Kirkjan hevur tikið hesar trúarjáttanirnar til sín fyri at lýsa hina sunnu kristnu læruna og fyri at verja kristin menniskju ímóti ranglæru. Hetta hevur altso ævinleikans týdning, og tí siga vit: Eg trúgvi á Gud Faðir, Gud Son og Gud Heilagan Anda!
Hvat er sannleiki? Hesin spurningurin passar líka so væl inn í okkara samanhang og samtíð, sum hann eisini gjørdi fyri Pilatus og hansara samtíð. Hvat er veruliga sannleiki, tá ið man trýr, at eingin endaligur sannleiki er til? Jú, tá verður tað, líkasum Steve Turner sigur: Vit trúgva, at ein og hvør má finna sannleikan, sum passar honum best. Soleiðis er tað als ikki við sannleikanum, sum Jesus kemur við.
Tjaldtemplið er eitt sokallað mini-Eden, tí at Gud er nærverandi í tjaldtemplinum, líkasum hann eisini var nærverandi hjá Ádam og Evu í Eden áðrenn syndafallið. Bæði tjaldtemplið og Sálomonstemplið peika altso á vegin aftur til Guds nærveru í páradís – nakað, sum vegna Jesu fullgjørda offur á Golgata verður til veruleika í hinum nýggja og himmalska Jerúsalem.
"Fyri at halda á við at vera gudloysingur, mátti eg trúgva, at einki var atvold til alt, at ikki-lív var atvold til lív, at tilvild var atvold til neyvstilling, at ruðuleiki var atvold til upplýsing, at óvitan var atvold til tilvitan, at óskynsemi var atvold til skynsemi. So stóra trúgv hevði eg rætt og slætt ikki" (Lee Strobel).