Trúgvin og viljin

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 21.11.2022   
Truplir spurningar

Um boðskapurin um hin trælabundna viljan ikki ljóðar klárt og sterkt í meinigheitini, so ljóðar hin sanni gleðiboðskapurin við vissu heldur ikki har!

Jóh 3,16: “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”


Jóh 3,36: “Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.”


Róm 10,11-13: “Tí at skriftin sigur: ’Hvør tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar.’ Tí at ikki er munur á Jøda og Grikka; tí at hin sami er harri hjá øllum, fullríkur fyri øll tey, sum ákalla hann. Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.”


Hvat er hitt grundleggjandi í hesum orðunum, sum vit hava lisið? Jú, tað er ikki trúgvin í sær sjálvum, men trúgvin á Jesus, sum er hitt grundleggjandi! Hitt avgerandi er ikki hetta, at menniskjað trýr. Hitt avgerandi er harafturímóti, hvat menniskjað trýr á. Ella hvønn tað trýr á! Í sær sjálvum hevur trúgvin als ongan týdning. Hon hevur einans týdning í ljósinum av, hvat hon ognar sær og grípur um. Hitt avgerandi er, hvat og hvønn trúgvin er bygd á!


Í bíbliuversunum, sum vit júst hava lisið og í mongum øðrum, møta vit Guds egnu lýsing av einum kristnum. Heilt einfalt ljóðar hon: Tann, sum trýr á Jesus! Tá ið tú spyrt: “Nær eri eg ein kristin?” so svarar Gud: “Tá ið tú trýrt á Jesus!” Og tá ið tú spyrt: “Hvussu gerist eg ein kristin?” so svarar hann: “Við at trúgva á Jesus!” Hetta er eitt einfalt, men samstundis eisini eitt undurfult svar - eitt svar, sum opnar vegin fyri øllum hjálparleysum og glataðum sálum.


Tað eru kortini nógv, sum ikki síggja hetta. “Eg má jú hava trúgv!” siga tey. “Trúgvin er jú ein treyt fyri at verða frelstur”, siga tey. Men harafturímóti sigur Bíblian: “Trúgvin á Jesus er treytin fyri at verða frelstur.” Tá ið vit tala um, hvussu eitt menniskja fær lut í frelsuni, so hevur tað sostatt lítið at siga, um ein trýr. Alt er treytað av, hvønn ein trýr á, og um ein trýr á Jesus!


Hvat er frelsandi trúgv?

Í bóklinginum “Jesus og troen” sigur norski gudfrøðingurin og prædikumaðurin, Øivind Andersen: “Meira enn einaferð hava menniskju í svárari neyð sagt við meg: “Eg ivist ikki í, at Harrin kann hjálpa mær (frelsa), og í roynd og veru ivist eg heldur ikki í, at hann vil, um eg bara hevði trúnna til at verða hjálptur (frelstur).” Men júst í hesi støðu er tað sera gott at dvølja við tað, sum Harrin leitar eftir hjá okkum! Og hvat er tað so? Jú, tað er hetta, at vit leita okkum skjól hjá Jesusi! Hann hjálpir, fríar og frelsir menniskju, tí at tey hava leitað sær skjól hjá honum! Líkamikið hvussu tú hevur tað, og líkamikið hvussu tín egna støða er – leitar tú tær skjól hjá Jesusi, so trýrt tú eisini á hann.


Um so alt annað er ógreitt fyri okkum; um vit ikki skilja nakað annað í Guds orði; um vit hvørki kunnu greiða frá rættvísgerðingini og halganini; um vit ikki skilja nakað við trúnni og heldur ikki vita, um vit  veruliga er umvend, so skilja vit kortini eitt: Tann, sum leitar sær skjól hjá Jesusi, verður hjálptur og frelstur! Og tú kanst leita tær skjól hjá honum, hóast tú sjálv/ur als ikki megnar at trúgva! Órímiligt sum tað ljóðar, so er hetta kortini Guds orð: Tann, sum ikki megnar at trúgva, men kortini leitar sær skjól hjá Jesusi, hann/hon trýr.


Trúgvin er jú ikki nakað, sum skalt avrika. Í grundini er tað gott, tá ið ikki megnar at trúgva, tí at so hevur tú ikki tað at líta á. Hetta, at tú bara hevur Jesus at flýggja til og at líta á, er tað einasta, sum Gud leitar eftir hjá tær! Og tað, sum er nóg gott hjá Gudi, burdi sjálvandi eisini verið nóg gott hjá tær!


Í bóklinginum hjá sær sigur Øivind Andersen: “Mangan, tá eg var staddur í neyð og als ikki hevði trúgv til at verða hjálptur, varð eg kortini hjálptur, tí at eg í øllum mínum egna hjálparloysi fekk loyvi til at leita mær skjól hjá Jesusi.” Vit møta tí sama í Jesu egnu boðan: “Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta” (Jóh 6,35).


Her brúkar Jesus orðingarnar: “Tann, sum kemur til mín”, og: “tann, sum á meg trýr” við somu merking. Hetta er altso eisini við til at undirstrika fyri okkum, at trúgv er at koma til Jesus – at leita sær skjól hjá honum! Ella sum Hans Nielsen Hauge segði: “Tað at trúgva á Jesus og tað at koma til Jesus við síni synd, tað er eitt og tað sama.” Og í Jóh 1,12 lesa vit: “Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” Her verður sagt, at tað, at taka ímóti Jesusi, og tað at trúgva á hansara navn, er eitt og tað sama.


Rás Jesus

At leita sær skjól hjá Jesusi, at ákalla hansara navn, at krøkja seg til hann, at koma til hann, at taka ímóti honum, tað er alt grundað á hina einu og somu sannroynd. Hvørja? Jú, at hjartað hevur fingið álit á Jesus, at hjartað so at siga er vorðið stillað á Jesus – stillað á rás Jesus. Tann frelsandi trúgvin er altso hjartans álit á Jesus, hjartans instilling á hann! Har ið hjartað er vorðið stillað á Jesus, har er menniskjað frelst! Hin frelsandi trúgvin er við øðrum orðum eitt beinleiðis forhold millum Jesus og hin trúgvandi.


Frelsandi trúgv er onkutíð blivin lýst sum álit og lýdni. Men hetta kann verða ein vandamikil lýsing, tí at hetta er ein samanblanding av trúnni og trúarinnar ávirkanTrúgvin virkar lýdni, men hon er álit. Og hetta skulu vit ikki blanda saman, tí at tá kunnu vit lættliga koma til at føra ærlig og stríðandi menniskju burtur frá Jesusi. So skjótt hesi hoyra, at trúgvin er álit og lýdni, hugsa tey: “Ja, var tað ikki eisini júst hetta, sum eg hugsaði, nevniliga at eg má verða lýðin fyri at eiga hina frelsandi trúnna? Men hetta er júst tað, sum eg ikki megni at vera!” Uttan at vera greið yvir tað sjálvi, gera hesi trúarinnar ávirkan til trúarinnar treyt. Og hetta ger øll Guds lyftir til einkis fyri teirra hjørtum. Tí skal tað eisini verða sagt púra greitt, at frelsandi trúgv er hjartans vón til Jesus og stilling á rás Jesus – stilling á hann sum okkara Harra og Frelsara!


Um ein kristin er staddur í neyð, vendir hann sær til Jesus í bøn. Og hetta ger hann ikki, tí at hann skal gera tað, ella tí at hann sjálvur hevur avgjørt tað. Nei, áðrenn hann nakratíð hevur hugsað um tað, og áðrenn bønin er orðað í setningum, merkir hann, hvussu hjartað byrjar at kalla á Jesus. Hvat er hetta? Jú, hetta er trúgv! Tað sama er galdandi, um hann kemur í syndaneyð: Hjartað tráar eftir Jesusi og tí, sum hann hevur fullgjørt! Um hann er glaður, so merkir hann, hvussu hjartað byrjar at takka Jesusi. Og soleiðis kundu vit hildið á við at lýst trúnna. Alt hetta vísir okkum, hvussu hjartað er stillað á Jesus. Og hetta er jú frelsandi trúgv!


Um ein kristin byrjar at hyggja inn í seg sjálvan fyri at finna trúnna í sínum egna hjarta, verður hann skjótt mótleysur og fellir í fátt, tí at tá sær hann bara seg sjálvan. Tað, sum eyðkennir hin trúgvandi, er harafturímóti hetta, at hann ongatíð kann finna nakra troyst í síni egnu trúgv. Men so skjótt hann festir sítt eyga á Jesus og á tað, sum Gud hevur givið okkum í Jesusi, tá fær hann mót og frímóð!


Ein gáva

Týski presturin, Chr. Scriver, hevur sagt: “Viðvíkjandi trúnni hjá hinum trúgvandi er tað soleiðis, at hon er sterkast júst tá, ið hin trúgvandi sjálvur heldur, at hann ikki megnar at trúgva, men má krøkja seg til orðið.” Ja, soleiðis er tað, tí at trúgvin er jú hetta, at hjartað hjá einum er blivið stillað á Jesus. Tann, sum er blivin bundin at Jesusi og hansara fullgjørda verki, hevur hina frelsandi trúnna!


Men hvussu koma vit so til trúgv? Hesum viðvíkjandi svarar Paulus: “Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær” (Ef 2,8-9). Talan er altso um eina gávu. Ella sum Brorson yrkir:


Vár trúgv várt fasta álit er,

at Guð vil okkum náða,

sum vit ei kunnu taka her,

men bert við anda fáa… (SB 478,1).


Trúgvin er ikki nakað, sum vit við egnari megi kunnu taka, men nakað, sum vit einans kunnu fáa!


Hetta, at trúgvin er ein Guds gáva, merkir ikki, at tú so bara skalt seta teg niður og siga: “Ja, men so nyttar tað ikki hjá mær at gera nakað. Eg kann jú ikki taka trúnna, eg kann bara fáa hana!” Nei, men júst av tí, at trúgvin er ein Guds gáva, avhongur alt av, hvussu tú ber teg at viðvíkjandi orðinum um Jesus! Trúgvin kemur jú av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists (Róm 10,17).


Ikki vit, men Jesus er upphavsmaður og fullkomnari trúarinnar! (Hebr 12,2). Álitið á hann kyknar alsamt upp, við tað at tú áhaldandi verður ávirkaður av honum gjøgnum gleðiboðskapin um hann. Gleðiboðskapurin ber okkum ikki bara boð um Jesus. Gleðiboðskapurin gevur okkum eisini Jesus! Tann, sum grípur um orðið um hann, grípur eisini um sjálvan Jesus!


Tí sigur Øivind Andersen eisini: “Hoyr, tala, syng og snakka um, hvat Jesus hevur gjørt fyri teg, so kemur tú eisini at líta á hann og ogna tær hann og alt tað, sum hann hevur gjørt og er fyri teg!” Ella sum Brorson yrkir:


Tað orð, at Guð í mildi seg

við krossi Krists læt blíðka

og breyt úr deyða slóð og veg,

vit eiga væl at íðka,

tí har, sum tað at hjarta fer,

fólk aftur raknar við, sum er

í syndamyrkri sovnað (SB 342,2-3).


Hin trælabundni viljin

Í ljósinum frá tí, sum vit hava nomið við, síggja vit, at okkara egni vilji hevur einki at siga, tá tað kemur til okkara umvending og frelsu. Alt avhongur av Guds náði og Guds frelsandi vilja við okkum!   


Hetta er eisini nakað, sum Luther skrivar um í bókini: Um hin trælabundna viljan frá 1525. Tað er gott at gera sær greitt beinanvegin, hvat Luther sipar til við orðinum: Vilji. “Hann sigur ikki nei til, at menniskjað hevur ein ávísan frían vilja í gerandisspurningum, sum at byggja hús o.s.fr. Tað er frælsi viljin í sambandi við Gud og hansara týdningur fyri frelsuna, sum Luther sigur nei til”[1]


Luther leggur altso dent á, at menniskjað ikki hevur frælsan vilja viðvíkjandi tí, sum er hægri (Gud), men bara viðvíkjandi tí, sum er lægri (lagt undir menniskju). “Men í sambandi við Gud og tí, sum viðvíkur frelsuni og fordømingini, hevur menniskjað als ikki frælsan vilja, men er fangað, lagt undir og trælabundið antin undir Guds ella Sátans vilja.”[2]


Hetta er eisini tað, sum Paulus er inni á í Ef 2,1-5: “Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum og syndum tykkara, ið tit áður livdu í samsvarandi tíðarháttinum í hesum heimi, eftir hansara lagi, sum valdar herliðinum í luftini, tí anda, sum nú er virksamur í børnum ólýdnisins, sum eisini vit øll áður livdu ímillum í holds girndum okkara, tá ið vit gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru vreiðinnar børn eins og eisini hinir; – men Guð, sum er ríkur í miskunn, hevur av sínum mikla kærleika, sum hann elskaði okkum við, eisini tá ið vit vóru deyðir í misgerðum okkara, gjørt okkum livandi saman við Kristi, – av náði eru tit frelstir!”


Í hesum sambandi eru menniskju altso ikki fræls, men heldur at líkna við ein stríðsvøll millum Gud og Sátan. Luther undirstrikar: “Um vit eru undir hesum heimsins gudi (illamanni), so eru vit eisini fongslað eftir hansara vilja ... Liva vit í djevulsins garði, gera vit eftir egnum vilja og í samljóð við viljan ... Men um ein, sum er sterkari enn hann [djevulin], kemur á hann og vinnur sigur á honum og tekur okkum til ognar, so eru vit aftur við anda hansara trælir og fangar, sum tó er kongaligt frælsi, so at vit fegnir gera tað, sum hann vil. Á tann hátt hevur mannaviljin sítt pláss í miðjuni sum eitt ómælandi reiðdjór. Um Gud setur seg á tað, gongur tað hagar, Gud vil ... Setur Sátan seg á tað, so fer tað hagar, Sátan vil. Og tað er ikki upp til reiðdjórið at avgera, um tað skal renna til hesa ella hasa síðuna...”[3]


Tvær atfinningar

Í bókini Drømmen om den frie vilje sigur norski gudfrøðingurin og heimspekingurin, Olav Valen-Sendstad: “Um boðskapurin um hin trælabundna viljan ikki ljóðar klárt og sterkt í meinigheitini, so ljóðar hin sanni gleðiboðskapurin við vissu heldur ikki har ... Tí Krists blóð og rættvísi hevur vissuliga onga meining, undantikið har, ið tað verður givið til fordømdar og glataðar syndarar, sum í sær sjálvum ikki eru førir fyri nøkrum ... Tað er fullkomiliga høpisleyst, at eitt menniskja verður frelst av náði, frítt og óuppiborið, um tað í grundini er fríi viljin hjá viðkomandi, sum er tað avgerandi.”[4]


Tvær atfinningar stinga seg javnan upp viðvíkjandi boðskapinum um hin trælabundna viljan:


1. Um vit ikki hava frælsan vilja, so kann eingin standa til svars fyri sínar gerningar. Tá kunnu vit ikki kalla menniskju til at venda um, tí at tey svara bara: Eg kann ikki gera við, at eg ikki eri kristin, tí at Gud hevur ikki tvungið meg til at venda um. Hann hevur ikki syrgt fyri, at hevði trúgvandi foreldur, og at eg gekk í kirkju og á møti. Men um Jesus sjálvur kallar menniskju til at venda um, og um hann sjálvur sigur, at vit skulu fara og gera øll fólkasløg til hansara lærusveinar, so er tað greitt, hvat vit eiga at gera! 

Og hvat so við hesum, at vit ikki kunnu standa til svars fyri okkara gerningar, um vit ikki hava frælsan vilja? Sambært Olav Valen-Sendstad er hetta ein stór misskiljing, tí at ábyrgdin er í roynd og veru ikki bundin at viljanum. “Um tað ikki er eitt vet av “frælsum vilja” í hjartanum, so er ábyrgdin kortini har. Ábyrgdin liggur nevniliga í samvitskuni.”[5]

Tí er tað eisini, at rithøvundurin til Hebrearabrævið sigur: “Tí at Guðs orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans. Og eingin skapningur er fjaldur fyri ásjón hansara; men alt er nakið og bert fyri eygum hansara, sum vit standa til svars fyri” (Heb 4,12-13). Tá Guds orð fer inn ígjøgnum til samvitskuna, tá verður tað greitt fyri okkum, hvørjum vit standa til svars fyri!


2. Um vit ikki hava frælsan vilja, so má alt vera fyriætlað. Summi eru fyriætlaði til ævigt lív og onnur til ævigan deyða. Og tá er tað heldur ikki longur nakar tørvur fyri at boða Guds orð og senda trúboðarar út í heim. Gud hevur jú longu fyriætlað summi menniskju til frelsu og onnur til glatan. Men hetta samsvarar als ikki við Bíbliuna, sum púra greitt sigur okkum, at Gud “vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan” (1 Tim 2,4). Og omaná hetta kann eisini sigast, at:

  • Eingin verður frelstur uttan av Guds náði eina, og eingin glatast uttan av egnum ávum eina.
  • Hetta er eisini tað, sum vit síggja í Jóh 3,16: “Tí at so elskaði Guð heimin [tvs. øll menniskju], at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” 


Hitt fjalda

Men tá ið vit viðgera hesar spurningarnar, so mugu vit eisini viðganga, at sumt er fjalt fyri okkum. Vit vita, at Gud vil, at øll skulu verða frelst. Og samstundis vita vit eisini, at vit sum Guds børn eru útvald. Gud útvaldi okkum í Jesusi, áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur (Ef 1,4). Hvussu hetta hongur saman, vita vit ikki. Tað er, sum vit lesa í 5 Mós 29,29: “Hinir fjaldu lutirnir eru Harrans, Guðs várs, men tað opinberaða er fyri okkum og børn okkara…” Og vit eiga at halda okkum til tað, sum Gud hevur opinberað fyri okkum: Gud elskar og vil, at øll skulu verða frelst, men samstundis vita vit eisini, at ein og hvør, sum verður frelstur, verður tað, tí at Gud hevur útvalt viðkomandi.


Tá ið Gud ikki hevur opinberað fyri okkum, hvussu forholdið er millum hansara almenna kærleika til øll menniskju og hansara serligu útveljing av sínum børnum, og tá ið hann hevur knýtt vissuna um útveljingina til vissuna um, at ein eigur syndana fyrigeving og frelsu í Jesusi, so er fylgjan, at vit saktans kunnu fáa vissu um, at vit sjálvi eru útvald, meðan Gud ikki hevur givið okkum nakað lyfti um, at vit við vissu kunnu vita, at Per, Hans og Óli eru útvaldir. Harafturímóti hevur hann “lagt orðið um sáttargerðina niður í okkum”, so at vit rópa til Per, Hans, Óla og allan heimin: “Verðið sátt við Guð!” (2 Kor 5,19-20).


Náðimiðlarnir

Øll Guds útvaldu verða til eina og hvørja tíð frelst við náðimiðlunum, sum Gud hevur givið okkum. Vit verða ikki tvungin inn í himmalin, nei, vit verða drigin inn við náðimiðlunum: Orðinum, dópinum og heilagu kvøldmáltíðini. Líka síðani Ádams dagar finst eingin sál, sum er blivin frelst, uttan at hetta hendi við tað, at tey komu til trúgv vegna Orðsins náðimiðil![6] 


Ein dreymur frá døgunum í Paradís

Tað er ein djúpur samanhangur millum gleðiboðskapin og hin trælabundna viljan. Tí stríddist Luther eisini ímóti læruni um hin fría viljan. Viðvíkjandi hesum undirstrikar svenski prædikumaðurin, Carl Olof Rosenius: “Nógv hava undrað seg yvir, hví Luther stríddist so nógv móti læruni um hin fría viljan. Men hetta hevur sína orsøk. Um Kristus doyr hundra ferðir fyri okkum, og um hann hevur verið so yndisliga boðaður fyri okkum sum ongatíð áður, so kann alt hetta verða gjørt til fánýtis bara við einum setningi um viljan, nevniliga at vit í okkum sjálvum skuldu havt máttin til at gera tað góða, sum vit vilja.” Rosenius heldur á við at siga, at ein als ikki kann trúgva Guds náði, um ein ikki er greiður um røttu læruna hesum viðvíkjandi. Tí um hin vakta sálin, sum er deyð undir lógini, kortini hoyrir, at hon hevur frælsan vilja og mátt til at gera hitt góða og rætta yvir fyri Gudi, so forbjóðar samvitskan viðkomandi at trúgva náðini, inntil hann ella hon eru komin til ta andaligu støðu, har ið ein hevur gjørt alt tað, ið ein kann og skal gera. Tí undirstrikar Rosenius eisini at enda: “Nei, hin frælsi viljin er ein dreymur frá døgunum í Paradís. Hann hevur ongatíð verið at finna í menniskjum, síðani Ádam misbrúkti hann.”[7]


Keldur

Andersen, Øivind. 1973. Jesus og troen. Fredericia: Lohses Forlag.


Lerfeldt, Svend. 2015. Lutherbókin. Miðvágur: Forlagið Vón. David Johannesen týddi.


Valen-Sendstad, Olav. 1982. Drømmen om den frie vilje. København: Credo Forlag.



[1] Lerfeldt 2015: 184.

[2] Ibid.

[3] Ibid.: 185-186

[4] Valen-Sendstad 1982: 119

[5] Valen-Sendstad 1982: 164-165.

[6] Valen-Sendstad 1982: 169-170

[7] Valen-Sendstad 1982: 173

Aftur Fráboðan um nýtt innhald Broyt fráboðan
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet