Hin synoptiski trupulleikin

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 16.11.2020   

Hvussu fyrihalda hini synoptiusku evangeliini (Matteus, Markus og Lukas) seg til hvørt annað? Hetta hava serfrøðingar brúkt sera nógv blekk uppá, og tað hava verið og eru ymiskar meiningar um, hvussu hetta skal skiljast.​

Síðani lesarin av evangeliunum lættliga kann síggja, at næstan alt tað, sum stendur hjá Markusi eisini er at finna hjá Matteusi og Lukasi, tá hevur hetta borið við sær, at serfrøðingar eru komnir til ta niðurstøðu, at hetta má vera orsakað av, at evangeliini eru bókmentaliga tengd at hvørjum øðrum. Hin vanliga loysnin uppá hetta, sum eisini verður rópt fyri hin synoptiski trupulleikin, er, at Matteus og Lukas mugu hava kent og brúkt Markus. Hetta kann lýsast á fylgjandi hátt:



Q

Men síðani Matteus og Lukas eisini hava nakað til felags, sum ikki er at finna hjá Markusi, tá hevur hetta fingið serfrøðingar til at halda, at tað má vera orsakað av, at teir hava verið bókmentaliga tengdir at eini aðrari keldu. Hetta meta teir at vera hin einasta mátan at greiða frá tí, sum Matteus og Lukas hava til felags. Hesa keldu kalla teir Q (frá týska orðinum Quelle, sum merkir “kelda”). Tá ið talan er um Q, er talan altso um eitt hugsanargrundarlag, tí at hetta er jú ikki ein funnin kelda, men ein uppfunnin kelda, altso ein kelda, sum er uppfunnin fyri greiða frá sambandinum millum synoptisku evangeliini. Júst hetta er eisini tað, ið verður rópt fyri tvær-keldu-hugsanargrundarlagið. Sambært hesum hugsanargrundarlagnum kann ein lýsa sambandið millum keldurnar á fylgjandi hátt:


M og L

Hetta hugsanargrundarlagið kann tó eisini lýsast enn meiri nágreiniliga, tá ið ein hevur í huga, at Matteus og Lukas eisini hava egið tilfar. Hetta serstaka tilfarið verður tess vegna rópt M (fyri hitt serstaka hjá Matteusi) og L (fyri hitt serstaka hjá Lukasi). Hetta kann so statt lýsast á fylgjandi hátt:


Hesum viðvíkjandi siga Reidar Hvalvik og Terje Stordalen:


Når det gjelder å forklare særstoffet hos Matteus og Lukas, er meningerne delte. En del forskere vil si at mye av dette er skapt av evangelistene selv, men mer sannsynlig er det, at vi også her står overfor muntlig tradisjon. At den muntlige Jesus-tradisjonen skulle være begrenset til stoffet i Markus og Q, er lite sannsynlig. Etter alt å dømme omfattet den adskillig mer; også noe som ikke er kommet med i våre evangelier (jf. Joh 20:30: «Jesus gjorde også mange andre tegn for disiplenes øyne, som det ikke er skrevet om i denne boken»; jf. også 21:25). Det betyr at særstoffet som finnes i Matteus- og Lukasevangeliet kan være like opprinnelig som Markus- og Q-stoffet (Hvalvik & Stordalen 1999: 186).


Eygnavitnini

Í uml. tveyhundra ár hevur tað verið vanligt at brúkt tvær-keldu-hugsanargrundarlagið innan bíbliugransking, men spurningurin er tó, um hetta hugsanargrundarlagið er eftirfarandi. Sambært hesi tankagongd er ein altso sannførdur um, at einans hetta, at synoptisku evangeliini eru bókmentaliga tengd at hvørjum øðrum, kann geva eina nøktandi frágreiðing til líkheitirnar. Harvið velur ein eisini at síggja burtur frá, at frásøgnin hjá eygnavitnunum saktans kann greiða frá líkheitunum. Um ein velur tvær-keldu-hugsanargrundarlagið sum frágreiðing, so frávelur ein harvið eisini frásøgnina hjá eygnavitnunum sum frágreiðing.


Men alt bendir kortini á, at evangeliini nevniliga eru frásøgnir hjá eygnavitnunum til Jesus-hendingina. Og tá ið talan er um eygnavitnir, tá kann ein eisini vænta, at ein eftirfarandi traditión kemst burtur úr, tí at eygnavitnini mintust jú til tað, sum Jesus bæði segði og gjørdi. Um hetta sigur Torben Kjær:


Og vi har set, at apostlene individuelt formede traditionen om Jesus. Når vi definerer traditionen på denne måde og forstår, at den er øjnevidne-tradition, at den er pålidelig og historisk, og at den findes i varieret form, da har vi i traditionen den naturlige forklaringsmodel til det komplekse forhold mellem ligheder og forskelle evangelierne imellem. Den store lighed i stof skyldes, at de synoptiske evangelier stammer fra forskellige øjnevidner, der var vidner til den samme historie. Ifølge en gammel oldkirkelig tradition er forfatteren til MattEv apostel og øjnevidne; og ifølge den ældste oldkirkelige tradition gengiver Markus den tradition, han har modtaget fra apostelen Peter. I Lukasprologen skriver Lukas, at han baserer sit evangelium på apostlenes kollektive vidnesbyrd (Luk 1,1-4). Evangelierne er derfor øjnevidneberetninger... (Kjær 2005: 156).


Lukas-prologurin

Í Lukas-prologinum lesa vit:


Av teirri grund at mangir hava tikið sær fyri at seta saman eina frásøgn um tær hendingar, sum hava tilborist hjá okkum, soleiðis sum teir, sum í fyrstuni vóru eygnavitni og síðan gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum, so havi eg eisini sett mær fyri, eftir at eg havi rannsakað alt gjølla frá upphavi, at skriva um tað, hvørt aftan á annað, til tín, hávirdi Teofilus, til tess at tú kanst vera førur fyri at kanna um, hvussu álítandi tann frágreiðingin er, sum tú hevur hoyrt sagda (Luk 1,1-4).


Um Lukas-prologin sigur Kjær eisini: “Prologen fortæller, at Lukas ikke bruger forgængernes evangelier som forlæg, men bygger direkte på traditionen. Ordene “nøje at gennemgå alt forfra” peger også på, at Lukas ikke har benyttet skriftlige forlæg. Lukas har altså ikke benyttet Markusevangeliet, som tokildehypotesen hævder” (Kjær 2005: 156-157). Tá ið talan er um frasøgnirnar hjá ápostlunum, sum vóru eygnavitnir til Jesus-hendingina, so kann ein so statt lýsa líkheitirnar og ólíkheitirnar í øllum evangeliiunum á fylgjandi hátt:



Niðurstøða

Sostatt haldi eg eisini, at henda traditionella lýsingin av forholdinum millum evangeliini er meira sannførandi. Í mun til tvær-keldu-huganargrundarlagið kann henda lýsingin nevniliga eisini greiða frá Lukas-prologinum. Lukas kann altso lýsa Jesus-hendingina frá upphavi, tí at hann kennir traditiónina hjá teimum, sum vóru eygnavitnir til Jesus-hendingina frá upphavi. Vitnisburðurin hjá teimum, sum vóru eygnavitnir frá upphavi tykist altso at hava haft sera stóran týdning fyri, hvussu boðskapurin um Jesus varð borin víðari, og hvussu hann varð skiltur av teimum fyrstu kristnu (Bauckham 2006: 124). Og eg trúgvi, at frágreiðingin til líkheitirnar og ólíkheitirnar millum evangeliini er at finna í júst hesum, at talan nevniliga er um frásøgnina hjá teimum, sum frá upphavi vóru eygnavitnir til hina somu Jesus-hendingina.


“Tí at vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt” (Áps 4,20).


* Tað, sum eg havi verið inni á omanfyri, havi eg serliga frá lektor, cand.theol., Torben Kjær.


Keldur

Bauckham, Richard. 2006. Jesus and the Eyewitnesses. Grand Rapids, Michigan: William B. Eerdmans Publishing Company.


Hvalvik, Reidar & Terje Stordalen. 1999. Den store fortellingen. Oslo: Det Norske Bibelselskap.


Kjær, Torben. 2005. Jesus: En indføring i de tre første evangelier. Hillerød: LogosMedia.


Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet