Hin livandi vónin

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 10.02.2021   

Áminningin um at vit eru útisetar, sum eru á veg til okkara sanna heim, hevur ein styrkjandi mátt. Tankin um at vit ikki hava ein verðandi stað her á fold, men at vit skjótt skulu heim til Himmals, gevur okkum styrki til at halda út, tá ið foldarlívið verður trupult.


Pætur, ápostul Jesu Krists, til útlendingarnar, sum eru spjaddir um í Pontus, Galatiu, Kappadókíu, Ásiu og Bitýniu, útvaldir eftir fyrivitan Guðs faðirs við halgan andans, til at gerast Jesusi Kristi lýdnir og verða ástøktir við blóði hansara. Náði og friður veri tykkum margfalt fyri! Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum, til ein óforgongiligan og óspilluligan og ófølnandi arv, sum er goymdur í himlunum til tykkara, – tit sum við Guðs kraft verða varðveittir við trúnni til ta frelsu, sum er liðug at verða opinberað í teirri síðstu tíðini, sum tit skulu fegnast um, tó at tit nú eina skamma stund, um so skal vera, kenna harm í mongum ymsum royndum, fyri at tykkara roynda trúgv, sum er nógv dýrmætari enn hitt forgongiliga gullið, sum tó verður roynt í eldi, má verða funnin til lovs og dýrdar og heiðurs í opinbering Jesu Krists, hann, sum tit ikki hava sæð, men tó elska, hann, sum tit, tó at tit ikki nú hava hann fyri eygum tykkara, tó trúgva á, skulu fegnast um við ósigiligari og dýrmettari gleði, tá ið tit náa málið fyri trúgv tykkara, frelsu sálanna (1 Pæt 1,1-9).


Inngangur

Her lesa vit tey fyrstu níggju versini í brævinum hjá Pæturi til tey kristnu, sum búðu í Pontus, Galatiu, Kappadókíu, Ásiu og Bitýniu. Hetta vóru landspartar í hinum táverandi rómverska ríkinum og eitt umráði, sum vit í dag kalla Turkaland. Hesi kristnu livdu í einum sera vandamiklum og heidnum umhvørvi, sum hótti bæði teirra trúarlív og lív. Tey fóru ígjøgnum nógvar trongdir vegna teirra trúgv. Av hesi orsøk hevur Pætur óiva kent tað sum eitt kall at skriva til tey og styrkja tey í hinari kristnu vónini.

Vit, sum eru kristin í dag, liva eisini í einum sera vandamiklum umhvørvi. Kanska verða vit ikki hótt við lívinum, men okkara trúarlív verður í øllum førum hótt bæði so og so. Vit hava eisini brúk fyri at verða styrkt í okkara kristnu vón. Við vónini fáa vit styrki til at vera Guds børn bæði í viðgangi og í mótgangi.


Útisetar

Brævið er skrivað til: "útlendingarnar, sum eru spjaddir..." (1). Hini kristnu í teimum ymisku rómversku landspørtunum vóru ikki bara fremmandafólk í einari gudsavnoktandi verð. Tey vóru eisini "spjadd"Her brúkar Pætur grikska orðið: "diaspora", sum varð brúkt um jødarnar, sum ikki búðu í Ísrael, men sum vóru spjaddir út um alt rómverjaríkið. Pætur vendir sær altso til júst hesar jødarnar. Hóast teir vóru spjaddir, og hóast teir møttu nógvari mótgongd vegna teirra kristnu trúgv, so kann Pætur kortini minna teir á, at teir eru himmalskir útisetar her á fold, líkasum teir eru jødiskir útisetar í hinum rómverska ríkinum. Hetta ger hann við at peika á hin óforgongiliga og óspilluliga og ófølnandi arvin, sum er goymdur í himlunum til teirra (4). Teir kendu seg óiva forfylgdar og heimleysar vegna teirra trúgv, men Pætur minnir teir eisini á vónina, sum teir áttu í trúnni. Trongdin og heimloysið skuldi einaferð fáa ein enda. Teir vóru veruliga ongatíð heimleysir, hóast teir kendu tað so. Heimið er jú har, sum hjartað er! Og líkasum hesir útisetarnir høvdu síni hjørtu í Jerusalem, soleiðis minnir Pætur teir nú eisini á, at tað sama er galdandi viðvíkjandi teirra sanna heimstaði – Himlinum!


554

1. Ein fremmandur eg eri

sum mínir fedrar her,

á jørð mítt heim ei verður,

men yvir skýggjum er;

har uppi býr mín faðir

í dýrd í halgum stað,

har vildi eg nú verið

og sungið einglalag.


2. Har uppi býr mín Jesus,

mín kæri frelsari,

gekk fyri meg í deyðan,

tók mína synd á seg;

hann greiddi mær tann vegin,

sum eg skal ganga á,

tí leingist mær í heilum

Guds stóru dýrd at sjá.


3. Og skjótt er tíð mín runnin,

tí skal eg, Jesus, teg

um lítla stund nú skoða,

tú heintar sjálvur meg.

Hjá tær eg har kann síggja

tað, sum eg trúði á,

og hørpuna av gulli

eg fái frá tær tá.


Hjalmar Joensen.

Lag: Hj. 309a. D-dur, d. Hj. 309b. G-dur, d.


Áminningin um at vit eru útisetar, sum eru á veg til okkara sanna heim, hevur ein styrkjandi mátt. Tankin um at vit ikki hava ein verðandi stað her á fold, men at vit skjótt skulu heim til Himmals, gevur okkum styrki til at halda út, tá ið foldarlívið verður trupult. Pætur nevnir óiva hetta, at teir eru útisetar, fyri at styrkja teir í teirra himmalvón. Og tað var óiva eisini teirra himmalvón, sum varð hótt vegna teirra trongd. Tað er jú lætt at missa vónina, tá ið lívið verður trupult. Pætur vil venda hetta til tað góða, tá ið hann peikar á málið fyri teirra trúgv: Frelsu sálanna – Himmalin! (9). Hetta er altso ein góð og styrkjandi áminning, sum Pætur hevur at bera hesum útlendingunum.


Útveljingin

Pætur sigur eisini, at hesir útisetarnir eru "...útvaldir eftir fyrivitan Guðs faðirs við halgan andans, til at gerast Jesusi Kristi lýdnir og verða ástøktir við blóði hansara" (2-3). Í gamla sáttmálanum var Ísrael Guds útvalda fólk. Tey vóru útvald til at vera Guds ognarfólk. Í hinum nýggja sáttmálanum eru tað tey kristnu, sum hava fingið hetta støði.

Tey kristnu eru Guds ognarfólk, sum skulu fáa hina nýggju jørðina í arv. Vit eru útvald, "...tí at vit kunnu ikki skaffa okkum inn í Himmalin ella skapa trúnna í okkum sjálvum" (Luther). Men av tí at Gud elskar okkum av øllum sínum hjarta, vil Hann sjálvur bæði skapa trúnna í okkum og leiða okkum inn í Himmalin við Jesusi Kristi. Og í Jesusi kann Gud siga hini vælsignaðu orðini við okkum: "Tú ert mín" (Jes 43,1). Hetta ynskir Hann at siga við okkum øll.

Bíblian sigur, at vit eru útvald (2). Øll Guds útveljing er frá ævinleikanum av. Gud útvaldi teg og meg longu áðrenn, Hann skapaði heimin. Hann útvaldi okkum í síni náði og kærleika. Hann útvaldi okkum ikki eftir okkara egnu gerningum, men eftir síni ævigu náði. Tí lesa vit eisini í Bíbliuni, at vit eru útvald í Jesusi Kristi til at verða ástøktir við blóði Hansara, og at Gud frammanundan í kærleika ætlaði okkum til at hava barnakor hjá sær. Paulus sigur eisini: "...tí at vit vita , brøður, elskaðir av Guði, at tit eru útvaldir..." (Ef 1,4-5; 1 Pæt 1,1-2; Róm 8,29; 1 Tess 1,4).

Tað finst bara ein orsøk til hesa útveljingina, og tað er, at Gud er kærleiki, og at Hann vísir náði ímóti syndarum í Jesusi. Hetta er ófatiliga stórt! Boðskapurin um Guds útveljing og fyriætlan er ein fantastiskur gleðiboðskapur og ein stór troyst, sum Bíblian boðar okkum, fyri at styrkja okkum í trúnni á, at vit hava barnakor hjá Gudi í Jesusi.

Gud sigur eisini við teg og meg: Tú ert mín! Vit eru øll Guds børn, og tí hevur Gud eisini góðar ætlannir við okkum. Hann vil at øll skulu verða frelst, so at Hann kann oysa sín óendaliga kærleika yvir okkum í allar ævir. Hvussu fær man so lut í hesum barnakorunum? Í Jesusi og einans í Honum!

Paulus sigur: "Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum hevur vælsignað okkum við allari andligari signing á himnagrundum í Kristi, líkasum hann útvaldi okkum í honum, áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur, at vit skuldu vera heilagir og lýtaleysir fyri ásjón hansara, við tað at hann frammanundan í kærleika ætlaði okkum til at hava barnakor hjá sær sjálvum fyri Jesu Krists skuld..." (Ef 1,3-5). Frelsan í Jesusi er altso stutt sagt Guds máti til at uppfylla sín egna faðirkærleika mótvegis sínum børnum.  


Útveljingini er tvíføld

1. Vit eru útvald til at gerast Jesusi Kristi líðin, við Heilaga Andans gerningi (2).

Tá ið vit koma til trúgv, verður ein nýggjur vilji skapaður í okkara hjørtum.Fyrr gingu vit í myrkrinum, men við trúnni hava vit nú fingið Heilagan Anda í okkara hjørtu. Og tað er Hann,  sum ger okkum líðin ímóti Jesusi. Í okkum sjálvum klára vit tað ikki, tí at okkara náttúra er spilt vegna syndafallið. "Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein; tann er eingin, sum søkir Guð. Allir eru teir viknir av leið, allir sum ein vorðnir spiltir; tann er eingin, sum ger gott, ikki ein tann einasti" (Róm 3,10-12).

Sum Luther segði, kunnu vit altso ikki skaffa okkum inn í Himmalin ella skapa trúnna í okkum sjálvum, tí at eingin av okkum søkir Gud, og eingin av okkum klárar liva upp til Guds vilja. Tað er bara Gud sjálvur, sum kann broyta okkara hjørtu. Tað er bara Hann, sum kann gera okkara hjørtu rein. Og tað er júst hetta, sum hendir, tá ið vit koma til trúgv. Tá ið Gud flytir inn í okkara hjørtu við Heilagum Anda, vilja vit brádliga æra Gud við øllum tí, sum í okkum býr. Hetta er als ikki nakað, sum vit kunnu virka í okkum sjálvum. Hetta er einans Gudi at takka, tí at hitt kristna lívið er, tá ið alt kemur til alt, Guds lív í mannasálini.


2. Vit eru útvald til ástøkking av Jesu blóði. Tvs. altíð at fáa tilognað hin bøtandi og reinsandi máttin í Jesu blóði.

"Og ein av hinum elstu tók til orða og segði við meg: "Hesir, sum skrýddir eru í teimum longu hvítu klæðunum, hvørjir eru teir, og hvaðan eru teir komnir? " Og eg segði við hann: "Harri mín, tú veitst tað. " Og hann segði við meg: "Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins" (Opb 7,13-14). Rættvísið, sum vit eiga í Jesusi, reinsar okkara syndir fullkomiliga burtur. Ikki ein tann einasti syndablettur er at síggja á hinum longu hvítu klæðunum. Tey, sum trúgva á Jesus, hava jú tvigið síni klæði í Jesu blóði. Hesi eru rein, rættvís og hava uppuborið Himmalin, ikki í sær sjálvum, men vegna Hann, sum varð særdur teirra synda vegna og sundurbrotin teirra misgerða vegna. Hann er okkara rættvísi!

Reinur sum kavi, / frelsu eg havi / fingið við Jesu Kristusar blóð! plaga vit at syngja.

Vit eru kolasvørt vegna syndina, men Harrin hevur latið okkum úr teimum skitnu klæðunum og givið okkum hátíðarklæði í staðin. Sjálvt um vit merkja til syndina í okkara lívi dag eftir dag, og sjálvt um Sátan ákærir okkum fyri júst hesar syndirnar dag fyri dag, so kunnu vit í frímóði taka undir við profetinum Jesaja, tá ið hann sigur: "Stórum eg gleðist í Harranum, um Guð mín fegnast mín sál, tí at hann hevur latið meg í frelsubúna, sveipað meg í rættlætis skikkju..." Hetta kann eg líta fult og fast á: "...og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd" (1 Jóh 1,7). Sátans ákærur missa sína kraft, tá ið vit peika á Jesu blóð og rættvísi. Jesus er okkara rættvísi! Hann er okkara frelsubúni!


Lovaður veri Gud

Pætur byrjar hitt triðja versið við lovsangi og sigur: "Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists..." Pætur singur lovsang av berari gleði yvir Guds kærleika. Hetta er ein lovsangur til tann Gud, sum gav sín einborna son. Vit liva av frelsuni, sum Jesus hevur vunnið okkum. Vit eru vorðin Guds ognarfólk gjøgnum Hansara verk á Golgata. Og tað er heilt víst, at hetta er nakað, sum ein syngur lovsang um. Í síni stóru náði hevur Gud endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum. Tað finst bara ein sonn og livandi vón, og tað er vónin í Jesusi Kristi.

Um ein setur sína vón til nakað annað enn Jesu blóð og rættvísi, er talan um eina deyða og nyttuleysa vón. Tá ið tað snýr seg um viðurskiftini millum Gud og okkum, er tað bert ein livandi vón – vónin í Jesusi Kristi! Henda vónin inniheldur: "...ein óforgongiligan og óspilluligan og ófølnandi arv", sum er goymdur í himlunum til okkara (4). Hetta er altso nakað, sum ongan enda fær og sum ikki missir sína góðsku við tíðini.

Í hesum lívinum kenna vit til hitt forgongiliga. Alt tað góða, sum vit hava í hesum lívinum, er tímiligt. Ungdómsárini flúgva avstað, og heilsan verður heldur ikki betur við tíðini. At enda doyggja vit og mugu skiljast við øll tey, sum vit elskaðu. Vit gera tó rætt í at gleðast yvir allar hesar lívsins gávur, meðan vit hava tær. Hetta er jú eisini nakað, sum vit hava fingið frá Gudi. Men vegna syndafallið eru bæði heimurin og vit sjálvi merkt av hinum forgongiliga, spilluliga og følnandi. Kærleikin millum mann og kvinnu, foreldur og børn endar við sorg og tárum. Gleðin helt ikki á, tí at arvurin í hesum heiminum var tímiligur. "...av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða!" (1 Mós 3,19). Men Pætur sigur, at okkara kristna vón inniheldur allar teir eginleikarnar, sum vit saknaðu í hesum lívinum: Hitt óforgongiliga, óspilluliga og ófølnandi.

Hin kristni boðskapurin verður við røttum kallaður gleðiboðskapurin. Tað er jú í hesum boðskapinum, at vit veruliga fáa nakað at gleða okkum yvir: Eitt vælsignað lív, sum ikki fær nakran enda, og ein felagsskapur við hini kæru, sum ikki endar við deyða, sorg og tárum. Á hinari síðuni verður hin himmalski arvurin orsøk til ein ævigan lovsang. Paulus kallar eisini Gud fyri hin sæla Gud (1Tim 1,11), og sæla merkir jú at vera lukkuligur. Gud er altso ein glaður og lukkuligur Gud. "Frøðin er altso altíð bæði í og rundan um Gud. Tað er fyri at gera okkum luteigandi í hesari frøðini og gleðini, at Jesus kom inn í henda heimin" (Jens Ole Christensen). Gud leigir okkum inn í sína ævigu gleði við Jesusi Kristi. Hetta er eisini orsøkin til, at Jesus segði við ápostlarnar: "Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum.

Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera" (Jóh 14,2-3).

Pætur skrivar sum kunnugt til jødar, sum kendu seg heimleysar og forfylgdar vegna teirra trúgv, men boðskapurin um teirra sanna heim hevur óiva givið teimum styrki til at halda út í teirra trongd. Í Opb 21,1-4 stendur: "Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til. Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: "Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum. Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.""

Hetta er arvurin, sum liggur fyri framman hjá øllum teimum, sum hoyra Jesusi til. Og hetta er vissuliga nakað, sum vit kunnu fegnast um bæði nú og í allar ævir (6).


Gull roynt í eldi

Pætur kemur inn á trongdina í lívinum, tá ið hann sigur: "...tó at tit nú eina skamma stund, um so skal vera, kenna harm í mongum ymsum royndum" (6). Tað er ikki altíð lætt at vera kristin. Jesus segði t.d. við ápostlarnar: "Hava teir forfylgt mær, munnu teir eisini forfylgja tykkum" (Jóh 15,20). Sjálvt um lívið sum kristin ikki altíð er lætt, so er Gud tó altíð við okkara lið, og tað vísir seg, at Hann enntá myndar og styrkir okkara trúarlív við teimum royndunum, sum vit møta.

Trongd er sanniliga ikki nakað, sum ein skal fara lættliga um. Og hetta er kanska ein vandi, tá ið ein skal siga nakað um, hvussu Gud brúkar trongdina. Men tað vísir seg tó, at Gud ofta brúkar trongdina til at opna okkara oyru, so at vit betur kunnu hoyra, hvat Hann hevur at siga. Gjøgnum trongdina lærir Gud okkum at vera meira bundin at Honum. Hetta skal tó ikki skiljast á tann hátt, at Gud altíð sendir trongd til tey, sum hava brúk fyri at vera meira bundin at Honum. Heldur er tað so, at Gud brúkar trongdina, sum longu er har, og vendir henni til nakað gott. Hetta er kanska eisini nakað, sum vit kenna frá okkara egna lívi. Tað vísir seg, at vit antin sleppa Jesusi ella krøkja okkum enn tættari at Honum, tá ið tað verður myrkt rundan um okkum.

Job er eisini eitt gott dømi uppá júst hetta. Konan hjá honum segði: "Banna nú Gudið og legg teg at doyggja!" Job svaraði: "Tú talar, sum fávitskutar konur tala. Tá ið vit hava tikið móti tí góða frá Guði, eiga vit tá ikki eisini at taka móti tí illa?" Í øllum hesum syndaði Job ikki við vørrum sínum" (Job 2,9-10). At enda síggja vit ein endurreistan og vælsignaðan Job. "Harrin signaði evstu æviár Jobs enn meir enn hini fyrru" (Job 42,12). Henda signingin hevði sínar røtur í tí, at Job ikki bannaði Gudi, tá ið hansara lív gjørdist trupult. Hann setti orð á sína neyð, men hann segði ongatíð Gud frá sær. Og at enda kann Job sjálvur siga: "Eg hevði einans hoyrt um teg, men nú hevur eyga mítt sæð teg..." (Job 42,5). Ein trongd, sum hevði kunna enda við, at Job bannaði Gudi, endaði heilt annarleiðis. Hann lærdi Gud betur at kenna og fekk ein tættari felagsskap við Gud, tá ið stormurin var hæsaður av. "Harrin vendi lagnu Jobs..." (Job 42,10). Og Harrin vil eisini venda lagnuni hjá øllum sínum børnum.

Í hesum lívinum kann trongdin verða stutt hjá summum og longri hjá øðrum. Og í hesum lívinum síggja vit eisini, at harðar lagnur verða vendar til tað góða. Vit síggja eisini í hesum lívinum, at Gud signar evstu árini hjá menniskjum. Hetta er tó ikki galdandi fyri okkum øll. Summi doyggja enntá, meðan tey eru stadd í ræðuligari trongd. Soleiðis eru korini í hesum syndafalna heiminum. Og tað kann væl vera, at summi av teimum, sum Pætur skrivaði til, eisini merktu til júst hetta. Trongdin var long, og trongdin førdi enntá Guds børn í deyðan.

Pætur, hesin maðurin, sum eisini kom til at líða deyðan sum pínslavátti, peikar tó á hina livandi vónina í Jesusi: Hann er risin upp! Vit skulu rísa upp! Trongdin fær ein enda! Gleðin skal varða í allar ævir, tá ið vit náa málið fyri okkara trúgv, frelsu sálanna! Pætur peikar altso á málið hjá hinum kristnu. Hann peikar á Himmalin!

Í hesum heiminum er alt merkt av hinum forgongiliga, spilluliga og følnandi. Hetta rakar okkum eisini á ymiskan hátt. Summi verða harðari rakt enn onnur. Eitt er tó vist, og tað er, at allar okkara lagnur verða vendar, tá ið vit fáa hin óforgongiliga, óspilluliga og ófølnandi arvin í Himlinum.

Líkasum gullið verður reinsað í eldinum, soleiðis verður okkara trúgv eisini reinsað í royndunum. Gud brúkar so at siga royndirnar til at virka eina roynda trúgv. Og ein roynd trúgv er nógv meiri virðismikil enn hitt dýrabara gullið. Tá ið Jesus kemur í skýnum, og øll falla á síni knø, tá skal hin roynda trúgvin "...verða funnin til lovs og dýrdar og heiðurs" (7). Her er talan um rós frá Gudi til tey kristnu, sum hildu út í teirra trongd og sum varðveittu hina livandi vónina í Jesusi Kristi.

"Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!" (Matt 25,21).


Hin stóri dagurin     

Í vers 8 lesa vit: "...hann, sum tit ikki hava sæð, men tó elska, hann, sum tit, tó at tit ikki nú hava hann fyri eygum tykkara, tó trúgva á". At trúgva á tað, ið ein ikki sær, er ein partur av trúarinnar stríði.

Menniskju hava altíð lyndi til at vilja hava prógv uppá tað, ið tey skulu trúgva á. Soleiðis er tað tó ikki í Guds ríki. Vit trúgva á tað, sum ikki sæðst. "Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja" (Hebr 11,1). Vit trúgva á nakað, sum vit ikki síggja. Vit hava nevniliga ikki Jesus fyri okkara eygum beint í løtuni, men við trúnni eru vit vorðin sannførd um, at tað finst ein ósjónligur veruleiki – nakað, sum er galdandi fyri okkum øll.

Í trúnni síggja vit altso Jesus við okkara innaru eygum. Vit síggja hin ósjónliga við trúgv (Hebr 11,27). Tá ið vit hugsa um hetta, at vit trúgva á nakað, ið ikki sæðst, hvussu stórur verður tá ikki tann dagurin, tá ið vit síggja Hann, sum vit settu okkara álit til? Um henda dagin sigur Pætur, at vit skulu: "...fegnast um við ósigiligari og dýrmettari gleði" (8). Tað gevur okkum eina stóra framtíðarvón at vita, at einaferð skal alt hitt ósjónliga verða sjónligt. Hetta hendir, tá ið vit náa málið fyri okkara trúgv, frelsu sálanna (9).


Vit eru sigursharrar 

Vit kunnu møta nógvari trongd og sorg her í lívinum, men við Jesusi við okkara lið kunnu vit møta allari trongd sum sigursharrar – ikki í okkum sjálvum, men í Honum, sum longu hevur vunnið sigur á Sátan, synd og deyða og sum hevur fingið alt vald í himli og á jørð. Alt Hansara er nú vorðið okkara! Hansara sigur er nú eisini okkara sigur! Vegna tað, sum Jesus hevur gjørt, kunnu vit nú líta á, at vit ganga móti betri tíðum  – Himmalskum tíðum!

Vit eru ferðandi á veg til halgan stað. Vit eru Guds ognarfólk. Vit hava eina ogn heima í Himli! Jesus ger ein búðstað kláran til tín og mín, og tá ið tíðin er inni, vil Hann sjálvur leiga okkum inn í staðin, soleiðis at vit altíð kunnu vera saman. Hann vil jú vera saman við okkum! Hann nevnir okkum við navni og sigur: "Tú ert mín" (Jes 43,1). Hetta er gleðin, sum Gud vil vælsigna okkum við: Ævigan felagsskap við hin æviga Gud! Hesa livandi vónina eiga vit í Jesusi. Hann er okkara livandi vón! Og troystarorðini hjá Pæturi til útlendingarnar, sum vóru spjaddir út yvir teir ymisku landspartarnar í hinum rómverska ríkinum, eru eisini galdandi fyri okkum í dag:

"Men tit eru ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð, eitt ognarfólk, fyri at tit skulu boða frá dygdum hansara, sum kallaði tykkum frá myrkrinum til sítt undurfulla ljós" (1 Pæt 2,9).

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet