Røða Pæturs

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 26.04.2020   
Ápostlasøgan

Røða Pæturs er stutt sagt ein páskaprædika, sum verður hildin hvítusunnudag av einum uppreisnarvitni, sum við Heilagum Anda nú er búgvin til at boða gleðiboðskapin í frímóði.


Les Áps 2,22-41

Evangeliið eftir Lukas skilir seg frá hinum evangeliunum við tað, at tað er deilt upp í tvær bøkur. Ápostlasøgan er framhaldið av evangeliinum eftir Lukas. Hesar báðar bøkurnar verða settar í samband við hvørja aðra í hinum fyrsta versinum í ápostlasøguni, har vit lesa: "Hina fyrru frásøgnina skrivaði eg, Teofilus, um alt tað, sum Jesus fór undir bæði at gera og læra..." (Áps 1,1). Hin fyrra frásøgnin, tvs. Evangeliið eftir Lukas, snúði seg um alt tað, sum Jesus fór undir bæði at gera og læra. Í stuttum snýr Ápostlasøgan seg um tað, sum ápostlarnir og samkoman gjørdi. Áps 1,8 er lyklaorðið til alla bókina: "Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini." Ápostlasøgan er tí eisini Heilaga Andans bók, har lærusveinarnir fáa lyftið um Andans komu, sum eisini verður uppfylt hvítusunnudag. Og tað er í hesum samanhanginum, at Pætur stígur fram og heldur sína røðu. Røða Pæturs er stutt sagt ein páskaprædika, sum verður hildin hvítusunnudag av einum uppreisnarvitni, sum við Heilagum Anda nú er búgvin til at boða gleðiboðskapin í frímóði. Henda fyrsta kristna prædikan var borin av Heilagum Anda og orsøk til stóra veking: 3000 menniskju lótu seg doypa henda sama dag, eftir at tey høvdu hoyrt Pætur prædika. Tí er tað eisini ein sera stórur framíhjárættur hjá okkum at lesa og granska røðu Pæturs!


Ikki eru hesir menn druknir

Í Áps 1,1-13 hoyra vit boðskapin um dunið av himli og hvussu lærusveinarnir verða fyltir við Andanum og at teir byrja at tala á øðrum tungumálum. Fólkið, sum var har, undraðist og segði: "Sí, eru ikki allir hesir, ið tala, Galileumenn? Hvussu ber tað tá til, at vit, ein og hvør, hoyra teir tala á okkara egna máli, sum vit eru føddir við?... Men aðrir spottaðu og søgdu: "Teir eru druknir av søtum víni" (Áps 2,7-8,13). "Tá steig Pætur fram saman við hinum ellivu, hevði upp rødd sína og mælti til teirra: "Tit, Jødar, og allir tit, sum búgva í Jerúsalem, hetta veri tykkum vituligt, og gevið orðum mínum ljóð! Tí at ikki eru hesir menn druknir, soleiðis sum tit halda; tí at nú er eisini landsuðurstíð" (Áps 2,14-15).


Pætur stígur her fram, sum leiðarin hjá hinum ellivu, og hann talar eisini teirra vegna. "Ikki eru hesir menn druknir", sigur hann og grundgevur hetta við, at tað er landsuðurtíð. Klokkan er ikki farin av 09.00. Hin jødiski dagurin byrjar kl. 06.00 um morgunin, og hin triðji tímin, tvs. kl. 09.00. var hin fyrsti av teimum trimum bønartíðunum hjá jødunum, og frómir jødar hvørki ótu ella drukku áðrenn hina fyrstu morgunbønina. Í dag eru tað nógv fólk, sum eru full kl. 09.00 um morgunin, og tað hevur tað sikkurt eisini verið tá, men Pætur má burturvísa henda órímuliga pástandin um, at lærusveinarnir eru fullir, tí at hetta skapar eina frástøðu ímillum boðskapin og tey, sum hoyra hann. Fólk taka ikki fullamannaprát í álvara, og hesin gudinnblásti boðskapurin mátti fyri alt í verðini ikki skúgvast til síðis sum fullamannaprát. Her var talan um vegin, sannleikan og lívið. Tí er Pætur so skjótur til at stíga fram fyri at burturvísa henda pástandin um, at teir vóru fullir.


Úthelling Andans

Harímót hevur tað verðið profetera um hesa hendingina í Gamla Testamenti. Pætur sær undurið á hvítusunnu sum uppfyllilsið av fyrijáttanini um Andans úthelling hjá profetinum Jóel. Tí endurgevur hann orðini hjá Jóel og sigur: "Men hetta er tað, sum sagt hevur verið við Jóel profeti: "Og tað skal verða á hinum evstu døgunum, sigur Guð, tá skal eg hella út av anda mínum yvir alt hold; og synir tykkara og døtur tykkara skulu profetera, og ungmenni tykkara skulu síggja sjónir, og gamalmenni tykkara skulu droyma dreymar. Ja, eisini yvir trælir mínar og yvir trælkvinnur mínar skal eg á teimum døgunum hella út av anda mínum og tey skulu profetera. Og eg skal lata undur verða á himlinum í erva og tekin á jørðini í neðra, blóð og eld og guvurok. Sólin skal umskapast til myrkur og mánin til blóð, áðrenn hin mikli og dýri dagur Harrans kemur. Og tað skal verða, at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur" (Áps 2,16-21).


Messiastíðin

Her lesa vit fyrijáttanina um, hvussu Gud á hinum evstu døgunum skal hella sín Anda út yvir alt hold. Og tá ið Pætur sigur, at undurið á hvítusunnu veruliga er uppfyllilsið av orðunum hjá Jóel, sigur hann harvið eisini, at nú er hin evsta tíðin komin. Messiastíðin er komin! Jesaja hevur eisini profetera um Messias og hansara ríki: "Men av Ísai runni skal kvistur spretta fram og angi av rótum hans bera frukt. Og andi Harrans skal hvíla yvir honum, andi vísdóms og vits, andi ráðs og kraftar, andi kunnskapar og ótta Harrans" (Jes 11,1-2). Sambært rabbinskari læru skuldu allir jødar í endatíðini fáa lut í Guds Anda og tala profetiskt. Við at endurgeva orðini hjá Jóel sigur Pætur altso, at messiastíðin er komin og fyrijáttanirnar eru uppfyltar fyri Guds fólk. Men tað er kortini bara ein leivd, sum hevur fingið lut í messiasríkinum. Henda leivdin er hitt nýggja gudsfólkið, hitt nýggja Ísrael, hini trúgvandi, hini kristnu. Synir, døtur, ungmenni, gamalmenni og trælkvinnur fáa lut í Andanum og Andans gávum. Tá Pætur leggur dent á, at Gud skal hella sín Anda út yvir alt hold, so sipar hetta altso ikki til, at Gud eisini oysir sín Anda yvir øll tey, sum ikki vilja taka ímóti honum. Harafturímóti sipar “alt hold” til hetta, at Gud oysir sín anda yvir øll menniskju uttan mun til ytri umstøður og sosiala sundurskiljing. Hetta er, sum Paulus sigur í Gal 3,28: "Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur maður, her er ikki kallur ella kona; tí at tit eru øll ein maður í Kristi Jesusi."


Profetisk tala

Jóel sigur: "synir tykkara og døtur tykkara skulu profetera, og ungmenni tykkara skulu síggja sjónir, og gamalmenni tykkara skulu droyma dreymar" (Áps 2,17). Hetta eru tekini, sum fylgja teimum, sum hava fingið lut í Andanum. Hin profetiska talan verður nevnd fyrst, tí at henda gávan er eftir øllum at døma tann týdningarmesta. Tað er eisini henda gávan, sum foldar seg út fyri øllum teimum, sum eru til staðar í Jerúsalem henda hvítusunnudagin. Vit møta eisini hini profetisku taluni ferð eftir ferð í Ápostlasøguni:

  • "Men í teimum døgunum komu nakrir profetar oman úr Jerúsalem til Antiókiu. Og ein teirra, Agabus at navni, steig fram og boðaði av andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma yvir allan heimin; og hon kom eisini, meðan Klaudius var keisari" (Áps 11,27-28).
  • "Og tá ið Paulus legði hendurnar á teir, kom heilagi andin yvir teir, og teir talaðu við tungum og profeteraðu" (Áps 19,6).

Tað, sum eykennir hina profetisku taluna, er ávirkanin, sum hon hevur. Paulus sigur: "Men um allir profetera, og inn kemur onkur vantrúgvandi ella ókunnigur, tá verður hann sannførdur av øllum, dømdur av øllum. Loynimálini í hjarta hansara verða opinber, og hann vil tá falla fram á ásjón sína og tilbiðja Guð og vitna tað, at Guð av sonnum er tykkara millum" (1 Kor 14,24-25).


Sjónir og dreymar

Sjónir og dreymar fylgja eisini við teimum, sum hava fingið lut í Andanum. Stefan sá eina sjón, áðrenn hann varð steinaður til deyða: "Men hann hugdi upp til himmals, fullur av heilagum anda, og sá Guðs dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guðs. Og hann segði: "Sí, eg síggi himlarnar opnar og menniskjusonin standandi við høgru hond Guðs!" (Áps 7,55-56). Paulus droymdi: "Men Harrin segði um náttina í eini sjón við Paulus: "Óttast ikki, men tala og tig ikki! Tí at eg eri við tær, og eingin skal leggja hond á teg fyri at gera tær mein, tí at eg eigi nógv fólk í hesum staði" (Áps 18,9-10).


Hin mikli og dýri dagur Harrans

Í fyrijáttanini hjá Jóel hoyra vit at enda, at Gud "skal lata undur verða á himlinum í erva og tekin á jørðini í neðra, blóð og eld og guvurok. Sólin skal umskapast til myrkur og mánin til blóð, áðrenn hin mikli og dýri dagur Harrans kemur. Og tað skal verða, at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur" (Áps 2,19-21). Hetta snýr seg um dómadag og tekini, sum ganga undan hinum dýra og mikla degi Harrans. Blóð, eldur og guvurok er tað, sum eyðkennir kríggj. Og Jesus sigur í Mark 13,7: "Men tá ið tit hoyra um bardagar og frætta tíðindi um bardagar, tá óttist ikki; hetta má henda, men ikki er endin enn." Jesus talar eisini um tekin í sólini og mánanum í Matt 24,29: "Men brátt aftan á trongdina í teimum døgum skal sólin myrkna og mánin ikki geva skin sítt, og stjørnurnar skulu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins kreftur." Hetta er tað, sum skal henda áðrenn Harrans dag ella dómadag, tá ið Gud fer at døma allan heimin. Og á hesum degnum eru tað einans tey, ið ákalla navn Harrans, ið verða frelst. 


Vit liva í endatíðini

Í hesum tekstinum hjá Jóel møta vit altso fyrst og fremst einari fyrijáttan um úthelling Andans. Henda fyrijáttanin varð uppfylt á hvítusunnu. Aftaná hetta hoyra vit eina fyrijáttan um endatíðina og dómadag. Í dag er heimurin merktur av blóði, eldi og guvuroki, men tekin í sól og mána hava vit kortini ikki upplivað enn. Tí kann man ikki siga, at hesin seinni parturin av fyrijáttanini er gingin út. Í hesum tekstinum møta vit altso bæði nøkrum, sum longu er hent og nøkrum, sum ikki er hent enn. Men Pætur segði, at hetta var tað, sum skuldi henda á hinum evstu døgunum. Endatíðin byrjaði altso á hvítusunnu í Jerúsalem fyri uml. 2000 árum síðani, men hon er ikki enda enn. Vit liva sostatt í endatíðini. "Liðið er á náttina, og dagurin er í nánd" (Róm 13,12).


Vitnisburðurin um Jesus

Aftaná at hava endurgivið fyrijáttanina hjá Jóel, sigur Pætur nú: "Tit Ísraelsmenn, hoyrið hesi orð: Jesus úr Nasaret, ein mann, sum av Guði var sannaður fyri tykkum við kraftargerningum og undurum og teknum, sum Guð læt hann gera tykkara millum, so sum tit sjálvir vita, hann, sum eftir Guðs fyriskipaða ráði og fyrivitan var vorðin givin upp, hava tit krossfest við vándra manna hondum og tikið av lívi" (22-23). Nú kemur Pætur inn á høvðusboðskapin í hansara røðu, nevniliga vitnisburðurin um Jesu lív og gerningar. Pætur peikar fyrst og fremst á undrini, sum Jesus gjørdi. Hesi undrini høvdu jødarnir sjálvir verið vitni til. Teir høvdu sæð hann grøða fólk og reka illar andar út. Tí er tað eisini, at Pætur sigur við jødarnar, at Jesus varð sannaður fyri teimum við kraftargerningum og undrum og teknum, sum Guð læt hann gera teirra millum. Undrini, sum hann gjørdi, prógvaðu, at hann var guddómligur. Hesin boðskapurin um undrini, sum Jesus gjørdi, er altso ikki fremmandur fyri jødunum, men teir, sum ikki tóku ímóti hesum boðskapinum, høvdu hert síni hjørtu.


Guds líðandi tænari

Pætur sigur eisini við jødarnar, at tað vóru teir, sum krossfestu og tóku Jesus av lívi. Men tá ið hann sigur, at teir gjørdu hetta við "vondra manna hondum" (23), merkir hetta, at teir tóku hann av lívi við hjálp frá rómverjunum. Jødarnir høvdu ikki sjálvir myndugleika til at taka Jesus av lívi, men máttu geva hann yvir til rómverjar, sum síðani krossfestu hann. Sjálv krossfestingin var jú ein rómverskur deyðastraffur. Men Jesu krossfesting var kortini ikki tilvildarlig. Jesu deyði var ikki einans ein fylgja av óndskapinum hjá menniskjum. Hetta, sum hendi á Golgata, hendi eftir "Guðs fyriskipaða ráði og fyrivitan" (23). Tað var Guds vilji. Krossfestingin mótprógvaði altso ikki, at Jesus var Messias. Hetta vóru tað kortini nógv, sum hildu. Tey søgdu: "Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa!" (Matt 27,42). Men krossfestingin mótprógvaði als ikki, at Jesus var Messias. Tey, sum hildu tað, kendu ikki skriftirnar nóg væl. Tað var ikki gingið upp fyri teimum, at Messias og Guds líðandi tænari vóru hin sami persónurin. "Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót" (Jes 53,5). Menniskjusonurin er ikki komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri okkum (Matt 20,28).


Uppreisnartrúgvin

Aftaná hetta kemur Pætur inn á Jesu uppreisn. Uppreisnarboðskapurin hevur sjálvsagt sett djúp spor í lívinum hjá Ápostlunum. Og Pætur, sum hevði avnokta Jesus í borgargarðinum og sum óiva eisini sá sín Harra doyggja á krossinum, hevur verðið ovurfegin, tá ið hin upprisni Jesus sýndi seg fyri honum. Paulus sigur í 1 Kor 15,3-5: "Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð sæddur av Kefasi, og síðan av teimum tólv". Kefas er Pætur, og Jesus fór fyrst til Pætur, áðrenn hann sýndi seg fyri teimum tólv. Og hesin maðurin, sum óiva var heilt vónbrotin aftaná sína avnoktan, hesin maðurin, sum sá sín Harra doyggja á krossinum, varð lyftur upp úr vónloysisdýkinum, tá ið hin upprisni frelsarin sýndi seg fyri honum. Henda uppreisnartrúgvin er eisini orsøkin til, at Pætur sigur: "Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum" (1 Pæt 1,3). Uppreisnin hevur óiva verið tað, sum hevur sett tey djúpastu trúarsporðini í hjartanum hjá Pæturi. Og tí hevur uppreisnarboðskapurin eisini so stóran týdning í hansara boðan. Tí sigur Pætur nú við áhoyrarnar: "Henda Jesus reisti Guð upp, og um tað eru vit allir vitni" (32). Pætur og Ápostlarnir kunnu vitna, at teir hava sæð hin upprisna við teirra egnu eygum. Hetta hongur eisini saman við tað, sum Jesus segði við teir: "tit skulu verða vitni míni bæði í Jerusalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini" (Áps 1,8).


Jesus er lívsins vegur

Pætur sær eisini uppreisnina í ljósinum av skriftini og sipar serliga til Sl 16 og 110. Í gamla Ísrael varð Sl 110 útlagdur soleiðis, at hann snúði seg um Messias. Jesus útlegði eisini sjálvur sálmin á henda hátt (Matt 22,41...). Sl 16 hevur eftir øllum at døma verið eitt av kjarnuorðunum, sum samkoman knýtti at Jesu uppreisn. Vit síggja eisini, at Paulus brúkar henda sama sálmin í Áps 13,35. "Harfyri gleddist hjarta mítt, og tunga mín fegnaðist; ja, enntá meira skal eisini likam mítt hvíla í vón; tí at ikki vilt tú lata sál mína verða eftir í helheimi, og ikki heldur vilt tú lata tín heilaga síggja rot. Tú hevur kunnar gjørt mær lívsins vegir; tú vilt meg fylla við gleði fyri ásjón tíni." Hetta snýr seg um Jesus. Hann fekk ikki at síggja rot. Hann varð ikki verðandi í helheimi, men reis upp triðja dagin. Og tað einasta, sum lá eftir í grøvini vóru línklæðini og sveittadúkurin. Men hesi orðini snúgva seg eisini um okkum, sum trúgva á og fylgja hinum upprisna frelsaranum. Vegna Jesu sigur yvir Sátan, synd og deyða kunnu heldur ikki vit verða hildin av deyðanum, men okkara sál skal harafturímóti rísa upp úr deyðsríkinum við hini somu uppreisnarkraft, sum Jesus reis upp við.


Talsmaðurin

At enda sigur Pætur, at tá ið Jesus nú "er hevjaður upp við Guðs høgru hond og hevur av faðirinum fingið fyrijáttan um heilagan anda, hevur hann úthelt hann, sum tit bæði síggja og hoyra. Tí at Dávid fór ikki upp til himna, men hann sigur sjálvur: "Harrin segði við harra mín: Set teg við høgru hond mína, til eg leggi fíggindar tínar sum eina fótskør fyri føtur tínar." Tí skal alt Ísraels hús vita tað av sonnum, at Guð hevur gjørt hann bæði til harra og Krist, henda Jesus, sum tit krossfestu" (33-36). Her staðfestir Pætur fyri vitnunum til Andans úthelling á hvítusunnu, at alt hetta, sum tey síggja og hoyra, er hinum upprisna Jesusi at takka fyri. Jesus segði jú við ápostlarnar: "Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara" (Áps 16,7). Tað er henda fyrijáttanin, sum verður uppfylt henda undurfulla dagin í Jerúsalem. Jesus er risin upp, og hann hevur sent Talsmannin (Heilagan Anda) fyri at sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm (Jóh 16,8). Tí skal alt Ísraels hús vita tað av sonnum, at Guð hevur gjørt hann bæði til harra og Krist, henda Jesus, sum teir krossfestu.


Endi

Tá ið Jesus varð krossfestur, spottaðu hermenninir hann; "teir komu og rættu honum edik og søgdu: "Ert tú kongur Jødanna, so bjarga tær sjálvum!" Men ein yvirskrift var eisini uppi yvir honum: Hetta er kongur Jødanna" (Luk 23,36-38). Yvirskriftin á krossinum var sonn. Hermenninir spottaðu Jesus, óvitandi av at hann hekk har í teirra stað, og at hann ikki bjargaði sær sjálvum, tí at einans soleiðis kundi hann bjarga teimum. Lívsins harri leið deyðan, fyri at leiga okkum til lívið. Men við tað, at hann er lívsins harri, vann hann eisini sigur á deyðanum. Tað var ikki møguligt, at hann skuldi verða hildin av deyðanum, og saman við honum eiga vit hina livandi vónina. Saman við honum eiga vit syndanna fyrigeving, uppreisn og ævigt lív!


"Tí at hetta forgongiliga eigur at verða klætt í óforgongiligleika, og hetta deyðuliga eigur at verða klætt í ódeyðuligleika. Men tá ið hetta forgongiliga er klætt í óforgongiligleika og hetta deyðuliga er klætt í ódeyðuligleika, tá skal tað orðið ganga út, sum skrivað er: "Deyðin er uppslúkaður í sigur." "Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?" (1 Kor 15,53-55).

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet