Orð Krists er lyklaorðið!

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 23.08.2020   
Rómverjabrævið

1. Jesus sendir síni sendiboð.

2. Sendiboðini prædika gleðiboðskapin.

3. Menniskju hoyra gleðiboðskapin.

4. Tey, sum hoyra gleðiboðskapin, koma til trúgv.                       

5. Tey, sum trúgva gleðiboðskapinum, ákalla navn Harrans.

6. Tey, sum ákalla navn Harrans, verða frelst.    

Tí at Kristus er endin á lógini til rættvísi fyri hvønn tann, sum trýr. Tí at Móses skrivar, at tann maður, sum ger ta rættvísi, sum er av lógini, skal liva við hana. Men tann rættvísi, sum er av trúgv, sigur soleiðis: "Sig ikki í hjarta tínum: "Hvør vil fara upp í himin?" - tað er, til at flyta Krist oman, - ella: "Hvør vil fara niður í undirdýpið?"" - tað er, til at flyta Krist upp frá deyðum. Men hvat sigur hon? "Orðið er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum." Tað er tað trúarorðið, sum vit prædika. Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Gud vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur; tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu. Tí at skriftin sigur: "Hvør tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar." Tí at ikki er munur á Jøda og Grikka; tí at hin sami er harri hjá øllum, fullríkur fyri øll tey, sum ákalla hann. Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur. Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar? Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir? Soleiðis sum skrivað er: "Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða!" Men ikki vóru øll gleðiboðskapinum lýðin; tí at Jesaja sigur: "Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum?" So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists (Róm 10,4-17).


Endin á lógini

Í øllum teirra ídni høvdu jødarnir ikki fingið eyguni upp fyri tí týdningarmesta av øllum, nevniliga fyri sjálvum Jesusi Kristi. Tað er jú Hann, sum hevur hildið lógina, sum vit ikki megnaðu at halda. Hann er tess vegna eisini endin á lógini (t.e. uppfylling av lógini) og fullkomið rættvísi fyri hvønn tann, sum trýr (4). Ein verður altso ikki rættvísgørdur av gerningum, tí at eingin av okkum megnar at liva 100% samsvarandi við Guds lóg (5). Frelsan fæst altso ikki við lógarrættvísi, men við trúarrættvísi, og einasti mátin at fáa hetta trúarrættvísið er ígjøgnum trúarorðið (gleðiboðskapin) um Jesus Krist (8). Hitt sama trúarorðið skapar kristusjáttanina í munninum og kristustrúnna í hjartanum. Hetta er eisini orsøkin til, at Paulus sigur: "Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Gud vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur" (9). Játtanin við munninum og trúgvin í hjartanum eru tætt knýtt at hvørjum øðrum. Játtanin er tað sama, sum vit lesa um í vers 13: "Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur." Um ein menniskja játtar við sínum munni, at Jesus er harri og frelsari, og trýr í hjartanum, at hann reis upp frá deyðum, tá vísir hetta okkum eisini, at hjartað hjá viðkomandi trýr á Jesus. Henda trúgvin er ein rættvísgerandi og frelsandi trúgv, tí at Jesus er nevniliga endin á lógini. Fyri okkum er hann alt tað, sum er gott og rætt í Guds eygum. Tí skal hvør tann, sum trýr á Jesus, eisini verða frelstur!


Navn Harrans

Í vers 13 segði Paulus: "Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur." Pætur brúkar somu orðing í Áps 2,21: "Og tað skal verða, at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur." Upprunaliga stavar hetta frá Jóel 3,5: "Men hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur..." Tað er altso eingin ivi um, at frelsan er tengd at einum ávísum persóni, nevniliga Harranum. Tað er við at kalla á Hansara navn, av vit verða frelst! Í Áps 2,21 verður Jesus sjálvur knýttur at Harrans navni. Tað sama er galdandi í Róm 10,13. Og í 1 Kor 1,2 sigur Paulus eisini: "...saman við øllum teimum, sum ákalla navn várs harra Jesu Krists..." Alt hetta er við til at undirstrika Jesu guddóm. Jesus er Harri! Og tí er tað eisini hann, ið skal ákallast! Hetta samsvarar eisini við orðini hjá Pæturi í Áps 4,12: "Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við."


Kjarnin í boðskapinum

Eftir at hava staðfest, at øll tey, sum ákalla navn Harrans, verða frelst, lýsir Paulus síðani frelsunnar gongd í vers 14-15. Kjarnin í hansara boðskapi sæðst best, tá ið henda gongd verður lisin í mótsættari rekkjfylgju:


                                     1. Jesus sendir síni sendiboð.

                                     2. Sendiboðini prædika gleðiboðskapin.

                                     3. Menniskju hoyra gleðiboðskapin.

                                     4. Tey, sum hoyra gleðiboðskapin, koma til trúgv.                       

                                     5. Tey, sum trúgva gleðiboðskapinum, ákalla navn Harrans.

                                     6. Tey, sum ákalla navn Harrans, verða frelst.    


Júst hetta er eisini orsøkin til, at eg síggi vers 17 sum lyklaorðið í Róm 10: "So kemur trúgvin tá av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists." Prædikan av gleðiboðskapinum førir til, at menniskju hoyra gleðiboðskapin, og tað førir síðan til, at tey eisini koma til trúgv. Paulus undirstrikar eisini týdningin av gleðiboðskapinum í Róm 1,16: "Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, bæði fyri Jøda fyrst og síðan fyri Grikka." Hetta er eisini orsøkin til, at Paulus sigur: "Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða!" - hitt góða, sum í stuttum kann lýsast við orðunum frá Jóh 3,16: "Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív." Orð Krists (gleðiboðskapurin) er altso lyklaorðið fyri teg og meg og allan heimin!

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet