Hornasteinurin hevur tvey formál í einum bygningi. Fyri tað fyrsta hvílur allur bygningurin á hesum steininum. Fyri tað næsta avgerð hesin steinurin, hvønn veg húsið vendir. Tí er tað avgerandi at hava hin rætta hornasteinin. Men Pætur sigur við ráðið, at teir hava vrakað tann rætta hornasteinin, sum Gud sjálvur hevur valt.