Pætur og Jóhannes fyri ráðnum

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 02.05.2020   
Ápostlasøgan

Hornasteinurin hevur tvey formál í einum bygningi. Fyri tað fyrsta hvílur allur bygningurin á hesum steininum. Fyri tað næsta avgerð hesin steinurin, hvønn veg húsið vendir. Tí er tað avgerandi at hava hin rætta hornasteinin. Men Pætur sigur við ráðið, at teir hava vrakað tann rætta hornasteinin, sum Gud sjálvur hevur valt.​

Les Áps 4,1-22


Í tí undanfarna kapitlinum lesa vit um, hvussu Pætur grøðir ein haltan mann við Føgrudyr. Hann fekk førleikan aftur, tá ið Pætur segði við hann: "Silvur og gull eigi eg ikki; men tað sum eg havi, tað gevi eg tær: Í navni Jesu Krists úr Nasaret, statt upp og gakk!" (Áps 3,6). Hetta undrið gav Pæturi og Jóhannesi eisini ein góðan møguleika til at boða fólkinum, sum flokkaðist rundan um teir, at Jesus er Messias. Í Áps 3,12-26 hoyra vit síðani Pætur tala til fólkið. Í taluni sigur hann m.a.: "Guð Ábrahams og Ísaks og Jákups, Guð fedra vára hevur dýrmætan gjørt tænara sín, Jesus, sum tit góvu upp og avnoktaðu frammi fyri Pilatusi, tá ið hann dømdi, at hann skuldi sleppa leysur. Men tit avnoktaðu hin heilaga og rættvísa, og bóðu um, at ein manndrápari skuldi verða tykkum givin; men lívsins høvdinga tóku tit av lívi, sum Guð reisti upp frá deyðum, og um tað eru vit vitni. Og við trúnni á navn hansara hevur navn hansara styrkt henda mann" (Áps 3,13-16).


Í talu síni sigur hann við Ísraels fólk, at tey skulu venda um og peikar á, at Jesus er Harrans tænari, sum profetarnir hava profeterað um. Hann sigur við jødarnar: "Tit eru synir profetanna og synir sáttmálans, sum Guð gjørdi við fedrar tykkara, tá ið hann segði við Ábraham: "Og av avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini fáa signing" (Áps 3,19-25). Pætur sigur altso í stuttum, at tann maðurin, sum tey lótu krossfesta, var hin lovaði Messias. Hann var avkomið og signingin, sum Gud hevði lovað Ábrahami. Yvirskriftin á krossinum var sonn! Jesus er veruliga kongur jødanna! Tey høvdu tikið lívið av lívsins høvdinga. Men Gud reisti hann upp frá deyðum, "og um tað eru vit vitni", sigur Pætur (Áps 3,15).


Settir í varðhald

Áps 4,1: Meðan Pætur og Jóhannes soleiðis tala til fólkið, verða teir steðgaðir av prestunum og høvðusmanninum fyri halgidóminum og Saddukearunum. Teir verða settir í varðhald og leiddir framm fyri høvðusprestarnar morgunin eftir. Og síðani verða teir tráðspurdir um grøðingina av hinum halta manninum og um innihaldið av teirra boðskapi.

v2: Lukas undirstrikar, at tað vóru Saddukeararnir, sum handtóku Pætur og Jóhannes. Saddukeararnir trúðu ikki uppá uppreisn frá deyðum, men tað gjørdu fariseararnir. Hetta skapaði ofta klandur teirra millum. Men orsøkin til handtøkuna er kortini ikki, at teir tala um uppreisn frá deyðum, tí at so skuldu allir fariseararnir jú eisini handtakast. Harafturímóti er orsøkin til handtøkuna tann, at teir tala í Jesu navni. Hetta er tað afturvendandi evnið frá kapittul 3 til kapittul 4 (sí Áps 3,6 og 3,16 og 4,2).

v3: Tað endar so við, at teir verða steðgaðir, meðan teir lærdu fólkið um Jesus, og verða koyrdir í varðhald.

v4: Men hóast teir verða steðgaðir, so lesa vit, at uml. 5000 menn tóku við trúgv. Og um ein leggur kvinnur og børn aftrat, so verður talið nógv hæðri.


Ákærin verður ákærdur

v7: Tá ið ráðið spyr, í hvørjum navni teir hava grøtt hin halta mannin, bendir hetta á, at teir royna at fanga teir í at ganda ella spotta Gud. Fariseararnir høvdu jú ákært Jesus fyri gudsspottan og fyri at reka illar andar út við Beelsebul (Matt 12,24). Og tað sær út til, at ráðið nú roynir at stempla Pætur og Jóhannes sum gudsspottarar, tí at teir hava grøtt í navninum hjá einum, sum ráðið longu hevði ákært sum gudspottara.

v8: Svarið kemur í formi av hesi mergjaðu røðuni hjá Pæturi, har ákærin bráddliga verður hin ákærdi. Pætur verður í hesi avgerandi løtu fyltur av Heilagum Anda, soleiðis at hann fær vísdóm til at afturvísa allar ákærunar. Hetta er tað sama, sum vit kunnu lesa um í Luk 12,11-12: "Men tá ið tey fara við tykkum inn í samkomuhús síni og inn fyri teir, sum ráðið og valdið hava í landinum, tá stúrið ikki fyri, hvussu ella við hvørjum tit skulu verja tykkum, ella hvat tit skulu siga. Tí at heilagi andin skal læra tykkum á somu stund tað, sum tit eiga at siga." Sum kristin fáa vit altso serliga andsfylling til serligar løtur.


Órættvíst

v9: Fyri tað fyrsta peikar Pætur á órættvísið, sum teir eru fyri, síðani teir verða handtiknir og ákærdir fyri at hava gjørt eina góða gerð. Ráðið átti eftir røttum at vera soleiðis, sum Paulus eisini lýsir tað í Róm 13,3: "Tí at stýrismenninir eru ikki ein ótti hjá góðum verki, men hjá illum. Men vilt tú sleppa frá at óttast fyri yvirvøldini? Ger tað, sum gott er, og tú skalt fáa rós av henni." Her síggja vit kortini, at ráðið í roynd og veru ger beint tað mótsætta. Tað er altso heilt burtur við, at teir verða handtiknir.


Í Jesu navni                           

v10: Síðani svarðar Pætur spurninginum, sum ráðið hevði sett teimum, og sigur, at tað er í Jesu navni at hin halti er vorðin frískur. Her sær ein eisini, hvussu ákærin verður hin ákærdi, tá ið Pætur sigur, at jødarnir krossfestu Jesus, meðan Gud reisti Jesus upp frá deyðum.

v11: Pætur endurgevur her Sl 118,22. Hornasteinurin hevur tvey formál í einum bygningi. Fyri tað fyrsta hvílur allur bygningurin á hesum steininum. Fyri tað næsta avgerð hesin steinurin, hvønn veg húsið vendir. Tí er tað avgerandi at hava hin rætta hornasteinin. Men Pætur sigur við ráðið, at teir hava vrakað tann rætta hornasteinin, sum Gud sjálvur hevur valt. Her ákærir Pætur í grundini ráðið fyri at hava vrakað Guds egna son.

v12: Pætur kemur innaftur á Jesu navn og sigur, at tað bara er frelsa í Jesu navni. Henda frelsan merkir, at ein verða bjargaður úr lívshættisligum vanda. Her meinast tað altso við, at tað bara er í Jesusi, at ein verður bjargaður frá glatan.


Kroystir upp í ein krók

v13: Ráðið undrast yvir dirvið hjá teimum. Hetta vóru jú ólærdir menn. Síðani finna teir útav, at teir fylgdust við Jesusi.  

v14: Ráðið kann ikki afturvísa, at eitt undur veruliga er hent. Hin grøddi maðurin stendur jú beint framman fyri teirra egnu eygum. Ráðið er altso kroyst upp í ein krók. Teir kunnu ikki mótprógva nakað, sum Pætur hevur sagt, og eingin av teirra ákærum heldur. Men teir forherða kortini síni hjørtu og vraka vitnisburðin hjá Pæturi, og harvið vraka teir eisini Jesus.

v15: Í teirra hjartans forherðing biða teir ápostlarnar nú fara út, soleiðis at teir sínámillum kundu samráðast um, hvat teir skuldu gera við Pætur og Jóhannes. Hetta er eisini eitt tekin uppá forherðing, tá ið gerningarnir ikki tola dagsins ljós. "Tí at ein og hvør, sum ger tað, ið ilt er, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, til tess at gerningar hansara ikki skulu verða átalaðir" (Jóh 3,20).


Høvdu yndi hjá fólkinum

v16-18: Her endurgevur Lukas tað, sum ráðið samráddist um, meðan ápostlarnir ikki vóru til staðar. Men so er spurningurin, hvussu Lukas hevur funnið fram til hetta. Her mugu vit tó minnast til, at kendir menn, so sum Nikodemus, Jósef av Arimatæa og Gamaliel sótu í ráðnum. Seinni hava teir so kunna fortalt hinum kristnu, hvat varð sagt, tá ið teir samráddust.


Ráðið kundi ikki nokta, at eitt undur var hent. Flest fólk í Jerusalem vistu av tí. Men hóast eitt so greitt tekin var hent, so vildu teir kortini ikki viðganga, at Jesus var sonur Guds. Teir forbjóða teimum so at tala og læra í Jesu navni. Harðari revsing tora teir ikki at geva teimum, tí at lærusveinarnir høvdu yndi hjá øllum fólkinum (Áps 2,47). Men so skjótt sum mannahugsanin broyttist, so bleiv revsingin av lærusveinunum eisini harðari. Hetta síggja vit t.d. í sambandi við Stefan (Áps 6-7).


Kunnu ikki lata verða við at vitna

v19-20: Høvuðstankin her er, at Guds vilji altíð stendur yvir mannavilja. Og her síggja vit nevniliga, at Guds vilji og viljin hjá ráðnum ikki samsvarðar. Lærusveinarnir hava sæð hin upprisna Jesus og kunnu ikki lata verða við at vitna um tað, sum teir hava sæð og hoyrt. Teir eru sannførdir um, at tað er Guds vilji, at teir skulu boða gleðiboðskapin um Jesus. Hetta var nevniliga tað, sum Jesus sendi teir út til (Matt 28,19). Hóast ráðið noktar teimum at tala í Jesu navni, so hava teir eitt kall og eina innaru trongd til at boða gleðiboðskapin. Paulus sigur: "Tí at um eg boði gleðiboðskapin, tá er tað einki at rósa mær av; tí at ein neyðsyn liggur á mær; ja, vei mær, um eg ikki boðaði gleðiboðskapin!" (1 Kor 9,16).

v21-22: Ráðið er púra ráðaleyst. Teir kunnu ikki gera annað enn at hótta ápostlarnar enn meir, tí at ápostlarnir vóru jú so høgt mettir av fólkinum. Onkuntíð talar tøgn meira enn orð. Pætur fær einki svar uppá spurningin í v19. Men svarið er givið. Um tað so kostar handtøku, ákæru ella deyða, so er tað kortini altíð rætt at vera Gudi lýðin!

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet