Fest títt eyga á Jesus!

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 16.05.2020   
Andaktir

Vit verða frelst við at rætta okkara tómu og máttleysu hendur út til hansara í okkara syndaneyð og bøn um hjálp. Og tá ið tú, líkasum hin søkkandi Pætur, rópar: "Harri, bjarga mær!" tá kanst tú líta fult og fast á, at Jesus eisini rættir tær sína frelsandi hond!


Men báturin var longu mitt úti á vatninum, og var illa staddur av aldunum, tí at teir høvdu andróður. Og í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra gangandi eftir vatninum. Men tá ið lærusveinarnir sóu hann koma gangandi eftir vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: "Hatta er eitt spøkilsi." Og teir rópaðu av ræðslu. Men í somu stund talaði Jesus til teirra og segði: "Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!" Men Pætur svaraði honum og segði: "Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum." Men hann segði: "Kom!" Og Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi. Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: "Harri, bjarga mær!" Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: "Fátrúni maður, hví ivaðist tú?" Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin, makaði vindurin. Men teir, ið vóru á bátinum, fullu niður á knæ fyri honum og søgdu: "Sanniliga ert tú sonur Guðs!" (Matt 14,24-33).


Sanniliga ert tú sonur Guds

Við at ganga eftir Genesaretvatninum vísti Jesus Pæturi og lærusveinunum, at hann hevði guddómligan mátt. Einki er ómøguligt hjá Gudi. Hann valdar yvir natúruni, sum hann sjálvur hevur skapað. Henda sama guddómliga mátt sýndi Jesus lærusveinunum, tá ið hann gekk eftir vatninum. Tí játtaðu lærusveinarnir eisini at enda: "Sanniliga ert tú sonur Guðs!" Og um vit eisini veruliga trúgva hesum, at Jesus er sonur Guds, so vita vit, at hann eisini kann hjálpa okkum, líkasum hann hjálpti lærusveinunum og hinum søkkandi Pæturi. Jesus er akkurát tann sami í dag, sum hann var tá. Hann hevur akkurát tann sama máttin í dag! Og tí kunnu tú og eg eisini líta fult og fast á, at hann er við okkum í okkara lívi – eisini tá ið tað gerðst trupult og tær stóru aldurnar á lívsins havi bróta niður yvir okkum. Eisini tá kunnu vit líta á, at hann kemur gangandi til okkum og sigur: Havið gott treyst! Óttist ikki! Eg eri við tykkum!


Kom!

Og júst hetta, at Jesus er við okkum, hevur ævinleikans týdning fyri okkum! So, um tú enn ikki hevur hann í lívinum; um tú enn ikki hevur sæð, hvør ið Jesus veruliga er, ger tá bønina hjá Pæturi til tína egnu persónligu bøn og sig: Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín! Og til hesa hjartans bøn finst bara eitt svar frá Jesusi, og tað er tað sama svarið, sum hann eisini gav Pæturi. Hann sigur við teg: "Kom!" Og við hansara innbjóðing kanst tú eisini stíga út á hansara lyftir: "Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu", sigur Jesus (Matt 11,28). Hesa hvíluna, sum heldur bæði í lívi og deyða, fært tú sum ogn, tá ið tú ert lýðin móti Jesu kallandi rødd, ið sigur við teg: "Kom!"


Jesu nærvera broytti alt

Vit hava lisið, at báturin var illa staddur av aldunum, og tankin um eina váta grøv hevur neyvan verið fjarður frá nøkrum av teimum. Men mitt í teirra neyð, meðan aldurnar kastaðu bátin aftur og fram, kom Jesus gangandi til teirra eftir vatninum og segði: "Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!" Jesu nærvera broytti alt fyri hinar neyðstaddu lærusveinarnar! Pætur var, líkasum hinir lærusveinarnir, bangin fyri, at teir fóru at doyggja í hesum illveðrinum. Men tá ið hann festi sítt eyga á Jesus, fyltist hann við vón. Hann visti, at Jesus kundi bjarga honum! Og tí rópar hann eisini á Jesus og sigur: "Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum." Jesus segði: "Kom!" Og síðani hendi eitt stórt undur: Pætur gekk eftir vatninum! Og líkasum tá, henda undur eisini í dag, hvørja ferð menniskju festa teirra eygu á Jesus. Tað er jú við at festa okkara eygu á Jesus, at vit verða frelst. Vit verða frelst við at rætta okkara tómu og máttleysu hendur út til hansara í okkara syndaneyð og bøn um hjálp. Og tá ið tú, líkasum hin søkkandi Pætur, rópar: "Harri, bjarga mær!" tá kanst tú líta fult og fast á, at Jesus eisini rættir tær sína frelsandi hond! "Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!" sigur sálmaskaldið (Sl 50,15). Júst hetta gjørdist ein livandi veruleiki hjá Pæturi. Hann festi sítt eyga á Jesus, rætti sínar hendur út til hansara í bøn um hjálp og varð bjargaður. Gud hjálpi okkum øllum at gera tað sama!


Bøn

Harri, tú veitst, hvussu ofta eg líkist hinum søkkandi Pæturi. Tú bjóðar mær at koma til tín, og eg royni at ganga trúarinnar veg. Men so síggi eg illveðrið og tær stóru aldurnar. Eg gerðist bangin og byrji at søkka. Eg eri fátrúgvin, og eg ivist. Tí biði eg teg um, at tú mást rætta tína hond út, so at eg kann nema við hana. Eg verði róligur, tá ið eg merki, at eg nemi við tína hond. Tá veit eg, at tú gongur við mína lið. Tá kann eg eisini ganga í myrkrinum, uttan at síggja og uttan at skilja. Bara eg sleppi at ganga saman við tær! Verðið við mær, sum tú vilt, men slepp mær ongatíð! Amen.

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet