Hvør er Jesus?

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 21.12.2022   

Sonur Guds gjørdist mannabarn, so at vit kundu gerðast Guds børn. Við hesum stóra undri er eitt enn størri undur blivið møguligt, nevniliga at Gud við sínum egna lívi kann festa búgv í okkara hjørtum.

Inngangur

“Hvønn siga menn menniskjusonin vera?” (Matt 16,13).

Líka síðani Jesu samtíð hava menniskju borið henda sama spurningin fram: Hvør er Jesus? Hetta er í grundini tann mest avgerandi spurningurin, sum menniskju yvir høvur kunnu seta sær! Jesu samleiki, og tað, sum vit trúgva og siga um hann, hevur ævinleikans týdning fyri okkum og øll menniskju! Jesus sigur tað eisini sjálvur í Jóh 8,24b: “...um tit ikki trúgva, at eg eri tann, sum eg eri, tá skulu tit doyggja í syndum tykkara.” Her fara vit tí at hyggja eitt sindur nærri at hesum avgerandi spurninginum: Hvør er Jesus?

Tilbiðjanin av Jesusi kann sporast heilt aftur til frumkirkjuna. Og vit mugu eisini hugsa, at kristindómur byrjaði millum monoteistiskar jødar, tvs. at teir einans tilbóðu ein Gud. Jødiska trúarjáttanin  – “Shema” – í 5 Mós 6,4 undirstrikar eisini júst hetta: “Hoyr, Ísrael, Harrin, Guð vár, Harrin er einastur!” Av tí at jødarnir einans tilbóðu ein Gud, so hevði tað eisini verið ein gudsspottan, um ein segði, at sonur træsmiðin úr Nasaret, Jesus, var sjálvur Gud. Hetta var kortini júst tað, sum tey fyrstu kristnu trúu og boðaðu viðvíkjandi Jesusi!

Ein hevur orðað tað soleiðis: “Jesus sá seg sjálvan sum Guds elskaða Son, útvaldan av Gudi til at koma við Guds ríki og syndanna fyrigeving. Okkara fatan, av hvør ið Jesus var, má svara til Jesu egnu fatan av sær sjálvum. Um vit ikki játta, at Jesus er Kristus, so var annaðhvørt hann villleiddur um sín samleika, ella eru vit villleidd” (Strobel 2003: 81). Tann avgerandi spurningurin er altso, um Jesu sjálvforstáðilsi samsvarar við veruleikan. Við øðrum orðum: Talar hann sannleikan, tá ið hann talar um seg sjálvan? Niðanfyri fara vit tí at viðgera nakrar bíbliutekstir fyri at vita, hvønn Jesus sjálvur sigur seg vera:

Líkasum á Jesu døgum eru tað eisini nú á døgum ymiskar meiningar um, hvør ið Jesus er. Summi siga, at Jesus var ein góður jødiskur lærari. Onnur siga, at hann bert var ein profetur. Og aftur onnur játta saman við Pæturi, at hann veruliga er Kristus, sonur hins livandi Guds. Spurningurin hjá Jesusi er tí eisini líka viðkomandi fyri okkum og okkara samtíð, sum hann var í Jesu samtíð: “Hvønn siga menn menniskjusonin vera?”

Jesus verður kallaður Kristus ella Messias meira enn 50 ferðir í evangeliunum og 280 ferðir í restini av Nýggja testamenti. Orðini er griksk og hebraisk, men hava kortini somu merking: “hin salvaði” (Green 1993: 81). Tá ið Pætur játtar, at Jesus er Kristus, játtar hann altso, at Jesus er hin lovaði Messias, sum skrivað var um í teimum heilagu Skriftunum.

Í Gamla testamenti vóru kongar og høvðusprestar salvaðir, tá ið teir vórðu innsettir í embæti. Profetarnir vóru eisini sæddir sum salvaðir av Gudi. Kristus-navnið peikar altso á, at Jesus er salvaður til at vera Kongur, Profetur og HøvðuspresturHesar uppgávurnar vóru sundurskildar í Gamla testamenti, men í Nýggja testamenti verða tær allar samaneindar í Jesusi. Allar hesar funktiónirnar koma eisini til sjóndar í Jesu gerningi:

  • Sum profetur lærir Jesus okkum
  • Sum Kongur valdar Jesus yvir heiminum
  • Sum Høvðusprestur ger Jesus okkum sátt við Gud

Tá ið Pætur játtar, at Jesus er hin salvaði, tá játtar hann harvið, at hann trýr, at Jesus er Dávids-sonurin, sum Ísraels fólk hevði bíða eftir í fleiri øldir. Samstundis játtar hann eisini, at Jesus er sendur av Gudi. Og vit síggja, at Jesus ikki kemur við nakrari rætting yvirhøvur til tað, sum Pætur sigur. Harafturímóti váttar hann tað, sum Pætur sigur, við at leggja dent á, at hetta ikki er mannaverk, men nakað, sum sjálvur Gud hevur opinberað fyri Pæturi, nevniliga at Jesus er Kristus, sonur hins livandi Guds.

Heitið, sum Jesus brúkar mest um seg sjálvan, er "menniskjusonurin". Hetta heitið verður brúkt heilar 62 ferðir í evangeliunum eftir Matteus, Markus og Lukas (Gustavsson 2017: 116). Summir atfinnarar halda uppá, at hetta einans sipar til, at Jesus var eitt menniskja. Millum lærd í dag er tað kortini semja um, at heitið eisini sipar til Dánjalsbók 7,13-14 (Strobel 2003: 81): “Og eg fekk aftur at síggja í náttarsjónum, og sí, á skýggjum himinsins kom ein, ið líktist mannasyni. Hann nærkaðist honum, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri hann. Og honum var givið vald og tign og ríki; honum skulu tæna allar tjóðir av øllum londum og tungumálum; vald hans er ævigt vald, ið ikki man vikast, og ríki hans kann aldri farast. Her verður heitið "menniskjusonurin" brúkt um eina himmalska veru, sum nú er fjald, men sum kemur til sjóndar á hinum evstu døgunum.

Tá ið Jesus kallar seg sjálvan fyri menniskjusonin, so lýsir hann í roynd og veru sín egna guddóm fyri okkum. Tað er uttan iva eisini Dánjalsbók 7,13-14, sum Jesus sipar til, tá ið hann hjá Markusi 14,62 sigur um seg sjálvan: “...og tit skulu síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.” Og tað vórðu eisini júst hesum orðunum, sum høvðuspresturin feldi hin endaliga dómin yvir Jesus eftir, nevniliga gudsspottan! Tá ið hesin dómurin verður feldur yvir Jesus, so undirbyggir tað eisini ta sannroynd, at heitið ikki bara sipar til Jesus sum eitt menniskja, men at tað í størri mun sipar til, at Jesus ger seg sjálvan samlíkan við guddómligu veruna, sum vit lesa um í Dánjalsbók 7,13-14. Gev gætur eftir Markusi 14,64: ”Tit hava hoyrt gudsspottanina”. Men hvat hoyrdu tey í roynd og veru? Hóast Jesus ikki brúkti orðingina: ”Eg eri Gud”, var tað kortini einki at ivast í, at hann gjørdi sín egna myndugleika samlíkan við Guds myndugleika.

Í hesum tekstinum síggja vit fyrst og fremst, at Jesus skiftir tíð mitt í setninginum: “Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri eg.” Við hesum vil Jesus leggja dent á tvey ting. 

Fyri tað fyrsta leggur Jesus dent á, at hann var til, áðrenn Ábraham var til. Tað er ikki so, at Jesus byrjaði at vera til, tá ið hann varð føddur av Mariu moy. Tað er, sum vit lesa í triðju trúarjáttan fólkakirkjunnar (Athanasianska trúarjáttanin): ”Faðirin er ævigur, Sonurin er ævigur, Heilagi Andin er ævigur” (Symbolum Athanasii, art. 10).

Fyri tað næsta ger hann seg til eitt við navnið, sum Gud brúkar um seg sjálvan, tá ið hann talaði til Móses úr hinum brennandi tornarunninum, har ið vit lesa: ”Tá segði Guð við Móses: ”Eg eri tann, sum eg eri.” Og hann mælti: ”Soleiðis skalt tú siga við Ísraelsmenn: ”Eg eri” hevur sent meg til tykkara” (2 Mós 3,14).

Tá ið Jesus ger seg til eitt við navnið ”EG ERI”, sigur hann harvið eisini, at hann er hin ævigi og sjálveksisterandi Gud. Tað hevur verið eyðsæð fyri jødarnar í samtíðini, at Jesus her sigur, at hann er Gud. Hesir jødarnir kendu jú væl Aðru mósebók 3,14, og eftir teirra tykki gjørdi Jesus seg sekan í gudsspottan, tá ið hann ger seg til eitt við Guds navn: ”EG ERI”. Hetta gevur eisini atburði teirra meining: Tá tóku teir steinar upp til at kasta eftir honum”.


Jesus verður lýstur líkasum Gud

Omaná alt hetta, sum Jesus sigur um seg sjálvan, kunnu vit eisini læra nógv um, hvør ið Jesus er, við at granska Bíbliuna í síni heild. Samanber t.d. tekstirnar niðanfyri:

Hvønn snýr teksturin frá sálmaskaldinum seg um? Flest av okkum vildu óiva sagt, at hann snýr seg um GudOg við hesum í huga, verður tað eisini áhugavert at lesa Hebr 1,10-12. Í Hebrearabrævinum verður Jesus nevniliga lýstur við næstan teimum somu orðunum, sum Gud verður lýstur við hjá sálmaskaldinum. 

Samanhangurin í Hebrearabrævinum ger tað greitt, at tað er Jesus, sum verður lýstur her: "Og tá ið hann aftur leiðir hin frumgitna inn í mannaheimin, sigur hann: »Og allir Guðs einglar skulu tilbiðja hann.« Og um einglarnar sigur hann: »Hann ger vindar til einglar sínar, og geisandi eld til sveinar sínar;« men um sonin: »Stólur tín, Guð, stendur um allar ævir, og stavur rættvísinnar er stavur ríkis tíns" (Hebr 1,6-8).    

6-7: Virksemið, sum teksturin lýsir einglarnar við, vísir okkum, at teir eru undirlagdir Syninum:

  • Teir tilbiðja Sonin – nakað, sum undirstrikar Jesu guddómleika.
  • Teir verða eisini lýstir sum tænarar hjá Gudi. 

8: Eftir lýsingina av einglunum vendir rithøvindurin til Hebrearabrævið sær síðani til Sonin: “...men um sonin...” Og meðan hann enn skrivar um Sonin, sigur hann: “Tú, Harri, hevur í upphavi jørðina grundfest, himnarnir eru handaverk títt. Teir forganga, men tú verður, og sum eini klæði teir allir skulu eldast, og sum eitt plagg skalt tú balla teir saman, og teir skulu verða skiftir; men tú ert hin sami, og ár tíni fáa ongan enda” (Hebr 1,10-12). Men hetta hava vit jú lisið áður í Sl 102,27-29. Og um tað í hesum sambandi varð staðfest, at teksturin er ein lýsing av Gudi, hvussu ber tað so til, at rithøvundirin til Hebrearabrævið brúkar akkurát somu lýsing viðvíkjandi SyninumNiðurstøðan er ikki til at koma uttanum: Jesus verður lýstur líkasum Gud


Guddómlig eyðkenni

Í Nýggja Testamenti verður Jesus lýstur við teimum somu eyðkennunum, sum Gud eisini verður lýstur við í Gamla Testamenti:


Guddómligir gerniningar

Í Nýggja Testamenti verður Jesus eisini lýstur sum Gud umvegis guddómligar gerningar:


Jesus verður tilbiðin

Jesus verður ferð eftir ferð tilbiðin sum Gud:

  • Vísmenninir tilbóðu Jesus (Matt 2,11).
  • Lærusveinarnir tilbóðu Jesus, tá ið hann gekk eftir vatninum (Matt 14,33).
  • Hin blindi maðurin tilbað Jesus, aftaná hann var grøddur av honum (Jóh 9,38).
  • Kvinnurnar við Jesu grøv tilbóðu hann aftaná uppreisnina (Matt 28,9).

Øll hesi menniskjuni tilbóðu Jesus, uttan nakra sum helst ábreiðslu frá Jesusi. Hetta gevur einans meining, um Jesus veruliga trúði, at hann var Gud.

Tá ið djevulin freistaði Jesus í oyðimørkini, segði hann: “Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur:Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina’” (Matt 4,10). Og kortini tók Jesus sjálvur ímóti tilbiðjan!


Tiltalaður sum Gud

Jesus verður ferð eftir ferð tiltalaður sum Gud. Tá ið Tummas ápostul sá sárini hjá hinum upprisna, segði hann t.d. við Jesus: ”Harri mín og Guð mín!” (Jóh 20,28).

Viðvíkjandi Jesusi sigur Paulus eisini “...sum fedrarnir hoyra til og sum Kristus er komin av eftir holdinum, hann sum er Guð yvir øllum lutum, hálovaður allar ævir” (Róm 9,5). Her undirstrikar Paulus, at Jesus er bæði Gud og menniskja. Hann er sannur Gud (hann sum er Guð yvir øllum lutum). Og hann er satt menniskja: (komin av eftir holdinum). Hetta er eisini í samsvari við triðju trúarjáttan fólkakirkjunnar (Symbolum Athanasii): ”Hann er Gud, føddur av veru Faðirsins fyri allar øldir, og menniskja, føddur í tíðini av veru móður sínar, fullkomin Gud, fullkomin menniskja…” (Art. 29 og 30).


Eg og Faðirin eru eitt

Í Jóh 10,27-30 sigur Jesus: “Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni. Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins. Eg og faðirin eru eitt.”

Her sigur Jesus kortini ikki, at Faðirin og Sonurin eru sami perónur. Triðja trúarjáttan fólkakirkjunnar lýsir hetta soleiðis: ”Tí at ein er persónur Faðirsins, ein annar Sonarins, aftur ein annar Heilaga Andans. Men Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans guddómur er ein, dýrd teirra líka stór, og hátign teirra líka ævig” (Symbolum Athanasii, art. 5 og 6).


Jesus er Gud

Hesi forhold verða eisini lýst í hinum sokallaða tríeindarskjøldrinum:

Við at granska Bíbliuna í síni heild kunnu vit altso staðfesta, at Jesus er Gud. Hann er annar persónur í tríeindini. Hesa niðurstøðu koma vit eisini til, tá ið vit hyggja eftir tí, sum Jesus sigur um seg sjálvan.

Jesus er Immanuel, t.e. Gud við okkum (Matt 1,23), hann er Gud komin í holdi og blóði (Jóh 1,1 og 14) fyri at doyggja fyri heimsins synd. Og hann hevur staðfest henda sannleikan um seg sjálvan við at rísa upp frá teimum deyðu! Tað er bara hetta stóra uppreisnarundrið, sum hevur megnað at fingið hitt jødiska og monoteistiska fólkið til at upphevja og tilbiðja Jesus, líkasum tey tilbóðu Ísraels Gud! Og tá ið Jesus ger seg til eitt við Guds navn: ”EG ERI”, so sigur hann harvið:

Hetta er Jesu sjálvsfatan, og viðvíkjandi henni er eingin millumvegur. Antin tilbiðja vit Jesus í undran og siga okkara amen til hansara vitnisburð, ella mugu vit avnokta hansara vitnisburð.

Hvussu er við tær og mær? Vit hava sæð, hvønn Jesus segði seg sjálvan vera. Men nú er spurningurin: Hvønn siga vit Jesus veraAnnaðhvørt var Jesus villleiddur um hansara egna samleika, ella eru vit villleidd. Hvat er hitt rætta svarið? Jú, svarið er at finna í Jesu uppreisn frá deyðum. Tað er, sum Timothy Keller sigur í bókini The Reason for God: “Um Jesus reis upp frá deyðum, so mást tú eisini góðtaka alt tað, sum hann segði; um hann ikki reis upp, hví so stúra fyri nøkrum, sum hann segði? Hin avgerandi spurningurin er ikki, um tær dámar hansara læru ella ikki, men um hann reis upp frá teimum deyðu ella ikki” (Keller 2008: 202).

Og síðan Jesus nú er risin upp frá deyðum, so merkir hetta fyri tað fyrsta, at Jesus veruliga er tann, sum hann segði seg vera. Hann er Messias, sonur Guds, Menniskjusonurin, ”EG ERI”. Hann er vegurin og sannleikin og lívið, tín og mín Frelsari! Og kunnu tú og eg eisini leggja okkara lív og okkara ævinleika í hansara tryggu hendur.


Orðið varð hold

Hesi orðini úr jólasálminum Føgur var náttin hóska væl saman við tað, ið vit viðgera her, nevniliga spurningin um Jesu samleika. Vit kunnu eisini bólka hetta inn undir tað, sum vit kalla kristologi, tvs. læran um Jesu persón og gerningar. “Guð sjálvur maður er vorðin”, syngja vit. Men hvat er so sambandið millum Jesu guddóm og hansara menniskjansskap? Hesum viðvíkjandi sigur Bengt Hägglund t.d.: 

Kirkjan hevur arbeitt við hesum kristologiska spurninginum líka síðan fornkirkjuna. Tað snýr seg um tær báðar natúrurnar hjá Jesusi ella dupultnatúrlæruna, sum hetta eisini verður kallað.


Hitt fyrsta ættarliðið

Í bók síni “Christology: A Guide for the Perplexed” leggur enski presturin, Alan Spence, dent á, at tey kristnu hava tilbiðið Jesus líka av fyrstantíð, hóast hetta var gudsspottan sambært jødisku eingudstrúnni. Sambært Spence er Jesu upphevjaða støða ikki nakað, sum tey kristnu eru komin fram á so líðandi. Eftir Jesu deyða byrjaði fyrsta ættarlið teirra kristnu harafturímóti at æra Jesus á ein slíkan hátt, sum onnur eingudstrúgvandi menniskju hildu vera heilt ósømiligan (Spence 2013: 3).

Tey elstu skjølini, sum vit hava (uml. ár 50-60 e. Kr.), undirstrika eisini, at tey fyrstu kristnu hildu Jesus vera guddómligan líka av fyrstantíð. Ein av teimum elstu keldunum, sum leggja dent á Jesu guddómleika, er Fil 2,5-11. Spence peikar á, at tað áhugaverda við Fil 2,5-11 er tann skaldsligi stílurin, sum bendir á, at Paulus sikkurt hevur lánt tekstin frá einum eldri lovsangi. Tí kann ein eisini koma til ta niðurstøðu, at tey kristnu hava játtað Jesu guddóm líka frá fyrsta degi. Men hvat er orsøkin til, at henda trúgvin á Jesus verður til so brádliga? Spence greiðir í stuttum frá kirkjunnar upphavi á henda hátt:

Jesu uppreisn og hvítusunnuundurið vóru eisini greið tekin um, at Guds ríki var komið nær. Tá menniskju, í ljósinum av hesum hendingum, síðani fingu eyguni upp fyri Jesu guddómleika, hevði hetta eisini ymiskar torgreiddar kristologiskar spurningar við sær.


Hin kristologiski trupulleikin

Í Filippibrævinum er talan um eina gongd: Jesus var í Guds mynd, men tók á seg tænara mynd. Vit síggja eisini somu gongd í evangeliinum eftir Jóhannes: “Í fyrstuni var Orðið, og Orðið var hjá Guði og Orðið var Guð ... Og Orðið varð hold og tók búgv okkara millum...” (Jóh 1,1 og 14a). Tað er í sambandi við hesa gongd, at hin kristologiski trupulleikin ger seg galdandi. Hvussu tala vit rætt um bæði Jesu guddómleika og hansara menniskjansskap? Summi hava roynt at smoygt seg undan hesum kristologiska trupulleikanum. Viðvíkjandi hesum eru tað serliga tvær søguligar áskoðanir, sum hava gjørt seg galdandi, nevniliga doketisma og ebjonitisma.

Innan doketismuna lærdi man, at Jesus einans tóktist at vera eitt menniskja. Sambært doketismuni lærdi man altso, at frásøgnirnar um Jesus í grundini vóru frásøgnir um Gud, sum í mannalíki var saman við menniskjum. Jesu menniskjansskapur og alt, sum tað inniber, er sambært doketismuni einans nakað, sum tykist at vera. Her roynir ein sostatt at smoyggja sær undan kristologiska trupulleikanum við at avskaffa Jesu menniskjansskap.

1 Jóh 4,1-3a er eftir øllum at døma skrivað ímóti einari slíkari fatan av Jesusi: “Elskaðu tit, trúgvið ikki einum og hvørjum anda, men roynið andarnar, um teir eru av Guði; tí at mangir svikaprofetar eru farnir út í heimin. Av hesum kenna tit Guðs anda: Ein og hvør andi, sum viðkennir sær, at Jesus Kristus er komin í holdi, er frá Guði. Og ein og hvør andi, sum ikki viðkennir sær Jesus, er ikki frá Guði...” At Jesus er komin í holdi hevur altso avgerandi týdning!

Ápostólski faðirin, Ignatius biskupur í Antiokía (uml. 35-107 e. Kr.), talaði eisini ímóti doketismuni, sum m.a. lærdi, at Jesus einans tóktist at líða á krossinum. Líkasum hjá nýtestamentligu rithøvindunum síggja vit eisini hjá Ignatius eina fasta sannføring um, at tað setur kristna lívið í vága, tá ið ein avnoktar Jesu menniskjansskap.

Í mun til doketismuna søgdu ebjonittarnir ikki, at Jesus var Gud, men at hann var eitt stórt menniskja. Ebjonittarnir trúu hvørki á Jesu guddóm, ella at hann varð føddur av einari jomfrú. Tí hildu tey allarflestu í kirkjuni, at teir vórðu ranglærarar.

Kirkjufaðirin, Epiphanius, sigur, at teir eisini høvdu eina adoptianistiska kristologiSambært honum trúu ebjonittarnir nevniliga, at Jesus fekk hægri tign og gjørdist Sonur Guds, tá ið Kristus kom niður yvir hann í dópinum. Og tí er tað heldur ikki heilt rætt at siga, at ebjonittarnir einans sóu Jesus sum eitt menniskja.

Omanfyri hava vit sæð tvær royndir uppá at smoyggja sær undan kristologiska trupulleikanum. Og vit síggja, at tað kostar antin viðvíkjandi Jesu menniskjansskapi ella Jesu guddómi.

Hesum viðvíkjandi undirstrikar skotski gudfrøðingurin og presturin, John Macquarrie, at tað eru tvær grundleggjandi ranglærur viðvíkjandi Jesusi, og báðar ganga út yvir hansara avgerandi leiklut í kristnu trúnni. Um vit leggja ov stóran dent á Jesus sum menniskja, so endar Jesus í sama báti sum vit menniskju, og tá kann hann heldur ikki frelsa okkum menniskju. Um vit á hinari síðuni gera munin millum hann og okkum vanligu menniskju ov stóran, so kvetta vit sambandið millum hann og okkum, og tá kunnu vit ikki hava nakað frelsandi samband við Jesus. Formálið við kristologiini er so statt at finna hina røttu javnvágina.


Gud og menniskja

Líka av fyrstantíð hava kristin brúkt tankar úr Gamla Testamenti, tá ið tey skuldu lýsa Jesu dýrd. Eitt dømi um hetta er Opb 5,13b: “Honum, sum í hásætinum situr, og lambinum veri signingin og heiðurin og dýrdin og kraftin um aldur og allar ævir!” Her síggja vit, at Jesus verður settur í samband við páskalambið, og samstundis verður hann eisini æraður og lovaður saman við honum, sum situr í hásætinum. Jesus verður sostatt hildin verdur til at fáa somu æru sum sjálvur Gud.

Tey fyrstu kristnu løgdu kortini ikki einans dent á Jesu tign. Tey løgdu eisini stóran dent á Jesu menniskjansskap. Hetta síggja vit t.d. í Hebrearabrævinum, har ið Jesu frelsugerningur er treytaður av Jesu fullkomna menniskjanskapi. “Tess vegna mátti hann í øllum lutum verða brøðrum sínum líkur, fyri at hann kundi verða ein miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur í tænastu fyri Guði til at bøta fyri fólksins syndir. Tí at við tað at hann hevur liðið, av tí at hann sjálvur varð freistaður, kann hann koma teimum til hjálpar, sum verða freistað” (Hebr 2,14-18).


Ireneus og gnostikararnir

Tað vóru eisini nakrir kirkjufedrar, sum byrjaðu at lýsa hetta tvísemið viðvíkjandi Jesusi eitt sindur nærri, til dømis áður nevndi Ignatius, biskupur í Antiokía, og Ireneus, biskupur í Lyon (uml. 130-200 e. Kr.). Teir løgdu báðir dent á bæði Jesu guddóm og Jesu menniskjansskap, og hetta bar við sær, at áhugin fyri hinum kristologiska trupulleikanum øktist alsamt.

Hvussu skuldi kirkjan megna at halda fast við Jesu dupultnatúru? Svarið fann kirkjan í inkarnatiónstankanum í Evangeliinum eftir Jóhannes: “Í fyrstuni var Orðið [gr. Logos], og Orðið var hjá Guði og Orðið var Guð ... Og Orðið varð hold og tók búgv okkara millum...” (Jóh 1,1 og 14a). Hesi innleiðandi orðini í Evangeliinum eftir Jóhannes høvdu stóra ávirkan á kirkjunnar kristologi tær fyrstu øldirnar.

Í bók síni “Early Christian Doctrines” undirstrikar enski gudfrøðingurin J. N. D. Kelly eisini, at Ireneus hevur havt stóra ávirkan á, at inkarnatiónstankin í Evangeliinum eftir Jóhannes fekk so stóran týdning viðvíkjandi kristologiska trupulleikanum. Skriftirnar hjá Ireneus vóru eitt úrslit av hansara stríðið ímóti gnostisismuni, sum hevði stóra ávirkan í hansara samtíð. Gnostikarar flest høvdu eina dualistiska tankagongd, har ið eitt óendaligt dýpi var millum hin andaliga heimin og hin materiella heimin, sum teir hildu vera av tí ónda (Kelly 2006: 26). Henda tankagongdin ávirkaði sjálvandi eisini teirra kristologi.

Høvuðsteksturin hjá nógvum gnostikarum var frásøgnin um Jesu dóp, har ið tað stendur, at Andin stígur oman yvir Jesus (Mark 1,9-11). Ireneus var greiður yvir, at gnostikararnir ikki vildu sameina Orðið við skroypiliga holdið hjá menniskjum. Við at brúka Jesu dóp sum teirra kristologiska høvuðstekst kundu gnostikararnir eisini halda uppá, at Orðið einans steig oman yvir menniskjað, JesusTí løgdu teir eisini dent á munin millum menniskjað, Jesus, og tann Kristus, sum kom omanífrá. Men Ireneus máar støðið undan gnostisku tankagongdini við at undirstrika, at Orðið varð hold, og at Gud við Jesusi sameindi seg sjálvan við hin materiella heimin.

Fyri Ireneus snýr tað seg um frelsuna. Frelsan kundi einans verða til veruleika, um hitt guddómliga Orðið fult og heilt kom inn í mannalívið.


Apologetarnir

Orðið [Logos] hjá Jóhannesi hevði eisini eina stóra ávirkan millum hellenistar og teirra læru um heimsfornuftinaHesum viðvíkjandi undirstrikar skotski bíbliugranskarin, F. F. Bruce, at grikska heimspekin ikki er sjálv bakgrundin til tað, ið Jóhannes skrivar um viðvíkjandi Orðinum [gr. Logos]: 

Men heimspekiliga hugtakið “logos” virkaði kortini sum eitt tilknýtisorð og ein vegur inn í kristologiina hjá Jóhannesi hjá fólki, sum vórðu upplærd í grikskari heimspeki, t.d. Justin Martyr í seinnu øld (uml. 100-165 e. Kr.). Apologeturin, Justin Martyr, tók nevniliga støði í táverandi heimspekiliga grundsetninginum um, at tað var heimsfornuftin (logos spermatikos), sum skapti samband millum menniskju og Gud, og sum gav menniskjum vitan um Gud.

Orðið [Logos] tóktist at vera sera hent fyri Justin Martyr og apologetarnir, tá ið teir skuldu tala um Jesus sum Logos millum menniskju, sum longu høvdu kunnleika um “logos” sum heimspekiligt hugtak.


Hitt undantilverandi Orðið

Í sambandi við inkarnatiónina fylgja sjálvsagt eisini nakrir spurningar, t.d. spurningurin um Guds Orð broytist nakað, tá ið tað verður hold. Fer ein broyting fram í Guds veru? Upp ígjøgnum kirkjusøguna hevur tað altíð verið undirstrikað, at Gud ikki broytist. Men er talan ikki júst um eina broyting, tá ið tað verður sagt, at Orðið varð hold? Loysnina til henda trupulleikan fann man í tankanum um assumptio carnis, tvs. at Gud upptekur holdið í seg sjálvan. Í sambandi við hetta lýsir Spence síðani inkarnatiónina á henda hátt:


Arianisman

Viðvíkjandi Nikensku trúarjáttanini undirstrikar Leif Grane, at kirkjan var í einum álvarsomum gudfrøðiligum stríði, tá ið Konstantin keisari var blivin einræðiharri í rómaríkinum í 324 e. Kr. “Tá ið Konstantin í 325 kallaði biskuparnar í ríkinum til hin fyrsta samkirkjuliga kirkjufundin í Nikea í Lítlaásia, var eitt av hansara aðalmálum at fáa semju í lag.

Presturin Arius er upprunin til navnið hjá rørsluni, sum í Nikea varð avvíst og stemplað sum rangtrúgvin: arianisman.” Arianska stríðið (uml. 320-381 e. Kr.) var eisini sjálv orsøkin til, at Nikenska trúarjáttanin bleiv orðað.

Viðvíkjandi læruni hjá Arius kann nevnast, at hansara grundleggjandi fortreyt var staðfestingin av, at Gud er makaleysur og yvirnatúrligur, og at eina hann er tann sjálveksisterandi orsøkin til allan veruleikan. Men hvat pláss hevur Jesus so í læruni hjá Arius? Sambært Arius var Jesus ein skapningur, sum Faðirin hevði skapað burtur úr ongum. Og av tí, at hann var ein skapningur, mátti hann eisini hava eina byrjan. Hetta hongur eisini saman við arianska slagorðið: “Tað var einaferð, at hann ikki var” (ἦν ποτε ὅτε οὐκ ἦν).

Fyri Arius innibar tankin um, at Jesus var ævigur líkasum Faðirin, at talan var um tvær ymiskar og ævigar verur, og fyri Arius var hetta í stríð við eingudalæruna. Tí helt hann upp á, at Jesus ikki var æviga guddómligur. Harafturímóti undirstrikaði Arius, at hin undantilverandi Sonurin var ein skapningur, sum vegna lýdni fekk guddómligt status sum sonur Guds. Men mótstøðufólkið hjá Arius undirstrikaði, at tað var gudsspottan, at geva einum skapningi slíkan heiður, sum einans hoyrir Gudi til. Um kirkjan gjørdi rætt í at æra Kristus, líkasum hon altíð hevði gjørt, so mátti tað eisini merkja, at Kristus var meira enn bert ein skapningur.

Vegna arianska stríðið øktist tørvurin eftir at verja Jesu guddóm. Teir ortodoksu høvdu brúk fyri einari próvgrund, sum kundi undirstrika, at Jesus var av somu veru sum Faðirin. Svarið funnu teir í orðinum “homoousion”, sum merkir “av somu veru”. Hetta orðið hevði stóra ávirkan á kristologisku hugsanina í eftirtíðini. Orðið sæst t.d. í Nikensku trúarjáttanini: “...Og á ein Harra, Jesus Krist, Guds einborna Son, sum er føddur av Faðirinum fyri upphav tíðarinnar, Gud av Gudi, ljós av ljósi, sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin, ið alt hevur skapað...” (Grane 2000: 22).


Gud varð menniskja í Jesusi

Sambært Luther er hesin teksturin tann, ið mest týðiliga undirstrikar Jesu guddómOg hann leggur eisini dent á, at boðskapurin er serliga grundaður á 1 Mós 1,1-3 (a propos hebraiska opinbering): “Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina…” Jóhannes innleiðir sítt evangelii á líknandi hátt: Í fyrstuni var Orðið…

Viðvíkjandi Orðinum undirstrikar Luther, at talan ikki kann vera um nakað, sum er byrjað at vera til. Harafturímóti er talan um hitt æviga Orðið hjá Gudi: “Í fyrstuni var Orðið, og Orðið var hjá Guði, og Orðið var Guð” (Jóh 1,1). So statt síggja vit, at Jóhannes í veruleikanum innleiðir gleðiboðskapin um Jesus í ævinleikanum hjá Gudi, áðrenn skapan heimsins. Men hvat hugsar Jóhannes í veruleikanum um, tá ið hann sipar til “Orðið”?

Umframt tankan um Gud í ævinleikanum, áðrenn skapanarverkið, hugsar Jóhannes eisini um skapanarmegina í Guds orði: “Og Guð segði: “Verði ljós!” Og tað varð ljós” (1 Mós 1,3). Orðið er altso knýtt at hansara kraftmikla virksemi í skapanini. Gud talar, og hansara máttmikla orð skapar: “Tí hann talaði, og so varð tað; hann beyð, og so tað stóð” (Sl 33,9), sigur sálmaskaldið. Hetta samsvarar við tað, sum vit lesa hjá Jóhannesi: “Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið” (Jóh 1,3).

Seinni í tekstinum síggja vit eisini, hvussu Jóhannes knýtur Jesus saman við tjaldtemplið hjá Ísraels fólki á teirra oyðimarkargongd: “Og Orðið varð hold og tók búgv okkara millum…” (Jóh 1,14). Grikska orðið eskenosen, sum er umsett til “tók búgv okkara millum” í okkara umseting, kann eisini umsetast til “setti telt upp okkara millum”. Sostatt kann teksturin eisini umsetast soleiðis: Og Orðið varð hold og setti telt upp okkara millum.

Í sama kapitli leggur Jóhannes eisini dent á, at “…lógin varð givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi” (Jóh 1,17). Við støði í Guds sjálvsopinbering í Gamla Testamenti undirstrikar Jóhannes nú, at Jesus er hæddarpunktið í Guds sjálvsopinbering fyri hansara fólki. Í Gamla Testamenti var Gud til staðar millum hansara fólk í tjaldtemplinum í oyðimørkini. Nú er hann harafturímóti til staðar millum fólk sítt í Jesusi Kristi. Í Gamla Testamenti opinberaði Gud seg ígjøgnum lógina. Nú opinberðar hann seg harafturímóti í Jesusi KristiOg Jóhannes undirstrikar: “og vit skoðaðu dýrd hansara…” (14). Ella sum hann sigur í 1 Jóh 1,1-2: “Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu og hendur okkara numu við, tað er lívsins orð; – og lívið varð opinberað, og vit hava sæð og vitna og boða tykkum hitt æviga lívið, sum var hjá faðirinum og varð opinberað okkum”.

Hvønn týdning hevur tað so fyri okkum, at Orðið varð hold og setti telt upp okkara millum? Jú, sum nevnt, er Jesus hæddarpunktið í Guds sjálvsopinbering fyri okkum. Nú er Jesus sjálvur Guds tjaldtempul okkara millum. Orðið, sum var í fyrstuni, Orðið, sum var hjá Gudi, Orðið, sum var Gud, og sum allir lutir eru vorðnir til við, hevur tikið búgv okkara millum. Orðið varð hold!

“[H]ann, sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur, men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur” (Fil 2,6-7). Á sama hátt sum vit, fekk Jesus eisini lut í holdi, blóði, húð og hár. Hví? Jú, fyri at frelsa okkum mátti hann “í øllum lutum verða brøðrum sínum líkur, fyri at hann kundi verða ein miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur í tænastu fyri Guði til at bøta fyri fólksins syndir” (Hebr 2,17).

Um Jesus ikki varð fullkomin menniskja – líkur okkum í øllum lutum. Um hann ikki átók sær holdið hjá okkum, tá hevði hin syndafalna mannaættin verið órørd av hansara frelsugerningi! Men Gud havi lov! Jesus átók sær holdið hjá okkum fyri at endurloysa okkum til fulnar. Bo Giertz sigur tað soleiðis: Sonur Guds gjørdist mannabarn, so at vit kundu gerðast Guds børn. Við hesum stóra undri er eitt enn størri undur blivið møguligt, nevniliga at Gud við sínum egna lívi kann festa búgv í okkara hjørtum.

Vegna hetta, at Gud gjørdist menniskja í Jesusi Kristi; vegna Jesu krossfesting og deyða; og vegna hansara likamligu uppreisn frá deyðum kunnu vit nú við treysti játta, at vit trúgva á fyrigeving syndanna, uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir, soleiðis sum vit gera tað í ápostólsku trúarjáttanini.

Frelsan er vunnin, tí at Jesus varð líkur okkum í øllum lutum. Hann átók sær okkara hold og blóð fyri at leiða okkum við húð og hár gjøgnum deyða og grøv. Frelsan, sum Harrin hevur vunnið okkum, er sostatt ikki einans galdandi fyri okkara sál, men eisini fyri okkara likam. Vit trúgva á uppreisn likamsins!

Jesus bar allar okkara syndir upp á krossin og vann okkum æviga loysn við sínum egna blóði. Og líkasum Jesus, Logos, hitt inkarneraða Orðið, reis likamliga upp frá deyðum, soleiðis skulu vit við honum eisini rísa upp til tað lívið, sum Gud av fyrstantíð ætlaði okkum til: Eitt satt mannalív við holdi, blóði, húð og hár, saman við Gudi á einari nýggjari jørð, við grasi undir fótunum og vindi í hárinum, men uttan sorg, synd og deyða. Gud havi lov!


Bókmentir

Bruce, F. F. 2004. The Gospel & Epistles of John. Grand Rapids, Michigan: William B. Eerdmans Publishing Company.

Craig, William Lane. 2010. On Guard. Colorado Springs: David C. Cook.

Grane, Leif. 2000. Den danske Folkekirkes bekendelsesskrifter. Frederiksberg: ANIS.

Green, Michael. 1993. Hvem er denne Jesus? Fredericia: Lohses Forlag.

Gustavsson, Stefan. 2017. Skeptikerens guide til Jesus 2 – Jesu identitet og opstandelse. Fredericia: Credo.

Hägglund, Bengt. 1981. Teologins historia. Malmö: Gleerups Förlag.

Hanselmann, Johannes & Uwe Swarat 1999. Teologisk ordbog. Fredericia: Lohses Forlag.

Keller, Timothy. 2008. The Reason for God. Hudson Street, New York: DUTTON.

Kelly, J. N. D. 2006. Early Christian Doctrines. London: Continuum.

Köstenberger, A. J. 2021. Signs of the Messiah: An Introduction to John’s Gospel. Bellingham: Lexham Press.

Macquarrie, John. 2003. Christology Revisited. London: SCM Press Ltd.

Nørgaard-Højen, Peder. 2007. Den Danske Folkekirkes bekendelsesskrifter. København: Forlaget ANIS.

Spence, Alan. 2013. Christology: A Guide for the Perplexed. London: Bloomsbury Academic.

Strobel, Lee. 2003. Tough questions about Christ. Í: Who Made God? Ravi Zacharias & Norman Geisler (red.). Grand Rapids, Michigan: Zondervan.

Torrance, Thomas F. 2008. Incarnation: The Person and Life of Christ. Illinois: IVP Academic.

Aftur Fráboðan um nýtt innhald Broyt fráboðan
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet