Okkum er ein frelsari føddur!

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 23.12.2020   
Andaktir

Og eingilin segði við teir: "Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!..." (Luk 2,10-11).

Okkum er ein frelsari føddur! Og vit hava alla orsøk til at gleðast saman við hirðunum, sum funnu barnið reivað og liggjandi í eini krubbu. Hetta var jú ikki ein og hvør, sum lá í krubbuni. Hetta var og er tín og mín frelsari! Hetta er okkara Harri og Gud, sum er komin fyri at frelsa teg og meg heim til Guds ævigu nærveru. Tað gevur altso meining at siga: "Gleðilig jól!" tí at jólini bera okkum jú hini størstu og bestu tíðindini, sum heimurin nakratíð hevur hoyrt: "Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur!" (Luk 2,11).


Øllum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár!


Blíðar heilsanir 

Jonhard Jógvansson, sóknarprestur

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet