Hvat er hitt ófødda?

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 21.11.2022   
Fyrilestrar

Fyrilestur hildin 21.11.2022 í Finsen í sambandi við tiltakið Trúgv og samfelag, sum Háskúlin í Nesvík skipaði fyri.

Inngangur

Tey, sum stríðast fyri lívi teirra óføddu, argumentera fyri, at lívið hjá einum sakleysum og verjuleysum menniskja verður tikið, tá ið ein fosturtøka verður framd. Grundgevingin kann setast upp við tveimum logiskum fortreytum og einari eftirfylgjandi niðurstøðu:



Av tí at næstan øll menniskju eru samd viðvíkjandi tí fyrru fortreytini, so er tað í roynd og veru bara ein spurningur, sum vit mugu fáa greiðu á: Hvat er hitt ófødda?

Vit rópa tað fostur-tøka, men hvat er fostrið, sum verður tikið? Verður lívið tikið av einum sakleysum menniskja, tá ið ein fosturtøka verður framd? Hetta er tann brennandi spurningurin!

Um tey óføddu ikki eru menniskju, so er eingin rættvísgering av fosturtøku neyðug, tí at tá er tað ikki nakar moralskur trupulleiki við fosturtøku. Men um tey óføddu harafturímóti eru menniskju, so er fosturtøka ein veruligur moralskur trupulleiki, og tá er eingin rættvísgering av fosturtøku nóg góð. Tann avgerandi spurningurin er altso: Hvat er hitt ófødda?


      

Tað er ein vísindalig sannroynd, at vit eru menniskju líka frá gitnaði. Vit verða ikki spakuliga til menniskju í móðirlívinum, nei, vit menna okkum sum menniskju í móðirlívinum. Og hetta er eisini nakað, sum vit halda á við eftir føðingina. Hitt ófødda er altso eitt fullfíggja, einstakt, livandi menniskja:

Fullfíggja: Hitt gitna eggið er fullfíggja líka frá fyrstantíð. Øll upplýsingin, ið nýtist at vera har, er har. Tað einasta, ið tað hevur brúk fyri, er tíð til at vaksa.

Einstakt: Hitt gitna eggið hevur eitt serstakt arvafrøðiligt eyðkenni. Hitt ófødda barnið er sostatt ikki ein partur av mammuni. Harafturímóti er tað ein einstøk vera inni í mammuni.

Livandi: Hitt gitna eggið sýnir alt tað, ið eyðkennir biologiskt lív: stoffskifti, vøkstur, reaktión og nøring.

Menniskja: Hitt gitna eggið hevur DNA’ið hjá einum menniskja.

Hitt ófødda er altso eitt fullfíggja, einstakt livandi menniskja líka frá gitnaði. Og tað einasta, sum tað hevur brúk fyri, er rætta føðslu og rættar lívstreytir fyri at fara ígjøgnum øll menningarstigini hjá einum menniskja.




Tað er satt, at vit eru ymisk sum menniskju, men hetta broytir kortini ikki ta sannroynd, at vit eru øll líka virðismikil.

Heimspekiliga sæð finst heldur eingin avgerandi moralskur munur millum hitt ófødda barnið, sum tú einaferð var, og vaksna menniskjað, sum tú ert í dag.

Lívsførleiki, umhvørvi, menningarstig og stødd er ikki so viðkomandi, sum fortalarar fyri fríari fosturtøku vilja hava hesi at vera.

Lívsførleiki: Um tað er lívsførleikin, sum gevur menniskjum virði, so eru øll tey, sum eru bundin at insulin og peysmeykarum, heldur ikki virðismikil. Men tín lívsførleiki avger sjálvandi ikki títt virði!

Umhvørvi: Broytist títt virði, tá ið tú fert yvirum vegin ella vendir tær í songini? Um ikki, hvussu kann tá ein stutt ferð gjøgnum føðikanalina brádliga broyta grundleggjandi natúruna hjá hinum ófødda frá at vera ein ikki-virðismikil hópur av vevnaði til eitt virðismikið menniskja?

Um tú ert inni í ella uttan fyri móðurlívið, so hevur umhvørvið sjálvandi ikki nakra ávirkan á, hvør ið tú ert.

Menningarstig: Tað er satt, at hitt ófødda barnið ikki er á sama menningarstigi sum tú og eg, men hví skuldi hetta verið viðkomandi? Fýra ára gamlar gentur eru heldur ikki á sama menningarstigi sum fjúrtan ára gamlar. Eiga eldri børn at hava meira rætt til lívið, enn teirra yngru systkin?

Summi fólk siga, at tað er tilvitanin um okkum sjálvi, sum ger okkum virðismikil, men um hetta er satt, so kunnu nýføðingar heldur ikki sigast at vera virðismikil menniskju. Tað sama er galdandi hjá teimum, sum liggja í koma, og sum hava alzheimers sjúkuna. Men tíni evni avgera sjálvandi ikki títt virði.

Stødd: Ja, tey óføddu eru minni enn nýføðingar og vaksin, men hví skuldi hetta verið viðkomandi? Ynskja vit veruliga at siga, at stór fólk eru meira virðismikil enn lítil fólk? Vanliga eru mannfólk størri enn konufólk, men hetta merkir tó ikki, at mannfólk hava uppiborðið meira rættindi. Tín stødd avger sjálvandi ikki títt virði.

Lívsførleikin avger altso ikki títt virði. Tað ger umhvørvið heldur ikki, ei heldur tíni evni og stødd. Í stuttum er tað nógv meira skynsamt at leggja dent á, at sjálvt um menniskju eru sera ymisk, tá ið tað kemur til evni, avrik og menningarstig, so eru tey kortini javnsett og virðismikil,  at tey eiga lut í somu menniskjaligu natúru. Menniskju eru virðismikil vegna tað, sum tey longu eru, og ikki vegna nakran ávísan eginleika, sum tey kunnu fáa ella missa í teirra lívi!



Sambært Bíbliuni er rætturin til lívið rótfestur og grundlagdur í skapanini. Mannaættin verður ikki uppfatað sum ein kosmisk tilvild, men sum úrslitið av eini nærlagdari skapan av einum ævigum Gudi. Mannavirðið stavar sostatt frá Gudi. Skapanarsøgan í 1 Mós veitir okkum orsøkina til mannavirðið: "Og Guð skapaði mannin eftir síni mynd, í Guðs mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey" (1 Mós 1-27).

Bíblian staðfestir klárt og tíðiliga, at øll menniskju eru virðismikil, tí at tey eru skapt í Guds mynd. Við øðrum orðum eru menniskju virðismikil vegna tað, sum tey eru, og ikki vegna tað, sum tey kunnu gera. Uttan mun til útsjónd, ættarslag og evni, so hava menniskju eitt óendaligt virði, tí at tey rætt og slætt eru menniskju, sum eru skapt í Guds mynd. Og hetta er ikki nakað, sum er ymiskt frá menniskja til menniskja, men nakað, sum er galdandi fyri øll menniskju. Okkara Gudsmynd broytist ikki, og tí kann okkara virði heldur ikki broytast!

Sostatt kunnu vit eisini taka undir Gregory Koukl, tá ið hann sigur:




Forsprákarar fyri fríari fosturtøku kunnu kortini siga: Mín kroppur, mín avgerð! Tað er einans kvinnan, sum hevur rættin til at avgera, hvat hon ger við sín egna kropp! Men henda orðingin er misvísandi. Talan er jú ikki bara um eina kvinnu, men um tvær!

Líkasum mamman er hin ófødda eisini eitt livandi menniskja. Og sjálvt um tú ikki sært hana ella hoyrir hana, so boðar kroppurin hjá hini øføddu kvinnuni kortini frá, hvat ið hon veruliga er.

Hon er livandi. Hon inntekur føði og veksur eins og allar aðrar livandi skepnur. Kroppurin hjá henni mennist í hvørjum, og um tú letur hana vaksa, so fert tú skjótt at síggja, at hon eisini hevur eyguni hjá mammu síni. Hon er livandi!

Hon er eitt menniskja. Hon er ikki ein hestur ella ein apa, men eitt menniskja! Og sjálvt um vit kalla hana fyri eitt fostur, so er hon hóast hetta eitt menniskjafosturOrðið fostur er einans ein máti at lýsa hennara aldur uppá. Og um vit lata hana liva, so fara vit eisini at lýsa hana sum eitt barn, ein tannáring og ein vaksnan. Í øllum aldursflokkum er hon kortini tað sama: Eitt menniskja!

Hon er ein persónur. Tá ið mamman velur at enda lívið hjá hini óføddu, so beinir hon ikki fyri einum parti av sínum egna likami. Nei, tað gongur út yvir ein heilt annan persón. Hin ófødda hevur nevniliga sítt egna DNA. Tað er ikki líka sum DNA’ið hjá mammuni ella pápanum. Nei, líkasum tú og eg er hon eisini ein heilt einstakur persónur.

Og tí hava kvinnur rætt, tá ið tær siga: Hendurnar vekk frá mínum kroppi! Kropsligur avgerðarrættur er jú galdandi fyri allar kvinnur, ja, øll menniskju – eisini tey óføddu!


Niðurstøða

Vísindaliga, heimspekiliga, gudfrøðiliga og sjónliga próvtilfarið stuðlar fortreytunum, sum eg legði fyri við:



Latum okkum  stríðast fyri teimum minstu! Latum okkum stríðast fyri teimum veikastu! Latum okkum stríðast fyri lívinum - bæði hjá teimum føddu og hjá teimum óføddu!


Endi

Eg vil enda við at leggja dent á, at vit hava við menniskju at gera, sum kanska hava havt hetta heilt tætt uppá í lívinum, og sum kanska eisini hava verið ígjøgnum eina fosturtøku. Og tað er ein sannroynd, at tað eru fleiri, sum líða undir skuldarkensluni, ið fosturtøka hevur við sær.



Men gleðiboðskapurin ljóðar til okkum øll“So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi” (Róm 8,1). Ella sum Brorson yrkir í einum av sínum sálmum:

Mød mig da
på Golgata,
Jesus skal min sag antage,
hvo vil mig anklage?

Á Golgata kann eingin ákæra okkum, tí at júst har er tað, at Jesus fríar okkum! Júst har er tað, at umbýtið fer fram – tað, sum Luther eisini kallaði fyri hitt sæla býtið: Jesus tekur allar okkara syndir og allan okkara dóm á seg sjálvan, og vit fáa hansara fullkomna rættvísi, reinleika og æviga lív!

Eingin kann fordøma okkum, tá ið vit við trúnni standa á Golgata, tí at dómurin yvir okkara syndir hevur longu verið har! Á Golgata kunnu vit tí peika á okkara Frelsara og siga við eina og hvørja ákærandi rødd: “Jesus hevur longu goldið fyri tað, sum eg gjørdi, og sum eg angri, og eg skal ikki gjalda fyri nakað, sum longu er goldið fyri meg!” Gud havi lov! “So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi” (Róm 8,1).



Aftur Fráboðan um nýtt innhald Broyt fráboðan
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet