Andadráttur teirra kristnu

Lagt út hevur: Jonhard Jógvansson   tann: 08.05.2020   
Andaktir

Um vit ikki seta tíð av til tær friðarligu bønarløturnar saman við Gudi, ja, so er eingin friður og eingin bøn, og tað hevur álvarsamar fylgjur fyri okkum sum kristin. Bønin er jú andadráttur teirra kristnu! Um vit ikki biðja, kvalast vit spakuliga.

“Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn...” (Matt 14,23).


Jesus hevði mettað 5000, og nú vildu fólk eisini gera hann til kong, men í øllum rokanum hevði hann brúk fyri at trekkja seg til síðis og vera fyri seg sjálvan í bøn til Guds. Um Jesus sjálvur hevði tørv á hesum, hvussu nógv meir hava tú og eg so ikki tørv á júst hesum? Okkara ferð yvir lívsins hav kann jú vera baldrut. Tað hendir alla tíðina okkurt, og um vit ikki seta tíð av til tær friðarligu bønarløturnar saman við Gudi, ja, so er eingin friður og eingin bøn, og tað hevur álvarsamar fylgjur fyri okkum sum kristin. Bønin er jú andadráttur teirra kristnu! Um vit ikki biðja, kvalast vit spakuliga.


Jesus vísir okkum bønarvegin: “Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn...” Tað er ríkiligt av fjøllum her í Føroyum, so vit kunnu ikki umskylda okkum við, at vit ikki hava nakað fjall at fara niðan á. Men í grundini er tað ikki sjálvt fjallið, sum er tað avgerandi her. Nei, tað sum er avgerandi, er hetta, at finna og brúka sítt egna loynikamar. Henda dagin var fjallið loynikamarið hjá Jesusi -  eitt stað, har hann kundi vera einsamallur í einingi saman við Faðirinum í bøn. Hetta er eisini tað, sum Jesus sjálvur hevur lært bæði lærusveinarnar og okkum at gera: “Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær” (Matt 6,6).


Um Jesus hevði brúk fyri at trekkja seg til síðis fyri at vera einsamallur og stillur saman við Gudi í bøn, so hava tú og eg sanniliga eisini brúk fyri tí! Og tað eru eisini stór lyftir knýtt at júst hesum. Paulus sigur t.d.: “Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi” (Fil 4,6-7). Hetta er fruktin, sum vit fáa í loynikamarinum! Hetta er andadráttur teirra kristnu! Hetta er tað, sum tú og eg hava brúk fyri fyri at liva. Latið okkum tí gera, sum Paulus sigur: “Verið .... áhaldandi í bønini” (Róm 12,12).

Aftur
Ment, forritað og sniðgivið hava appnet