Einki kann koma frá ongum

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 25.01.2021   
TRÚARSPURNINGAR

Alheimurin kann ikki vera sjálvskapaður, tí at einki kann koma frá ongum (ex nihilo nihil fit). Um tað einaferð í tíðini var yvir høvur einki til, hvussu kundi hetta tá nakratíð blivið til nakað sum helst?

Nakað, sum peikar á veran Guds, er hansara opinbering í náttúruni. Um hetta sigur sálmaskaldið t.d. eisini: "Himin boðar hátign Guðs, hans handaverk hválvið ger kunn. Dagur frá degi orðum mælir, nátt eftir nátt talar fróðskap. Uttan orð og uttan talu, uttan at mál hans hoyrist, fer boðan hans um alla jørðina út, hans frásøgn til heimsins enda" (Sl 19,2-5). Paulus er eisini inni á hesum, tá ið hann sigur: "Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins, við tað at tað skilst av verkunum..." (Róm 1,20). Sambært Bíbliuni er tað útfrá náttúruni altso eysæð, at Gud er til.


Í bók síni, Defending your Faith, sigur R.C. Sproul, at spurningurin um uppruna alheimsins í grundini kann svarast uppá fýra ymiskar mátar (Sproul 2003: 100). Alheimurin er antin:


  • Ein illusión
  • Sjálvskapaður
  • Sjálveksisterandi
  • Elvdur av nøkrum, sum er sjálveksisterandi


1. Alheimurin kann ikki vera ein illusión av teirri einføldu orsøk, at nakað longu er til. Eingin illusión finst, uttan at tað eisini finst onkur, ið hevur illusiónina. Hetta var eisini niðurstøðan hjá René Descartes: "Eg hugsi, altso eri eg" (Cogito ergo sum). Tað er altso nakað, ið finst! Og alheimurin kann tí ikki vera ein illusión.


2. Alheimurin kann ikki vera sjálvskapaður, tí at einki kann koma frá ongum (ex nihilo nihil fit). Um tað einaferð í tíðini var yvir høvur einki til, hvussu kundi hetta tá nakratíð blivið til nakað sum helst? Einum nýtist ikki at vera trúgvandi fyri at hava trupulleikar við at skilja henda tankan um, at alheimurin er vorðin til uttan orsøk og av als ongum, tí at tann innlýsandi sannleikin er jú, at einki kann koma frá ongum! Enntá Gud hevði ikki kunna skapt seg sjálvan, tí at hetta hevði jú eisini borið við sær, at hann var til, áðrenn hann var til. Og tað gevur onga meining. Okkurt kann altso koma frá onkrum, men einki kann koma frá ongum. Hamlet skilti valmøguleikarnar: "To be or not to be. That is the question" (Sproul 2003: 111).


3. Alheimurin kann ikki vera sjálveksisterandi, tí at alt bendir á, at hann hevur eina veruliga byrjan. Robert Jastrow, ein fyrrverandi stjóri í NASA, sigur einastaðni frá, hvussu Einstein bar seg at viðvíkjandi sínum egnu útrokningum, sum vístu, at alheimurin útvíðar seg: "…tekin um ørkymlan byrjaði at sýna seg hjá vísindafólkinum. Hetta kom fyrst til sjóndar hjá Einstein. Hann var ørkymlaður av tankanum um ein alheim, ið útvíðar seg, tí at hetta mátti jú bera við sær, at alheimurin hevði eina byrjan" (Gustavsson 2000: 60). Alheimurin kann altso ikki vera sjálveksisterandi, tí at hann hevur eina byrjan. Henda byrjan verður eisini stuðla vísindaliga.  Alheimurin útvíðar seg, og tí hevur hann eisini eina byrjan. Lógin um orsakasamband sigur jú, at alt, sum byrjar at vera til, hevur eina orsøk.


4. Líkasum Sherlock Holmes hava vit hava brúkt útihýsingarmeginregluna og eru nú komin til hina síðstu møguligu frágreiðingina til veran alheimsins: Hann er elvdur av nøkrum, ið er sjálveksisterandi. Henda frágreiðingin samsvarar eisini við lógina um orsakasamband (alt, sum byrjar at vera til, hevur eina orsøk). Nakað ævigt finst altso handan alt hetta, ið er vorðið til - nakað, sum eksisterar í sínum egna mátti, og sum er orsøk til okkara avmarkaða alheim. Og hetta er júst tað, ið hin kristna gudstrúgvin boðar.


Tað finst ein ævigur Gud, sum hevur kunngjørt seg sjálvan sum “EG ERI” (YHWH). Gud er ikki byrjaður at vera til, nei, hann ER ævigur og ber sína tilveru í sær sjálvum. Hann fær ikki lív, men ER lív. Og hann er orsøk til alla aðra tilveru. Harvið er eitt svar givið uppá spurningin um, hví nakað er til í staðin fyri einki. Alheimurin og tú og eg eru til, tí at Gud er til! (Gustavsson 2000: 57-63).


Í bók síni Defending your Faith undirstrikar R.C. Sproul, at um okkurt er til, so er Gud eisini til (Sproul 2003: 101). Við hesi einfalding vil Sproul leggja dent á, at um okkurt er til, tá eigur ein eisini at koma til ta skynsomu niðurstøðu, at nakað má vera til, sum er ævigt og sjálveksisterandi. Og hetta er eisini júst tað, sum vit hava sæð:


  • Heimurin er ikki ein illusión, tí at nakað er longu til (Descartes: “Eg hugsi, altso eri eg”).
  • Heimurin er ikki sjálvskapaður, tí at einki kann koma frá ongum.
  • Heimurin er ikki sjálveksisterandi, tí at hann hevur eina byrjan.
  • Altso er heimurin elvdur av nøkrum, sum er sjálveksisterandi, nevniliga hin ævigi Gud.


Av øllum fýra møguleikunum til alheimsins uppruna, sum eg havi nevnt, er hetta tann einasta skynsama niðurstøðan.

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet