Hví doyði Jesus?

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 09.04.2020   
Andaktir

“Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót” (Jesaja 53,5).

Undir øðrum veraldarbardaga bleiv enski heryvirmaðurin, Ernest Gordon, tikin til fanga av japanarum. Hann yvirlivdi kortini kríggið og skrivaði eina bók um tey ræðuligu korini hjá fangunum undir krígginum: Hvønn dag skuldi hann og allir hinir fangarnir stríðast við at leggja eina jarnbreyt gjøgnum frumskógina.

Japansku fangavaktirnir taldu amboðini hvørt kvøld. Men eitt kvøldið rópti vakturin, at ein spaki manglaði. Vakturin gekk aftur og fram millum fangarnar og kravdi av teimum, at teir skuldu siga honum, hvør ið tað var, sum hevði tikið spakan. Tá ið eingin segði nakað, varð hann í øðini og skeyt ein av fangunum. Eftir hetta steig ein fangi fram og segði: ”Tað var eg.” Vakturin leyp á hann og bardi hann so mikið av, at fangin at enda doyði av løstunum.


Tá ið alt hetta var yvirstaðið, tóku hinir fangarnir líkið hjá honum og fóru aftur til fangaleguna. Men tá amboðini enn einaferð vórðu tald, so funnu teir útav, at teir høvdu tikið feil. Har manglaði ikki nakar spaki.


Líkasum hesin fangin ofraði sítt egna lív fyri at bjarga sínum vinum, soleiðis boðar Bíblian eisini okkum frá, at Jesus ofraði seg sjálvan á krossinum fyri at bjarga tær og mær. Høvuðsmerkið hjá kristindóminum hevur tess vegna eisini altíð verið krossurin.


Men fyri at skilja, hví Jesus mátti líða og doyggja á krossinum, mugu vit fyrst síggja, at vit sjálvi hava ein trupulleika.


Líkasum ein persónur ikki heldur, at hann hevur tørv á einum lækna, fyrr enn hann verður varugur við, at hann er sjúkur, soleiðis halda menniskju heldur ikki, at tey hava tørv á einum frelsara, fyrr enn tey verða varug við, at tey eru syndarar, og tað eru vit øll, sambært Bíbliuni.

Tí er syndin eisini ein trupulleiki hjá øllum menniskjum – ja, ein sera álvarsamur trupulleiki, tí at tað er jú syndin, ið ger skilnað millum okkum og Gud (Jes 59,2). Og skilnaður við Gud – lívsins keldu - ber deyða við sær. ”Tí at løn syndarinnar er deyði…” sigur Paulus eisini (Róm 6,23), og Jesus er tann einasti, ið kann bjarga okkum.


Vit hava ein kærleikans Gud, sum er villigur til at offra tað dýrabarasta, sum hann hevur, fyri at frelsa okkum: ”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3,16).


Tann størsta pínslan, sum Jesus upplivdi á krossinum, var tann andaliga pínslan, sum hann leið, tá ið Gud fór frá honum. Men fyri at fullgera tað, sum hann var komin fyri at gera, so mátti hann eisini uppliva tað, sum vit eftir røttum áttu at uppliva. Í okkara stað rópar hann tey ræðuligu orðini: ”Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?” (Mark 15,34).


Jesus kom fyri at frelsa okkum aftur til Guds nærveru, sum vit mistu vegna okkara synd. Men fyri at frelsa okkum aftur til Guds nærveru, mátti Jesus sjálvur uppliva Guds ræðuligu fráveru.


Jesus doyði ikki bara fyri syndarar. Hann doyði í staðin fyri teir. Hann doyði í staðin fyri teg og meg.


Av tí at Jesus hevur hingið á krossinum í okkara stað og tikið okkara dóm á seg sjálvan, so er tað tess vegna einans frelsa fyri teg og meg í dag við at festa okkara eygu á hin krossfesta Jesus! Vit verða frelst við at rætta okkara tómu og máttleysu hendur út til hansara, sum leið og doyði í okkara stað! Og tá ið tú rópar á Harran um hjálp, so kanst tú eisini líta fult og fast á, at Jesus eisini rættir tær sína frelsandi hond. Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!sigur sálmaskaldið.


Júst hetta er blivið til ein livandi veruleika í mínum egna lívi. Og hetta hevur eitt ótal av menniskjum eisini ásannað, nevniliga at tað er frelsa í at festa sítt eyga á Jesus – at rætta sínar hendur út til hansara í bøn um hjálp.

Tað er við Kristusvendum eygum, at vit verða frelst og varðveitt í trúnni á Jesus. Og tað er eisini við Kristusvendum eygum, at vit vinna vegin fram á mál!


Hetta er eisini tað, sum rithøvindurin til Hebrearabrævið undirstrikar fyri okkum, tá ið hann eggjar okkum til at renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við treysti, “...við tað at vit líta til upphavsmann og fulkomnara trúarinnar, Jesus” (Hebr 12,1-2).


Við okkara eygum festum á hann, vinna vit vegin fram bæði í hesum lívinum og hinum komandi! Gud vælsigni okkum tí til at liva lívið við Kristusvendum eygum! Amen.



Bøn

Latið okkum øll biðja:

Jesus, vilt tú halda krossin framman fyri mær alt lív mítt? Tá kærleiki mín er um at kólna. Tá trúgvin viknar. Tá eygu míni girnast av heimsins lutum. Tá hált er undir fótum mínum, og eg eri um at snáva. Jesus, vilt tú tá halda krossin framman fyri mær? Tí fyri krossi tínum mega allir ørvar falla. Hyggjandi at krossinum missir syndin glæmu sína. Hvílandi undir krossinum verður kærleiki mín birtur upp, og trúgvin hevjar aftur høvur sítt. Eg eri bjargaður, um bert krossurin er mær í eygsjón.


Jesus, vilt tú halda krossin framman fyri mær, tá eg falli í iva? Tá tað verður myrkt í sál míni, og eg ikki longur tori at trúgva á barnakor míni. Tá hjarta mítt fordømir meg, og Sátan ákærir meg, og eg má geva Sátani rætt. Jesus, vilt tú tá halda krossin framman fyri mær? Hjartans fordøming má tagna, og øll ákæra Sátans missir rætt sín, um bert eg hoyri krossin tala.


Jesus, vilt tú halda krossin framman fyri mær, tá eg fari foldum frá? Í síðsta, beiska tíma; Harri Krist, verð hjá mær tá! Tá deyðans djúpi dalur verður myrkur. Tá hjarta mítt slær síðsta slag, tá eygu míni bresta í deyðanum; tá føtur mínir skulu stíga á fremmant land; tá sál mín skal stíga fram fyri trónuna til dóms, tá lív mítt verður lagt á vektskálina at verða vigað. Jesus, vilt tú tá halda krossin framman fyri mær?



Tá verður deyðans dalur ljósur. Tá verður dómadagur krúningsdagur mín, tá verður ævinleikin fyltur av berum lovsongi. Ein lov og tøkk fyri tann dýrabara krossin. Í øllum ævinleikanum skulu lambið og krossurin skína fyri eygum mínum. Amen.


(Bøn úr bókini Við honum út á Golgata eftir Fredrik Wisløff).

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet