Hvør er Jesus?

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 25.04.2020   
Andaktir

Jesus sá seg sjálvan sum Guds elskaða Son, útvaldan av Gudi til at koma við Guds ríki og syndanna fyrigeving. Okkara fatan, av hvør ið Jesus var, má svara til Jesu egnu fatan av sær sjálvum. Um vit ikki játta, at Jesus er Kristus, so var annaðhvørt hann villleiddur um hansara samleika, ella eru vit villleidd.​

”Men tá ið Jesus var komin til bygdaløgini við Kesarea Filippi, spurdi hann lærusveinar sínar og segði: «Hvønn siga menn menniskjusonin vera?» Men teir søgdu: «Summir siga: Jóhannes doyparin; summir: Elia og summir: Jeremia ella ein av profetunum.» Hann sigur við teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» Tá mælti Símun Pætur og segði: «Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.» Men Jesus svaraði og segði við hann: «Sælur ert tú, Símun Jónasarsonur, tí at hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlunum” (Matt 16,13-17).


Hvøn siga vit menniskjusonin vera?

Líkasum á Jesu døgum eru tað eisini í dag ymiskar meiningar um, hvør ið Jesus er. Summi siga, at Jesus var ein góður jødiskur lærari. Onnur siga, at hann bert var ein profetur. Og aftur onnur játta saman við Pæturi, at hann veruliga er Kristus, sonur hins livandi Guds. Spurningurin hjá Jesusi er tí eisini líka so nógv galdandi fyri okkum og okkara samtíð: “Hvønn siga vit menniskjusonin vera?”


Ein, sum eitur Kevin Vanhoozer, orðar seg soleiðis: “Jesus sá seg sjálvan sum Guds elskaða Son, útvaldan av Gudi til at koma við Guds ríki og syndanna fyrigeving. Okkara fatan, av hvør ið Jesus var, má svara til Jesu egnu fatan av sær sjálvum. Um vit ikki játta, at Jesus er Kristus, so var annaðhvørt hann villleiddur um hansara samleika, ella eru vit villleidd” (Strobel 2003: 81). Tann avgerandi spurningurin er altso, um sjálvforstáðilsið hjá Jesusi samsvarar við veruleikan. Við øðrum orðum: Talar hann sannleikan, tá ið hann talar um seg sjálvan?


Hin salvaði

Jesus verður kallaður Kristus ella Messias meira enn 50 ferðir í evangeliunum og 280 ferðir í restini av Nýggja testamenti. Orðini er griksk og hebraisk, men hava kortini somu merking, nevniliga “hin salvaði.”


Í Gamla testamenti vóru kongar og høvðusprestar salvaðir, tá ið teir vórðu innsettir í embæti. Profetarnir vóru eisini sæddir sum salvaðir av Gudi. Kristus-navnið peikar altso á, at Jesus er salvaður til at vera Kongur, Profetur og Høvðusprestur. Hesar uppgávurnar vóru sundurskildar í Gamla testamenti, men í Nýggja testamenti verða tær allar samaneindar í Jesusi. Hetta kemur eisini til sjóndar í Jesu gerningi:


  • Sum profetur lærir Jesus okkum
  • Sum Kongur valdar Jesus yvir heiminum
  • Sum Høvðusprestur ger Jesus okkum sátt við Gud


Tá ið Pætur játtar, at Jesus er hin salvaði, tá játtar hann harvið, at hann trýr, at Jesus er Dávids-sonurin, sum Ísraels fólk hevði bíða eftir í fleiri øldir. Samstundis játtar hann eisini, at Jesus er sendur av Gudi. Og vit síggja, at Jesus ikki kemur við nakrari rætting til tað, sum Pætur sigur. Harafturímóti váttar hann tað, sum Pætur sigur, við at leggja dent á, at hetta ikki er mannaverk, men nakað, sum sjálvur Gud hevur opinberað fyri honum, nevniliga at Jesus er Kristus, sonur hins livandi Guds.


Menniskjusonurin

Heitið, sum Jesus brúkar mest um seg sjálvan, er "menniskjusonurin". Hetta heitið verður brúkt heilar 62 ferðir í evangeliunum eftir Matteus, Markus og Lukas. Summir atfinnarar halda uppá, at hetta einans sipar til, at Jesus var ein menniskja. Millum lærd í dag er tað kortini semja um, at heitið eisini sipar til Dánjalsbók 7,13-14:


“Og eg fekk aftur at síggja í náttarsjónum, og sí, á skýggjum himinsins kom ein, ið líktist mannasyni. Hann nærkaðist honum, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri hann. Og honum var givið vald og tign og ríki; honum skulu tæna allar tjóðir av øllum londum og tungumálum; vald hans er ævigt vald, ið ikki man vikast, og ríki hans kann aldri farast.


Her verður heitið "menniskjusonurin" brúkt um eina himmalska veru, sum nú er fjald, men sum kemur til sjóndar á hinum evstu døgunum. Tá ið Jesus kallar seg sjálvan fyri menniskjusonin, so lýsir hann í roynd og veru sín egna guddóm fyri okkum. Tað er uttan iva eisini Dánjalsbók 7,13-14, sum Jesus sipar til, tá ið hann í Markusevangeliinum 14,62 sigur um seg sjálvan: “...og tit skulu síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.” Og tað vórðu eisini júst hesi orðini, sum høvðuspresturin feldi hin endaliga dómin yvir Jesus eftir, nevniliga gudsspottan! Tá ið hesin dómurin verður feldur yvir Jesus, so undirbyggir tað eisini ta sannroynd, at heitið ikki bara sipar til Jesus sum eina menniskju, men at tað í størri mun sipar til, at Jesus ger seg sjálvan samlíkan við guddómligu veruna, sum vit lesa um í Dánjalsbók 7,13-14.


Hann er tín og mín frelsari!

Í bókini The Reason for God sigur skrivar Timothy Keller: “Um Jesus reis upp frá deyðum, so mást tú eisini góðtaka alt tað, sum hann segði; um hann ikki reis upp, hví so stúra fyri nøkrum, sum hann segði? Hin avgerandi spurningurin er ikki, um tú dámar hansara læru ella ikki, men um hann reis upp frá teimum deyðu ella ikki.”


Av tí at Jesus nú er risin upp frá deyðum, so merkir hetta fyri tað fyrsta, at Jesus veruliga er tann, sum hann segði seg vera. Hann er Messias, sonur Guds, tín og mín frelsari! Tí kunnu tú og eg í frímóði góðtaka hansara orð og leggja bæði lív og ævinleika í hansara tryggu hendur. Gud vælsigni okkum til tað!

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet