vit heldur onga grund til at trúgva á hann ella fylgja honum eftir (Gustavsson 2000: 16-18). Tað er, sum C. S. Lewis segði: “Um kristindómur er ósannur, tá hevur hann ongan týdning. Um hann er sannur, tá hevur hann óendaliga stóran týdning. Tað einasta, ið hann ikki kann vera, er eitt sindur týdningarmikil.”[1]


Viðvíkjandi sannleika sigur kirkjufaðirin, Augustin, nakað soleiðis: “Sannleikin er so elskaður, at tey, ið elska okkurt annað, ynskja, at tað, ið tey elska, er sannleiki.” Sambært Augustin er endaligur sannleiki altso til, men samstundis eru tað eisini nógv menniskju, ið ynskja, at tað, ið tey elska, er satt, hóast tað ikki er satt. Men hvat er so sannleiki, og hví hevur hann týdning? Viðvíkjandi hesum spurninginum undirstrikar Os Guinness m.a., at um Gud er sannleikans Gud, so kunnu vit eisini bjóða einum og hvørjum tanka, próvgrund og trúgv vælkomnum, sum samsvarar við Guds standard. Men Guinness leggur eisini dent á, at menniskju ikki einans søkja sannleikan, men at tey eisini reingja sannleikan.[2] Tey reingja sannleikan við tí, sum tey elska í staðin fyri sannleikan. Ella sum Paulus sigur: tey “køva sannleikan við órættferð” (Róm 1,18).


Hvør situr á trónuni?

Men um sannleikans Gud ikki situr á trónuni í tínum lívi, hvør situr so har í hansara stað? Trónan er jú ongatíð tóm. Um Gud ikki er Harri í okkara lívi, so er onkur annar ella okkurt annað harri í hansara stað. Vit finna eina góða lýsing av hesum hjá Luther. Viðvíkjandi fyrsta boði sigur hann nevniliga, at ein gudur er tað, ið títt hjarta vendir sær til og tað, ið tú væntar tær alt gott frá. Ein gudur er tað, ið hjartað verður gripið av; tað, ið fyllir sinnið; tað, ið gevur menniskjuni sín samleika, og sum ásetur hennara framtíðarvón. Sostatt eru øll menniskju trúgvandi, men øll menniskju trúgva kortini ikki á Gud. Og spurningurin er tá, hvat ið ein so trýr á í staðin fyri Gud (Olsen 2012: 43). Her koma vit inn á spurningin um heimsfatan. Øll menniskju hava eina heimsfatan. Okkara heimsfatan er at líkna við einar brillur. Vit hyggja ikki eftir sjálvum brillunum, men vit skoða heimin ígjøgnum tær. Spurningurin er bara, hvørji gløs vit hava í stellinum, og um hesi gløsini vísa okkum veruleikan, soleiðis sum hann veruliga er, ella um tey geva okkum eina falska fatan av veruleikanum. Tað er tann brennandi spurningurin. Okkara heimsfatan er heilt avgerandi viðvíkjandi teimum niðurstøðunum, ið vit koma fram til viðvíkjandi veruleikanum.


Henda upptøkan gevur okkum eina góða frágreiðing hesum viðvíkjandi:


Meiningssøkjandi

Hvar koma vit frá? Hvar fara vit, tá ið vit doyggja? Hvat merkir tað at vera ein menniskja? Hvat er formálið og meiningin við lívinum? Menniskjan setur hesar stóru spurningarnar, tí at hon leitar eftir meining í lívinum. Vit føla, at lívið eigur at hava eitt ella annað formál. Og tí eru tað eisini nógv menniskju, sum leita eftir hinum stóra sannleikanum, sum liggur aftanfyri alt annað. Ein hugsar, at tað burdi verið ein djúpur veruleiki til, sum kann geva okkum eitt svar uppá lívsins stóru spurningar. Men um tað veruliga finst ein sonn meining við lívinum, hvar finni eg hana so? Hvar finni eg sannleikan? (Redse 2007: 16-17).


Jesus og Pilatus

Tá ið Jesus var fyri Pilatusi, segði hann: “Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan.” Pilatus svaraði Jesusi og segði: “Hvat er sannleiki?” (Jóh 18,37-38). Spurningurin hjá Pilatusi tykist ikki at vera spurningurin hjá einum, sum undrast og søkir eftir sannleikanum. Á hinari síðuni bendir spurningurin á, at Pilatus veruliga var líkaglaður við sannleikan. Vit vita jú, at Pilatus dømdi Jesus til deyðan á krossinum, hóast hann visti, at Jesus var ósekur. Vegna mannaótta lat hann ein ósekan mann verða krossfestan (Gustavsson 2000: 14). Her møtast altso tveir mótsetningar. Jesus stendur fyri hinum størsta kravinum uppá sannleika, sum nakratíð hevur sæð dagsins ljós. Hann segði, at hann er sannleikin, og at hann er komin fyri at vitna um sannleikan. Hann er enntá klárur til at doyggja fyri sannleikan. Hjá Pilatusi síggja vit júst hitt mótsætta. Hann vrakar sannleikan fyri at verja seg sjálvan. Í dag, 2000 ár seinni, stendur Pilatus enn sum ein mynd uppá ein syrgiligan mann, sum vrakaði sannleikan og sum heldur lat seg stýra av sínum egna ótta (ibid.). Tað kann væl vera, at Pilatus helt, at sannleikin er relativur. Tað kann væl vera, at sannleikin fyri Pilatus var alt tað, sum meirilutin hevði samtykt ella tað, sum gav honum størri politiskt vald. Men har, sum ein endaligur sannleiki ikki verður góðkendur, har verður tað eisini trupult at skilja ímillum rætt og skeivt. Spurningurin hjá Pilatusi tykist at vera eitt úrslit av júst hesum. “Hvat er sannleiki?”, spyr hann. Sannleiki er fyri hann vorðið til eitt fløkjasligt orð.


Í dag plaga fólk at siga, at ein og hvør er sælur í síni egnu trúgv. Og soleiðis verður sannleikin eisini “privatiseraður”. Hann verður subjektivur. Men tá ið sannleikin verður subjektivur, tá hevur ein veruliga givið upp at finna sannleikan (Kingo 1996: 62). Tað sær út til, at tað fyriheldur seg soleiðis við Pilatusi. Hann hevur givið upp at finna sannleikan. Á hinari hondini síggja vit nakað heilt annað hjá Jesusi. Tað er ikki nakar relativur ella subjektivur sannleiki, sum hann kemur við. Hann kemur við hinum endaliga sannleikanum, sum er galdandi fyri øll menniskju til allar tíðir. Hann er komin í heimin fyri at vitna um sannleikan (Life Application Study Bible, NIV 1991: 1782).


Trúarjáttan heimsins

Ein blaðmaður, sum eitur Steve Turner, skrivaði einaferð eina trúarjáttan til heimin og um nútíðar hugburðin í samfelagnum, soleiðis sum vit kenna hann. Hann sigur m.a. nakað soleiðis:


Vit trúgva, at allir trúarrættningar eru í grundini líka-

ið hvussu so teir, sum vit lesa um.

Teir trúgva allir á kærleika og góðvilja.

Einasti munurin er skapanin,

syndin, himmalin, helviti, Gud og frelsa...

Vit trúgva, at ein og hvør má finna sannleikan,

sum passar honum best.

Veruleikin vil tillaga seg eftir sannleikanum.

Alheimurin vil tillaga seg.

Heimssøgan vil broyta seg.

Vit trúgva, at eingin endaligur sannleiki er til

undantikið sannleikin um, at eingin endaligur sannleiki er til... (Zacharias 2008: 68-69).


Hvat er sannleiki? Hesin spurningurin passar líka so væl inn í okkara samanhang og samtíð, sum hann eisini gjørdi fyri Pilatus og hansara samtíð. Hvat er veruliga sannleiki, tá ið man trýr, at eingin endaligur sannleiki er til? Jú, tá verður tað, líkasum Steve Turner sigur: Vit trúgva, at ein og hvør má finna sannleikan, sum passar honum best. Soleiðis er tað als ikki við sannleikanum, sum Jesus kemur við. Harafturímóti sigur hann: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6). Men hvat so við øllum øðrum trúarrætningum?


Henda upptøkan gevur okkum eina góða frágreiðing hesum viðvíkjandi:


Ymiskir hugburðir

Ígjøgnum tíðina hava tað verið ymiskir hugburðir um, hvør sannleikin veruliga er, og hvussu tilveran skal skiljast. Summi pástanda at gudstrúgvin í grundini skyldast ótta. Her sigur man, at síðan Gud ikki er til, so má gudstrúgvin skyldast óttanum fyri hesum kalda veruleikanum. Menniskjan skapar sær sostatt ein gud at troysta seg við í hinum kalda gudleysa veruleikanum. Karl Marx segði t.d., at átrúnaður er opium fyri fólkið. Og Sigmund Freud segði, at átrúnaður er ein høkja. Onnur pástanda, at trúgvin á Gud er ein fylgja av manglandi vitan. Aftur onnur siga, at menniskjan ikki er annað enn eitt væl útviklað djór, sum stavar frá apuni, sum stavar frá einari langari útvikling frá hinari fyrstu amøbuni fyri mongum milliónum árum síðani. Sambært hesi tankagongd er menniskjan sostatt vorðin til av tilvild. Í nýggjari tíð hava menn so sum Richard Dawkins og Christopher Hitchens roynt at staðfest, at kristindómur er óndur, og soleiðis roynir ein altso at fáa Gud beindan av vegnum. Men sambært Bíbliuni er hetta kortini tápuligt. Ella sum sálmaskaldið orðar tað: “Í hjarta dárar siga: “Ei nakar Guð er til”” (Sl 14,1).


Er Gud til?

Eftir mínum tykki botnar alt í hesum spurninginum um veran Guds. Nakað, sum peikar á veran Guds, er hansara opinbering í náttúruni. Um hetta sigur sálmaskaldið t.d. eisini: "Himin boðar hátign Guðs, hans handaverk hválvið ger kunn. Dagur frá degi orðum mælir, nátt eftir nátt talar fróðskap. Uttan orð og uttan talu, uttan at mál hans hoyrist, fer boðan hans um alla jørðina út, hans frásøgn til heimsins enda" (Sl 19,2-5). Paulus er eisini inni á hesum, tá ið hann sigur: "Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins, við tað at tað skilst av verkunum..." (Róm 1,20). Sambært Bíbliuni er tað útfrá náttúruni altso eysæð, at Gud er til.


Í bók síni, Defending your Faith, sigur R.C. Sproul, at spurningurin um uppruna alheimsins í grundini kann svarast uppá fýra ymiskar mátar (Sproul 2003: 100). Alheimurin er antin:


  • Ein illusión
  • Sjálvskapaður
  • Sjálveksisterandi
  • Elvdur av nøkrum, sum er sjálveksisterandi


Alheimurin kann ikki vera ein illusión av teirri einføldu orsøk, at nakað longu er til. Eingin illusión finst, uttan at tað eisini finst onkur, ið hevur illusiónina. Hetta var eisini niðurstøðan hjá René Descartes: "Eg hugsi, altso eri eg" (Cogito ergo sum). Altso finst nakað. Og alheimurin er harvið ikki ein illusión.


Alheimurin kann ikki vera sjálvskapaður, tí at einki kann koma frá ongum (ex nihilo nihil fit). Um tað einaferð í tíðini var yvir høvur einki til, hvussu kundi hetta tá nakratíð blivið til nakað? Einum nýtist ikki at vera trúgvandi fyri at hava trupulleikar við at skilja ella góðtaka tankan um, at alheimurin er vorðin til uttan orsøk og av als ongum, tí at hetta ber jú við sær, at alheimurin mátti vera til, áðrenn hann var til – nakað, sum er ein logisk mótsøgn. Enntá Gud hevði ikki kunna skapt seg sjálvan, tí at hetta hevði jú eisini borið við sær, at hann var til, áðrenn hann var til. Og tað gevur onga meining. Okkurt kann koma frá onkrum, men einki kann koma frá ongum. Hamlet skilti valmøguleikarnar: "To be or not to be. That is the question" (Sproul 2003: 111).


Alheimurin kann ikki vera sjálveksisterandi, tí at alt bendir á, at hann hevur eina veruliga byrjan. Robert Jastrow, stjórin í NASA, sigur frá, hvussu Einstein bar seg at viðvíkjandi sínum egnu útrokningum, sum vístu, at alheimurin útvíðar seg: "…tekin um ørkymlan byrjaði at sýna seg hjá vísindafólkinum. Hetta kom fyrst til sjóndar hjá Einstein. Hann var ørkymlaður av tankanum um ein alheim, ið útvíðar seg, tí at hetta mátti jú bera við sær, at alheimurin hevði eina byrjan" (Gustavsson 2000: 60). Tessvegna kann alheimurin altso ikki vera sjálveksisterandi. Lógin um orsakasamband sigur jú, at alt, sum byrjar at vera til, hevur eina orsøk.


Nú er bara ein frágreiðing til veran alheimsins eftir: Hann er elvdur av nøkrum, ið er sjálveksisterandi. Henda frágreiðingin samsvarar eisini við lógina um orsakasamband. Nakað finst handan alt tað, ið er vorðið til, sum er ævigt, sum eksisterar í sínum egna mátti, og sum er orsøk til okkara avmarkaða alheim. Hetta er júst tað, ið hin kristna gudstrúgvin boðar. Tað finst ein Gud, sum hevur kunngjørt seg sjálvan sum “EG ERI”, ein yvirnatúrligur máttur, sum ber sína tilveru í sær sjálvum – sum ikki fær lív, men er lív – og sum er orsøk til alla aðra tilveru. Harvið er eitt svar givið uppá spurningin um, hví nakað er til í staðin fyri einki. Alheimurin er til, tí at Gud er til (Gustavsson 2000: 57-63).


Í bók síni Defending your Faith undirstrikar R.C. Sproul, at um okkurt er til, so er Gud eisini til (Sproul 2003: 101). Við hesi einfalding vil Sproul leggja dent á, at um okkurt er til, tá eigur ein eisini at koma til ta skynsomu niðurstøðu, at nakað má vera til, sum er ævigt og sjálveksisterandi. Og hetta er eisini júst tað, sum vit hava sæð omanfyri:


  • Heimurin er ikki ein illusión, tí at nakað er longu til (Descartes: “Eg hugsi, altso eri eg”).
  • Heimurin er ikki sjálvskapaður, tí at einki kann koma frá ongum.
  • Heimurin er ikki sjálveksisterandi, tí at hann hevur eina byrjan.
  • Altso er heimurin elvdur av nøkrum, sum er sjálveksisterandi, nevniliga hin ævigi Gud.


Av øllum fýra møguleikunum til alheimsins uppruna, sum eg havi nevnt omanfyri, er hetta tann einasta skynsama niðurstøðan, og eftir røttum átti henda skynsama niðurstøðan eisini at sannført ein skynsaman persón til at givið seg yvir til hesa skynsomu niðurstøðu. Men her er tað, at syndafalna støðan og menniskjunnar óvilji mótvegis Gudi ger seg galdandi.


Hetta er hitt æviga lívið

Hóast Guds ósjónliga vera er sjónlig frá skapan heimsins (Róm 1,20), hóast himin boðar hátign Guds (Sl 19,2), hóast tað er eysæð, at Gud veruliga er til, so vil menniskjan kortini ikki hava nakað við Gud at gera. Hon er so at siga fødd inn í henda heim við rygginum vendum ímóti Gudi. Øll hava vit sostatt brúk fyri einum frelsara!


Jesus segði við Pilatus: "Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan" (Jóh 18,37). Í stuttum er Jesu uppgáva í hesum heimi at gera sannleikan kunnan fyri øllum menniskjum, soleiðis at øll mennisku mugu verða frelst til ein himmalskan ævinleika saman við Gudi. Men av tí at menniskjan í útgangsstøðinum er fullkomiliga blind yvirfyri øllum tí, sum hoyrir Guds ríki til, so hevur hon harvið heldur ikki eygu til at síggja sannleikan við. Vit vita ikki, hvat tað heila snýr seg um, fyrr enn Jesus sjálvur opnar okkara eygu og opinberar sannleikan fyri okkum. Sannleikan læra vit altso at kenna, tá ið vit læra Jesus at kenna! Jesu orð í hansara høvuðsprestabøn geva okkum eina góða lýsing av, hvønn týdning tað hevur at kenna Jesus: "Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist" (Jóh 17,3).


Vit kenna frelsaran!

Tann 29. mai í 1914 sakk ferðamannaskipið Empress og Ireland eftir ein stoyt við eitt annað skip. Tað tók einans 14 minuttir hjá Empress of Ireland at søkka. Av teimum í alt 1477 ferðafólkunum vórðu tað heili 1012 av teimum, sum doyðu. Umborð vóru eisini 129 officerar frá Frelsunnar herinum. Teir mistu allir lívið henda dagin. Summi av teimum, sum varðveittu lívið, hava kortini sagt frá, at hesir officerarnir frá Frelsunnar herinum bóru seg heilt annarleiðis at, enn flest fólk høvdu gjørt í líknandi støðu. Teir góvu nevniliga sínar egnu bjargingarvestar til onnur neyðstødd fólk og søgdu, at teir vóru til reiðar at doyggja, tí at teir kendu Frelsaran. Mitt í hesum stóra sorgarleikinum, mitt í deyðanum, síggja vit altso her eina vón, sum er sterkari enn sjálvur deyðin. Henda vónin er grunda á tað, sum vit hava hoyrt í Jesu høvuðsprestabøn: “Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist” (Jóh 17,3). Hesir officerarnir frá Frelsunnar herinum vóru til reiðar at doyggja og at møta Gudi, tí at teir kendu Frelsaran. Hesin kennskapurin var altavgerandi fyri hesi menniskjuni. Og hesin kennskapurin er eisini altavgerandi fyri teg og meg og hvørja einstaka menniskju, nevniliga tað at kenna Frelsaran. Hitt æviga lívið er knýtt at júst hesum kennskapinum! Men hesin kennskapurin, sum Jesus nevnir, er nógv meira enn bara tað, at vita nakað um kristnu trúnna. Nógv menniskju vita nógv um trúnna uttan at eiga lut í hinum æviga lívinum. Ein kann lesa gudfrøði í fleiri ár og vita nógv um kirkjusøgu, trúarlæru o.s.fr. uttan at kenna hann, sum tað heila snýr seg um. Hóast vitan eisini hevur nakað at siga, so avhongur hetta at kenna Gud og Jesus kortini ikki av mongdini av vitan, ið ein hevur um kristindóm. Nei, talan er harafturímóti um ein djúpan og persónligan felagsskap.


Yada

Hvønn týdning felagsskapurin hevur í okkara lívi er kanska nakað, sum vit serliga hava fingið eyguni upp fyri í hesum koronatíðum, har ið vit eru blivin meira ella minni avbyrgd frá hvørjum øðrum. Tað kennist ónáttúrligt fyri okkum, tá ið vit ikki kunna vera saman sum vit plaga og ikki kunna koma í kirkju o.s.fr. Hetta kennist ónáttúrligt júst av teirri orsøk, at Gud hevur skapað okkum til felagsskap bæði við hann og við hvønn annan. Í Gamla testamenti verður orðið yada (Hebr: ידע) brúkt um tann inniligasta kennskapin og felagsskapin, sum yvirhøvur finst bæði millum menniskju og millum Gud og menniskju. Tað er hetta, sum býr í Jesu orðum: “Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg...” Hetta, at kenna Gud og at kenna Jesus, sipar altso til tann inniliga felagsskapin millum Gud og tey, sum trúgva á hann. Vit kunnu vita nógv og kenna nógv, men bara hesin kennskapurin kann sigast at vera ein frelsandi kennskapur!


At kenna Jesus

Men hvussu fáa vit so lut í hesum frelsandi kennskapinum? Jú, tað gera vit gjøgnum Frelsaran, sum Gud hevur sent okkum. Vit kunnu ikki fáa felagsskap við Gud uttan Jesus! Jesus sigur tað eisini sjálvur: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6). Vit læra Gud at kenna við at læra Jesus at kenna, men tann, sum ikki kennir Jesus, kennir heldur ikki Gud. Tað er altso altavgerandi fyri okkum at kenna Frelsaran!


Men hvussu læra vit so Jesus at kenna? Hvussu fáa vit lut í hesum djúpa og frelsandi felagsskapinum við hann? Jú, tað gera vit gjøgnum orðið um Jesus og hansara frelsugerning fyri okkum. Ella sum Jesus sigur: “...tí at orðini, sum tú [Gud] gavst mær, havi eg givið teimum, og teir hava tikið við teimum, og teir hava sannað til fulnar, at eg eri komin frá tær, og teir hava trúð, at tú hevur sent meg” (Jóh 17,8). Ella sum Paulus sigur eina aðra staðni: “So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists” (Róm 10,17). Heilagur Andi opinberar Jesus fyri okkum gjøgnum Orðið um Jesus. Og tá ið tað hendir, tá hendir eisini hitt stóra undrið: vit læra hann at kenna og fáa ein djúpan og frelsandi felagsskap við hann. Og einans við honum kunnu vit koma til Faðirin! Einans við honum læra vit Gud at kenna og fáa lut í hinum æviga lívinum! Tá vit kenna Jesus og hava ein inniligan felagsskap við hann, tá kunnu vit altso hvíla í vónini um hitt æviga lívið. Og tá ið vit einaferð nærkast deyðanum, tá kunnu vit eisini siga tað sama sum officerarnir frá Frelsunnar Herinum søgdu: Vit eru til reiðar at fara hagani, tí at vit kenna Frelsaran!


Felagsskap við Gud

Gud hevur skapað okkum til sín sjálvs – at hava felagsskap við hann – at kenna hann og verða kend av honum. Hetta er tað, sum Gud ynskir bæði fyri teg og fyri meg. Tí hevur hann eisini sent okkum Jesus. Í honum eiga vit alt - felagsskap við Gud og ævigt lív. Hetta er altso tað størsta, sum vit yvir høvur kunnu uppliva og eiga í okkara lívi, nevniliga tað at kenna Jesus. Tá hava vit samband við lívsins keldu. Ja, hann er sjálvur lívið. “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið” sigur Jesus (Jóh 14,6). Og hann vil, at vit skulu hoyra honum til. Hann vil vera okkara vinur. Og ein vinur er ein, sum tú kennir – ikki tí at tú hevur granska persónligheitina hjá viðkomandi so og so nógv og so og so leingi, men tí at vinurin hjá tær hevur sjálvur opnað seg fyri tær og víst tær, hvør hann ella hon er. Soleiðis er tað eisini viðvíkjandi Jesusi. Tað er ikki okkum at takka, at vit kenna hann. Nei, tað er honum at takka! Av tí at hann ynskir at kenna okkum og hava ein ævigan felagsskap við teg og meg, kemur hann altso til okkum, vísir okkum sjálvur, hvør hann er, og hvør Faðirin er. Hetta kann hann gera, tí at hann er risin upp frá deyðum og livir enn tann dagin í dag. Ella sum ein hevur sagt: “Tá ið Nýggja Testamenti boðar okkum, at Jesus Kristus er risin upp, so merkir hetta millum annað, at hin illa viðfarni maðurin á Golgata er nú, so at siga, leysur og frælsur, so at ein og hvør, hvar sum helst, kann njóta tað sama slagið av felagsskapi við hann, sum lærusveinarnir gjørdu” (J. I. Packer). Hesin kennskapurin og hesin felagsskapurin við Jesus frelsir okkum frá synd og deyða og ber okkum ævigt lív saman við Gudi.


Kend av honum

Við hvørjum orðum kunnu vit so lýsa eina slíka menniskju, sum kennir Gud? Jú, í stuttum kunnu vit siga, at ein, sum kennir Gud, er ein, sum lurtar eftir Guds orði, tí at Gud vísir okkum jú hvør ið hann er við Orðinum. Við at goyma Guds orð í okkara hjørtum, læra vit at gleðast yvir hetta ófatiliga vinarbandið millum okkum og Gud. Omaná tað læra vit eisini at hvíla í Guds hond í øllum lívsins viðurskiftum. Einastaðni sigur Paulus: “Men nú, tá ið tit kenna Guð, og tað sum meir er, eru kendir av honum...” (Gal 4,9). Tað er gott fyri okkum at kenna Gud, men tað, sum meir er - tað sum er heilt avgerandi fyri okkum - er kortini hetta, at vit eru kend av Gudi! Hetta er eisini nakað, sum gongur aftur í Bíbliuni. 2 Mós 33,17: “Tá svaraði Harrin Mósesi: “Eisini tað, sum tú nú mælir, vil eg gera; tí at tú hevur funnið náði fyri eygum mínum; og eg kenni teg at navni.”” Jer 1,5: “Áður enn eg myndaði teg í móðurlívi, kendi eg teg, áður enn tú komst av móðurfangi, halgaði eg teg...” Jóh 10,14-15 og 27-28: “Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg…og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar…Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir… og teir skulu allar ævir ikki glatast.” Her síggja vit altso, at Guds frelsandi náði er knýtt at hesum, at hann kennir síni børn – at hann kennir okkum! Alt hetta botnar í Guds frelsandi vilja við okkum. Av tí at hann vil kenna okkum, vil hann eisini gera alt fyri at realisera hetta kennskapið. Tí sendi hann okkum eisini Jesus! Vit kenna hann, tí at hann kendi okkum fyrst. Í síni náði vil hann nevniliga kenna okkum og hava felagsskap við okkum, hóast hann veit nógv betur enn vit, hvussu djúp spor syndin hevur sett í okkara lív. Hóast Gud veit, hvørji vit eru, so kemur hann kortini til okkum við Jesusi, opinberar sannleikan fyri okkum og bjóðar okkum frelsandi kennskap. Av einari ella aðrar ófatiligari grund vil Gud vera okkara vinur, og hann hevur givið son sín, hin einborna, fyri at gera hetta til veruleika. Tí er tað eisini, at Jesus sjálvur sigur: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6).


Keldur

Gustavsson, Stefan. 2000. Med god grund. København: Credo Forlag.


Kingo, Anders. 1996. At være samtidig med sig selv. København: Nordisk Forlag A/S.


Life Application Study Bible, NIV. 1991. Grand Rapids: Michigan, Zondervan. 


Olsen, Jakob V. 2012. Forsvarlig gudstro? Fredericia: Forlagsgruppen Lohse.


Packer, J. I. 1993. Knowing God. Downers Grove, Illinois: InterVarsity Press.


Redse, Arne. 2007. Mennesket i Guds verden – En kristen troslære. Oslo: Lunde Forlag.


Sproul, R. C. 2003. Defending Your Faith. Wheaton, Illinois: Crossway Books.


Zacharias, Ravi. 2008. Kan man leve uden Gud. København: Forlaget Scandinavia.


Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet