Can We Trust the Gospels?

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 14.04.2020   

Can We Trust the Gospels? (FO: Kunnu vit líta á evangeliini?). Williams viðger henda spurningin við at hyggja nærri at próvtilfarinum, ið bendir á, at vit nevniliga kunnu líta á evangeliini. Um tú ætlar tær at seta teg inn í hetta evnið, so vil eg viðmæla bókina hjá Williams. Hon er stutt og løtt at lesa, men inniheldur kortini eina rúgvu av viðkomandi upplýsingum.​

Kendi gudloysingurin, Richard Dawkins, lýsir trúgv sum hina stóru undanførsluna fyri at sleppa undan tørvinum at hugsa um og meta próvtilfar. Sambært Dawkins trýr ein altso, hóast, ella kanska orsaka av, manglandi próvtilfari. Men fyri tey fyrstu kristnu var trúgv als ikki ein blind trúgv. Fyri tey sipaði trúgv harafturímóti til nakað, sum er meira líkt orðinum álit. Og álit kann sjálvandi grundast á próvtilfar. Tað er eisini við hesum í huga, at Peter J. Williams hevur givið bókini hjá sær heitið Can We Trust the Gospels? (FO: Kunnu vit líta á evangeliini?). Williams viðger henda spurningin við at hyggja nærri at próvtilfarinum, ið bendir á, at vit nevniliga kunnu líta á evangeliini. Um tú ætlar tær at seta teg inn í hetta evnið, so vil eg viðmæla bókina hjá Williams. Hon er stutt og løtt at lesa, men inniheldur kortini eina rúgvu av viðkomandi upplýsingum.  

1. kapitul snýr seg um tað, ið ikki-kristnar keldur hava at bera okkum viðvíkjandi kristindómi. Williams viðger tríggjar: Tacitus, Plinius yngra og Josefus. Tacitus (64 e.Kr) brúkar t.d. navnið Christos. Navnið peikar á trúgv teirra kristnu, nevniliga at Jesus er hin lovaði Messias (grikska orðið Kristus og hitt hebraiska Messias hava somu merking: “salvaður”). Sambært Tacitus vóru nógv kristin í Róm í ár 64 e.Kr. Kristindómur hevði altso breitt seg líka frá Jerúsalem til Róm uppá stutta tíð. At kristindómur var so útbreiddur hevur gjørt tað trupult fyri nakran at broyta hina grundleggjandi læruna. Sambært Williams er tann besta frágreiðingin til læruna um Jesu guddóm og uppreisn harafturímóti, at hesir og aðrir grundleggjandi trúarsetningar vóru grundfestir, áðrenn kristindómur byrjaði at breiða seg út.

2. kapitul viðger spurningin What Are the Four Gospels? (FO: Hvat eru tey fýra evangeliini?). Her leggur Williams til dømis dent á, at tey fýra evangeliini eru tær elstu og bestu keldurnar, sum vit hava viðvíkjandi lívi Jesusar. Her kemur Williams eisini inn á, hvussu Jesus boðar um oyðing Jerúsalems (ár 70 e.Kr.), og at nógvir granskarar geva eina seinni tíðarfesting av evangeliiunum, nevniliga tí at teir ikki kunnu góðtaka, at Jesus boðaði um nakað, áðrenn tað hendi. Sambært Williams er ein stór atfinning ímóti einari fyrri tíðarfesting harafturímóti beind av vegnum, um ein gongur við til, at Jesus í roynd og veru kundi boða um tað, ið fór at henda í framtíðini.

3. kapitul snýr seg um høvundarnar til evangeliini. Sambært Williams er vitan um bæði staðarnøvn og fólkanøvn nakað, ið bendir á, at evangeliini eru eftirfarandi. Um høvundarnir eru eftirfarandi viðvíkjandi nøvnum, sum jú eru løtt at gloyma, hvussu mikið meira munnu teir so ikki vera eftirfarandi, tá ið tað snýr seg um hendingar, sum ikki eru so lættar at gloyma?

4. kapitul viðger tað, ið verður kallað Undesigned Coincidences (FO: óætlað samsvar). Óætlað samsvar er við til at vísa okkum, at evangeliini eru álítandi. Talan er um óætlað samsvar, tá ið høvundarnir vísa okkum okkurt samsvar, sum teir neyvan høvdu funnið uppá sjálvir. Les meira um óætlað samsvar her: http://jonhard.fo/greinar/oatla-samsvar

5. kapitul viðger spurningin, um vit hava Jesu egnu orð. Williams kemur fram til ta niðurstøðu, at tað er nógv, ið bendir á, at Jesu egnu orð eru varðveitt í evangeliiunum. Jesu undirvísing í líknilsum er til dømis við til at undirstrika hetta. Líknilsir var nevniliga ein jødiskur undirvísingarháttur, sum passar inn í tíðina eftir Gamla testamenti, men tó áðrenn kristindómur bleiv minni jødiskur. Málsligar líkheitir millum frásøgnir er eisini við til at stuðla tankanum um, at Jesu orð eru varðveitt í evangeliiunum. Hetta sæðst til dømis við at samanbera Matt 28,9-10 og Jóh 20,17:

  • Matt: “fevndu um føtur” og “brøðrum mínum”
  • Jóh: “Nem ikki við meg” og “far til brøður mínar”

Hetta stuðlar tankanum um, at Jesu orð eru blivin varðveitt hjá tveimum óheftum vitnum.

6. kapitul snýr seg um tekstin, og um hann er blivin broyttur við tíðini. Sambært Williams er tað skynsamt at hava eitt stórt álit til tekstin. Um vit til dømis lesa Jóh 1,1-14 í:

  • Bíbliuumsetingina hjá Erasmus (1516)
  • NA 26, 27 og 28 (1979, 1993, 2012)
  • Bysantiska GNT, sum varð ritstjórnað av Maurice Robinson (2005)
  • SBLGNT (2010)
  • Tyndale GNT (2017)

Tá ið vit samanbera hesar bíbliuumsetingarnar, so síggja vit ongan mun á tekstinum. Hetta bendir á, at tað er skynsamt at líta á, at evangeliini eru blivin handaði í reinum líki niður gjøgnum øldirnar.

7. kapitul viðger tann afturvendandi spurningin um mótsøgnir. Her sigur Williams millum annað: “Fyri øll tey mongu uppáhaldini um mótsøgnir í evangeliunum, og fyri allar tekstirnar, sum enn eru truplir at skilja, so veit eg kortini ikki um nakran, ið ein als ikki kann fáa greiðu á.”

8. kapitul er síðsti kapitul og snýr seg millum annað um undur. Fyri mong eru undur jú tann størsta orsøkin til, at tey ikki góðtaka evangeliini sum søguliga álítandi keldur. Um undrini harafturímóti ikki vóru har, so høvdu teir flestu søgufrøðingarnir ikki havt nakran trupulleika við at góðtikið evangeliini sum søguliga álítandi. Okkara fortreytir eru altso avgerandi hesum viðvíkjandi. “Um onkur er bundin til eitt materialistiskt ateistiskt sjónarmið viðvíkjandi undrum, so fer eingin próvgrund nakratíð at megna at órógva hesa trúgv” (Peter J. Williams). Men fyri tey, sum ikki eru avmarkaði á henda hátt, kann Jesu uppreisn eisini hjálpa fólki til at góðtaka evangeliini sum søguliga álítandi. Williams leggur dent á tvær sannroyndir, sum næstan allir granskarar góðtaka: (1) at Jesus varð jarðaður, og at grøvin var tóm; (2) at fleiri fólk trúðu, at tey høvdu sæð hin upprisna Jesus. Williams leggur til dømis dent á, at trúgvin á hin upprisna hevði ikki hildið leingi á, um grøvin í roynd og veru ikki var tóm. At enda undirstrikar Williams, at ein kann royna at koma við undanførslum til fyribrigdini hvør sær, men tað er bara ein einføld frágreiðing, ið megnar at lýsa allar sannroyndirnar, nevniliga Jesu uppreisn.

Can We Trust the Gospels? Hjá Peter J. Williams fær mítt besta viðmæli!

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet