Deyðin er ikki endin!

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 30.04.2020   
Andaktir

Tá ið Jesus kemur aftur, skulu øll hini trúgvandi, bæði deyð og livandi, møtast aftur og vera saman við Harranum í allar ævir.​

Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi viðvíkjandi teimum, sum sovna burtur, fyri at tit ikki skulu syrgja eins og hinir, sum ikki hava vón (1 Tess 4,13).

Tað rakar okkum øll sera hart, tá ið onkur av okkara kæru doyr. Orð kunnu næstan ikki lýsa sorgina og saknin hjá teimum, sum sita eftir. Tey kristnu í Tessalóniku vóru ikki nakað undantak. Tey undraðust eisini yvir, hví so nógv av teirra kristnu brøðrum og systrum doyðu og hvat fór at henda við teimum, tá ið Jesus kom aftur. Orsøkin til hetta tykist at vera, at summi av hinum kristnu í Tessalóniku høvdu missskilt Paulus og hildu at tey fóru at liva, inntil Jesus kom aftur. Tá ið onkur av teimum síðani doyði, undraðust tey yvir hetta og hugsaðu um, hvussu tað fór at verða við hinum deyðu, tá ið Jesus kom aftur. Paulus vildi gjarna hava hini kristnu í Tessalóniku til at skilja, at deyðin als ikki er endin. Tá ið Jesus kemur aftur, skulu øll hini trúgvandi, bæði deyð og livandi, møtast aftur og vera saman við Harranum í allar ævir. Paulus skrivaði hesi orðini fyri at minna tey kristnu í Tessalóniku á at troysta hvønn annan við uppreisnarboðskapinum, tá ið onkur av teirra nærmastu doyði.

Hesi orðini eru eisini galdandi fyri okkum, sum hava mist onkran, sum vit elska. Deyðin er ikki endin hjá teimum, sum trúgva á Jesus. Og Paulus sigur, at vit ikki skulu syrgja eins og hini, sum ikki hava vón. Hann sigur ikki, at vit ikki skulu syrgja. "At gráta hevur sína tíð, og at læa hevur sína tíð; at syrgja hevur sína tíð, og at dansa hevur sína tíð" (Præd 3,4). Men vit skulu ikki syrgja eins og hini, sum ikki hava vón, tí at í Jesusi eiga vit nevniliga vón. Paulus lýsir hesa vónina útfrá Jesu uppreisn og sigur: "Tí at um vit trúgva tí, at Jesus er deyður og risin upp, tá skal Guð eisini somuleiðis við Jesusi leiða tey fram, sum sovnað eru burtur, saman við honum" (1 Tess 4,14).

Hetta er eisini tað, sum fær Pætur til at siga tey orðini, sum vit hoyra, hvørjaferð tað er jarðarferð: "Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum" (1 Pæt 1,3). Eg trúgvi, at Pætur hevur gripið hesa livandi vónina á ein heilt serligan hátt, tí at hann avnoktaði jú Jesus. Og tá ið tann maðurin, sum Pætur hevði upplivað so nógv saman við, doyr á krossinum undir Guds banning, tá hevur hetta tikið alla vónina frá Pæturi. Og hin ringa samvitskan fyri avnoktanina hevur eisini verið ræðulig. Men tá ið Jesus rísir upp frá deyðum og sýnir seg fyri Pæturi, tá hevur hetta uttan iva givið honum hesa livandi vónina, sum hann lovar Gudi fyri.

Hetta kunnu vit nú eisini lova Gudi fyri. Hann hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum. Amen.

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet