Hans Erik Nissen (1938-2016) gjørdist cand.theol. í 1965 og var sóknarprestur í Emdrup kirke frá 1965 til 1970. Frá 1970 til 2003 var hann fyristøðumaður á Luthersk Missionsforenings Højskole í Hillerød, har eg (Jonhard) eisini gekk tíðarskeiðið 2001-2002. 

Ikki er frelsa í nøkrum øðrum

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 02.05.2020   
Andaktir

Hevur tú nakratíð upplivað, at Jesus hevur staðið við tínar hjartadyr og banka uppá? Hevur tú latið upp fyri honum?​

"Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við."


Vit møta nógvum spurningum á okkara ferð gjøgnum lívið. Vegurin kann ofta verða mjáur og myrkur. Og onkuntíð verður tað so torført at ganga, at vit næstan ikki orka at halda á. Tá ið alt stríðið er yvirstaðið, er tað kortini bara ein spurningur eftir: spurningurin um frelsuna. Tá ið vit standa við dyrnar til ævinleikan, og eingin vegur er aftur, verður alt annað undirskipað. Skalt tú brúka tín ævinleika í Himlinum ella í Helviti? Ert tú frelstur ella glataður? Hvat fer Gud at siga við teg? Svarið er tongt at tínum sambandi við Jesus. Tað er nevniliga ikki frelsa í nøkrum øðrum. Tú kanst ikki frelsa teg sjálvan. Kanska hevur tú verið ein góð menniskja, sum nógv fólk eru sera takksom fyri. Men alt tað, sum tú hevur gjørt, telur ikki við hjá Gudi. Hann er ikki nøgdur. Tann einasti, sum Gud hevur góðan tokka til, er Jesus. Gud hevur einans knýtt frelsuna at honum: "Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guðs son, hevur ikki lívið" (1 Jóh 5,12). Tí verður spurningurin um tína frelsu avgjørdur av sambandinum, sum tú hevur við Jesus. Hevur tú tikið ímóti honum sum tínum persónliga frelsara? Hevur tú nakratíð upplivað, at Jesus hevur staðið við tínar hjartadyr og banka uppá? Hevur tú latið upp fyri honum? Um tú kanst svara ja, so skalt tú vita, at Jesus varð byrjanin í tínum lívi. Men skeiðið er ikki fullrunnið enn. Hevur tú hildið á við at fylgjast við Jesusi sum tínum frelsara og einastu vón? Um tú kanst svara ja, so kennir hann teg, og tá ert tú frelstur í honum. Tað er veruliga frelsa í Jesusi. Um tú hoyrir honum til, ert tú fullkomiliga frelstur. Jesus styrkir teg ikki, so at tú kanst frelsa teg sjálvan. Nei, hann hevur tikið alla ábyrgdina á seg sjálvan. Tað er hann, sum leigir teg til Himmals. Tað er hansara offur og gerningur, sum Gud lýtir á. Tú eigur alt við trúnni á Jesus. Tað er ikki uppiborið, men av náði eina. Lat tí Jesus koma inn í hjarta títt og liv lív títt saman við honum.


(Úr andaktbókini Et er nødvendigt eftir Hans Erik Nissen)

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet